BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

At røra seg

Apríl 27 , 2010
er sunt - tað vita vit øll. Men er tað nú blivin ein uppgáva hjá Bygdaráðnum at taka sær av hesum?



ein ið undrar seg........... haldi Bygdaráðið átti at tikið sær av øðrum og so lati aðrar felagsskapir tikið sær av gongutúrum o.s.fr.

Hugskotið um flaggdagsrenninga kom fram á fundi hjá Mentanarnevndini, sum er tann nevndin, sum varðar av Flaggdagshaldinum. Men uttan hjálp frá lokalum kreftum, í hesum førinum Bjørg Patursson og Rakul Nielsen, hevði tiltakið neyvan blivið til veruleika.

VK er við til at samskipa mong tiltøk her í bygdini, og vit gera tað við gleði, men vit mugu ikki gloyma tað stóra arbeiðið, ið mangan liggur aftanfyri hesi tiltøk. Tak t.d. tiltakið, tá ið jólatræið verður tendrað: tá eru Saron, Vestmanna Hornorkestur, Vestmanna Kirkjukór, Vestmanna Sangkór og fólk frá VK við til at gera tiltakið til veruleika. Uttan allar hesar kreftir høvdu fá tiltøk verið í bygdini.

Tað harmar okkum, at tú hevur ta áskoðan, at politikkararnir/Vestmanna Kommuna ikki eiga at blanda seg upp í slík tiltøk, ið hava stóran týdning fyri trivnaðin í bygdini. Hyggur man at luttaratalinum til Flaggdagsrenningina, munnu tað ikki vera nógv við somu áskoðan sum tú.


 

Arbeiði

Apríl 27 , 2010
Hey :)

Hvussu er við at 9.floksnæmingar arbeiða fyri kommuna í ár?

hvørjari viku verður tað í?

Enn er endalig avgerð ikki tikin um, nær ið arbeitt verður í summar, men tað verður allarhelst í viku 26 ella viku 27.

Tá ið avgerðin er tikin, verða boð send til Vestmanna Skúla og løgd á heimasíðuna hjá Vestmanna Kommunu.


 

Útibarnagarður

Apríl 27 , 2010
Hey Kommunan



Eg eri ein mamma sum helst ikki vil hava mítt barn í útibarnagarð, tá eg ikki meini at hetta gagnar nøkrum góðum. Hvønn annan møguleika havi eg?

Barnaansingin í Vestmanna Kommunu er skipað soleiðis, at børn frá 6 mð og upp til uml. 5-6 ár ganga í Gjáarlon. Síðani verða tey flutt í Látipípuna, ið sum kunnugt er stovnur fyri tey størru børnini.

Eru tað onnur ivamál, kanst tú tosa við stovnsleiðslurnar.

VK


 

Brandmenn og barnagarðurin

Apríl 27 , 2010
Eg síggi, at ein ónevndur kjakari, finst at kommununi, tí at sløkkiliðsfólk eru farin til Íslands at venja og luttaka á skeiðum.

Viðkomandi hartar kommununa fyri, at hava latið sløkkiliðsfólkini fari til Íslands uppá "kommununar besta".

Svarið frá kommununi er er stutt og greitt. Ferðin til Íslands nervar ikki á nakran hátt kommunukassan.

Sjálvur haldi eg, at ein slík ferð, er sera skilagóð og neyðug. Íslendingar eru í serflokki, tá ið tað snýr seg um bjarging og fyribyrging av vanlukkum. Haraftrat haldi eg, at vit við vissu kunnu siga, at júst tað góða samstarvi við íslendarar, er ein av orsøkunum til, at vit hava eitt av bestu sløkkiliðum í landinum.

At børnini í barnagarðinum, ikki hava leikur, at stytta sær stundir við, er sjálvandi ikki í lagi. Har má stovnsleiðslan saman við kommununi finna eina skilagóða loysn. Hetta kann tó ikki tvinnast saman við virksemið sløkkiliðnum.



