BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Seyður og havar

Mai 31 , 2010
Sera skemtiligt at lesa "Feudal" hjá Vagni, ja eg haldi tú rakti seymin so mitt á høvdið, tað er júst eitt sjálvtøkuborð seyðurin kemur til hvørt heyst, hann sleppur inn um garðarnar. Nógvar ær fært tú ikki stikað úti, summar leypa uppum sama hvussu høgt stikið er, og aðrar bróta stikið niður, um tað ikki er gjørt at halda móti elefantum. Tað er løgið, at annansmans djór skulu hava loyvi at ganga og mjeska sær av tínum "borði" uttan at tú fært nakað endurgjald, sjálvt tá tey sorla alt "innbúgvið", sum tú við stríð og strev og væl av útreiðslum hevur fingið til, ja, tað er beinleiðis ófatuligt í einum framkomnum landi, har feudalisman skal eitast at vera jarðað fyri meira enn 100 árum síðan, og hesar seyðirnar, sum hava etið seg feitar og fregnar av tínum páskaliljum tulipanum og øðrum vøkstri, skalt tú keypa aftur fyri okursprís, tá heystið kemur!!!!!!!! og vit lata bara standa til ??? Kunnu reglur, sum eru gjørdar fyri meira enn 1000 árum síðan, ikki broytast, uttan at tað skal kosta fólki, sum her býr (skattaborgarunum), milliónir av krónum, tað ber ikki til!!!

Eg skilji sjálvandi teir, sum seyðin eiga, at teir ikki sleppa einum rætti, teir eftir lógini hava, uttan nakað, men tað ber ikki til at eitt samfelag (bygd) skal fara á ørmundarhús fyri at sleppa undan hesi pláguni.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Feudal 2010

Mai 27 , 2010
Ein viðmerking til skrivini um seyðin, ið gekk ov leingi í bygdini.

Seyðurin hevur størri rættindi enn borgararnir, ið her búleikast. Enn havi eg ikki hoyrt um endurgjald fyri urtagarð, ið seyður hevur oyðilagt, so her er lógin um herverk ikki galdandi. Vetrarfriðing er eitt vakurt orð, og tað er eisini tað einasta, tað fer at vera fyri vestmenningar, eri eg bangin fyri. Trúboðari klandrast við prest, allir siga seg vilja, men einki kemur burtur úr ætlanunum fyri vetrarfriðing.

Rætturin hjá gæsnum at fáa frið eigur at viga meir enn rætturin hjá revinum at eta gæsnar, men hetta fyribrigdi er ikki galdandi, tá ið tað kemur til seyðin og bygdina.

In Actis Esto Volucris (verið skjót) verjið tykkum sum best, tí um skamma stund verða portrini latin upp, og seyðurin kemur til stóra bouffe borðið Vestmanna.

Vagnur Streymoy.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Ruddingardagur

Mai 27 , 2010
Nær verður ruddingardagur í Vestmanna?

Eftir ætlan verður ruddingardagur leygardagin 19. juni.


 

Ung í arbeiði

Mai 26 , 2010
Hey

havi sæð at tit ætla at vit ungu í 9.flokki sleppa at arbeiða í viku 26 ella 27.

Hugsaði um tað var møguligt at arbeiða í 26? heldur tað enn í viku 27?

vh. ein ungur

Bygdarráðið skal taka endaligu støðu til Ung í arbeiði. Hetta verður gjørt á bygdarráðsfundinum fríggjakvøldið 28. mai.

Tá ið avgerðin er tikin, fáa tit boð umvegis Vestmanna Skúla.


 

Bátabrúgvar

Mai 21 , 2010
Hvør bestemmar hvar bátabrúgvarnar skulu goymast?

Hevði tað ikki verið nógv betur um tær blivu lagdar ímillum frystigoymsluna og smiðuna á keiðuni.

Har er einki annað allíkavæl??

Hitt økið sum nakrar av brúðnum longu eru lagdar er tað perfekta staði til kampingvognar og smærri bátar, veðurgott og asfaltera.

Roynið nú og latið tey sum hava frítíðar bátar/vognar hava tað høgligt.



Ein Vestmenningur

Nú misskitu vit okkurt í samband við fyrra svarið - haldi okkum til góðar.

Brúgvarnar verða lagdar av fyrireikarunum í samráð við Vestmannahavnar Havn. Ætlanin er framyvir at brúka hetta øki til ymisk endamál hjá Vestmannahavnar Havn.

Økið ímillum frystigoymsluna er leiguøkið hjá Vestmanna Fiskavirki, so tí økinum hava teir ræði á.


 

Seyður

Mai 21 , 2010
Nú er 20. mai og enn gongur seyðurin í bygdini. Kann kommunan ikki geva eigarunum átalu?

Nógvar viðmerkingar eru í spyr bara um, at seyður enn gongur innanfyri garðarnar, hóast Græsningsretten for Faar paa Bø eller anden Indmark tilkommer i Tiden fra den 25. Oktober til den 14. Maj overliggende Hauges Ejer, medmindre anderledes lovligt er fastsat sambært grein 34 í Hagalógini, lov nr. 172 frá 18. maj 1937 for Færøerne om haugers styrelse og drift m.m., sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 77 frá 25. mai 2009.

