BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Rós til kavagravararnar

Februar 26 , 2010
Ja, eg koyrdi í Havn mikudagin 24. feb, og tá eg kom norð aftur, hugsaði eg við mær sjálvum, hvussu nógv betur her er grivið í Vestmanna.

Men av tí at tað nógvastaðni bara er eitt spor, vildi eg ynskt at bilførarar ikki parkeraðu bilarnar í teimum fáu møtiplássunum sum eru, meðan kavin liggur.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

fiskivinnuskúlin

Februar 25 , 2010
kunnu tit grava kavan vekk sum vit kunnu parkera bilarnar sera keðiligt at sita fastur hvørjaferð man skal avstað við bilinum.

Tað er Mentamálaráðið, sum er skrásettur eigari av Fiskivinnuskúlanum og sostatt eisini av parkeringsplássinum. Tí hevur kommunan ongantíð mett hetta sum eina kommunala uppgávu.
Ein maskina hjá tí almenna (hjá Landsverki) hevur útgangsstøði einar 20-30 frá parkeringsplássinum, so tað mátti verið lagamanni hjá skúlanum/Mentamálaráðnum at gjørt avtalu við Landsverk um kavagrevstur við Fiskivinnuskúlan.

Er bráðneyðugur tørvur á kavagrevstri, eitt nú í samband við okkurt tiltak e.l., tekur kommunan støðu til áheitanir frá skúlanum í hvørjum einstøkum føri, men roknast kann ikki við, at kavagrevsturin av kommunalum økjum og vegum verður settur til viks.


 

Rós til kavagravingina

Februar 25 , 2010
Nú verður næstan bert rís skriva um kavagravingina, sum eg ikki skilji, teir hava betur uppiborið, men eg vil rósa teimum fyri sera góða kavarudding, tað er onga aðrastaðni í Føroyum har so væl verður grivið, hetta síggji eg hvønn dag í mínum arbeiði, í Vestmanna eru allir vegir væl grivnir, eisini smáir síðuvegir, og hetta verður also ikki gjørt í t.d. Tórshavn, Klaksvík og teimum stóru bygdinum, ja, sjálvt í fleiri av smáu bygdinum verður hetta ikki gjørt.

Haldi, at tað er heilt fantastiskt at man kann grava so væl sum í dag 24. feb., á smalum vegum við fleiri parkeraum bilum, tað krevur sín mann.
Vit takka fyri.

 

kavarúdding

Februar 25 , 2010
Óvanliga væl grivið í ár.Maskinførarin eigur rós uppiborið.
Vit takka fyri.

 

Ymiskt

Februar 24 , 2010
Síggi í Dimmu í kvøld, at Nærverkið søkir eftur húsum til børn og ung, hugsaði at møðuleikin er genialur í Vestmanna. Leiga Kristiansborg út til Nærverkið, flyt so Frítíðarstovuna í gomlu sýslumansskrivstovuna, Kálgarður er besta spælipláss í bygdini og bygningurin liggur tætt við skúlan og sentralt í bygdini.

Tey eldru sum brúka bygningin (sýslumansskrivstovuna) kundu eisini veri har, eftir at frítíðarstovan var liðug um dagin, ella kundu tey nýtt Staðið.

Tað má kosta nógv hjá Kommununi at hava allar hesar bygningar standandi tómar ein stóran part av degnum.

So sum Staðið í bert er opið ca. 200 dagar um árið og kanska 5-6 tímar um dagin, og sýslumansskrivstovan 1-2 ferðir um vikuna. Hettar skuldi givið sparingar.

Vestmanna Kommuna hevur ikki ætlanir um at flyta frítíðaransingina í løtuni. Vit spurdu okkum tó fyri hjá Nærverkinum, tá vit sóu, at tey sóknast eftir hølum uttan fyri Havnina. Tey vilja helst hava eini hús upp á 250 m2 300 m2 og helst í einari hædd, Kristiansborg er tí heldur lítil; harumframt skal kommunan gjalda fyri umbyggingar, og tað hava vit ikki møguleika til í løtuni.

Tað er ikki so einfalt at flyta frítíðaransingina í høli, har annað virksemi er. Neyðugt er m.a. at innrætta hølini til frítíðarvirksemi, innbúgvið skal hóska til allar málbólkarnar, neyðugt er við  klædnaskápum/garderopum, skápum/hillum til leikur, turkiskápi til vát klæði. Harumframt er neyðugt, at hølini verða ruddað, so at onnur kunnu nýta tey. Royndirnar av frítíðaransing og dagtilhaldi í Kristiansborg vóru ikki serliga góðar.

Kommunan roynir at samskipa virksemið í sínum bygningum, somuleiðis royna vit at nýta hølini til enn fleiri tiltøk.

Kommunan fer seinni, tá vit hava fingið ræðisrættin á SEV-bygningunum, og tá røktarheimið er bygt, at taka støðu til, hvussu okkara virksemi best kann skipast, og um bygningar skulu leigast út ella seljast.


 

Ellis- og røktarheim

Februar 23 , 2010
Til tykkum, sum sita í bygdaráðnum: Hoyrdu tit Skannarin í Útvarp Føroya mánadagin 22. feb. ?

