Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Hegn

Januar 25 , 2010
Eg spurdi nú ein dagin um eg kundi sleppa nøkrum seyðum á eitt innhegna stykkið her í bygdini, men bóndin segði at tað hevði hann ikki loyvið til, tí at stykkið ikki er vetrarfriða.

Nú bleiv eg sindur kløkkur, tí at tað eru 2 stór økir í Gørum, og 2 ella 3 inni á fjørð sum ikki eru opni fyri seyði at ganga frítt á.

Nú spyrji eg VK, sum hevur hegnsýnis nevnd: er tað rættvíst at bert summir vera tvingaðir at opna síni portur, og ikki aðrir??

Hvør hevur eftirlit við hesum?

Ella er ta kanska annað uppá hvør man er?

Tit kunnu tað sama svara greitt, og opnað hesið portur, tí eg fari at fylgja hesum til greitt svar fyriliggur.



Eitt annað, kann røktarin í tí hagapartinum opna portur, sum ikki eru opin?



Ein Vestmenningur:)

Sambært grein 34 í lóg nr. 172 frá 18. mai 1937 for Færøerne og haugers styrelse og drift m.m. (sonevndu Hagalógini), sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 77. frá 25. mai 2009 er tað yvirliggjandi hagapartur, sum hevur rættin til vetrarbit á undirliggjandi lendi frá 25. oktober til 14. mai, og tað er eisini yvirliggjandi hagapartur, sum hevur størstan áhuga í gera viðkomandi varugan við, at tað ikki er loyvt at hegna ávíst øki av. 
Sambært grein 36 í somu lóg kan "Græsningsretten paa opdyrkede Trøer saavel af Ejeren som af Haugeejeren forlanges endeligt afløst, f.s.v. saadan Afløsning ikke forhindrer Vintergræsning paa de ikke-vinterfredede Arealer. Afløsningen sker mod fuld Erstatning i Penge af Græsningsrettens Værdi. "


 

Ellisheimið

Januar 25 , 2010
Takk fyri skjótt og gott svar. Tað er óført, ar ein kann sita heima og samskifta fólkaliga við tykkum og kortini vera dulnevndur, vit eru ikki øll so djørv, at vit tora at koma alment fram við okkara meiningum, sum kanska ikki altíð eru so býttar fyri tað. Tað uggar eitt sindur,at kommunan ikki einsamøll skal bera byrðarnar av heiminum, men skattgjaldarin, ja, tað eru kortini vit, ella rættari sagt børn og barnabørn okkara, og tey munnu hava ivaleyst, sum er, so eg vóni innarliga, at ikki verður gjørt alt ov nógv av, sum ofta tíverri er hjá tí almenna í Føroyum. Í hvussu er vit, sum nú eru eldri og gomul, eru ikki so forvand, vit munnu fara at klára okkum fint við minni ella einfaldari.

Takið mær hetta ikki illa upp, eg eri glaður fyri, at nakað verður gjørt á hasum økinum, men vit, sum nú eru eldri, eru vand upp við sparsemi, og eg haldi, tað virkar ræðandi, um ov nógv verður gjørt av, men nú er helst ov seint at gera broytingar?
Ja, í hvussu so er munandi broytingar, sum kunnu geva stórar sparingar. Men verða tilboðini hægri, enn karmurin frá Fíggjarmálaráðnum ásetur, verður neyðugt at finna tilsvarandi sparingar í projektinum.

 

svørtu sev húsuni

Januar 25 , 2010
Eg ætlaði at spyrja um tey svørtu SEV húsuni við síðirnar av hjá Mads Fitjar. Er tað møduligt at tit vilja leiga tey út?
Vestmanna Kommuna hevur leigað húsini aftur til SEV til 1. januar 2011. Hvat hendir við ognunum aftaná 1. januar 2011, er ikki tikin støða til.

