BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Fjalsvegur

Juni 28 , 2010
Nær verður miðteinurin á Fjalsvegi gjørdur?
Eingin upphædd er sett av til hetta endamál á fíggjarætlanini fyri kommununa fyri 2010.

 

Kongaskipið

Juni 28 , 2010
Kunnu tit snara vev myndatólinum, so vit - útisetaar - kunnu síggja kongaskipið á Vestmanna?

Vevmyndatólið verður snarað inneftir nú fyrrapartin.

Dannebrog kemur á Vestmanna uml. kl. 12 í dag.


 

Dansistovan

Juni 22 , 2010
Er dansistovan selt til heilt annað virksemi enn tað hon nú verður brúkt til, so sum ungdómsdans, bingo vm. Kommunan hevur jú opnað Staðið so ikki er brúk fyri dansistovuni meira.
Tað er ikki kommunan, sum eigur dansistovuna, so tað er heldur ikki kommunan, ið skipar fyri virkseminum har.

 

Bygdarráðsfundurin í juni útsettur

Juni 21 , 2010
HVí kemur skráin ongantí út á heimasíðuna undan fundunum ?

Smb. grein 5 stk. 2 í fundarskipanini fyri Vestmanna Kommunu verður fundarskráin til bygdarráðsfund send bygdarráðslimunum minst 4 arbeiðsdagar áðrenn bygdarráðsfundin.

Vanliga mannagongdin er, at fundarskráin verður send bygdarráðslimunum mikudagin áðrenn regluligan bygdarráðsfund (tvs. 4 arbeiðsdagar). Hósdag ella fríggjadag verður fundarskráin løgd á heimasíðuna og hongd í talvuna.

Næsti bygdarráðsfundur verður sum kunnugt væntandi 5. ella 6. juli. Fundarskráin til hendan fundin verður tí væntandi almannkunngjørd mikudagin, hósdagin ella fríggjadagin í vikuni frammanundan.


 

Brandliðið

Juni 17 , 2010
Tað er deiligt at vit vita at vit hava eitt so gott sløkki og bjargingarlið her í Vestmanna, og teir hava eisini so sannuliga víst hvat teir duga til.

Tað man ikki altíð hava verið so hugaligt hjá teimum at fara til arbeiðis.

So at teir fáa okkurt gott afturfyri skal vera teimum vælunt.

Takk Vestmanna sløkki og bjargingarlið.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Vegirnir

Juni 17 , 2010
Tað er fantastiskt sum vegurin inni í Dal er blivin góður har er stuttligt at fara biltúr:) Er tað kommunan, sum hevur staðið fyri hasum vælaarbeiði? Flott, flott! Nú manglar bara at dalurin verður ruddaður, har flýtur í øllum møguligum, rørum, hjólum, kassum, bøjum, flotum, og mangt, mangt annað. Hvør eigur allan handan lortin? um eg so má siga?

Har er so vakurt at ganga sær ein túr, so alt óruddi stendur í kontrast til ta vøkru náttúruna, og tann nú góða vegin. Um vit skulu gera okkum vón um at fáa tað reint og ruddiligt mugu vit byrja frá einum enda av.

Góðu tit ikki siga at tit einki kunnu gera við hetta, please!!!

Tað er arbeiðstakari, sum hevur gjørt hetta arbeiði fyri Elfelagið SEV.

Vestmanna Kommuna hevur sent áheitan á Elfelagið SEV, Sp/f Røkt og festaran um at rudda økið.


 

Leysar kettir

Juni 17 , 2010
Haldi tað líkist ongum at onki verður gjørt við leysar kettir. Eg vamlist av hesum fremmandu kettunum gangandi í havanum.



Og so haldi eg eisini at tað er stór stór skomm at kommanan ger so nógv fyri at fáa hundarnar vekk, tá seyðurin er tann ið er nógv nógv verri
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Takk

Juni 17 , 2010
Tit í Vestmanna kommunu eiga takk.

