BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Hvussu gongur í Vestmanna

August 31 , 2010
Ja, tað sær ikki so svart út kortini? fólkatalið vaksið 26 fólk frá 1966 til 2010, 44 ár, altso 0,6 fólk pr. ár; tað er so ikki afturgongd, men so er spurningurin, hvussu er aldurssamansetingin? 20 børn í 1. flokk í ár, tað var heilt gott, má sigast, og meginparturin gentur, tað var enn betri, tí sum flestum kunnugt so eru konufólkini 2000 færri í øllum Føroyum enn menninir, hvussu støðan á tí økinum er her í bygdini, veit eg ikki. Skrivaði um Timburhandilin her fyri og vísti á tær stóru og keðiligu broytingarnar tey síðstu nógvu árini. Kanska var hetta dekan og dapurt, men tað var ikki bara fyri at mála f.... upp á veggin, men meira fyri at benda á, at vit mugu gera okkurt og standa saman um tað, sum er, um ikki alt skal gleppa okkum av hendi, tí Havnin er ómettilig, hon tekur móti øllum, og alt vil hagar. Nakrir/nøkur royna tó at finna upp á nýtt og aðrir halda nøkrum av teimum siðbundnu hjólunum gangandi, og tað eiga vit at gleðast um og gera okkara til, at tað skal eydnast, bæði fólk og bygdarráð, tí er hetta bara ein hálvdeyð sovibygd, so er henni ikki lív lagað.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Leysir hundar

August 25 , 2010

Góða Vestmanna Kommuna


Ja, tað er eitt løgreglumál.


Tá kommunan allíkavæl velur at blanda seg í eitt tílíkt mál, EIGUR kommunan at gera tað líka fyri allar borgarar, so øll verða behandlaði eins.


Tað ganga stadigvekk leysir hundar í kommununi - hví fáa tey onki bræv? (vit hava spurgt okkum fyri)

Ringið til Kommunuskrivstovuna á tlf. 770 100 og boðið okkum frá, hvørjar hundar tað snýr seg um.


 

Røða fyri kongshjúnunum

August 25 , 2010
Fleiri hava sagt, at borgarstjórin helt eina góða og skemtiliga røðu fyri kongshjúnunum, kunnu tit ikki leggja hana á heimasíðuna, so at vit vanligu eisini kunnu lesa hana?
Røðan er løgd á tíðindisíðuna. Trýst her.

 

Leysir hundar

August 25 , 2010
Fer kommunan at gera nakað meira við leystgangandi hundar. Veit at kommunan hevur sent bræv út til einstøk húsarhald um hetta. Men hvørji vóru tey útvaldu og hví ikki øll?

Kommunan fekk fráboðanir um hundar, sum ofta gingu leysir, og sendi brøv út til hesar hundaeigarar, um at fáa viðurskiftini í rættlag.

Ongin orsøk er at senda brøv til hundaeigarar, sum hava hund teirra í bandi.


 

Hundaóskil

August 25 , 2010
Mín lítli hundur í bandi bleiv álopin av einum stórum hundi uttan band nú ein dagin. Hann gleipti um ryggin á mínum hundi.



Hvussu ber tað til at tað ganga hundar leysir stadigvekk í Vestmanna kommunu? Sendi Vestmanna Kommuna ikki bræv út til allir hundaeigarir ella vóru tað bara einstøk útvald ið fingu bræv?

Vestmanna Kommuna fekk í vár fleiri fráboðanir frá borgarum um hundar, sum gingu einsamallir og leysir á almennum vegi. Eftir áheitan frá hesum borgarum sendi Vestmanna Kommuna brøv til fleiri hundaeigarar um hesi viðurskifti.

Til kunningar verður grein 3 í lógini um hundar (ll. nr. 82 frá 1990) endurgivin her:

3.Ikki er loyvt at hava hund gangandi leysan á gøtu, vegi, breyt ella øki o.t., sum opin eru fyri vanligari ferðslu, uttan so at hann er havdur í bandi ella er við fólki, sum hevur fult ræði á honum. Hundur kann ikki sigast at hava ein leiðara, bert tí hann er undir eftirliti frá ánarans húsum ella vinnustaði. Verður hundur havdur í bandi, skal tað vera so stutt, at leiðarin hevur hann tætt inni at sær. Gongur hundur leysur uttan leiðara, sum hevur fult ræði á honum, tekur løgreglan hann upp og boðar tí frá, sum hundin eigur. Hevur hundurin ikki helsi og spjaldur, sum fyrisett í 1, verður lýst eftir ánaranum. Hevur ánarin ikki innan 3 ferðir 24 tímar frá tí, boðað er frá, ella lýst er eftir, loyst hundin móti at rinda tey gjøld, sum staðist hava av upptøkuni, kann løgreglan avhenda ella avlíva hann. Avlop, um so skuldi verið, eigur hann, sum hevur hundin, um hann sigur frá innan 3 mánaðir og próvførir sín rætt og annars tann kommunan, har hundurin er upptikin. Landsstýrið kann fyriseta gjøllari reglur um avhending av upptiknum hundum.