 

Ellisheimið

Januar 21 , 2010
Eri komin so frægt upp í árini, at eg kanska verði ein av teimum fyrstu at manna ellisheimið. Tað er heilt ótrúligt, sum tað er flott at síggja til á tekningini, komi eg har, so havi eg ongantíð búð so flott í mín levandi dag, men hevur Vestmanna kommuna ráð til at reka eitt so flott ellisheim? Kommunustýrið hevur ivaleyst gjørt útrokningar um tað? Hvussu nógv fólk fara at arbeiða har? og hvussu nógv fer tað at kosta, at reka heimið? Skal ikki skiljast sum eg ikki unni bæði mær sjálvum og hinum gomlu at búgva væl tey síðstu árini her á fold, men kann ikki minni og einfaldari gera tað?

Kommunurnar byggja røktarheimini við stuðli frá landinum, men landið eigur enn allan raksturin av røktarheiminum, tí fær kommunan ikki nýggjar rakstrarútreiðslur av røktarheiminum. Á sambýlunum er støðan ein onnur, har eiga kommunurnar allar útreiðslurnar, uttan lønirnar í dagtímunum. Væntast kann, at umleið 20 ársverk vera á heiminum. Vit vita ikki, hvussu dýrt heimið verður at reka, men lønarútreiðslurnar vera helst omanfyri 4 mió. kr.

Fyrireikingararbeiðið er gjørt í samstarvi við Nærverk, soleiðis at røktarheimið lýkur ynski hjá teimum bæði til búviðurskifti og arbeiðsumstøður hjá starvsfólkum.


 

Røktarheim

Januar 21 , 2010
Hvi ikki byggja nýggjan BARNAGARÐ inni á fjørð, har høvdu tit kunna fingið betri pakarings pláss, og eitt grønt øki runt um barnagarðin. Har børnuni kundu skreitt um veturin tá kavi er. Eisni er tað at næstan øll arb aðrastaðuni enn i vestmanna.

So kundi tit brúkt barnagarðin til RØKTARHEIM, ti at har er alt ov lítið av parkeringsplássi, bæði til tey í koma við børnum og til arbeiðsfólki. Eg haldi at tað er nógv fyri, at tit seta parkeringsforboð áðrenn tit hava gjørt parkeringspláss til arbeiðsfólkið og tey í koma og fara við børnum.

So mín áheitan til komununa er flyti BARNAGARÐIN inn á fjørð og RØKTARHEIMI har barnagarðurin er i dag



takk fyri eina fína heimasíðu

Vestmanna Kommuna eigur onki lendi inni á Fjørð til barnagarð, harumframt er onki øki inni á Fjørð lagt av í byggisamtyktini til almennar stovnar. Kommunan hevur onkuntíð roynt at broytt byggisamtyktina, soleiðis at øki inni á Fjørð verður lagt av til almennar stovnar, men landsmyndugleikarnir havi ikki gingið hesum ynski á møti.

Barnagarðurin – Gjárarlon – kann als ikki nýtast til røktarheim, hann er ov lítil, røktarheimið er um 2000 m2, Gjáarlon er undir 1.000 m2. Harumframt er barnagarðurin ikki bygdur til endamálið. Á einum røktarheimi skal vera pláss fyri í minsta lagi 20 búfólkum, harumframt skal vera køkur, skrivstovur, starvsfólkarúm, rúm til ergo- og fysioterapi, goymslurúm o.a.

Landið stuðlar røktarheimsbygging við í mesta lagi 700.000 kr fyri hvørt búfólk, Vestmanna Kommuna hevði ikki havt møguleika at bygt røktarheim, um vit ikki fingu henda stuðul.

Kommunan arbeiðir við at betra parkeringsumstøðurnar við Gjáarlon.

Vit takka fyri tøkkina.


 

Røktarheimið

Januar 20 , 2010
Hví ikki byggja heimið inni á fjør,tað má blíva nógv býligari, tá hugsa verður um hvussu nógv má gerast áðrin tað verur byggiklárt, og vegurrin má eisini gerast.