Men sambært grein 35 í somu lóg, kann Forlængelse af Græsningstiden om Vaaren kan ske med Samtykke af saa mange, som ejer eller bruger to Trediedele af den paagældende Indmark (beregnet efter Skattemarker), ligesom Forkortelse af Tiden baade om Vaaren og om Høsten kan foretages, naar saa mange samtykker, som ejer eller bruger to Trediedele af den eller de græsningsberettigede Hauger (beregnet efter Marketal). Saadan Afvigelse gælder dog kun for den enkelte Vaar eller Høst og ikke for længere Tid end 2 Uger.

Um eigararnir brúka henda rætt, og at tað er grundin til, at seyður framvegis er innanfyri garðarnar, veit kommunan ikki.

Kommunan hevur eina Hegnsýnisnevnd, sum sýnar garðarnar og gevur teimum, sum hegnskyldu hava, boð um at fáa hegn ella garð í rættlag, um onkur viðurskifti ikki eru í lagi.

Hóast tað, er tað enn seyður, sum gongur innanfyri garðarnar, men tað er so skyldan hjá eigarunum at fáa allan seyðin út um garðarnar, og um seyður kortini framhaldandi kemur innum garðarnar, so mugu eigararnir onkursvegna forða fyri, at ávísur seyður ferð eftir ferð kemur innum aftur.

Vit hava strika onkrar viðmerkingar, men svarið hevði verið tað sama.

 

 


 

Seyður

Mai 17 , 2010
Kunnu tit ikki syrgja fyri at seyðurin er farin av bønum tá ið hann skal, haldi at tað er undrunarvert at fjallseyður altíð er tann seinasti seyðurin sum verður rikin av bønum ár eftir ár.

Gott nokk veit eg at tað ikki eru tit sum skullu reka seyðin av bønum, men tað kundi veri gjørt á tann hátt at hagin betalti dagbøtur um seyðurin ikki fer av bønum.

Hart og kontant, tí 90% av Vestminingum orka ikki fyri seyði.
Sum tú nevnir, er tað ikki kommunan, sum skal syrgja fyri, at seyðurin verður rikin av bønum, og kommunan kann heldur ikki útskrivað dagbøtur, um seyðurin ikki verður rikin av bønum til tíðina.

 

Seyður

Mai 17 , 2010
Hvør gevur seyðaánarunum loyvi til at hava seyðin gangandi á bønum (urtagørðum) aftaná 14 mai

Eingin, okkum vitandi.


 

Busssamband

Mai 15 , 2010
Hví lýsa tit ikki við hvussu fólk kunnu koma til og úr Vestmanna við almennum ella privatum bussum. Hetta vildi verið ein hent upplýsing serliga nú ið bygdin er vertur fyri bátastevnu og hópin av fólki hevur tørv á at koma aftur og fram bæði dag og nátt.

Í skránni fyri Bátastevnuna, sum sæst á framsíðuni, verður lýst við náttarbussi.

Náttarbussurin koyrir soleiðis á Bátastevnuni:

 Úr Vestmanna:  21.30  23.30  Og eftir dansin (Fráferð niðanfyri ítróttarhøllina)
 Úr Havn:  22.30  00.30  (Fráferð frá City Burger)
       
   

Harumframt koyra Bygdaleiðir. Túrarnir hjá Leið 100 síggjast her.


 

Vevkameraið á kaini

Mai 14 , 2010
Tað er spell at vevkameraið á kaini ikki virkar, nú nógvir bátar og fólk leita sær til bygdina á bátastevnu um vikuskiftið.



Heilsan ein vestmenningur, ið ikki fær verið við á bátastevnuni.



Vestmanna Kommuna hevur keypt nýtt vevkamera.
Tað verður sett upp á dag.

 

Rakstur hjá Vestmanna Havn

Mai 14 , 2010
Hvat var inntøkan hjá Vestmanna Havn fyri 2009? Hvaðani stavaðu inntøkurnar - frá fiskiskipum sum landa, uppløgdum skipum, farmaskipum, økisleiðu, v.m.? Hvílir raksturin hjá Vestmanna Havn í sær sjálvum, ella má skattgjaldarin spýta í kassan?

 

Vestmanna Havn hevur havt yvirskot øll seinastu árini, yvirskotið hevur verið:

2006

1.540.338

  Óvanlig inntøka: Semja við Strandferðsluna 866.666 kr

2007

1.280.206

  Óvanlig inntøka: Søla av bygningi hjá Fjarðahús 650.000 kr

2008

465.554

 

2009

149.809

2010 (Fíggjarætlan)

570.500

 

 

Størsta einstaka inntøkan er lendisleigan. Býtið millum inntøkurnar í 2008 var hetta:

Inngangandi vørugjøld

145.714

Útgangandi vørugjøld

83.951

Bryggjugjøld

385.121

Havnagjøld

33.098

Inntøka av bátaplássum

135.125

Leiga av lendum

583.863

Vatnsøla

18.360

El-søla

157.068

 

 

 


 

Hvør situr í nevnd

Mai 14 , 2010
Hvør situr í nevndini fyri bygdarsavni

Karl A. Olsen, Evelyn Gaard og Jákup Oluf Hansen.


