BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 28.06.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Operatión Miðalsbrekka

Juli 13 , 2010
Tað verður ótrúliga spennandi at síggja bátahylin og fríðkanina fram við Gjógvará, tá ið arbeiðið er liðugt. Tá tosað verður um trivnað, so hava slíkar verkætlanir, ið fríðka bygdina, ótrúliga stóran týdning. Bygdin eigur ikki bara at vera sethús og virkir. Næst á skránni skuldi fríðkanin av Miðalsbrekku staðið. Vit skuldu fingið arbeiðið fram við vegunum í allari Miðalsbrekku at sæð liðugt út. Plantað ymiskt og fingið Miðalsbrekku vakrari. Sum nú er, sær tað út sum um menninir eru farnir í døgurða og byrja skjótt aftur. Ein 30 ára langur døgurðasteður. Tað er ikki ógjørligt at fáa sett hol á tað arbeiðið. Miðalsbrekka er okkara nýggjasti býlingur og eisini tann, ið minst er gjørt við.

vagnur streymoy

Bæði sitandi og undanfarin bygdarráð hava viðgjørt Miðalsbrekku; øll ásanna, at har skulu gerast nógvar ábøtur. Men vit mugu eisini ásanna, at tað verður kostnaðarmikið at gera Miðalsbrekku og býlingin uppi í Vestri lidnan.

Sitandi bygdarráð hevur svingið Garðavegur/Hornavegur við í síni íløguætlan, men enn er sera óvist, um vit megna at gera hetta arbeiði í hesi setuni. Vónandi verða onkrar smærri ábøtur gjørdar komandi árini, kanska verður hetta arbeiðið partur av verkætlanini Ung í arbeiði.


 

Cafe

Juli 12 , 2010
Nær er cafe'in í handlinum hjá Niels hjá John opin?

Café'in í íbúðini hjá Niels hjá John er opin hvønn dag frá kl. 14-24.

Stongt er tó 15., 16. og 17. juli.


 

Framtíðar íløgur og røktarheimið

Juli 08 , 2010
Í ár er ikki møguligt hjá kommununi at gera íløgur í annað enn ellis- og røktarheimið. Verður støðan tann sama tey komandi árini? Hvussu nógvar milliónir fer kommunan væntandi at skylda, tá ið heimið er uppkomið? Kemur bert kommunan at standa við endan, tá/(um) eykarokningarnar koma? Hvat væntast samlaði kostnaðurin fyri heimið at fara at vera?

Fíggjarmálaráðið setti Vestmanna Kommunu ávísar treytir í sambandi við røktarheimsætlanina, ein teirra er, at yvirskot á 6 mió. kr skal vera á fíggjarætlanini fyri røktarheimsútreiðslur. Væntandi ber til at hava onkrar smærri íløgur uttan at nevnda treyt verður brotin. Tað veldst eisini í stóran mun um inntøkurnar. Tá kommunuskuldin er komin niður um eina álíkning, fella treytirnar frá Fíggjarmálaráðnum burtur.

Tá røktarheimið er liðugt verður skuldin væntandi um 50 mió. kr. Kommuna er byggiharri og eigur byggikostnaðin, men vit vænta ikki eykakostnað; um hann verður, so verður hann ikki størri enn tað, sum er tikið við í verkætlanina sum ókendar útreiðslur. Vestmanna Kommuna eigur ikki rakstrarútreiðslurnar; Almannamálaráðið/Nærverkið rekur røktarheimini.

Røktarheimið, vegflytingin og annað kann ikki kosta meir enn 44.613.982 kr.


 

røktarheim

Juli 08 , 2010
Tað kundi kanska verið eitt hugskot at havt ein lítlan teig her á síðuni við meiningsmálingum um ymisk lokal viðurskifti, sum t.d. hvat fólk halda um røktarheimsbyggingina :-)

Vit hava hugsað um møguleikan í sambandi við, at heimasíðan verður endurskoðað. Vit ivast tó í, um ein tílík meiningarkanning kann nýtast til nakað. Sami persónur kann svara fleiri ferðir, harumframt kunnu fólk úr øllum Føroyum ja, enntá í øllum heiminum svara; tí ber illa til at siga, at eitt úrslit av eini slíkari meiningarkanning umboðar hugsanir hjá vestmenningum um lokal viðurskiftir.

Vit fara at kanna, um aðrir møguleikar eru at lata vestmenningar koma til orðanna um ymisk lokal mál.


 

Hey

Juli 08 , 2010
Hví sleppur trailarin hjá skipafelagnum at standa á fortovinum niðanfyri skivuna, so vit sum eiga at ganga har skullu út á vegin at ganga.

Kunnu tit gera nakað við hettar?

Kommunan hevur ikki givið loyvi til parkeringina, tú nevnir.

Parkeringsviðurskifti eru skipað sambært ferðslulógini, so tað er løgreglan, sum skal fáa boð um skeiva parkering.