Inni á fjør er slætt og gott pláss, eisini hjá korristólum at koma til og frá, tað er eitt tað fyrsta vit mugu hugsa um

Í byggisamtyktini hevur fyrr verið roynt at leggja øki av til almennar stovnar Inni á Fjørð, men landsins myndugleikar hava ikki vilja góðtikið hesa ætlan. Kommunan eigur økið á Grønanesi, tað liggur sera væl fyri, og tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki hjá illa gongdum fólki og hjá fólki í koyristóli at komið til ætlaða røktarheimið.

 

Blikka grenj

Januar 19 , 2010
Nei álvaratos hvar eru vit á veg til,her er bara ónøgdar viðmekingar, hví hava tit ónøgdu ikki veri úti og tikið blikk upp, tit hava ivaleyst ikki sæð at kavin hevur ligið tjúkkur allastaðir,var nakar av grenjinum og hjálpti til at fáa blikkini upp at standa, noy gevist nú

Tit sum arb við blikkun 1000 tøkk fyri tykkara stóra arb

Takk fyri.
Og hervið endar málið um blikkini.


 

Blikkini

Januar 18 , 2010
Ja, eg haldi so við. Um øll tóku blikkini upp, sum standa uttanfyri eins egna bústað, og fýrverkaríið eisini, so var alt ruddiligt longu dagin eftir.

Og tit, ið gera tykkum ómak at samla blikk saman, seta tey upp og fáa eld í tey, skulu hava stóra takk fyri tykkara arbeiði.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Nú er nokk grenja

Januar 18 , 2010
Blikini vera sett upp av monnum og børnum, sum gera hetta fyri "tykkara" skyld. Kann fortelja, at vit mangan ganga í regni og keðiligum veðrið, og HETTA ER ÒLØNT.

Hetta er einki motiverandi, at tú grenjar um hatta, tí hetta ger bara, at tað er meir óhugaligt hjá okkum næstu fer. Finn okkurt annað at grenja um, bara ikki her á síðuni. At blikkini standa enn er keðiligt, tað vit øll, men tú átti at vita, at kavin hevur fora kommunumonunum at fara eftir teimum. Kom við onkurm positivum,tí vit sum seta blikkini upp, bæði her niðrið og uppi í Miðalsbrekku og inni á fjørð eru sinnaðir at halda fram, men bert um bygdarfólki ikki altíð grenjar, um blikkini eftir nýggjár. Tað upplivdu vit eisini seinast, so gevst við tí.

VK er takksom fyri stóru orkuna, ið verður løgd í arbeiðið, ið verður gjørt fyri at gera bygdina vakra nýggjársaftan.

Væntandi hevur meginparturin av borgarunum somu áskoðan.


 

ellis- og røktarheim

Januar 15 , 2010
tekningar ella skitsur
 

Blikkini

Januar 15 , 2010
Menninir og dreingirnir, ið seta blikk upp á hvørjum nýttari, gera eitt sera gott arbeiði og takk fyri tað.

Nú vit eru komin inn í hálvan januar mána, so liggja hesi blikkini og sløast runt í bygdini, og hetta sær heilt forferdiligt út! Eisini eru flestu hesi koppaði og oljan rennur úr teimum. Um ikki somu menn og dreingir taka hesi blikk upp aftur, ja, so burdi kommunan syrgt fyri, at hetta bleiv gjørt! Ikki er tað einans ótrúliga ljótt at síggja, men eisini er tað farligt at renna ella ganga forbíð hesi blikk, av tí at oljan ger vegin sera hálan. Í m.a. Sandavági hava tey somu siðvenju sum vit, við at prýða bygdina við blikkum, og har fara allir menn av húsum aftur tveir dagar eftir nýttár og samla øll blikkini saman aftur.

Okkurt skuldi verðið gjørt...

Kavin lá sera leingi hesuferð, og dagarnir eftir nýggjár endaðu flestu av blikkunum undir kavanum. Fleiri staðni eru blikkini nústaðni nú komin undan kavanum aftur.

Arbeiðsmenninir hjá VK taka tey blikk upp, sum teir koma fram á. Men nógvir borgarar eru eisini so beinasamir, at teir sjálvir taka tey blikk upp, sum eru sett fram við teirra bústaði, og sum tey annars koma fram á.


