BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Jólatræið

Desember 17 , 2009
Kanska skuldu tit droppa bollar, kakao, jólasølu o.a til tendran av sjálvt jólahaldið og brúkt tær kreftirnar aðra staðni. So kundu vit arbeiðsfólk sloppið at verið við eisini.



Minnist meg rætt, var hetta eisini uppi at venda síðsta ár.



Skilji ei heldur hví hetta hald ikki verður lagt ein sunnudag, hvar fólk aloftast hava tíð.



Heilsan

Ein ið arbeiðir fulla tíð í Havn

Eins og higartil fara vit eisini at gera okkara besta komandi ár.


 

Jólatræið

Desember 14 , 2009

Hetta er eitt lítið hjartasuff frá okkum á flakavirkinum. Vit arbeiða kvøldvaktir og sleppa ikki við til jólahandið. Eisini eru fleiri, ið arbeiða avbygd og ikki náa heim til tíðina. So vinarliga hugsið um okkum til næstu jól. Tendrið jólatræið leygardag ella sunnudag. Hví ikki fyrsta sunnudag í atvent ?


Ein ið gleðir seg til jóla.

Tað liggja sera nógvar fyrireikingar aftanfyri einum slíkum haldi. Dagur, ið passaði teimum flestu best í ár, var fríggjadagurin 4. desember.

Vit taka viðmerking tína við í fyrireikingarnar næsta ár.

VK


 

jólatræið tendrað

Desember 11 , 2009
Takk fyri eitt sera hugnaligt familjutiltak, sum kommunan skipaði fyri, tá jólatræið bleiv tendrað.

VK takkar fyri heilsanina, og er sera glað fyri tað góðu undirtøkuna millum bygdarfólkið. Vit høvdu ikki kunnað skipað fyri hesum tiltaki uttan góða hjálp frá Hornorkestrinum, Vestmanna Sangkóri, Vestmanna Kirkjukóri og Saron.

Jólasølan í handlinum hjá Niels hjá John setur sín heilt serliga dám á dagin, og tað eru útilokandi sjálvboðin, sum skipað fyri henni. Ein serlig tøkk til tey frá VK.


 

Minkandi fólkatal

Desember 09 , 2009
Tann fyrsta oktober í ár var folkatalið í Vestmanna á fyrsta sinni í hesi øldini farið niður um 1200. Annars hevur talið ligið í nánd av 1250.



Hvussu tulka bygdarráðið hesa gongd?



Burtur frá at byggja ellisheim, hvat roynir man frá bygdarráðsins síðu at gera, fyri at gera tað meira lokkandi at seta búgv her í bygdini?



Hvat við at gjørt eina nøgdsemiskanning millum bygdarfólkið fyri at kanna, um tað sum gjørt verður her í bygdini er tað rætta ella ikki?



Vestmanna og Kvívíkar kommunur stovnaðu fyri nøkrum árum síðani eitt vinnulívsfelag . Haldi avgjørt, at hetta felag í hesum døgum átti at verið meira progresivt og átti at gingið á odda fyri at skapa áhuga millum bygdarfólkið fyri at fara undir nýtt virksemi. Kann bygdarráðið ikki virka við til at aktivera felagið?

Fleiri orsøkir eru til lækkandi fólkatalið, ein stór orsøk er óivað, at vinnumøguleikarnir eru færri, harumframt er arbeiðið vorðið minni støðugt.

Um vit samanbera 2008 við 2009 (fram til miðjan oktobur), so sæst, at væl færri eru fødd higartil í ár í mun til í fjør - 7 í mun til 19. Størsta broytingin er helst, at nógv fleiri eru flutt uttanlands í ár enn í fjør; flestu teirra eru ung fólk, sum fara at nema sær útbúgving. Í juli og august í 2008 fluttu 13 uttanlands, somu mánaðir í ár eru tey 31.

Vestmanna Kommuna roynir av øllum alvi at fáa gongd á røktarheimsbyggingina, tí vit halda, at røktarheimið fær stóran týdning fyri trivnaðin og framtíðarútlitini hjá bygdini. Fíggjarstøðan og fíggjarútlitini gera, at vit ikki fáa arbeiðð við fleiri størri verkætlanum í senn. Vit royna tó eisini at halda virkseminum í bygdini í gongd.

Ein nøgdsemiskanning er eitt gott hugskot, men vit halda ikki, at tíðirnar eru rættar til hana. Í fyrsta lagi kostar ein góð nøgdsemiskanning rættiliga nógv, í øðrum lagi eru fáir møguleikar at gera nýggj átøk í løtuni.