Eg eri ikki sørt errin av sløkkiliðnum hjá okkum og havi als ongan trupulleika av, at tey, ið manna liðið, verða send til Íslands, at menna seg enn meira.



Jóhan Simonsen
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Framburður

Apríl 26 , 2010
Í løtuni eru 3 stór arbeiði ígongd her í bygdini, har av stendur kommunan fyri útbygging av kirkjugarði og nýgerð av røktarheimi. Alt gott um tað, men arbeiðini fjálga mest um hjá teimum deyðu og hálvdeyðu - overdrivelse fremmer forståelsen. Eru aðrar meir lívgandi ætlanir at frætta um her í bygdini?

Hvussu við tí grøna? Hvussu við trivnaðinum? Tað er gott fyri trivnaðin á so nógvum økjum, at tit veita VÍF stuðul, sum so nógv hevur verið skrivað um. Staðið er uttan iva eisini gott hjá tannáringum. Men hvussu bleiv við viðarlundini - hava tit yvirtikið raksturin og røktina av henni? Tit hava fyri langari tíð síðani víst á eina ætlan, sum tit skulu hava gjørt saman við Agendafelagnum - er gongd í tí ætlanini? Ein sera vakur blettur er komin kring ósan við Fossá, men hesin liggur púra einsamallur. Hava tit eitt yvirskipað mál? Hevur bygdaráðið eina langtíðarætlan ella visión fyri menning av bygdini, so vit íbúgvar kunnu njóta tilveruna her upp aftur meir - helst áðrenn tíðin kemur til at gera gagn av nýggju fasilitetunum á Grønanesi og omanfyri Follend ;-)

Kirkjugarðurin er ein neyðug íløga, tí gravstøðini vóru við at ganga undan. Harumframt skal lendið seta seg í tí nýggja partinum, fyrr enn gravir kunnu vera grivnar har.

Bygdarráðið metir eisini røktarheimið sum eina neyðuga og skilagóða íløgu, tí tørvur er á røktarheimsplássum, harumframt kostar tað kommununi rættiliga nógv at keypa sær hesi pláss aðrastaðni. Lógin um landsstuðul til røktarheimsbygging skuldi fara úr gildi 31.12.2008, tí var neyðugt at raðfesta røktarheimsbyggingina frammarlaga, tí uttan stuðul hevði ikki verið gjørligt at fara undir byggingina.

Fíggjarmálaráðið setti kommununi ávísar treytir í sambandi við lántøku til røktarheimsbyggingina, tí er neyvan gjørligt at fara undir aðrar størri ætlanir komandi árini.

Sitandi bygdarráð gjørdi eina vegleiðandi íløguætlan, tá tað tók við. Hesi mál eru raðfest ovast í íløguætlanini: Kirkjugarður (er byrjað), Talgild heilsuskipan til kommunulæknan (er keypt), Umlegging av vegi á Grønanesi (er byrjað), røktarheim (byrjað verður væntandi eftir summarfrítíðina), Niðari Vegur (talan er um eina stóra íløgu upp á um 15 mió. kr), miðstaðarøkið á Bakkavegi/Holmsbakki (ætlanin er at asfaltera, fríðka og skipa parkeringsviðurskiftini), flyta ruskpláss (arbeiðið er væntandi liðugt um ein mánaða), svingið Garðavegur/Hornavegur (uppskot er gjørt, men roynt verður helst at finna bíligari loysn), hølisumstøður í skúlanum, vetrarfriðing. Sum sæst, so eru fleiri av raðfestu íløgunum við at gerast veruleiki.

Kommunan hevur søkt um stuðul til part av Gjógvaráætlanini, men vit hava ikki enn fingið svar.

Vestmanna Kommuna hevur ikki enn yvirtikið viðarlundina, fráfarandi nevnd arbeiðir við at fáa formligu yvirtøkuna í lag.