 

Staðið

Januar 15 , 2010
Eg vil eisini geva leiðaranum eitt herðaklapp.

Eg haldi tað er ótrúliga undrunarvert at huldufólk í, og enntá onkur sunnanfyri Vestmanna – sum neyvan rindar skatt í Vestmanna Kommunu, koma sær at skriva á ein so niðrandi hátt um játtanina til Staðið, og enntá beinleiðis speireka um lønina hjá leiðaranum.

Vita fólk í Vestmanna ikki av, at Staðið er bíligast rikna ungdómshúsið í landinum. Játtanin til Staðið skal faktiskt faldast við 4 fyri at røkka upp til játtanina hjá landsins næst bíligast rikna ungdómshús.

Vinarliga

Ein eldri maður úr Kvívík.

Vit takka fyri rósið og viðmerkingina.

 

Heraklapp

Januar 12 , 2010
Bert eitt merkja heraklapp til Paula Magnussen fyri sítt arbeiði á Staðnum, alt tað besta til tín og tykkum ungu.
Vit takka fyri viðmerkingina.

 

Kavi og salt

Januar 12 , 2010
Havi hugsað eitt sindur um hetta við salti nú kavin hevur ligið, og eg kom til tað, at tað var so nógv nosligari har menn ikki høvdu saltað og einki verri at ganga ella koyra. Var eisini í Havn ein av hesum døgunum, og har var eitt verri svans, har bar kanska væl til at koyra, men skuldi tú úr bilinum, so var einki stuttligt, og í Havn salta teir dúgliga sum kunnugt. Verður ikki næstan allur kavin grivin burtur, so er einki fragari at koyra um saltað verður, tað verður sum at koyra í krapa, tí kavin hvørvur ikki av saltinum, hann loysnar bara, og tá er einki vunnið, so eg haldi at best var, um menn bara gróvu, so fram var komandi, men einki salt, tó er svarthálka ella gler, so er annað mál, tá má saltast. Hvat halda tit um hetta? Ja, og so er væl av peningi at spara eisini, og ikki at tala um náttúruna, hon hevur ikki gott av øllum saltinum, tað vita vit?
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

hmm...

Januar 12 , 2010
also tá tit skriva spyr bara, hví svara tit so ikki øllum spurningunum sum vera settir? also velja og vraka tit bara sum tykkum passar best?
Persónligar og ófantaligar viðmerkingar og spurningar verða slettað - annars royna vit at svara øllum viðmerkingum og spurningum

 

Staðið

Januar 11 , 2010
Eg eri eisini ein av teim mongu, sum undrast, at Staðið ikki er opið, tá ein vildi trú, at eina størst tørvur er á at hava opið, nevniliga tá skúlarnir hava frí. Mangan, tá tit fáa spurningar innan ávíst øki, so lata tit "avvarandi" svara. Tað hevði verið hugaligt, um leiðarin á Staðnum svaraði slíkum spurningi. Tað kann so ikki verða lønarsamsýningin, sum er trupulleikin, tí lønin er jú fín!!!

Annars haldi eg, at leiðarin er góður, serstakliga tá tað snýr seg um tónleikaøkið.

Í sambandi við upplatingartíðir hava vit valt at fylgja skúlanum og eisini hugt at, hvat tey gera í øðrum ungdómshúsum. Tá ið tað nærkast til feriur, minkar tað nógv við ungdómi á Staðnum, og verður hetta tulkað, sum at tey ungu eisini í frítíðini hava brúk fyri feriu. Eg havi heldur ikki merkt á teimum ungu, at tey hava brúk fyri, at Staðið er opið í feriutíð.

Á Staðnum er ein ungdómsbólkur, sum eg brúki til "barometur". Annars haldi eg, at tað hevði verið gott, um foreldur, sum høvdu okkurt upp á hjarta, vendu sær til mín ella kanska ringdu, um so er. Eg eri jú á Staðnum, tá fólk vanliga hava frí.