Viðmerkjast skal, at leysgangandi hundar er eitt løgreglumál, ikki ein kommunal uppgáva, men Vestmanna Kommuna gjørdi borgarunum eina tænastu við at venda okkum beinleiðis til hundaeigararnar við áheitan um at fáa viðurskiftini í rættlag, áðrenn onkur meldaði hundarnar til løgregluna.

Vita tit um hundar, sum ganga leysir, kunnu tit seta tykkum í samband við Kommunuskrivstovuna.

Í spurningi tínum vísir tú á, at hundur tín er blivin bitin. Tað er sera harmiligt, og í slíkum førum eigur tú at melda málið til løgregluna.


 

Timburhandilin

August 24 , 2010
Ja, so fór hann eisini, sum so mangt annað virksemi undan honum her í bygdini, men munnu nøkur onnur enn vit sjálvi hava skuldina? vóru vit so røsk at keypa frá teimum? sóust ikki bilar við byggitilfari frá øðrum timbursølum her í heilum, ella var tað tí tað var so nógv stuttligari at fara til Havnar ein túr? ilt er at vita, men løgið tykist tað, at við tí góða vegasambandinum suðureftir, so varð alt virksemið sum dustsogið úr bygdini. Hvat man fara at verða næst á skránni? Føroya Banki, Posthúsið, Fiskavirking, Fjørukrógvin, Vestpakk ella onkur av handlunum??????? Vit minnast Sýslumansskrivstovuna, SEV, Trolvirkið, Stubban, Fjarðahús, Skipasmiðjuna, og fara vit so nøkur fleiri ár aftur í tíðina, so var eitt iðandi lív fram við Niðara Vegi, allir handlarnir: Sentrum(matstova/handil/høsnarí), Klædnabúðin, Skipper (bakarí,hotel), Otto Jacobsen(handil/turkihús/fristarí), Einar Dahl(handil/fiskakeyp), Niels hjá John(handil/kolasøla/skipaumboð), Mortan Mørk, Hjalmar Didriksen, Tummas hjá Hanni, Palli hjá Funningspóli(handil/bakarí/turkihús), Axel á Bakkanum(handil/timburhandil); uppi við Ovara Veg vóru eisini handlar: Sápuhúsið(bakarí/handil), Hans á Fjørðinum(klæðir o.a.?)

Síðan er at nevna maskinsnikkaravirkini: Olaf hjá Ginnu, Gunnar á Mørk, Louis hjá Axali, Jóhannus hjá Kollfjarðahanusi, og ikki at gloyma smiðjuna hjá Palla í Lon. Alt hetta hevði eitt øgiligt virksemi við sær, Har arbeiddu ein rúgva av fólki, vaksið og ungt, nógvir lærlingar, eisini av bygd, ja sjálvt á telefonstøðini arbeiddu fleiri gentur í umstillingini. Tann nógvi ungdómurin hevði eisini nakað at fara til í frítíðini, dansur og biograf minst eina ferð um vikuna, har mundi mangt ástarbandið knýtast. Hvar fór alt?? Svølgdi Havnin øllum? Nógvum í øllum føri!!

Allar medaljur hava eina baksíðu, tað góða vegasambandið er gott, men tað krevur eisini nakað av okkum, fólkatalið í Vestmanna er í øllum føri ikki vaksið síðan tá, heldur hin vegin, haldi eg? Tað kundi verið stuttligt at fingið at vita, hvussu nógv fólk búðu í Vestmanna í 1966, og hvussu nógv nú?
Í 1966 var fólkatalið í Vestmanna 1186 - í dag er fólkatalið 1212.

 

Vegurin inn í Fjall

August 24 , 2010
Hvør er tad sum eigur at halda uppdyrkingarvegin inn í Fjall? Er tad kommunan?

Gangi ofta tú har uppi og ístødum er sera vátt . Hettar kundi nemt veri ordna, vid at grøvin í ovara bord bleiv reinsa eitt sindur. Tí øllum kunnugt, er tad vatn, sum fer ringast vid vegum sum hesum.

