Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Inntøkur og útreiðslur

November 27 , 2009
Eg havi nakrar ferðir roynt at seta spurningin hvussu stórar inntøkurnar hjá kommununi eru í mun til ætlanina, men veri hvørja ferð vístur til tíðindini á forsíðuni um skattainntøkuna. Men har verður bert skrivað um inntøkuna í mun til seinasta ár og minkingar í mun til aðrar kommunur. Nú tit skrivað at inntøkurnar frá P/F skattinum eisini eru nógv minkaðar fari eg enn einaferð at spyrja kommununa hvussu stórar kommunan metir inntøkurnar fyri 2009 fara at vera í mun til ætlanina???

Í upprunaligu fíggjarætlanini fyri 2009 vóru skattainntøkurnar mettar til 36.780.000 kr. Bygdarráðið samtykti á seinasta bygdarráðsfundi endurskoðaða fíggjarætlan fyri 2009, har eru skattainntøkurnar lækkaðar til 33.500.000 kr, ið væntandi verður tað endaliga úrslitið fyri 2009. Felagsskatturin varð somuleiðis lækkaður úr 1.500.000 kr niður í 1.171.371 kr.

 


 

parkeringsvørður

November 27 , 2009
Sambært grein 58e, stk. 7, í løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu, kann Vestmanna kommuna við loyvi frá Landfútanum, sjálvi hava ein parkeringsvørð, ella havi eg skilt hettar skeivt?

Greinin, tygum vísa til, er soljóðandi:
Stk. 7. Landfútin kann lata serligum parkeringsvørðum heilt ella fyri ein part at hava eftirlit við, at reglurnar, ið nevndar eru í stk. 1, verða hildnar. Landsstýrismaðurin setir greiniligari reglur um starvið hjá parkeringsvørðum.

Hetta merkir helst, at um ein kommuna søkir um loyvi til at seta ein parkeringsvørð, so kann hann við góðkenning frá landfútanum verða settur til heilt ella fyri ein part av hava eftirlit.


 

Grundstykki

November 27 , 2009
Eg hopi ikki at tit finna uppá at selja fríðøki uppi í Vesturi.

Eg vildi heldur at tit gera fríðøki og gøturnar lidnar sum er ímillum Neslíð og Bjargalíð soleiðis at hettar her uppi sær út sum ein útstykking, og eisini at vit sum búgva her uppi kunnu fáa okkurt gjørt sum projekteringin upprunaligani skuldi vera.

Nógv grundstykkir eru ledig enn, hví skal man so leggja eftir fríðøkinum, sum er tann einasti grøni bletturin sum er her uppi.
Grundin til, at umhugsað hevur verið at selja økið, sum ætlað er til gøtu ímillum Neslíð og Bjargalíð, er, at jarðarmunurin er so stórur, og at ein gøta tí verður sera brøtt og ring at ganga á.

 

Gamli Skúli

November 27 , 2009
Hvussu nógv kostaði tað at taka Gamla Skúla niður, beina alt burtur og at gera økið har til tað, sum tað er í dag?

 

Niðurtøkan og burturbeiningin kostaðu 149.043 kr, og at gera økið til tað, sum tað er í dag, kostaði 350.625 kr.

 


 

Leingi at bíða

November 27 , 2009

Tað kann gott vera at tað er leingi at bíða, til jólatræði verður tendrað, men eg sigi fyri meg, at tað verður leingi hjá mær/okkum at bíða eftir jólunum.


Mánakvøldið er jólahugni í flokkinum hjá einari dóttir, týskvøldið hjá eini aðrari, mikukvøldið verður tónleikaframførsla, hóskvøldið hevur Saron jólahugna og framførslu fyri foreldrum og fríggjakvøldið verður jólatræðið tendrað. So aftaná 4. dec. kann eg bara seta meg afturá og bíða, til jólini koma.. :-)

Ein, ið gleðir seg til jólini koma.

Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Parkering

November 27 , 2009
Hey.



Eg kopieri líka hettar niðanfyri fyri at vísa á hvat eg meini við "



Skilaleys parkering

November 23 , 2009

Hey, tit í kommununi !



Takk fyri tykkara stóra arbeiði fyri okkum borgarar.



Tó ein lítil viðm. Tit hava fyri kortum mála strikur og básar á vegin á Gerðisheyggi, niðanfyri hjá læknanum. Takk fyri tað. Nú hevði ein so rokna við, at í hvussu er har bleiv eitt sindur meira skil í parkeringini, men nei.



Sami svarti bilur, stendur dag um dag, við gronini fyrst, hálvur út á vegbanan. Har hendir ein ÓLUKKA fyrr ella seinni. Ótrúligt at eigarin ikki sjálvur dugur at síggja hetta.



Til kommununa : Kunnu tit ikki, í ávísum førum, seta tykkum í samband við eigarar av slíkum bilum, ístaðin fyri, altíð at biðja okkum borgarar melda tað til politiði ? "



Hattar var so tað.



Nú er tað soleiðis at eg eri eigari av tí svarta bilinum sum stendur har.

Eg skal nokk parkera hann ørvísi framyvur, men havi sett bilin soleiðis fyri at SKIL skal verða í. Meini so við, er ikki betri at bilar standa inn og út, ístaðin fyri uppá longs eftur vegnum???? Tá er nógv nógv fleiri parkeringspláss og sær rudduligari út.

Eitt annað sum er, er tað at pláss er fyri einki minnið enn tveimum bilum at møtast, frá gronuni á tí svarta bilinum og yvur á kantsteinin hinumegin vegin. Hvussu nógvar bilar vilja tit hava pláss til????