At enda vil eg vísa á, at vit hava eitt vælfungerandi hús, sum er opið hvørt kvøld í vikuni. Tey ungu sýnast at vera væl nøgd og glað fyri Staðið. Vit hava bert eitt starvsfólk í starvi, so tí er tað eisini ein fíggjarligur spurningur, um Staðið eisini skal vera opið í ferium.

Pauli Magnussen
leiðari á Staðnum, tlf. 770 160


 

Skattainntøka

Januar 08 , 2010
Hvussu stór var skattainntøkan hjá kommununi í desember 2009?

Kunnu tit eisini upplýsa hvussu stór samlaða skattainntøkan í 2009 var í mun til 2008, upprunafíggjarætlanina 2009 og endurskoðaðu fíggjarætlanina fyri 2009?

Kunnað verður um spurningarnar omanfyri á heimasíðuni í komandi viku.


 

Staðið

Januar 06 , 2010
Hey tit har norðuri, síggji at tit hava ikki opið á Staðnum tá høgtíðirnar eru. Sjálvandi eigur slíkt stað at hava opið tá børnin hava frí tí tá kunnu fleiri møta.



Um ikki so lat foreldur skiftast um at passat húsið.



Fín heimasíðan annars.



Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Fíggjarætlan 2010

Januar 05 , 2010
Í skrivið fyri jól um fíggjarætlan og røktarheim stendur at bygdaráðið á seinasta fundinum hevði samtykg etin broytta fíggjarætlan har hallið var minkað við uml. 700.000 kr. Hetta var gjørt við ymiskum sparingum. Kunnu tit upplýsa hvørjar sparingar talan var um ið so lætt kundu ristast úr ermuni?

Hvussu nógv er avsett til íløgur í 2010 og hvørjar íløgur umframt røktarheimi er atlaninat fremja í 2010?

Størsta einstaka sparingin var, at rentuútreiðslurnar eru lækkaðar við 200.000 kr. Orsøkin til lækkingina er, at vit stutt fyri broyttu fíggjarætlanina fingu lánstilboð í sambandi við røktarheimsfíggingina, rentan var lægri enn vit høvdu væntað.

Umsitingin sparir 135.000 kr, talan er m.a. um spart viðlíkahald av bygningum, sparingar innan KT-økið og skeið.

Spardar verða 95.000 kr í skúlanum/ítróttarhøllini, talan er um at útseta nýggju lyklaskipanina og útskiftingina av setrunum í ítróttarhøllini.

50.000 kr verða spardar í røktarheimsplássum, upprunaliga játtanin var hægri enn nýtslan í 2009. 50.000 kr verða spardar á kontuni til renovasjón, orsøkin til sparingina er, at íbúgvatalið er lægri enn mett; goldið verður til IRF pr. íbúgva. 30.000 kr verða spardar á kontuni, sum m.a. verður nýtt til stuðul á mentanarøkinum. Um 30.000 kr verða spardar á kontuni til kvøldskúlan, orsøkin er, at upprunaliga játtanin var ov høg; hon var væl hægri enn nýtslan í 2009. Kontan “Fríðkan av kommununi” er lækkað við 25.000 kr. Ætlanin var at nýta 50.000 kr til ábøtur á spæliplássið í Miðalbrekku, upphæddin er nú lækkað við 25.000 kr. Aðrar kontur eru lækkaðar við smærri upphæddum.

4.406.250 kr eru settar av til íløgur í 2010. 4.000.000 kr (netto) eru settar av til røktarheimið; 406.250 kr skulu nýtast til lendiskeyp, m.a. skal kommunan keypa part av felanum (fjøruna) frá høgunum.


 

Slódin

Januar 04 , 2010
Hvat ger VK fyri at fáda Slóduna til vestmannar..

Ella hvat er gjórt fyri at fáda slóduna til vestmannar..
Frá kommununnar síðu er einki gjørt - enn í hvussu so er!

 

beina kava burtur ?

Januar 04 , 2010
Spill av kommunalum peningi.



Er hetta ikki spill av peningi, at brúka eina gravkúgv, at beina 1 millimetur av kava burturtur.