Gevur hetta tykkum ikki nakað at hugsa um?

X

Jú, men vit vilja fyrst nøkta tann stóra tørvin á røktarheimsplássum; kommunan hevur møguleika at byggja røktarheim nú, tí landsmyndugleikarnir stuðla byggingini.

Onnur bútilboð til eldri er eitt heilt annað mál, m.a. tí at vit vita ikki, í hvønn mun kommunurnar kunnu vera við á tí økinum; vit vita ikki, hvørjir stuðulsmøguleikar eru, og hvussu hetta økið verður rikið.

Vit meta, at rættast er at byggja røktarheim nú. Tá lóggáva er greið viðvíkjandi øðrum bútilboðum, verður støða tikin til, um kommunan kann vera við at geva eldri aðrar bústaðarmøguleikar.


 

parkeringspláss

Februar 22 , 2010
Hví verður parkeringsplássi við Gidion ikki

rudda fyri kava ?. so bilar fáa parkera

har tá ið fari verður á møti ella kirkju.
Parkeringsplássið er ogn hjá Dansistovuni, men vit hava áður ruddað plássið eftir áheitan, og tá parkeringsplássið í stóran mun verður brúkt alment, fara vit at taka málið upp við eigaran um at rudda tað fyri kava.

 

Vestmannasøga og útgravingin.

Februar 18 , 2010

Hey Vestmanna Kommuna


Hvussu gongur við Vestmannasøgu og hussu er støðan við útgravingini á Follendi?

Bygdarsøgan er um at vera liðugt skrivað, men farið er ikki undir ritstjórnan og aðra fyrireiking til útgávu. Játtan er á fíggjarætlanini fyri 2010 til útgávu, men vit vita enn ikki, um møguleiki verður at geva bygdarsøguna út í ár.

Ongin útgraving verður á Follendi í ár, neyðugt hevði verið við rættiliga stórari játtan, um arbeiðið skuldi verið gjørt liðugt. Vit hava í ár raðfest aðrar uppgávur hægri enn útgrevsturin m.a. røktarheimið.


 

Spyr um tað....

Februar 12 , 2010
Onkur heldur, at ikki skal svarast uppá alt, ið spurt verður

um. Vei fyri vist, at tað verur heldur ikki gjørt. Tey,tan,

sum svarar, velur teir spurningar frá, ið ikki passa so væl til,

kvørjir tei so eru, (also spurningarnir). Á tan hátt verður

ringt, at fáa nakað veruligt tjak í gongd. Kanska tað heldur

ikki er meiningin?

Vit svara vanliga øllum spurningum uttan persónligum spurningum.

Eisini er komið fyri, at vit ikki hava svarað spurningum, har spurt verður uppí saman, og har vit meta, at svarað er áður.


 

Um kavarudding

Februar 04 , 2010
Eg haldi ikki at kommunan burdi svara uppá nakrar av spurningunum ella viðmerkingunum, um kavarudding. Niðanfyri spyrjari spyr hví ti grava kava, hevði kavin ikki veri grivin, so høvdu 10 onnur spurt, hví tit ikki grava kava. Hattar er ein skrúa uttan enda.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Uppsagnirnar

Februar 01 , 2010
Ja, tað er sera hugtyngjandi at hoyra um uppsagnirnar á Fiskavirking, sjálvt um ein sjálvur ikki hevur nakað beinleiðis við hetta arbeiðspláss at gera, so verður ein dapur í huga av at hoyra um gongdina og fær samkenslu við teimum, sum verða rakt beinleiðis, tað er ógvuliga deydligt í bygdini sum er, og hetta bøtir ikki um. Nú nevna tit gulllaksin, onkur segði fyri mær, at frystihúsið (Asterix) er fult av fiski frá fyrraárinum, sum ikki er selt enn, er tað rætt? Annars haldi eg tað hevði verið rætt av bygdarráðnum at bundið um heilan fingur og væntað, at inntøkurnar vera lægri, vera tær ikki tað so ongantíð betri.

Vestmanna Kommuna veit ikki, hvussu nógvur fiskur er á goymslu hjá Atlantis, men so sum vit skilja støðuna, so vænta teir, at goymslan verður seld, áðrenn gulllaksafiskiskapurin byrjar aftur.

Vit halda, at inntøkumetingin fyri 2010 er bæði varislig og realistisk, tí er ikki neyðugt við broytingum í løtuni.


 

Kavarudding

Februar 01 , 2010
Nú er leygardagur kl. 12.00 og vit síggja gravkúnna koyra í bygdini. Hví kann kavin ikki fáa frið at liggja. Har eru nógvir pengar at spara, tí tað er ikki neyðugt at grava tá so lítil kavi liggur.
Tað verður altíð grivið eftir meting frá umsjónarmanninum.
Um tað ikki verður grivið, er altíð vandi fyri, at tað gerst sera hált, tá blot kemur í og síðani frystir aftur. Og tá er ov seint at grava, og tí verður roynt at fáa so nógv av kavanum burtur sum gjørligt.