BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Røktarheim

Mars 26 , 2010
Hvussu nógv full størv verða á nýggja røktarheiminum, ársverk ?

Hetta burdi fjálga um í kommunukassanum við tíðini !

Kommunan setur ikki starvsfólkini á røktarheiminum, hon rindar heldur ikki raksturin. Vit vita tí ikki við vissu, hvussu arbeiðið verður skipað. Vit vænta tó, at um 20 ársverk vera á heiminum.

Almannamálaráðið arbeiðir við ætlanum at samskipa arbeiðið hjá heimahjálparum og arbeiðið á røktarheimum, tí er hugsandi, at fólk verða starvsett bæði á røktarheimi og sum heimahjálp.


 

Skuldin

Mars 26 , 2010
Tað er gott, at bankaskuldin ikki er meira enn 31.5 mill. men av tí at tit skriva bankaskuld, hevur kommunan so aðra skuld? Dugi illa at ímynda mær tað.

Upphæddin er bankaskuldin. Onnur viðurskifti, sum ávirka samlaðu skuldina, eru ognarar og skuldarar, hetta eru nógv broytiligar upphæddir, tí vildu tær í allar flestu førum givið eina skeiva mynd av veruligu skuldini. Í løtuni eru ognararnir um millión hægri enn skuldararnir.


 

Fundarbókin

Mars 23 , 2010
hví kemur fundarbókin fyri 23. mars ikki út á netið?

Fundarskráin fyri fundin í kvøld, 23. mars, varð løgd út í seinastu viku.

Fundarbókin verður løgd út aftaná, at fundurin hevur verið.


 

VÌF ???

Mars 22 , 2010
Kundi gott hugsa mær at fingið at vita hesar spurningar:

1. Hvussu nógv hevur VÌF goldið í leigu fyri høllina o.a hjá Vestmanna Kommunu síðani 1.1.2008 ?

2. Hvussu nógvan stuðul hevur VÌF fingið sum óbeinleiðis stuðul í samband við høllina síðani 1.1.2008 ? (hvussu nógv skuldi teir havt goldið, t.v.s. tímasats)

3. Hvussu nógvan stuðul (kr og oyru) hevur VÌF fingið í stuðli síðani 1.1.2008 ?

4. Hvussu nógvan stuðul (kr. og oyru) hava onnur tiltøk og feløg fingið síðani 1.1.2008 ?

5. Hvussu nógvan stuðul hevur VÌF fingið (beinleiðis og óbeinleiðis), í samband við bátastevnuna ? (kommunan hevur mær vitandi keypt eina rúgvu av dýrari tek. útgerð)

6. Havið hoyrt at VÌF ætlar at krevja helvtina av inntøkuni sum aðrir aktørar hava á bátastevnuni, veit ikki um hesi tíðindi eru sonn, um tey eru, hvat ger kommunan við tað.

Vinarliga

ikki ítróttarmaður

VÍF rindar ikki hallarleigu. Vit hava ikki umstøður at rokna møguligt virði á venjingartíðunum hjá VÍF út, tí tá er neyðugt við fullkomnum yvirliti yvir venjingartíðir hjá felagnum. Kommunan hevur heldur onki at brúka hetta tal til.

Kommunan stuðlar í høvuðsheitum VÍF einans í sambandi við Bátastevnuna og Vestanstevnuna/Fjarðastevnuna. Onkuntíð hava lið hjá VÍF gjørt onkra uppgávu fyri kommununa fyri samsýning t.d. borið fíggjarætlanina út. Kommunan eigur onkran útbúnað, sum verður nýttur í sambandi við Bátastevnuna og Fjarðastevnuna.

Tað er bæði tíðar- og arbeiðskrevjandi at fáa allar upplýsingar, sum tú biður um, til vega; vit fara heldur at nýta tíðina og arbeiðsorkuna til okkurt skilabetri. Tú kanst biðja um alment innlit, so kanst tú sjálv/-ur telja saman.

Vit vita ikki, hvussu VÍF og onnur samstarva um Bátastevnuna, men ætlanin er helst, at VÍF sum høvuðsfyrireikari fær ein part av yvirkotinum hjá øðrum luttakarum.