 

Brandmenn og ikki vit

Apríl 26 , 2010
Hví hevur kommunan lova 20 brandmonnum til Íslands uppá "kommunurnar besta", ella hví fáa brandmenn slíka viiðgerð tá t.d barnagarðurin sum barnið gongur í, ikki so frætt sum leikurtoy ella avloysarar, tí eingir penngar eru til tað. Betur skuldu tit brúkt hasar pengarnar uppá børnini.

Játtan er í fíggjarætlanini hjá sløkkiliðnum til skeið o.a. Sløkkiliðið hevur í samráð við brunanevndina gjørt av at nýta hesa játtan til skeið/námferð til Íslands. Talan er sostatt ikki um nakra eykajáttan ella upphædd, sum er tikin frá øðrum.

 


 

Parkerinmgsforbod

Apríl 26 , 2010
Kunnu tit seta parkeringsforbod frá byrjanini av Hornabrekku og nidan til svingi har Karl og Elin brúgva. Tad líkist ongum, at man ikki kann koyra á tí vegnum fyri bilum sum standa á høgru sídu nidan eftir. Har er stórt parkerimngsplass beint vid. Hvat skulu hesi parkeringspláss til, um kommunan ikki fær fólk at brúka tey. Hetta er serliga fyri trygdina hjá okkum, sum koyra nidan vid børnum eg hugsi um.
Vit fara neyvan at seta parkeringsbann í niðaru síðu á Hornavegi, men fara tó hervið at heita á fólk, sum vanliga parkera har um heldur at brúka parkeringsplássið.

 

Vevkamera

Apríl 26 , 2010
Nær verður vevkameraði virki aftur ,sakni tað
Vit hava umbiðið nýtt tól.

 

Røktarheimið

Apríl 21 , 2010
Hvat kunnu tekningar av røktarheiminum síggjast?
Vit arbeiða við málinum. Vit koma fyrsta dagin at leggja tekningar út og vit fara eisini við myndum at vísa gongdina í byggingini.

 

Hví so kvirr?

Apríl 21 , 2010
Hví verður onki skrivað á heimasíðuni um røktarheimsbyggingina á Grønanesi, sum nú hevur verið í gongd í eina tíð? Hetta eru verulig stórtíðindi her í bygdini. Flestu vestmenningar ynskja at sýggja nakrar tekningar, so vit kunnu fylgja við, hvat tað er sum hendir har úti. Kunnu tit ikki leggja tær út?
Vit arbeiða við málinum. Vit koma at leggja tekningar út og við myndum at vísa gongdina í byggingini.

 

Gosøska og drekkivatn

Apríl 20 , 2010
Hvussu ávirkar gosøskan úr Íslandi drekkivatni hjá okkum?

Tá bitlarnir eru bæði smáir og skarpir, setur hetta væl eyka krøv til filtreringina. - Fylgja tit upp uppá hetta?

heilsan Sandblásta

Fyribilsúrslit hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni vísa, at drekkivatnið í Føroyum er ikki ávirkað av dálking frá eldgosinum í Íslandi.
pH, leiðingarevni og turbiditetur eru mátað.

Kanningar av fluorinnihaldinum í drekkivatni eru ikki gjørdar enn, men eru nú ávegis til Íslands til kanningar. Heilsufrøðiliga starvsstovan fer at fylgja støðuni við drekkivatninum og koma við nýggjari kunning, tá nýggj úrslit fyriliggja.

Vestmanna Kommuna fylgir tilráðingunum frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.


 

Bátastevnan

Apríl 19 , 2010
Tað er nokk ikki rætt at seta tykkum hendan spurning, men eg fari tó at gera eina roynd.

Eg skilji ikki at vit campingánarar skullu gjalda 300 kr fyri at koma til Vestmanna á stevnu, meðan vanligir bátar ikki skullu gjalda eitt oyra uttan so at teir hava biði um fæst pláss, hettar er at gera mismun eftir mínum tykki.