Eg veit ikki hvør situr har, men takk fyri, hóast tit ikki eiga nógva pengar men hava gjørt so frægt sum tit hava. Takk fyri at tit byggja ellisheim, takk fyri at tit hava byrja uppá niðaraveg, takk fyri at tit hava byrja uppá at gera grønt á fótbóltsvøllinum, takk fyri at tit hava sett undgómshús á stovn, takk fyri at tit hava gjørt sýsluskrivstovuna í stand til eldri at vera í, takk fyri at tit hava stuðla VÌF á ymiskan hátt, takk fyri at tit stuðla Ageda felagnum í teirra arbeiði, takk fyri at tit giviði brandmonnunum nýggja brandstøð, takk fyri at tit vilja hava Kvívík og Vestmanna at leggja saman, takk fyri at tit líggja í sak við Kvívík um teirra bátahyl, takk fyri at ti góðu fiskivinnuskúlanum byggiloyvi og góðu landinum grundstykkið ókeypis, takk fyri at tit nú eiga húsini hjá Maju, tí har trongir til at breiðkast, takk at tit hava gjørt avtalu við SEV, um at tit nú eiga allar ognirnar framvið vegnum, takk fyri at tit hava hugna umkring sev vð brúgv o,ø. takk fyri fjallsvegin, takk fyri tað pena torgið. Tit eiga stóra tøkk uppiborna.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Barandmenn

Juni 17 , 2010
Kunnu vit faa eina ferðafrágreiðing, um túrin hjá brandmonnunum í ìslandi.
Sí tíðindini á forsíðuni.

 

Leysar kettir

Juni 15 , 2010
Ger kommunan nakað við leysar kettur? Hava tær loyvið til at ganga leysar?
Okkum vitandi eru ongar ásetingar í lóg ella kunngerð um kettur.

 

Røktarheim

Juni 14 , 2010
Spell, at seinasti viðmerkjarin ikki setir sítt kristna navn undir tað, ið hann/hon metir um byggingina av røtarheimi. Tá hevði borið til, at fingið eitt skilagott orðaskifti um málið.

Viðmerkjarin kundi eisini nevnt okkurt alternativ til byggingina, ið nú fer fram.

Eingin ivi er um, at flestu okkara, eru sera fegin um og takksom fyri, at ein framúr góð loysn á eldraøkinum, nú er í ljósmála.



Jóhan Simonsen

Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Røktarheim

Juni 11 , 2010
Tað kann eisini vera at tað er kvirt um røktarheimsbygging, tí vit eru kedd og stúrin fyri, tá ið rokningin kemur:( Vit hava ikki gloymt Fjalsveg og alt annað, sum ikki verður gjørt liðugt. Ikki allir vestmenningar gleðast um Røktarheimið, bara so tit vita tað!
Nei, neyvan eru tað øll, men munnu tað kortini ikki vera tey flestu, sum gleðast um røktarheimið?

 

Burturmist taska

Juni 11 , 2010
Dóttir mín hevur mist eina tasku, møguliga, á veg frá bussinum og heim til okkara. Taskan er lítil og grá. Í henni er ein ljósagrøn pengamappa og ein Nokia fartelefon.

Hon fór av bussinum Heygagøta/Bøgøta og gekk síðani niðan gjøgnum Heygatún og gøtuna niðan á Hallarveg.

Um onkur hevur funnið taskuna, so vinarliga ring til mín á tlf. 272922.

Malan
-

 

at røra seg!!

Juni 09 , 2010
Eg haldi tað er frálíkt at kommunan er við til at skipa fyri felags tiltøkum bæði so og so. Tað kostar kommununi lítið og onki at bjóða ein drekkamunn og leggja hølir til, men er til stórt gagn fyri teir borgarar, sum annars taka av tilboðnum. Rokni heldur ikki við at tað hevur negativan ávirkan á arbeiði hjá teimum ráðandi.Stóra tøkk til tykkum øll sum tíma at skipa fyri tiltøkum av øllum slag.

Verður nøkur blómusøla í ár??

Ongin plantusøla verður í ár.


 

veb camera

Juni 09 , 2010
Er tað ætlanin at vebcameraði skal vísa so, sum tað ger nú, útmerkaður rætningurtil bátastevnu at síggja niður á kajuna men so ikki meira.Snara tí heldur aftur sum tað var frammanundan tað var ein góð mynd
Vevmyndatólið verður flutt í næstum.