 

Leysir hundar

Mars 22 , 2010

Haldi, at tað er syndarligt at síggja fólk ganga túr við hundum teirra uttan band, jú summi hava band á hundinum, men so lorar man bandi út, so at hundurin hevur møguleika at fara inn á privat øki at míða og skíta, meðan eigarin hyggur at, og síðan at ganga víðari uttan at taka upp eftir sær, eitt H svínarí. Kann kommunan útlevera hanskar og posar, so at vit um ikki annað kunna taka hettar uppaftur,

vinarliga ein irriteraður borgari.

Kommunan kann ikki annað enn vera samd í, at tað er eitt svínarí, at hundaeigarar ikki taka upp eftir hundum teirra.
Kommunan fer ikki at deila handskar og posar út, men tað eru tveir møguleikar eftir. Tú og onnur í tínari støðu kunnu seta tykkum í samband við hundaeigaran, og vísa honum á, at hann hevur gloymt okkurt eftir inni á tykkara stykki. Hin møguleikin er, at tit boða boða kommununi frá á tlf. 770 100, so seta vit okkum í samband við hundaeigaran.
VK.


 

Myndir av bygdaráðslimunum :)

Mars 22 , 2010
Hey, tit í kommununi :)

Mær dámar væl at hyggja inn á heimasíðuna hjá tykkum og tað er áhugavert at síggja myndir av fólki og bygdini, bæði gamlar og nýggjar :)

Mín spurningur er: Kundu tit ikki eisini lagt myndir út av teimum sum sita í bygdaráðnum? Kanska við síðuna av navni og tlfnr. Og eisini av teimum fittu fólkunum, sum eru so beinasom á skrivstovuni? Tað kundi verið góð reklama :D

Heilsan

ein vestmenningur
VK fer væntandi í komandi mánað at fáa nýggja og dagførda heimasíðu. Tá verða myndir av bygdarráðslimunum lagdar út (og kanska eisini av teimum fittu fólkunum á skrivstovuni :-).

 

leki á vatnrørið

Mars 22 , 2010
tað lekur á einum vatnrørði úti í gerðinum ímillum húsini hjá fíu petersen og hallbjørg pertersen nær ATLA tit at ordna tað?????????????

Vit geva umsjónarmanninum boð um lekan.

 

Húsavørður

Mars 18 , 2010
Er tað so, at kommunan hevur longu sett húsavørð til ellisheimið?
Nei, tað hevur hon ikki!

 

PARKERING VIÐ GJAARLON

Mars 17 , 2010
NÆR ferð vestmanna komuna at gera parkeringspláss

til STARVSFÒLKIÐ, nú er barnagarðurin 5 ára gamal og hevur eingin parkeringspláss enn,tað hoyrir onganstaðnis heima nú vit skriva 2010, at ein barnagarður IKKI parkeringspláss.

HEILSAN EG :(

Parkeringin við stovnin er eftir áheitan frá leiðsluni á stovninum skipað soleiðis, at foreldur, sum koma við børnum, kunnu steðga í styttri tíð í niðaru síðu av vegnum, ímeðan tey fara inn við børnunum. Steðgibann er sett í ovaru síðu - hetta er av trygdarávum, soleiðis at børn ikki hava møguleika fyri at fara beint tvørtur um vegin.

Leiðslan á stovninum hevur heitt á starvsfólkini um m.a. at parkera á Hornavegi omanfyri stovnin ella úteftir Fjalslíð. Eisini kann vísast á, at stórt parkeringspláss er fram við Hornaveg, og at tað ikki er so langt at ganga til stovnin frá hesum parkeringsplássi.


 

Ítróttarhøllin sunnumorgnar

Mars 15 , 2010
Vil bara takka bygdarráðsformanninum fyri svarið og at hann hevur tikið málið upp við bygdarráðið.



Má kortini siga, at mær dámar ikki orðingina "siðvenja", tí hetta orðið goymir ta veruligu grundgevingina. Tá bygdarráðið á sinni avgjørdi at stongja høllina sunnumorgnar, var orsøkin í hvussu er ikki siðvenja, tí siðvenjan tá var júst at hava høllina opna sunnumorgnar.



"PLEJER ER DØD", siga danir, og tá meina teir, at ein ikki kann grundgeva við, at soleiðis plaga vit at gera.