Hugsar man um alla tað fyrireiking sum skal til fyri at bátar skullu liggja gott so skullu bátabrúgvar,betongklossar o.a gerast klárt, ímeðan kampingvognar ikki krevja nakað forarbeiði uttan streym, eg skilji ikki hettar rættuligani heilsan ein í altíð hevur verið á stevnu tykkara.

Eg eri bangin fyri at fleiri setast aftur.

Spurningar viðvíkjandi Bátastevnuni kunnu sendast til batastevnan(a)vestmanna.fo


 

Grótrúgva

Apríl 15 , 2010
Nær verur grót/mold rúgvan sum liggur á tíd annars flotta skráninginum uppi á Fjalsvegi fjerna...?... Ikki bara siga at tad var ogna vidalundina... Má eg sum borgari eisini koyra mold og steinar har...??...Hvat hendur hvis eg sum ein Alm borgari eisini leggji eina rúgvu har...PS hví er hon ikki fjerna. Havi spurt um hetta fyrr men eg fádi einki svar frá VK...



VH ein super borgari











Moldrúgvan er løgd har við tí ætlan at gera eina gøtu oman til húsið í viðalundini. At hon tíverri kom at liggja i so leingi, stendst helst av, at viðalundanevndin er avtikin, og at ætlanin tí fyribils hevur ligið still. Nú er tó, sum skilst, ætlanin við sjálvbodnari arbeiðsmegi at fara undir at gera gøtuna.

 

Stuðul til frítíðararbeiði!

Apríl 14 , 2010
Í sambandi við skrivið longur niðri um stuðul til VÍF vil eg bara spyrja, um kommunan hevur gloymt, at annað frítíðararbeiði eisini kemur fyri í Vestmanna?

Eg havi einki ímóti, at VÍF verður stuðla. Alt annað vildi verið løgið. Men nú skulu vit minnast til, at til dømis ókeypis nýtsla av høllini eru nógvir pengar. Í bygdini eru bara 2 størri tiltøk sum kunnu geva nakað av pengum, nevniliga stevnurnar. Her sleppur VÍF at hava tiltøkini, og sum einaráðandi at avgera, hvørjir aðrir felagsskapir sleppa upp í part. Umframt hetta fær felagi t.d. 20.000 kr eftir fundarfrásøgnini fyri feb. síggji eg.

Hevði tað so ikki verið rætt og rímiligt, at t.d. fiskivinnuskúlin(eg havi einki við skúlan at gera) slapp at gera sínar búffar í friði og náðum eins og onnur eisini at hava síni tiltøk uttan at VÍF slapp at krevja inn skattir og avgjøld frá hinum sum eins og VÍF bara arbeiða eina rúgvu av frítíðararbeiði uttan løn.

Ella fyri at endurtaka meg sjálvan. Hevur kommunan gloymt, at Vestmanna er annað enn VÍF?

VÍF skipar sjálv fyri nevndu stevnum og sum høvuðsfyrireikarar tilskila teir sær ávís rættindi, men teir kunnu ikki nokta øðrum at skipa fyri onkrum tiltaki. Vestmanna Kommuna leggur seg ikki út í, hvussu VÍF skipar stevnurnar, og vit leggja okkum heldur ikki út í, um onkur annar skipar okkurt tiltak. Men kommunan ger av, hvør kann nýta kommunal øki í sambandi við stevnurnar. Vit vóna, at høvuðsfyrireikarin og onnur áhugað kunnu samstarva um tiltøk á havnarøkinum, men vit hava ikki fingið ítøkiligar fyrispurningar frá øðrum um loyvi til tiltøk á havnarøkinum ella øðrum kommunalum økjum. Um slíkir fyrispurningar koma, so viðgera vit teir.

Hvørki VÍF ella kommunan kunnu forða fyri tiltøkum á privatum økjum á stevnunum, har krevst einans søluloyvi ella loyvi til eydnuspæl frá løgregluni.