Vinnulívsfelagið er til, okkum kunnugt er lítið virksemi, tí felagið ikki fær umsóknir.

 

 


 

Bygdaaleiðir / Jólatrøll

Desember 09 , 2009
Nær fer bussurin at koyra niðan aftur í Skálatungu ?

Tit svaraðu fyri einum mánaði at alt var í lagi

frá tykkara síðu - men hví hendir onki.

Er tað Strandferðslan ella Jón - Hvivikskingurin.

Hevur tað nakað við málið um samanleggin av

kommununum at gera ?



Kunnu vit ikki fáa eitt nøgtandi svar ?
Vit vóna sjálvandi, at hann skjótt fer at koyra aftur.
Nú er tað ikki Strandferðsluni, sum bíðað verður eftir, men kommununi. Byrjað varð uppá arbeiðið, tá maskinan, sum skal skera asfaltið, gekk fyri. Síðani eru onnur arbeiði gjørd, ið hava hildið arbeiðsmonnunum burtur frá Bøgøtu, men ætlandi fara vit undir aftur arbeiðið í hesi ella næstu viku.

 

Myrkt handan Fiskivinnuskúlan

Desember 09 , 2009
Fleiri væleydnað tiltøk hava í seinastuni verið fyriksipað um kvøldarnar fyri bygdarfólkið inni á nýggja Fiskivinnuskúlanum, men tað er so myrkt á parkeringsøkinum niðanfyri skúlan, at vandi er fyri, at fólk kunnu vera yvirkoyrd!

Hevði tað tí ikki verið eitt huskot, at kommunan setti einar tveir ljóssteyrar upp afturfyri at hava fingið henda stásliliga bygningin til bygdina? (Eg veit væl, at kommunan hevur latið ókeypis grundøki og okkurt annað smávegis til skúlan, men tað høvdu allar aðrar føroyskar kommunur fegnar latið og meira afturat!)
Málið verður tikið upp til viðgerðar - møguliga kundu ljósini á mastrini sunnanfyri skúlan verið stillaði soleiðis, at tey lýsa á parkeringsplássið. Vit kanna málið.

 

Bygdaleiðir

Desember 09 , 2009
Nú eru vit komin langt inn í desember 2009, og framvegis koyrir ongin bussur eftir Bøgøtu.

Kann eg loyva mær at spyrja, nær bussurin aftur fer at koyra hasa leiðina - ella fer hann nakrantíð at gera tað?
Vit vóna sjálvandi, at hann skjótt fer at koyra aftur.
Nú er tað ikki Strandferðsluni, sum bíðað verður eftir, men kommununi. Byrjað varð uppá arbeiðið, tá maskinan, sum skal skera asfaltið, gekk fyri. Síðani eru onnur arbeiði gjørd, ið hava hildið arbeiðsmonnunum burtur frá Bøgøtu, men ætlandi fara vit undir aftur arbeiðið í hesi ella næstu viku.

 

Ljós við Fiskivinnuskúlan

Desember 09 , 2009
Nú havi eg fleiri ferir veri inni á fiskivinnuskúlanun til tiltøk sum hava veri ordiliga góð. Inni í skúlanum er ljóst og nossligt og hugnalit men tað er lívsfarlit at koma til skúlan í mirkri. á økinun hjá skulanun er ljós men onki ljós er á vegnun har um leiðir. hatta má verða ein uppgáva fyri komununa at loysa. eg haldi at ta er so spell tá tey á skúlanun eru so ófør til at skipa fyri øllun møgiligun at vit eldru ikki tora at fara tí vit eru bengin fyri at bróta okkun sundur uttanfyri. Fiskivinnuskúlin burdi verði ein stoltleiki hjá komunini at haft og tí haldi eg at tit sum sjótast mugu seta lygtapelar upp harinni. T+iverri er ta ikki bara eg sum haldi hetta, tí seinast eg var har inni og lurtaði eftur Heina prátaði eg við fleiri sum søgdu tað sama sum eg, at tey ikki tordu at fara har aftur í mirkrið. Vælsignaði tit, geri hetta sum sjótast tí hasin skúlin hevur fyngi alt for lítla uppmerksomheit frá komunini.

Vit fara at taka málið upp, í fyrstu syftu møguliga við at justera lampurnar, sum standa á pelanum innanfyri skúlan.

Tá tygum nevna, at skúlin hevur fingið alt ov lítlið uppmerksemi frá kommununi, so eru vit ikki samd. Kommunan hevur fyri einki latið Mentamálaráðnum eitt grundstykki uppá 3992 fermetrar - eitt grundstykki, sum í sínari tíð kostaði Vestmanna Kommunu og harvið eisini vestmenningum í dýrar dómar, tá ferjulegan varð gjørd!