Um fólk koyra forsvarligt, so er eingin trupulleiki.



Og heilt erligt, hvat við at siga nakað um allar hinar bilarnar sum standa frá Gerðisheyggi og yvur til handilin hjá Sigurd. Bilarnir standa sum harragud veit, "grýttir" her og har. Fleiri standa hálvir uppi á forstovinum, soleiðis at illa er gangandi innanfyri, og til stóran ampa fyri ferðsluni á vegnum uttanfyri. Um vandi stends av parkeringini hjá tí svarta bilinum, so stends vandi, í allarhægstu grad av øllum hinum bilunum sum standa sum best ber til.



Til síðst vil bara siga at hettar helst er fyri at genera okkum. Tí at fyri ikki so langari tíð síðani, hevði onkur lagt eitt skriv á forrútin á ein bil hjá okkum. Har sagt bleiv at bilarnir hjá okkum skuldu vekk, tí at onnur fingu ikki vent og kundar hjá læknanum fingu ikki parkera, og so at tað var komunalt økið. Hvat so við øllum bilunum sum standa á komunalum øki, allan vegin yvur í høllina??? Og aðrastaðni við.



Nei, hettar er einki annað enn fyri at gerða okkum ónáðir. Vit vita enntá hvør er spindoktarin aftanfyri, men siga ikki meir fyri frið skyld.



Var nakar ryggur í viðkomandi, so bleiv tað eisini sagt við okkum.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Jólapynt :)

November 27 , 2009
Hey hey :)



Fara tit at pynta bygdina við jólapyntið í ár ? :)



Ein glaður Vestmenningur
Nakað verður pyntað, eitt nú jólatræið á Troginum. Eisini plaga perur at verða hongdar í trøðini við Torgið. Og vit fara eisini at hanga perur út eftir Bakkavegi.

 

jólatræið

November 27 , 2009
Jólatræið er komið upp at standa á torginum longu nú, hví verður so bíða líka til 4. des. við at tendra tað? Eg kundi betur hugsa mær at træið bleiv tendra leygardagin ella fyrsta sunnudag í atvent, tá flest øll hava fríð og góðar stundir at fara at hugna sær við børnunum. Tað er heldur ikki tað allarnemmasta at fáa børn at skilja hasa "longu" bíðitíðina.

Avgjørt er at tendrað træið 4 desember, tí at hetta varð mett at verða besta tíðin til tess!


 

Útstykking í Vestri

November 27 , 2009
Kann kommunan siga okkum um tit hava selt fríøki til gøtu millum Neslíð og Bjargalíð? Hvat er ætlanin?
Nei, økið er ikki selt, men onkur hevur spurt um møguleikan fyri at keypa. Um onkur av grundstykkjaeigarunum fram við økinum, sum er ætlað til gøtu, er áhugaður at keypa, so kann altíð tosast um hetta.

 

Hvat nú!

November 27 , 2009
Tað sær ikki gott út nú. Tað sæst á øllum brøgdum, at fíggjarliga gongur illa hjá okkum í Vestmanna.

Í samband við byggingina av ætlaða ellisheiminum, hevur Landsstýrið nú sett so harðar treytir, at byggingin, í ringasta føri, ikki kann byrja enn. Tað verður einki minni enn ein skandala.

At skattainntøkan er minkað munandi, ger ikki støðuna betri. Hinvegin kann tað ikki koma sum ein skelkur fyri nakran. Heldur ikki fyri tey, ið manna Bygdarráðið. Tað vóru øll tekin í sól og mána fyri tveimum árum síðan, at so fór at verða. Eg havi onkuntíð nevnt tað við einstakar bygdarráðslimir; men fekk at vita, at støðan var góð. Tað var eg sum var ov svartskygdur. Nei, talan var ikki um svartskygni; men bert um eina eygleiðing, ið var heilt røtt.

Tað hevði verið bláoygt, at hugsa, at Vestmanna Kommuna, sum tann einasta í heiminum, fór at sleppa undan avleiðingunum av fíggjarkreppuni.

Vit hava eina støðu í dag, ið er vánalig. Tað er kortini ikki Bygdarráðið, ið skal hava alla skuldina fyri tað. Fíggjarliga afturgongdin uttanum okkum, hevur eisini havt sína ávirkan.

Tað er trupult at síggja langt fram í tíðina. Tað er eisini galdandi fyri tey, ið manna Bygdarráðið. Um tey høvdu havt evni, at sæð fram í tíðina, so var risaætlanin Fjalsvegur helst ikki framd í tí líki, sum hon nú einaferð er.

Havi skilt á onkrum bygdarráðslimi, at ætlanin "Fjalsvegur" er ikki liðug enn. Tískil eru útreiðslurnar av byggingini ikki allar goldnar enn.

Í hesum sambandi kundi eg hugsa mær, at fingi at vita, hvussu nógvar pengar Vestmanna Kommuna hevur goldið fyri Fjalsveg og hvussu upphæddin stendur mát við tað, ið upprunaliga varð roknað við.

Afturlítandi eru vit helst øll samd um, at ætlanin gjørdist nógv meira krevjandi enn upprunaliga ætla. Vit eru helst eisini samd um tað, at fíggjarorkan hjá kommununi hevði verið betri, um ætlanin "Fjalsvegur" var gjørd samsvarandi tørvinum á vegasambandi til tey, ið har búgva. Har var vegur frammanundan. Fólk hava búleikast har í nógv ár. Tá ið hesi bygdu, varð tilfari koyrt til stykkini í lastbilum. Tað bar væl til.