 

Fólkatalið

Apríl 14 , 2010
Hvat halda tit um at fólkatalið bara minkar í Vestmanna?

Vænta tit at ellisheimið fær fólk at flyta til bygdina?

Ella hvat ætla tit at gera við hendan trupulleikan, tí tað haldi eg at tað er.

Hví flyta fólk úr bygdini og ikki til bygdina?

Tað mátti verið nógvar ungar familjur, sum kundu hugsa sær eitt flott ellisheim, ella?

Eg má spyrja, hava vit ráð til hatta dýra ellisheimið????????????

Vit hava fyrr nevnt, at størsta orsøkin til lækkandi fólkatalið er, at óvanliga nógv ung fólk fluttu uttanlands á sumri í 2009. Flestu teirra eru helst farin undir útbúgving.
Viðmerkjast kann, at pr. 31. des. 2009 var fólkatalið í Vestmanna 1194. Pr. 1. mars 2010 er talið somuleiðis 1194. Vónandi er hetta tekin um, at minkingin í fólkatalinum er steðgað.

Fleiri nýggj arbeiðspláss vera á røktarheiminum, tí eru góð útlit fyri, at onkur nýggjur íbúgvi flytur til bygdina í tí sambandi.

Bygdarráðið heldur, at røktarheimið er ein skilagóð íløga. Tørvur er avgjørt á einum røktarheimi í okkara øki, og vit vænta, at nettoútreiðslurnar á eldraøkinum lækka, tá røktarheimið letur upp. Nýggj almenn arbeiðspláss eru eisini kærkomin.


 

Fótbóltsvenjing í Sandavági

Apríl 14 , 2010
Er Vestmanna Kommuna saman við bussførara fari at gera sum í Ævintýrinum um Hans og Gretu ?

Tað er komið mær fyri oyra at Vestmanna Kommuna stuðlar busskoyring millum Sandavág og Vestmanna, soleiðis at smádreingir kunnu venja fótbólt. Alt gott um tað ella er tað ?

Bussførarin sum koyrdi henda fyrsta dagin fótbóltsvenjing var fyri, hevði ikki tíð at bíða eftir dreingjunum sum einans eru 6 - 7 ára gamlir, eftir venjing. Endin var, at tveir dreingir stóðu eftir, sjálvt um førarin fekk hettar at vita frá øllum hinum dreingjunum, ið vóru við.

Hvussu hesir báðir stakkals dreingir komu heim aftur til Vestmanna, sigur søgan einki um.

Eg haldi, at førarin av bussinum skuldi ikki sloppið at koyrt ella eisini skal Vestmanna Kommuna taka stuðulin aftur. Fyri at forða fyri at slíkt endurtekur seg.

Foreldur kunnu ikki føla seg trygg við at senda dreingirnar til fótbólt í Sandavági undir slíkum treytum.

Vestmanna Kommuna stuðlar SÍF, so at felagið kann skipa fyri flutningi til venjingar; men vit umsita ikki flutningin. Vestmanna Kommuna fer at gera SÍF vart við trupulleikan. Tað kundi eisini verið skilagott, um foreldur gjørdu vart við møguligar trupulleikar. Vit hava sjálvsagt ongan áhuga í at stuðla eini skipan, sum ikki tænir sínum endamáli.


 

Umbering til Janus og Birgir

Apríl 14 , 2010
Janus ì Bindibòkini og Birgir Waag Høgnesen skulu fàa eina umbering, tì undirritadi ikki kannadi tad betur vidvìkjandi stovnaranum av Bàtastevnuni. Ja, Jan hevur verdi burtur ì nògv àr frà bygdini, men rokni vid at hava fylgt vid vidurskiftunum ì bygdini meiri enn summir av borgaranum ì bùgva ì bygdini

Til Jòrun er bert at siga, sjàlvandi skal tad verda plàss fyri øllum, og meiningin var ikki at trakka nakran à føturnar,men VK kann ikki svara einum slìkum spurningi uttan so at eyka kapasitetur verdur settur inn, spurningurin var ov vìdfevndur, rokni eg vid ?