Annars takk fyri upptøkuna!

Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Janus Jensen-VÌF-Jan Haldansen-Kommunan

Mars 15 , 2010
Hey tit



Tað er altið nógvar øvundsjúkur Janus, tað skulu tit einki leggja í, nýt kaffemunnin.



Fantastiskt at Vestmanna kommuna stular VÌF baði so og so.



Hygga síggj Jan, hesufer haldi eg tú kom við einum góðum uppskotið.



So sær tað ikki so galið út við skuldini -31mió, tað er okey.



Annars, eru tað soooooo nógv feit fólk í Vestmanna :)?
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

vegir

Mars 15 , 2010
hví gerð kommunan einki við vegin, sum gongur frá handlinum hjá Rúna og niðan til skúlan, har eru alt ov nógvur holur í honum, tað sorlar bæði fjarðar, búsningar og tað ið har til hoyrur sundur?
Vit fara fyrsta dagin undir at umvæla vegin.

 

Ítróttarhøllin sunnumorgnar

Mars 11 , 2010
Vinarliga kunngerið grundgevingarnar hjá mentanarnevndini fyri at halda ítróttarhøllina stongda sunnumorgnar, sum júst er tað tíðspunktið, tá ið allar flest fólk hava frí og harvið møguleikan at vera aktiv. Fyri nakað nógvum árum síðani var familjubadminton hvønn sunnumorgun, og var tað sera væl umtókt, men tað bleiv av gátuførum orsøkum steðgað av bygdarráðnum. At gera eina stóra íløgu í eina ítróttarhøll, fyri síðani við moralskum orsøkum at avmarka møguleikarnar fyri nýtslu av hesi íløgu, tykir mær eitt sindur býttilsligt - í hesum rørðslutíðum. Í Havn eru sera nógv fólk - eisini vestmenningar - sum svimja sunnumorgnar. Hví skulu vit ikki hava líknandi møguleikar her í Vestmanna.

Eg fari tí hervið at heita á bygdarráðsformannin um at taka hetta málið til viðgerðar í bygdarráðnum aftur. Haldi ikki, at siðvenja kann ikki brúkast sum grundgeving fyri, at ein ikki vil gera broytingar á hesum øki!

Grundgevingarnar eru tær, sum stóðu í svarinum, sum varð lagt út tann 18. februar 2010:
"Í Vestmanna hevur siðvenja verið í nógv ár, at reglulig venjing ella ítróttartiltøk ikki skulu vera sunnumorgnar. Nevndin var samd um at halda fast í siðvenjuna. VÍF hevur atgongd til ítróttarhøllina alla vikuna, uttan sunnumorgnar. Tað áliggur felagnum sjálvum at leggja venjingartíðirnar til rættis."

Borgarstjórin kunnaði Bygdarráðið um málið og niðurstøðuna. Bygdarráðið tók undir við niðurstøðuni hjá Mentanarnevndini. Sostatt er ikki grundarlag fyri at taka málið uppaftur á hesum sinni.


 

Skuldin

Mars 10 , 2010
Hvussu stór er skuldin hjá Vestmanna Kommunu

08.03.10 var bankaskuldin 31.554.313,11 kr.


 

Frískan mat ístaðin fyri matpakkar

Mars 10 , 2010
Góðan dagin !

Undirritaði vil hervið spyrja kommununa umtað uppá nakran máta kundi lati seg gjørt, at børn sum ganga í barnaansingini ella í fólkaskúlanum, kundu fingið frískan og góðan mat ístaðin fyri matpakkarnar ?

Ikki tí at matpakkarnir eru ósunnir hjá børnunum í dag, men ein matpakki sum er gjørdur tíðuliga um morgunin, ella sum hjá summum kvøldi fyri, er ikki tann mest leskiligi at eta.

Ì barnagarðinum Gjáarlon og somuleiðis útibarnagarðurin eru góðir møguleikar fyri at gera/fyrireika matin. Í skulanum kundi Aulan verði brúkt til eitt slíkt endamál.

Eg trúgvi tí, at tað eru fleiri foreldur sum kundu tikið undir við eini tílíkari skipan og samstundir goldið tað eyka fyri barni í barnaansingini og skúlanum, um ein matskipan kom upp at standa.