Kommunan hevur verið í ovurstórum trupulleikum fyrr. Tá var eingin fíggjarkreppa. Heldur var talan um lítla og onga fíggjarstýring. Støðan í dag er munandi betri, hóast alt.

Eg havi álit á, at tit, ið manna Bygdarráðið, við skynsemi borga fyri, at tað framhaldandi verður gott at búgva í Vestmanna. Eisini hjá teimum gomlu, ið tørva tryggar og góðar ansingar- og viðgerðarmøguleikar.

At enda fari eg at heita á tey ið gera viðmerkingar her, at vanda sær um orðini. Eg kann ikki lata vera við, at nevna eina viðmerking frá eini/einum í nevnir seg "Válakona".

Í samband við hugleiðingar um samanlegging, verður alt krútið brúkt, at niðurgera bygdarráðsformannin í Kvívík á ein ógvuliga primitivan hátt.

Tað hóskar ikki og átti tískil ikki at verði víst á hesi síðuni.



Vit eiga ikki at falla í fátt. Tað sigst, at tekin eru um, at kreppan uttanum okkum, fer at hasa av komandi ár.

Við fíggjarligum skynsemi fer at bera til, at koma á kós aftur.



J.Simonsen







Vit hava á heimasíðuni boðað frá, at røktarheimið er komið undir land. Tað verður væntandi liðugt í 2011.

Tað er rætt, at fíggjarstøðan ikki er av teimum bestu, men fíggjarætlanin fyri 2010 hevur stórt yvirskot fyri útreiðslur í sambandi við røktarheimsbyggingina – sí tíðindi á heimasíðuni. Orsøkin til heldur laka úrslitið í ár er ikki ov stórar útreiðslur, men stór inntøkulækking. Eykafíggjarætlan er samtykt, har hallið er um 2,2 mió. kr. Vestmanna Kommuna eigur um 2,75 mió. kr á í stuðli í sambandi við røktarheimið, um hesin stuðul var goldin okkum í 2009, so høvdu vit havt yvirskot.

 

Fjalsvegur:

2006:

avsettar

650.000 kr

brúktar

352.714 kr

2007:

avsettar

2.700.000 kr

brúktar

2.785.525 kr

2008:

avsettar

4.750.000 kr

brúktar

4.741.020 kr

2009:

avsettar

1.065.000 kr

brúktar

956.498 kr

 

 

Tilsamans:

avsettar

9.165.000 kr

brúktar

8.835.757 kr

 

Vit ivaðust í, um tað var rætt at seta viðmerkingarnar frá Válakonuni á heimasíðuna. Vit gjørdu av at geva teimum innivist, m.a. tí at hon als ikki sleppur til orðanna í síni egnu kommunu - har er hvørki fólkaatkvøða um samanlegging ella  heimasíða, sum hon kann brúka. Harumframt halda vit ikki, at nøkur ósannindi eru í hennara atfinningum.

 

 


 

Dagtilhald

November 24 , 2009
Spurdi 8. sept um dagtilhald í sambandi við, at støðan er trupul hjá fleiri fólkum í bygdini, sum eru avvarðandi at gomlum, ið eru dement ella á annan hátt eru óhjálpin. Hesi fólk búgva enn heima og hóast teirra maki, ella onnur avvarðandi, ansa eftir teimum døgnið runt, so hevði tað verðið ein stór hjálp, um eitt dagtilhald kundi verið eini 4-8 tímar gerðandisdagar. Hetta vildi avlastað, soleiðis at tey avvarðandi hava betri orku til at taka sær av teimum restina av døgninum. Spurningurin bleiv beindur í Trivnaðarnevnd-ina til støðutakan - er støða tikin???? Hetta er eitt álvarsmál, tí tann dag, tey avvarðandi sjálvi eru blivin sjúk av tí arbeiðsbyrðu, tað er at verða á vakt døgnið runt, stendur kommunan við einum nógv dýrari trupulleika, tí tá verður neyðugt við akuttari heimahjálp ella innivist á sambýli/ellisheimi. Ivist ikki í, at tað finnast fólk í bygdini, sum gleðiliga høvdu verið um hesi nakrar tímar um dagin. Kommunan eigur fleiri hús í bygdini, hvat við at nýta Sýslumanshúsini til hettar endamál??

Avvarðandi!!!!
Spurningurin hevur ikki verið viðgjørdur enn. Men hann er á skránni til komandi nevndarfund í Trivnaðarnevndini, sum væntandi verður í viku 50.

 

Jólasøla

November 24 , 2009
Nær verður jólasølan í gamla handlinum.

Hvør stendur fyri tiltakinum og hvønn skal man spyrja, um man kann selja okkurt jólaligt

Jólatræið í Vestmanna verður tendrað fríggjadagin 4. desember kl. 17. Jólasølan í John'sa Handli letur upp beint aftaná, at jólatræið er tendrað.

Alt bendir á, at undirtøkan verður líka stór ella størri enn síðsta ár. Um nóg nógvir lutir verða til sølu, verður handilin opin meira enn bara tann eina dagin.

Siri S. Niclassen er ein av fyrireikarunum. Til ber at boða frá luttøku á tlf. 724 789.


 

Partafelagsskattur

November 24 , 2009
Hvussu nógv fær Vestmanna kommuna inn í partafelagsskatti í 2009 og hvussu nógv hevur kommunan fingið 5 tey seinastu árini?

Hvussu nógv fær Vestmanna kommuna inn í partafelagsskatti í 2009 og hvussu nógv hevur kommunan fingið 5 tey seinastu árini?