 

Skatturin fyri apríl

Mai 12 , 2010
Haldi meg ikki hava sæd skattin fyri apríl, nær verür hann almannakunngjørdur !



Spentur
Sí tíðindini á framsíðuni.

 

Skattur apríl

Mai 12 , 2010
Hví frættist einki um skattainntøkuna í apríl. Gott hevði veri at fingið kunning um hvussu stór skattainntøkan hevur veri higartil í ár í mun til ætlanina, og ikki bert í mun til inntøkuna seinasta ár. Hvussu við útreiðslunum í mun til ætlanina?
Sí tíðindini á framsíðuni.

 

Mál nr. 90......

Mai 10 , 2010
Bygdarráðið hevur samtykt at umrødda ætlan verður góðtikin av verkfrøðingi fyrst...!? Hvat verður tekniska deild brúkt til, um hon ikki kann siga gott fyri einari ætlan sum hesari? Tað má verða somikið av førleika hjá teknisku deild at hon kann siga fyri ella ímóti slíkum arbeiði. Tað kann ikki verða meiningin at tekniska deild ikki kannar verkætlanir sjálv!

Út frá prosjektinum yvir Fjalsveg og eftir fyrispurning til teir, sum hava staðið fyri arbeiðinum, hevur Tekniska Deild sagt gott fyri tí parti av hesi ætlan, sum hevur við trýstið á laðaða garðin at gera.
Í samband við sjálva umsóknina metti Tekniska Nevnd, at tilfarið, sum sent varð inn saman við umsóknini, ikki var nøktandi til eina endaliga støðutakan. Nevndin samtykti tí at ganga umsóknini á møti treytað av, at verkfrøðingur kannar verkætlanina og góðkennir hana. Bygdarráðið samtykti tilmælið frá Teknisku Nevnd. Talan er um privata verkætlan, og tí er tað tann, sum ætlar at byggja, sum skal gera og gjalda fyri byggiætlanina.
Arbeiðsuppgávurnar hjá teknisku deild eru m.a. at vera ráðgevi hjá Bygdarráði og nevndum, og teknisk leiðsla, tá talan er um kommunal byggimál og arbeiðir.


 

Ung í arbeiði

Mai 05 , 2010
Fer tað aftur í ár at verða møguleiki fyri ung at arbeiða hjá kommununi?

Ein ungur

Enn er endalig avgerð ikki tikin um, nær ið arbeitt verður í summar, men tað verður allarhelst í viku 26 ella viku 27.

Tá ið avgerðin er tikin, verða boð send til Vestmanna Skúla og løgd á heimasíðuna hjá Vestmanna Kommunu.


 

Oljubilar

Mai 04 , 2010
Vanligt er, at oljubilar, tá teir ikki eru í arbeiði - t.e. um næturnar og í vikuskiftum - standa gyrdir inni. Er hetta, tí tað er eitt lógarkrav? Fer Effo at fáa eina nýggja gyrðing, nú kommunan hevur ognartikið gomlu gyrðingina á Grønanesi?

Haldi í hvussu er ikki, at trygdin er í hásæti, tá bilurin stendur á allfarðarvegi eitt heilt vikuskifti.

Sambært Brunaumsjón Landsins er tað ikki neyðugt, at tangabilar, sum føra gassolju, standa innigirdir. Okkum vitandi, førir tangabilurin hjá Effo gassolju.

Hinvegin skulu tangabilar, sum føra bensin, standa innigirdir.

Effo hevur biðið um og fingið játtað leiguøki innanfyri girðingina í grótbrotinum í Stóragerði.


 

Slódin

Mai 03 , 2010
Hvat ger VK fyri at fáda stovnin slódina til vestmannar.

Tad gevur arb til ca 8-12 fólk.
VK spurdi seg fyri hjá Nærverkinum, tá vit sóu, at tey sóknast eftir hølum uttan fyri Havnina. Tey vilja helst hava eini hús upp á 250 m2 300 m2 og helst í einari hædd, Kristiansborg er tí heldur lítil; harumframt skal kommunan gjalda fyri umbyggingar, og tað hava vit ikki møguleika til í løtuni.

 

fríðka um byggdina

Mai 03 , 2010


Hví luktar tað so illa at ganga framvið rottangunum frá útstykkingini í vesturi ?

Tað hevði verið sera gott um, tey ið hava ábyrgdina, høvdu rudda aftaná nýggjársbálið við endan av Fjalslíð. Børn spala har og kunnu koma illa fyri av brotnum glasið ella ymiskum øðrum.

heilsan

Ein vælnøgdur borgari, ið dámar væl at ganga túr

Helst er okkurt deksul farið út av lagi - umsjónarmaðurin kannar málið.

Tá loyvi verður givið til at brenna nýggjársbál, er ein av treytunum, at ruddast skal upp aftaná. Vit seta okkum í samband við teir, sum loyvi hava fingið, og heita á teir um at rudda upp eftir bálið.