 

ferslutrygd

Desember 09 , 2009
Havi biti merki í at bilar sum koyra frá fossá hoym á heygar, koyra nógvir ógvuliga skjótt, sjálvt um sýni er begrensa í støðum, umhugsar kommunan kanska at gerða fertálmingar her fyri at fyribyrgja óhappum?

vinarligast

gongumaður.
Kommunan hevur ikki ferðtálming á hesum vegastrekki á arbeiðslistanum. Áheitanir eru áður komnar frá fólki, sum búgva fram við vegnum, men kommunan hevur tá valt við skeltum at vísa á, at børn eru á vegnum.

 

Niðari Vegur

Desember 04 , 2009
Hey Vestmanna Kommuna og takk fyri eina góða heimasíðu.



Eg dugi ikki at síggja, at niðari vegur nakrantíð kann blíva orduliga góður. Har koma altíð at vera forðingar. T.d. á Mørkini er alt ov smalt. Har eru eingi parkeringspláss, so bilarnir har á leiðini standa framvið vegnum. Tað ger, at vegurin í roynd og veru bert hevur eitt spor. Har kann vegurin ikki breiðkast, tí har eru hús báðu megin við.

Eg haldi, at Niðari Vegur skal vera sum hann er, tí vit fáa hann ikki góðan. Vit fáa hann bert eitt sindur frægari, og tað er ikki pengarnar vert, tí tað kostar sera nógv.

Eg haldi, at vit heldur skuldu brúkt peningin til allar hinar vegirnar í bygdini. M.a. gera Fjallsveg lidnan og forbinda hann í Miðalsbrekku. Tann vegurin hevði minka mundandi um ferðsluna í bygdini. Í hesum sambandi kundu vit evt. eisini breiðka ovara veg, so vit fingu eina orduliga farbreyt út úr bygdini.

Bert eitt hugskot.



Førari
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Eru epli órudd???

Desember 04 , 2009
Hey Vestmenningar:)



Noy, nú ber av.

Nú hava nøkur epli verið so nógv umtalað her á síðuni. Høvdu hasi eplini verði ringasta óruddi í vøkru Vestmanna, so hevði verið doyligt.

Helt so, at eg skuldi fara at hyggja eftir hesum forferdiliga óruddinum og koyrdi mær ein túr framvið Gerðisheyggji og har um leiðir, eg síggji ongi epli??

Noy, noy, summi skulu bara gremja seg um alt og onki, soleiðis eru vit so ymisk. Brokka seg um epli á eini almennari heimasíðu....,undarligt.



Á, sum tað er doyligt at búgva í Vestmanna

Eg elski Vestmanna, og stóð tað upp til mín so skuldu eplir sloppið at ligið um alla bygdina, í staðin fyri alt annað skrambul og órudd.



Heilsan

Glaður Nøgdur Bygdasligur Vestmenningur í jólahýri



P.S Kanska jólavættrarnar fara at fáa sær eitt kók av eplarúgvuni á Gerðisheyggji.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Uppi á Follend

Desember 04 , 2009
Hey tit!

Haldi at tað er so keðiligt, at bygt verður uppi á Follend.

Er virkiliga onki annað stað, hesin bygningur kann standa?

Vit hava alla keina, har sum gamli skúli var etc. Hví skal man brúka teir fáu flottu plettirnar til bygningar??
Økið er í byggisamtyktini fyri Vestmanna Kommunu lagt út sum alment øki, og tá Sjómanskvinnuringurin eigur økið og ein bygginevnd undir ringinum stendur fyri byggingini, er ikki nógv ein kommuna kann gera uttan so, at endurgjald kann reisast ímóti kommununi.

 

Kemur ikki við 4

Desember 04 , 2009
Tað er løgið, men eg havi nú seks ferðir minst roynt at skriva nakað í henda teigin, skilagott haldi eg sjálvur sjálvandi, men tað kemur ikki við, setti nakrar spurningar um, hví so var, og triðju ferð kom tað í. Royni at fylla feltini út í neðra júst sum tað stendur har, men sama skilið. Síðstu ferð fýltist eg á tykkum í kommununi, tí tit høvdu biðið landsstýrið lagt Kvívíkar og Vestmanna kommunur saman, sum eg haldi var heilt skeivt, tað er í øllum føri at strúka kattinum í móti hárunum, og tað plagar teimum ikki at dáma.