Vit vænta, at úrslitið fyri 2009 verður 1.171.371 kr, men enn er møguleiki fyri onkrari regulering.

P/F skatturin fyri undanfarin ár hevur verið: 

2004

1.827.735 kr

2005

1.818.967 kr

2006

1.760.709 kr

2007

1.753.424 kr

2008

2.913.011 kr


 

Koyr á !

November 23 , 2009
Eg haldi at hetta bygdaráðið er djarvt og klókt við at seta røktarheimið á skrá nú, tí tað er í verri tíðum at man skal smíða meðan jarnið er heitt, roknið við at kommunar " sparir " kanska 10 mill. við at byggka nú, so er 1 % skattahækking væl givin út.

Eisini vil eg takka undanfarnu mentunarnevnd fyri at hava dirvi at taka " Gamla Skúla " niður, og at keypa bygdarhúsið til ungdómshús. Tað vísti seg at verða eitt spæl hjá teimum, sum ikki hevði seg latið gjørt øll árini frammanundan.



Glaður gamal drongur !
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Lyktapelar

November 23 , 2009
Hey hey

Hví skifta tit ikki perunar, í lyktapelunum í Vestmanna ?

Tað eru æstan ongir lyktapelar sum lýsa her í Vestmanna longur. Og soleiðis hevur tað verði nú í fleiri mánaðar.

Eg haldi at tað er so langt úti, at tað bara er 3. ella 4. hvør lyktapelið sum lýsir.

Takið tykkum saman og skiftið perunar!

Vit hava gjørt avtalu við arbeiðstakara, sum tekur sær av gøtuljósunum. Hann sigur, at tað bert eru fáar lyktir, sum ikki lýsa, og at teir eru úti í dag (mánadagur 23. november) fyri at umvæla hesar.
Hann sigur eisini, at nakrar lyktir á Ovara Vegi ikki lýsa, og at hetta er tí, at tær fóru í vindinum seinasta hóskvøld. Hesar lyktir eru í vánaligum standi, og tí skal ikki so nógv til, at tær sloknað.


 

Jólatræ

November 23 , 2009
Nær verður jólatræði á torginum tendra og nær verður jólasølan í John'sa handli?
Ætlanin er at tendra jólatræið fríggjadagin 4. desember kl 17.00, og jólasølan í John'sa Handli opnar væntandi beint aftaná.

 

Missiónshúsið

November 23 , 2009
Vælsignaði tit í bygdartáðnum - keypi ikki fleiri hús!!!

Hvat skulu vit við øllum húsunum, ið kommunan longu eigur?



Kann ikki við mínum besta vilja síggja nakran tørv á parkeringsplássum, har sum Missionshúsið nú stendur - bert 50 m burturi er ørgrynna av parkeringsplássi, hvar pengar enn ikki hava verið tøkir til asfaltering, harafturat er kaiøkið eitt hanagleiv burturfrá.

Hvat býr annars undir, tá nevndin fyri Missiónshúsið treytar sær, at húsini ikki verða brúkt til annað endamál?



Skal kommunan keypa ognir - hugsi eisini um kongaliga úthandilin - má kommunan tryggja sær, at pengar eru tøkir til at røkja ognirnar og økir rundanum. Er hetta ikki møguligt, er betri, at onnur fáa møguleikan at keypa.
Verður lag´t út uttan viðmerking.

 

Hallow harinni

November 23 , 2009
Síðan eg sá hatta um dekkini á bilinum hjá kommununi, so hevur hasin rætt.



Jú har eru 6 til 7 mm slitbani, men

dekkini framman eru uppslitin úti á síðuni og tað er eisini "brandólógligt".



So man kann siga báðir hava rætt, tey eru uppslitin -

bara ikki í miðuni.



Dekkini eru í lagi - tey eru gjørd soleiðis, tvs. tey hava ikki slitbana úti í síðuni!

 

Skilaleys parkering

November 23 , 2009
Hey, tit í kommununi !

Takk fyri tykkara stóra arbeiði fyri okkum borgarar.

Tó ein lítil viðm. Tit hava fyri kortum mála strikur og básar á vegin á Gerðisheyggi, niðanfyri hjá læknanum. Takk fyri tað. Nú hevði ein so rokna við, at í hvussu er har bleiv eitt sindur meira skil í parkeringini, men nei.

Sami svarti bilur, stendur dag um dag, við gronini fyrst, hálvur út á vegbanan. Har hendir ein ÓLUKKA fyrr ella seinni. Ótrúligt at eigarin ikki sjálvur dugur at síggja hetta.

Til kommununa : Kunnu tit ikki, í ávísum førum, seta tykkum í samband við eigarar av slíkum bilum, ístaðin fyri, altíð at biðja okkum borgarar melda tað til politiði ?
Vit leggja viðmerking tygara út við eini vón um, at viðkomandi persónur sær hana og tekur hana til eftirtektar.

 

ruskspannir

November 23 , 2009
Hey hey

Kunnu tit ikki seta nakrar ruskspannir upp, frá man gongur úr skúlanum og niðan til Skoralíð, ella okkurt. Tí at um vit keypa, so má man altíð leggja ruskið í lumman, tí at ongar ruskspannir eru áveg niðan frá skúlanum.

So tað hevði verði super deiligt at fingið ruskspannir
Fleiri ruskspannir verða ætlandi settar upp runt í bygdini fyrst í komandi ári.