Undirritadi spurdi kommununa, um til bar at fàa ein kostnad uppà mat til børnini ì barnagardinum og skùlanum, og um tad kundi verdi eitt hugskot at gjørt hetta framyvir,men svari var so at siga einki ??????? Kanska var spurningurin ov stòrur, men kommunan hevur jù stovnsleidarar???



Tit mugu ordsaka at føroyski bòkstavurin ikki er vid, enskt tastatur?



Vinarliga Heilsan

Jan Haldansen

Til viðmerkingina um hugskot títt um matarskipan, so er VK við at kanna málið. Tú fær sjálvandi svar, tá ið málið er avgreitt.


 

Brøytir við stálbeltum á allfarðarvegi

Apríl 13 , 2010
Er tað í lagi, at brøytir við stálbeltum koyra eftir allfarðarvegi her í bygdini? Spyrji, tí hetta eri eg eygnavitni til dagliga, og eg veit, at kommunala umsitingin eisini er tað, tí tað hendir beint fyri nøsini á tykkum. Borgarar her í bygdini hava mangan goldið nógv fyri timbur at leggja undir grópandi stálbeltir, fyri at gravikýrnar ikki skulu oyðileggja vegirnar, men hetta sleppa byggifeløg eftir øllum at døma undan - (Hygg eisini eftir Ovara Vegi) So fáa vit vestmenningar heiðurin at rinda 23 % í nøkur ár eyka, so ráð verða at seta vegirnar í stand aftur. Deiligt!!

Tað er ikki í lagi, at beltimaskinur koyra uttanfyri arbeiðsøkið uttan verju á beltunum. Hetta hevur arbeiðstakarin fingið boð um og hevur lovað, at hetta ikki endurtekur seg. Arbeiðstakarin hevur eisini lovað at bøta um møguligar skaðar á vegnum.


 

Alt ber til í Vestmanna

Apríl 13 , 2010
Hvussu ber tað til at alt ber til her í bygdini? Nú koyra tungar belt maskinur av kaini og út á grønanes. Og sjálvandi hendir hetta uttan at nakað verður lagt undir beltini. Og eg sum helt at vegirnir í bygdini vóru nóg vánaligir frammanundan. Eg haldi hetta er átaluvert.

Arbeiðstakarin skal hava gummhjól undir, tá teir koyra við beltimaskinum uttanfyri arbeiðsøkið. Hetta er tíverri ikki gjørt í tí eina førinum, og arbeiðstakarin hevur lovað, at hetta ikki endurtekur seg og annars at bøta um tann skaða, sum hendur er á vegnum.


 

Slalomkoyring og eiðir

Apríl 13 , 2010
Eg havi fyrr skrivað um parkerinsóskilið á Skálavegi, men eg má líka spyrja, um parkerinsøki verða gjørd við nýggja eldrasambýlið og nýggja missiónshúsið. Sjálvandi skulu parkeringsviðurskiftini vera í lagi, tá ið slíkir bygningar verða bygdir, tí nógv fólk fara at koma á gátt í hesum bygningum, og føroyingar ganga ikki. Eg helt, eg skuldi spyrja um hetta, tí barnagarðurin hevur jú ikki eitt tað einasta parkerinspláss.

Vagnur Streymoy
Jú, tað verða gjørd parkeringspláss bæði við nýggja missiónshúsið og við røktarheimið.

 

Svar til koyr á VÍF

Apríl 13 , 2010
Haldi tað er sera undrunarvert, at fólk ikki kunnu loyva sær at spyrja um hvat pengarnir her í komununi fara ti,l uttan so at Jan Haldansen skal hava okkurt at siga um tað. VÍF er eitt frálíkt felag, til gagns fyri nógvar vestmenningar, men tað eru eisini fólk her í bygdini sum ikki eru ítróttarfólk og IKKI halda at VÍF ER Vestmanna. Teimum skal tað eisini verða pláss fyri, fyri at Vestmanna skal verða Vestmanna.