Hesum verður vónandi eingin firtin av, so hetta kemur vónandi við????????????????
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Órudd/eplir

Desember 04 , 2009
Hesin spurningur stóð 2. desembur.



Hvør eigur eplini sum liggja í el-kioskini á Gerðisheyggi???



Tit svara:

Vestmanna Kommunu eigur ikki nevnda el-hús. Tað er ogn hjá SEV.



Tað ljóðar sum tit halda at SEV eigur eplini, tað kann gott vera, men hvør ruddar sovorið burtur, sum liggur og flýtur???? Tey eru ikki komin har at liggja í gjár.
Vit vóna, at viðkomandi, sum hevur sløtt eplini har, sær hesar viðmerkingar og er so mikið at sær komin, at hann beinir eplini burtur!

 

Bygdasavni

Desember 04 , 2009
Hvør situr í nevndini fyri bygdasavni, og hvørjar framtíðarætlanir eru við savninum? Hevði veri gott um tað bleiv opnað sum savn um ikki annað onkrar dagar inn í millum.
Karl A. Olsen er formaður, Evelyn Gaard, forkvinna í Mentunarnevndini, og Jákup Oluf Hansen.

 

EPLIR

Desember 02 , 2009
Hvør eigur eplini sum liggja í el-kioskini á Gerðisheyggi???
Vestmanna Kommunu eigur ikki nevnda el-hús. Tað er ogn hjá SEV.

 

Fíggjarætlan 2009

Desember 02 , 2009
Skal beinan vegin viðganga, at eg ikki eri kønur í fíggjar- og roknskaparviðurskiftum. Við at lesa fíggjarætlanina fyri 2009, síggi eg, at skattainntøkurnar fyri 2009 eru settar til 39.875,- kr. Hvaðani kemur so talið 36.780,-? Er veruleikin ikki, at inntøkurnar fyri 2009 eru u.l. 6,4 mill. kr lægri enn mettar?

39.875.000 kr er skattainntøkan (brutto) tilsamans, t.v.s. íroknað partafelagsskatt o.a. skattir. 36.780.000 kr er persónskatturin – barnafrádrátt. Sambært endurskoðaðu fíggjarætlanini er samlaða inntøkuminkingin 3,6 mió. kr.


 

samanlegging

Desember 02 , 2009
var tað ikki í 2012 at kommuninar skulu leggja saman.við lóg.

hví hevur vk sovornan skund, er tað penganir tit vilja hava frá grannakommunini.nú fíggjarstøðan er so sum hon er.

og at arb í bygdini minkar. hugsi um fiskavirking 2 hvørja viku.og tá koma nógv fólk frá ørðun bygdum til arb her.

minkar ikki skattaintøkanfyri vk tá tey arb so eisini.

(hetta er akkurát tað sama sum klaksvík gjørdi við bygdinar norðan fyri)

Nei, tað er ikki vist, at kommunurnar skulu leggja saman við lóg í 2012, men nýggja kommunuálitið mælir til tvungna samanlegging. Í álitinum verður mælt til, at Vestmanna og Kvívíkar kommunur antin verða lagdar saman í eina kommunu, ella at tær verða lagdar saman við kommununum í Vágum. Løgtingið viðgerð í løtuni álitið, og vit vilja sjálvsagt ávirka hesa viðgerð.

Fólkaatkvøðan í januar 2008 vísti heilt greitt, at vit vilja leggja saman við Kvívíkar kommunu, men ikki saman við kommununum í Vágum. Bygdarráðið metti tað skilagott at minna landspolitikararnar á okkara støðu, áðrenn teir taka støðu til møguliga samanlegging.

Vit halda ikki, at skrivið er torskilt, tí er tað heldur ørkymlandi, at fjølmiðlar og kanska eisini kvívíkingar mislesa skrivið. Tað, sum vit royndu at siga, er, at vit vilja fegin leggja saman við Kvíkvíkar kommunu, um kommunurnar skulu leggja saman við lóg, men ikki saman við kommununum í Vágum. Vit heittu ikki á landsmyndugleikararnar at leggja okkum og Kvívíkar kommunu saman alt fyri eitt, men vit valdu at vísa á, hvørji kommunueind, vit vilja verða partur av, um tilmælið í kommunuálitinum verður fylgt.

Skrivið verður lagt út á heimasíðuna sum skjótast, so sleppast kann undan óneyðugum misskiljingum.

Neyvan man grannakommunan vera so nógv ríkari enn okkara. Sjálvsagt minkar skattainntøkan, um arbeiðið minkar, tí royna vit at økja um virksemið í kommununi m.a. við at byggja røktarheim.