 

Parkering

November 23 , 2009
nú parkeringspláss er á Holmsbakka hevði tað so ikki verið eitt hugskot at bannað parkering á vegnum fram við Føroya Banka og Eit og úteftir?
Jú, tað er umhugsað, men verður helst ikki sett í verk, fyrr enn økið er liðugt.

 

samanlegging

November 17 , 2009
vestmanna kommuna og kvívíkar kommuna kunnu ongantíð koma at leggja saman tí teir klandrast verri enn børn, vestmmana kommuna skuldi heldur lagt saman við sunda kommunu, ein fyrimunnur hjá sundakommunu hevði verið at so høvdu teir eina havn á vestursíðuni.

So kanni heldur hendan møguleikan.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

vøllurin

November 17 , 2009
hvussu ber tad til at tad er banna at koyra har inni? er tad bara fyri at ongin skal kunna hava tad stuttligt uppa nakran máta ella?
Grundin er tann, at tað varð koyrt allar tíðir av døgninum og hetta órógvaði sjálvandi í grannalagnum!
Nú er so byrjað at fríðka vøllin við at sáa grasfræ, og tá grótið er beint burtur av innara parti av vøllinum, verður eisini sátt har.
Tá gras er komið á vøllin, er hetta ikki sambæriligt við koyring á vøllinum.

 

Viðmerking til summi

November 17 , 2009
Tað er sera keðuligt at summi ikki duga at síggja ella leggja til merkis alt tað arbeiði í verður lagt í at fríkka og annað í hesi bygd.

Vit eru fleiri sum hava havt tað gleði at koyrt við ATV inntil ávísir ikki kláraðu at stíra sær, men fresaðu alt upp og niður, so at forboð nú er sett at koyra á vissum støðum.

Eisini haldi eg at tað er nógv fyri, at man ikki hevur sæð at arbeitt verður við fótbóltsvøllinum inni á fjør, men at man er so starblindur, og fer inn at fresa alt upp við bili.

Og tað mest undarliga er, at hettar oftast eru somu persónar.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Kemur ikki við 3

November 17 , 2009
Nú royni eg 3. ferð við yvirskriftini omanfyri, aðru ferð kom heldur ikki við, hví ? Grundin er, at eg fekk onki svar upp á spurningarnar 1. ferð, altso: 1. Kann tað ein skrivar vera ov langt, haldi tað vóru einar 15 reglur. 2. Kanst tú ikki jaliga nevna persónar ( sum ikki eru nevndir viðrøttum navni) "matadorar".

3. ella "er tað nakað við kotuni her niðanfyri, t.d. um stavirnir verða skrivaðir við lítlum, tá teir í kotuni standa við stórum, ella er tað millumrúmið ein skal ansa eftir?" 4. ella er tað ikki borðbart at skriva um at fólkatalið í bygdini minkar? hvat kunnu vit gera við tað? 3. gang er lykkens gang, siga danir, nú verður spennandi.

Hetta kom so við, so tú hevur í hvussu so er skrivað rætt hesuferð.
Avmarking er ikki í longdini av viðmerkingum ella spurningum.
Persónligar viðmerkingar verða vanliga ikki tiknar við, so um orðið "matadorar" er brúkt niðursetandi og kann raka ávísan persón ella persónar, verður spurningurin ella viðmerkingin ikki tikin við.
Fólkatalið er alment, so tað skuldi ikki verið nøkur grund til ikki at svara spurningum hesum viðvíkjandi.


 

Skrivstovan hjá SEV

November 16 , 2009
Hvussu verður nú við skrivstovuni hjá SEV í Vestmanna? Verður nú alt bara stongt, sum so mangt annað alment í bygdini?

Í samráðingunum við SEV um makaskifti var hesin spurningur fleiri ferðir umrøddur. SEV metti, at tað kanska bleiv júst øvugt, at virksemið fer at vaksa, tá SEV eigur goymsluøkið. Ætlanin er at flyta virksemið á Fitjunum inn á Fjørð - m.a. í verkmeistarahúsini.


 

Málsviðgerð

November 16 , 2009
Onkur takkar kommununi her í teiginum fyri at hava fingið loyvið til leirdúgvuskjóting úti á Bergi. Aðrastaðnis á heimasíðuni hevur ikki verið nakað at sæð um hetta mál. Hvat er hetta fyri eitt loyvið, ið kommunan hevur givið? Nær er tað givið? Hví er onki komið alment fram um hetta mál, áðrenn loyvið er givið? Hví sæst onki um hetta má í referatunum frá bygdarráðsfundunum?

Havi onki í móti, at skjúttar fáa loyvi til at leirdúgvuskjóting, men eg haldi at alt ov stórur partur av málsviðgerðum her í kommununi gongur fyri seg í loyndum, og tað er ódámligt!

Orsøkin, til at onki er um hetta mál í fundarfrásøgnunum frá bygdarráðsfundi, er hon, at málið ikki er viðgjørt í bygdarráðnum.

Talan er um fyrispurning frá áhugabólki, sum Trivnaðarnevndin viðgjørdi á fundi 17.08.’09. Nevndin avgjørdi at geva áhugabólkinum royndarloyvi í eitt ár til sítt virksemi.

Vit halda tað als ikki vera ódámligt, at málsviðgerðin í einum umsitingarligum máli ikki er almenn; men relevantir partar kunnu verða spurdir í sambandi við eitt mál. í nevnda føri meta vit, at talan er um eina avgerð , sum umsiting og nevnd kann taka. Kommunan eigur økið, sum verður nýtt, tí meta vit tað ikki neyðugt at spyrja onnur um avgerðina.