Hetta vil eisini skapa eini 2-3 hálvtíðar størv, har eykagjaldið fyri matin kundi fíggja lønina hjá starvsfólkunum og matin. Innkeyp av mati í stórum mongdum vildi altíð blivi bíligari enn innkeyp av smáum mongdum.

Undir eini slíkari skipan kundi verði borðreitt við heilsugóðum og nørandi mati fyri barni. Eitt barn krevur góðan mat tá ið tað stendur í vøkstri og kundi kommunan viðvirka fyri at hetta bleiv gjørt.

Hetta er bert eitt hugskot/uppskot og kundi tað verði áhugavert at fingið at vita hvat ein tílík skipan kom at kosta í eykagjaldið fyri eitt barn í skipanini ?



Vinarliga Heilsan

Jan Haldansen

Fyrispurningurin verður latin umsitingini til viðgerðar.

Tá ið ein kostnaðarmeting er gjørd, er málið latið víðari til dagstovnarnar og skúlan til viðgerðar.


 

Gallaveitslan

Mars 10 , 2010
Er kommunukassin eitt sjálvtøkuborð hjá VÍF.

Havi sæð í fundarskánna fyri bygdarrásfundin týsdagni. Har í Víf søkjur um stuðul til veitsluna. Vit onnur gjald okkara veitslur sjálvi, so hví ikki eisini víf sum hevur allar sømdir í hølluni í forvegin, eisini við sølubúð til hvønn hondbóltskamp.

Kommunukassin er ikki sjálvtøkuboð hjá nøkrum. Allar umsóknir um stuðul verða viðgjørdar.

Í hesum føri samtykti bygdarráðið at lána VÍF ítróttarhøllina ókeypis til Gallaveitsluna 10. apríl, umframt reingerðina av høllini eftir brúk, svarandi til kr. 4.000,-.

 

 


 

Vatnsyklir

Mars 10 , 2010
Kundi VK keypt nakrar vatnsyklir sum standa á botni í svimjihilinun her í vestmanna...Tad eru blivin so nógv feit fólk her í vestmanna, so kundi tad kanska hjálpt upp á sunnheidina her í vestmana..Undervandscykling giver topform. siga tey klóku



Heilsan ein Bolli
Tað er eingin játtan á fíggjarætlanini í ár til slíkar súkklur. Harafturat eru smáir møguleikar at goyma tær, tá tær ikki eru í brúk.

 

Løn til húsavørðarnar

Mars 08 , 2010
Eg haldi tað vera sera áhugavert, hvussu nógv fólk hava áhuga í at vita, hvussu nógv húsavørðarnir forvinna. Fólk er kanska í so nógv sagt, tað er nokk bara tann eini sum spyr.

Til viðkomandi vil eg bert siga,"Kom ein túr niðan og práta um tingini, kanska drekka ein kaffimunn, og gjøgnumganga lønarseðlarnar, so nýtist tygum ikki at bíða til í heyst, tá ið skattalistin kemur fyri 2009. Tað er so forbiði longi at bíða, so tað er ikki at smæðast"

Vh

Janus Jensen

Neslíð 13
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

frípláss

Mars 05 , 2010
Kunnu tit greiða frá, hvørjar treytir eru fyri at sleppa undan at rinda til barnaansingina hjá kommununi.



Eg unni øllum sum fáa frípláss hetta, og gangi út frá, at tey fáa hesa tænastu frá kommununi, tí tey hava veruligan tørv á henni.



Men vit eru helst eisini fleiri, sum hava tað strævið við at fáa endarnar at røkka saman, og gjalda fult fyri ansingina. Fyri tvey børn nærkast gjaldið 4.000 kr um mð.



Hevði ikki borið til við eini skipan, har tú betalti eftir evnum. Altso at tað ikki var antin/ella?



vh

foreldur

Rætt til fult fíggjarligt frípláss hava familjur við einum inntøkugrundarlagi, sum p.t. er lægri enn 227.300 kr. Fyri hvørjar 1.000 kr. inntøkugrundarlagið er hægri enn 227.300 kr. lækkar fríplássið við 2%. Er inntøkugrundarlagið hægri enn kr. 272.300 kr. verður einki fríggjarligt frípláss latið. Tó verður inntøkugrundarlagið lækkað við eini upphædd, ið svarar til tað vanliga barnagjaldið, pt. 12.192,- pr. barn.