Sunnudagin kl. 13.45 koyrdi gravkúgvin niðan Miðalsbrekku, men her var eingin kavi max 1 millimetur.



Nei, her haldi eg at peningurin er spiltur burtur. Lat kavan liggja sjálvandi. Tá vit fáa kava, sum hevur trupuleikar við sær so er tað í lagi. Nei lat arbeiðsformannin fara út, at vurdera um vit kunnu brúka hasar pengarnar ella vit skulu bíða eitt sindur.



Í skrivandi stund sigur hann frá betur veðrið.







Tað er altíð ein meting hjá umsjónarmanninum í samráð við teir, sum grava kava, nær mett verður neyðugt at grava.

 

Hví verður Skálatunga grivin fyri kava

Januar 04 , 2010
Góðan dag

Sum barn minnast vit øll hvussu stuttligt tað var, tá kavin kom og skreiðast kundi í Skálatungu. Tá myrkri kom kundi ein framvegis skeiða tí gøtuljósini lýstu brekkuna upp.

Hví grevur kommunan Skálatungu fyri kava ?

Er tað ikki betur at eitt øki er til, at skeiða á, heldur enn at børn skeiða eftir øll hinum vegnum har einki er avmerkt og tey illa nokk síggjast á vegnum ?

Tá kavin kemur, ber jú til at lurta eftir veðurtíðindunum og gera ein metin av um kavin kemur at liggja nakrar dagar.

Um so var at Skálatunga var avmerkt til kavaskreiðing, so bleiv tað eisini eitt samlipunkt fyri børn og ung tá kavin lá ?



So at enda eitt hjartasuff, er tað neyðugt hjá kavaruddaranum at byrja kl 0700 sunnumorgun ella ??



Vinarliga Heilsan

Jan Haldansen

Kommunan hevur seinastu dagarnar havt skelti standandi, sum vísa at børn skreiða - vit mugu bert ásannað, at tey áttu at verið komin fyrr.

Tá tað verður grivið sunnumorgnar kl 7.00, verður hetta gjørt eftir meting frá umsjónarmanninum og teimum sum grava.


 

dansur

Januar 04 , 2010
Tað er sera løgið, at eingin dansur var i høllini annað jólakvøld, tí allastaðni, har tað bar til at hava dans hetta kvøldið, varð dansað. Eg haldi, at øll vita, at orsøkin er tann, at feløg kunnu biðja um høllina til dansi kvøld, men so eru tað eisini feløg, ið fleiri ferðir hava biðið um høllina til dans annað jólakvøld, men gera einki. Eftir standa so vit við sløktari høll annað jólakvøld. Bryggjan skipaði fyri dansi annað jólakvøld, og alt gott um tað, men Bryggjan tekur einans eini 150 fólk. Vit hava øll verið í dansi í høllini annað jólakvøld og onnur kvøld, tá ið eini 400-500 fólk hava verið í dansi. Hvar fóru øll hesi fólkini leygarkvøldið 26. des.?

Svarið er ivaleyst til Havnar. Hetta gevur als onga meining, hvørki hvat viðvíkur trivnaði ella nøkrum.

Tit, ið ráða yvir høllni áttu at sett tykkum niður og gjørt greiðar reglur fyri krøv, ið skulu vera gingin á møti, fyri at feløg kunnu biðja um høllina til dans.

Ár undan ári biðja somu fólk um høllina til annað jólakvøld, hóast tey einki gera til kvøldið, og vestmenningar fara til Havnar. Hetta eigur ikki at koma fyri, serliga tá vit hugsa um, hvussu sjáldan dansur er í bygdini.

Vagnur Streymoy

Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Stadid

Januar 04 , 2010
Hví er Stadid lukkad tá tey ungu í Vestmanna hava frí/feriu?

Hettar er mær ein gáta.

Vildi hildi at Stadid skuldi verid opid, tá tey hava frí úr skúlanum, so sum jólaferiu, páskaferiu og summarferiu, um ikki hvønn dag, men so nakrar dagar.
Staðið er vanliga stongt, tá ið skúlin hevur frí/feriur.