 

Røktarheim

November 16 , 2009
Eg helt meg hoyra í útvarpinum í seinastu viku, at landstýrið kravdi, at fáa svar frá kommununi í seinasta lagi í seinastu viku, um kommunan megnar at fara undir røktarheimsbyggingina. Annars bleiv játtaði stuðulin latin aðrari kommunu. Hvussu er støðan hevur kommunan fingið svar frá fíggjarmálaráðnum um at læna pening?

Svarfreistin er útsett til 20.11.’09. Kunnað verður á heimasíðuni, tá avgerð er tikin um heimið.


 

Skattainntøka

November 16 , 2009
Hvussu var skattainntøkan í oktober?

Hvussu er skattainntøkan higartil í ár í mun til ætlanina?

Hvussu stórar eru útreiðslurnar higartil í ár í mun til ætlanina?

Væntar kommunan yvirskot ella undirskot í ár?

Sí tíðindagrein á framsíðuni.


 

Missiónshúsið

November 16 , 2009
Hevur kommunan ráð, at keypa húsið? tað verður neyvan í tí bíliga endanum kenna vit heimamissiónina rætt. Havandi í huga allar rossahandlar í fara fram bæði í kommunu- og landastýri vil eg hervið minna "missiónina" á, uttan at kenna nakað til tølini, at alt arbeiði var gjørt sjálvboði í sínari tíð og tilfari er nokk fingið lagaliga. So tað sum tykkum varð givið, geri tykkum eina stóra tænastu og gevi tað aftur, tað hevði styrkt tykkara trúvirði.

Kommunan og umboð fyri missiónshúsið hava ikki samráðst um nakað keyp. Tó hava onkur umboð fyri missiónshúsið spurt, um kommunan møguliga er áhugað í missiónshúsinum. Vit hava sjálvsagt svarað, at alt er áhugavert fyri rætta prísin.

So sum vit skilja ætlanirnar hjá teimum, sum varða av missiónshúsinum, so skal møguligur keypari taka húsið niður, so at tað ikki verður nýtt til annað endamál. Um hetta er  treytin, so verður hvørki prísurin ella áhugin stórur.

Um kommunan átti økið, har missiónshúsið stendur, so kundi tað verið nýtt í sambandi við betran av ferðslu- og parkeringsviðurskiftum.


 

halów aftur..

November 12 , 2009
Takk fyri svari um asfalteringina:) eg var júst fyri løtu sídani og spældi vid bilinum hja mær inni a sandvøllinum inni a fjør, ta ein av tykkara monnum kom púra sansaleysur inn har og bad okkum uk at sleppa okkum vekk og segdi at hann skuldi melda okkum, men er tad nøkur lóg um at man ikki hevur loyvi til at koyra í einum slíkum runudíki sum stendur víðopi?



Vh Rógvi J

Tað fyriliggur ein bygdarráðssamtykt frá 25. mars 2003 um at girða vøllin soleiðis, at motorakfør og ross ikki sleppa á vøllin, tvs. at tað er ikki loyvt at koyra á vøllinum.

 


 

parkeringsvørður

November 11 , 2009
Tórshavnar kommuna teir hava parkeringsvørðar sum taka sær av hasum arbeiði og ikki løgreglan.

Er tað ikki kommunan sum eigur at seta ein í hetta starv.

Sambært grein 58e, stk. 7, í løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008 kann Landfútin lata serligum parkeringsvørðum heilt ella fyri ein part at hava eftirlit við, at reglurnar, ið nevndar eru í stk. 1, verða hildnar. Landsstýrismaðurin setir greiniligari reglur um starvið hjá parkeringsvørðum.
Sambært stk. 8 verða útreiðslurnar av parkeringsvørðum goldnar úr landskassanum ella eftir samráðing við viðkomandi bý- ella bygdarráð av viðkomandi kommunu.

ferðslulógin

 

Slitin dekk

November 11 , 2009
Skal brúni kommunu lastbilurin ikki halda lógina?



forhjólini eru uppslitin.

Jú sjálvandi skal lastbilurin, sum annars er reyður, halda lógina, og tí er fyrispurningur tygara latin umsjónarmanninum.
Frá umsjónarmanninum verður boðað frá, at dekkini á lastbilinum eru í góðum standi - sporini í dekkinum eru 6-7 mm djúp, og tað er ivaleyst!

 

Fløttisgøta

November 10 , 2009
Hey tit,



tað er eitt rættuliga høgt fall oman av Fløttisgøtu, skuldi onkur verið so óheppin at fari oman av har. Har spæla ofta nógv børn. Serliga oman fyri hjá Eyðun og Lindu hevði verið gott við einum hegni.



Kann kommunan ikki seta eitt slíkt upp?



vinarliga

Gunnar Skúvadal
Tað verður arbeitt við málinum, bæði við rekkverki oman við ovara parti av Fløttisgøtu og fram við teininum úteftir. Vit kunnu tó enn einki siga um, nær hetta verður gjørt.

 

Flatabø

November 09 , 2009
Tað var eitt sovorit rok í summar um at man ikki slapp at sparka á vøllinum aftaná kl 22.00 um kvøldið. Nú tær myrkaru tíðirnar nærkast, hví slóknar ljósið so kl 21.00 og ikki 22.00??



Ein náttarblindur fóltbóltspælari
Okkurt má vera farið út av lagi í samband við stillingina, men vit rætta hetta skjótast gjørligt.

 

Kemur ikki við!