Víst verður annars til kunngerð nr. 88 frá 17. juni 2009 um fíggjarligt frípláss, sum liggur her.


 

Posthúsið

Mars 03 , 2010
Nú eru aftur sparingar á POSTA. Veit kommunan, um posthúsinum her í Vestmanna verður lív lagað?
Nei, kommunan veit ikki, um posthúsinum her í Vestmanna verður lív lagað.

 

Hvat finni eg

Mars 03 , 2010
Havi spurgt fleiri ferdir: Hvar finni eg kontoina, sum unsjónarmennirnir standa á. Hvussu nógv inntøka kemur inn í Vestmnanna ítróttarhøll minus tað sum kemur fra VÌF.

Lønirnar hjá húsavørðunum eru útgreinaðar á fleiri rakstarstøð, m.a. hjá kommunufyrisitingini, sambýlinum, dagstovnunum og skúlanum; sambært nýggju roknskaparskipanini skulu lønarútreiðslurnar bókast á røttum rakstrarstað. Samlaða lønarútreiðslan til húsavørðirnar er um 1.250.000 kr, tá eru eftirlønir og almenn gjøld tikin við.

Leiguinntøka í høllini, skúlanum og svimjihylinum er henda:

 2006

 2007 

 2008

 2009 

 67.729

55.899 

70.364 

76.327 

VÍF rindar ikki hallarleigu.


 

à hvørjari konto

Mars 03 , 2010
Hey !

Vit eg spurdi herfiri hvær eg finni lønirnar hjá umsjónarmonnunum hja kommununi.



Á hvorjari konto á roknskapinum finni eg hvat umsjónarfólkini í høllini og í barnagardinim kosta kommununi.



Hvussu stór var inntøkan av at leiga høllina í 2009 minus tad hjá VÌF

Lønirnar hjá húsavørðunum eru útgreinaðar á fleiri rakstarstøð, m.a. hjá kommunufyrisitingini, sambýlinum, dagstovnunum og skúlanum; sambært nýggju roknskaparskipanini skulu lønarútreiðslurnar bókast á røttum rakstrarstað. Samlaða lønarútreiðslan til húsavørðirnar er um 1.250.000 kr, tá eru eftirlønir og almenn gjøld tikin við.

Leiguinntøka í høllini, skúlanum og svimjihylinum er henda:

 2006

 2007 

 2008

 2009 

 67.729

55.899 

70.364 

76.327 

VÍF rindar ikki hallarleigu.

 

 


 

Fíggjarætlanin

Mars 03 , 2010
Vit síggja í fíggjarætlanini at havnafútin frær 494.000 í løn og leidarin á Stadnum fær 439.000 í løn. Men hvar eu lønirnar hjá umsjónarmonnunu í høllini lægdar undir.Hví vilja tit ikki vísa okkum tad. Hví fáa vit ikki at vita hvussu nógv inntøka er í sjálvari høllini also leiguinntøka. Hvussu eru umsjónarmennirnir løntir?

Tað er ikki rætt, at havnarfútin og leiðarin á Staðnum fáa lønirnar omanfyri. Upphæddirnar er øll lønarútreiðslan innan nevndu øki, umframt løn til nevndu persónar er talan um løn til m.a. reingerð, avloysara, tímalønt hjálparfólk; øll almenn gjøld og eftirlønir eru eisini tikin við. Umsjónarmenninir í høllini eru løntir sambært lønartalvu hjá Starvsmannafelagnum, harumframt fáa teir viðbøtur. Lønarútreiðslan til húsavørðirnar er um 1.250.000 kr, tá er eftirløn og almenn gjøld tikin við.

Um tú vilt hava at vita, hvør inntøkan hjá onkrum ávísum persóni er, so mást tú koma oman á kommunuskrivstovuna, tá skattalistin liggur frammi.

Leiguinntøka í høllini, skúlanum og svimjihylinum er henda:

 2006

 2007

 2008

2009 

 67.729

 55.899

 70.364

 76.327

VÍF rindar ikki hallarleigu.