Tað er rætt at VÍF skal hava 30% av nettoavlopinum, sum næmingar frá Fiskivinnuskúlanum vinna sær við at selja búffar á bátastevnuni, og tað skulu borgarir eisini hava loyvi at spyrja um. VÍF er gott, men felagið er ikki heilag kúgv, so um fólk hava spurningar um felagið, ja so haldi eg at tey skulu hava loyvi at spyrja teir.

Hetta er ein síða fyri allar vestmenningar, og vit eru ikki øll av somu fatanum og áhugamálum. Um tað er kavarudding, vegir ella VÍF, ja so spyrji endiliga, eftir mínari meining.

Annars var tað Birgir Waag Høgnesen sum byrjaði bátastevnuna. Ein maður sum hevur gjørt sera nógv fyri bygdina.



Vinarliga Jórun Nielsen
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Ikki rætt

Apríl 13 , 2010
Samdur við Jan Haldansen, men tað hann sigur um bátastevnuna er ikki rætt. Men hann hevur verið so nógv í suðri, so hann minnist ikki.

Jan sigur "Hvør eigur bátastevnuna og hevur bygt hana upp til tað hon er blivin í dag. Mær vitandi so var tað VÍF sum byrjaði " endar Jan"

Ikki rætt Jan, Tað var Janus í Bindibókini og Klaksvíkingurin Birgir, sum byrjaðu við bátastevnuni í Vestmanna.





Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Vánaligir vegir !

Apríl 06 , 2010
Nú eri eg ofta til hondbóltsdyst í Vestmanna, og eg má siga akkurát sum er, vegur og fortov frá Heina út til Ítróttarhøllina eru í sera ringum standi, holir og brotin forstov, ringur belýsningur rundan um høllina, hetta er ikki nakað nýtt firibrigdi.

Brotin kantsteinur á fostovi hjá Finnboga hevur staðið brotin soleiðis í fleiri ár, hóast allir avarandi koyra framvið fleiri ferð um vikuna, hvussu ber tað til.

Eisini koyra formennirnir fleiri ferðir í somu holir, uttan at gera nakað við tað. Haldi at tað er átalu vert.

Vestmanna er vøkur bygd, takið tykkum saman um at gestir okkara eisini sýnast so.



Hondbóltsfanatikari av bygd
Rætt hevur tú! Men vit fara í gongd við at umvæla vegirnar, so skjótt arbeiðið uppá nýggja bingjuplássið er liðugt.

 

Koyr á VÍF

Apríl 06 , 2010
Tað er undrunarvert, at fólk koma sær, at byrjða og grenja um hvat kommunan stuðlar VÍF. Vestmanna er VÍF og VÍF er Vestmanna. Um VÍF ikki var, so høvdu vit allarhelst onga ítróttarhøll, ongan skipaðan kappróður og nógv annað við. Tað er ikki tal av løtum VÍF hevur gjørt Vestminingar stoltar av at hoyra til Vestmanna og um so VÌF fær stuðul frá kommununi ger einki, tí hann er val farin. Tað eru skilafólk sum takað sær av VÌF og tey vilja felagnum alt tað besta, akkurát tað sama sum vit onnur.

Hvør eigur bátastevnuna og hevur bygt hana upp til tað hon er blivin í dag. Mær vitandi so var tað VÍF sum byrjaði og um tað eru onnur fólk í bygduni sum ikki hava ítróttar áuga og vilja gera tiltøk, ja so er bert at fara í gongd. Tað nyttar einki at verða øvundsjúkur inn á aðrar sum royna at uppbyggja nakað gott fyri ítróttin í bygduni.

Betur er bøtandi hond enn spillandi tunga.



Vinarliga Heilsan

Jan Haldansen
Verður lagt út uttan viðmerking.