November 09 , 2009
Hvussu ber tað til, at sumt ikki kemur við, kann tað vera ov langt? Kom at skriva "matadorar" jaliga um onkrar vinnulívsmenn, uttan tó at nevna nøvn, kann tað ikki góðtakast? ella er tað nakað við kotuni her niðanfyri, t.d. um bókstavirnir verða skrivaðir við lítlum, tá teir standa við stórum, ella er tað millumrúmið ein skal ansa eftir? Ella?? Tað, sum eg skrivaði, vóru nakrar hugleiðingar um mína hugsan um fólkatalið í bygdini, hví stendur tað mest sum í stað ella minkar? Er tað ikki borðbart?
Vit svara øllum spurningum/viðmrkingum um hesar ikki eru beinleiðis persónligar!

 

parkeringsvørður

November 09 , 2009
Parkeringsvørðurin hvar er HANN???????????

Teir mugu standa við barnagarðin hvønn dag,

um teir skullu nakað burturúr!!!!!!!!!!!!!!



ER HANN SETTUR Í STARV, ELLA ER TAÐ SUM VIÐ HUNDAFNGARNUM!!!!!!!!!!!!!!!



Nei, eingin parkeringsvørður er settur í starv, men tað er til eina og hvørja tíð løgreglan, sum skal syrgja fyri, at ferðslulógin, herundir eisini ásetingar um parkering, skal haldast!

 

skálavegur

November 09 , 2009
Eg skrivaði inn til tykkara um ferðsluóskilið og vánaligu parkeringsviðurskiftini á Skálavegi, men tit hava sáldað mítt skriv frá. Er tað tí, at eg rakti plett? Skálavegur hevur eingi parkerinspláss, og mann skal langt úr grannalagnum, áðrenn tú finnur eitt parkeringspláss. Ferðslan oman og niðan eftir Skálavegir er lívshættislig. Ferðin er alt ov høg, og børn ganga og spæla millum bilarnar, ið er settir fram við húsaveggjunum. Traðkar eitt barn út fyri ein bil, ið kemur strúkandi fram við, so doyr tað. Fiskastykkið, sum tey rópa økið, verður ikki brúkt til nakað. Kundi tað ikki verið gjørt til parkeringsøki? Tað hevði nøktað tørvin hjá øllum, ið búgva í grannalagnum. Skal fiskastykkið vera fornminni, so eigur tað ikki at síggja soleiðis út. Vit, ið búgva á Skálavegi, og tey fólk, ið vitja í økinum, hava so avgjørt brúk fyri einum parkerinsøki. Sum tað er nú, veits tú ongantíð, um tú sleppur fram at tínum heimið, tá ið tú fert heim, tí bilar verða settir púra tilvildarliga.

Vagnur Streymoy
Nei, Vagnur, vit hava ikki sáldað tína viðmerking/áheitan frá, men vit bíða við at svara, til áheitanin er viðgjørd í teknisku nevnd.

 

Svingið hjá Odu

November 04 , 2009
Haldi at kommunan átti at raðfest hetta nógv hægri. Gongugøtan skal gerast óansæð, so eg skilji ikki: fyribils loysn?



Nei, brúki heldur pengarnar uppá hetta - heldur enn hundafangara, vetrarfriðing o.a.
Tann fyribils gongubreytin, sum tosað hevur verið um at gera, í fyrstu syftu verður ikki gjørd sambært ætlaða prosjektinum - tí verður hon fyribils!

 

Hundar

November 04 , 2009
Heyhey



Eg haldi tað er keðiligt at hundar sleppa at ganga leysir í bygdini. Tað virkar ikki sum nakar ger nakað við tað, og eg veit ikki um nakran hund í Vestmanna, sum er tikin av løgregluni. Kunnu tit siga nær nakað verður gjørt við hetta, ella um tað yvirhøvur verður gjørt nakað? Tað er keðiligt at summi ikki tora at ganga úti, tí tey eru bangin fyri at møta hundum. Hetta er virkuliga ein trupuleiki hjá nógvum.

Ein grund til, at løgreglan ongan hund hevur tikið upp her í bygdini, er helst tann, at fólk ikki boða løgregluni frá, tá tey síggja hund ganga leysan. Tá vit vónandi einaferð hava gjørt eina avtalu við løgregluna, verður mannagongdin, tá onkur sær ein leysan hund og vil hava hann upptiknan, tann sama sum nú, nevniliga at hetta skal fráboðast løgregluni, sum síðani heitir á kommununa um at fanga hundin.

Tað verður arbeitt við málinum, men vit mugu tíverri viðganga, at hetta hevur tikið í so drúgva tíð.


 

Svingið

November 04 , 2009
Er nøkur ætlan at gera nakað við svingið omanfyri hjá Odu ?
Kommunan hevur fingið uppskot frá ráðgeva, men hetta er í fyrstu syftu mett at verða ov kostnaðarmikið til at seta í verk í løtuni. Tað hevur eisini verið tosað um sum eina fyribils loysn at gera eina gongugøtu eftir lendinum omanfyri vegin, men enn er eingin støða tikin til hesa loysn.

 

Gøtuljós og vegbunga

November 03 , 2009
Einaferð fyri einum 2 árum síðani var eitt herviligt illveður við nógvum kava (klaka) og vindi. Hetta elvdi til fleiri skaðar kring landi, og tíanverri eisini í okkara bygd:-( Ein av hesum skaðum var at gøtuljósini fram við gøtuni frá Skálum og niðan til húsini hjá Odu slóknaðu og ongantí eru tendraði aftur, so harmiligt!! Kommunan hevur fyrr svara at hetta skuldi gerast í oktober, men mín álmanakki vísin nú november, og eg síggi framvegis eingi ljós, ei heldur um eg so leiti við lykt!!

Eg veit tó, at ein ikki skal vera órímiliga ótolin, tí vit mugu jú hava í huga, tað veldigu verkætlan, ið kommunan er í holt við í samband við vegbunguna á Bøgøtu. Tí sum kommunan skrivaði her á heimasíðuni "Í samband við avtaluna við Strandfaraskip Landsins varð avtalað, “at ábøtur verða gjørdar á vegbreytina á sama stað, so at vegurin verður eins høgur og uttanum”. Hetta merkir, at asfalterast skal í aftur skurðirnar, har mittasta bungan stóð, og at niðara borð ímillum eftirverandi bungur verður lappað, har lagdir eru komnar í."

Hetta má siga einum og hvørjum at eitt slíkt projekt tekur tí og orku hjá teknisku deild.

Tolin trívst, verður sagt og eg vóni at eg fari at trívast, inntil hesi arbeiði og onnur eru avgreidd!!
Arbeiðið uppá at leggja nýggjan kaðal til ljósini í gøtuni oman við hjá Odu er umsíðir byrjað.

 

Grøn kaj

November 03 , 2009
Eitt er at vit eru kend fyri at vera grøn, men nú haldi eg at okkara betong á kajuni er ov grønt.



har er ov nógvur gródur -og eigur at vaskast, eisini framvid fiskavirkinum.
Vit hava borið boðini áfram til havnarskrivstovuna.

 

Bussurin

November 03 , 2009
Hvar bleiv bussurin av sum skuldi koyra eftir bøgøtu tá tann mittasta bungan var tikin vekk??
Vit mangla enn at hampa um tað, sum er farið á vegnum, og hetta verður gjørt fyrsta dagin.

 

Ov nógv av tí góða....

November 03 , 2009
Vælsignaðu vestmenningar, haldi uppat at troytta okkum borgarum við kegli um leirdúgvur, bungur. Bygdaleiðir v.m.

man blívur næstan altíð í ringun lag aftaná ein hevur vitja " Spyr bara".

Hevði ta ikki verði eitt gott hugskot at frásálda eitt sindur viðhvørt ??

Er nakað nýtt at frætta um Røktarheimið á Grønanesi ?
Verður lagt út við teirri viðmerking, at vit bíða eftir góðkenning frá Fíggjarmálaráðnum, til tess at kunna fara undir røktarheimið.

 

vatn

November 03 , 2009
hví var onki vatn í morgun ?
Vit hava tíverri havt onkrar trupulleikar á reinsiverkinum, men sambært umsjónarmanninum skuldu hesir trupulleikar nú verið loystir.

 

Ov nógvir hundar í ganga leysir í bygdini !

November 03 , 2009
Nær fer komunan at taka seg saman og fáa allar hunda eigarar at hava síni húsdjór heima við hús ? og ikki lata hundanar ganga leysar allstaðni í bygdini! hettar er ikki ratt og heldur ikki loyvi okkurt burdi verið gjørt við hetta heilt erligt. Tað erú eisini bara ávísir hundar sum ganga leysir so hetta burdi kunna bori til at loyst uppá ein nemman máta. Hetta er keðiligt fyri øll sum sum ikki vilja hava fremmandar hundar inn á sítt egna øki teir bæði skíta og erú ikki minst farligir fyri børn !

Vestmanna Kommuna arbeiðir við málinum, men so leingi eingin avtala er ímillum kommununa og løgregluna um upptøku av hundum, so er hetta ábyrgdin hjá løgregluni.

Sambært § 3 í løgtingslóg nr. 82 frá 19. juni 1990 um hundar er ikki "loyvt at hava hund gangandi leysan á gøtu, vegi, breyt ella øki o.t., sum opin eru fyri vanligari ferðslu, uttan so at hann er havdur í bandi ella er við fólki, sum hevur fult ræði á honum. Hundur kann ikki sigast at hava ein leiðara, bert tí hann er undir eftirliti frá ánarans húsum ella vinnustaði. Verður hundur havdur í bandi, skal tað vera so stutt, at leiðarin hevur hann tætt inni at sær. Gongur hundur leysur uttan leiðara, sum hevur fult ræði á honum, tekur løgreglan hann upp og boðar tí frá, sum hundin eigur. Hevur hundurin ikki helsi og spjaldur, sum fyrisett í § 1, verður lýst eftir ánaranum. Hevur ánarin ikki innan 3 ferðir 24 tímar frá tí, boðað er frá, ella lýst er eftir, loyst hundin móti at rinda tey gjøld, sum staðist hava av upptøkuni, kann løgreglan avhenda ella avlíva hann. Avlop, um so skuldi verið, eigur hann, sum hevur hundin, um hann sigur frá innan 3 mánaðir og próvførir sín rætt og annars tann kommunan, har hundurin er upptikin. Landsstýrið kann fyriseta gjøllari reglur um avhending av upptiknum hundum.


 

ein unglingi !!

November 03 , 2009
núw asfalteradu tit hasar natúrskaptu bungurnar undir fjalsvegnum her fyri, men nú eru tær afturkomar, og eru blivnar nokkso óbehagiligar at koyra á aftur, og hugsadi eisini um hattar holi uttanfyri hja Mary, á hallarvegnum, so eg hugsadi um, um tad ikki lá fyri at fara at asfaltera eitt sindur í omanfyri nevndu hol einaferd afturat!



Vh. RJ
Ætlanin er at asfaltera nevndu øki skjótast gjørligt.