Vegurin er ikki matrikuleraður sum almennur vegur, men tað er kommunan, sum heldur vegin. Við jøvnum millumbilum hevur kommunan brúkt ung í arbeiði til at reinsa veitina, men hetta hava tíverri ikki verið stundir til í ár.


 

Vøllurin á Fjør

August 24 , 2010
Hey VK



Eru nækrar frammtíðarplanir við vøllinum inni á Fjør.?

Eg síggji bara av og á Finnboða sletta eitt sindur av slidnum grasið er og der, og so spenna nækrar gstrengur yvir um.



Vh



Nøgdur borgari











Økið er í byggisamtyktini fyri Vestmanna Kommunu útlagt sum øki til Frítíðarhús, húsvognar og tjalding.
Ásetingarnar fyri økið síggjast her niðanfyri:

1.     Á økinum er loyvt at byggja frítíðarhús, og at skipa øki til húsvognar og tjalding.
        Bygningur til felags umsiting o.l. kann byggjast á økinum.
2.     Grundstykkini til frítíðarhús skulu vera í minsta lagi 150 m2 til støddar.
3.     Loyvt er at gera fleiri frítíðarhús til útleigan á sama matrikli. Tó skal víddin saman-lagt svara til minst 150 m2 til hvønn bygning.
4.     Nettonýtingarstigið má ikki fara upp um 0,5 fyri frítíðarhús.
5.     Hús mugu einans verða bygd í einari hædd við nýttum lofti og mugu ikki vera hægri enn 4 m til yvirgrind og 6 m til mønuna mátað frá miðaljørðildi.
        Er munurin á lægsta og hægsta jørðildi meira enn 2 metrar, kann kjallari gerast. Kjallari má tó bert verða til víddar 50% av víddini á stovuhæddini. Har bygging er framvið vegi, kann byggivaldið áseta hæddina á kjallaraloftinum í mun til veghæddina.
        Har kjallari ikki verður gjørdur, skal støðið undir húsunum í mesta lagi vera 60 cm.
6.     Í serstakari byggisamtykt er ikki loyvt at fara upp um tey nýtingarstig, sum nevnd eru í 4. stk., tá økið verður roknað sum heild.
7.     Bygdarráðið kann krevja, at girðing verður gjørd um økið til hvørt frítíðarhús.
8.     Frítíðarhúsini skulu sum minstamát hava lagt el, hita og vatn til húsini og kloakk frá húsunum. Harumframt skulu inni á økinum verða neyðug gøtuljós uppsett. Allar  íløgur hesum viðvíkjandi skulu rindast av byggiharranum, umframt at byggiharrin skal rinda gjald fyri íbinding av vatnveiting og kloakk.
9.     Skipan og bygging kann bert fara fram sambært góðkendari serstakari byggisamtykt.

 


 

Golfo Azzurro

August 24 , 2010
Hey, vil bara spyrja um Golfo Azzurro, báturin hjá Sea Sheaperd, hevur goldið havnagjald, hann lá jú her á vánni nú eina náttina ?
Nei, Golfo Azzurro rindaði ikki havnagjald. Báturin kemur undir stuttleikabátar, og teir rinda ikki havnagjald.

 

fótbóltvøllurin

August 17 , 2010
Nú tá vestmannakomuna byggjir røtarheim úti á Grønanes,

og teir sum hava sprongt og knúst gróti til ymiskar sortir av gróti. Neva grót og skjerv .Hvi hava tit ikki knúst nokk av gróti til at leggja eitt lag av gróti omaná fótbóltsvøllin inni á fjørð, so hann kundi veri drenaður, og veri brúktur sum ein fótbóltsvøllur. Vit hava nógvar piltar i vestmanna sum koyra vestur i vágar at trena, so tað hevði veri gott høvi hjá teimun at trena har inni eisini, um vøllurin var gjørdur í stand, og ikki var sum eitt runudýgji. Tak fyri at piltanir kunnu koyra vestur i Vágar at venja ti teir eru framtíðin.

At knúsa grótið í ymsar støddir varð ikki upprunaliga í jørð- og vegprosjektinum, men skuldi ætlandi koma undir bygningsprosjektið. Hetta varð broytt ávegis, og tað blivu bert knústar á leið tær nøgdir av tilfari, sum skal brúkast í samband við arbeiðið. At knúsa grótið í størri nøgdir, enn tað skulu brúkast til røktarheimið, hevði dýrkað um arbeiðið. Hartil hevði tað eisini dýrkað um arbeiðið at koyra tilfar á vøllin Inni á Fjørð.


 

fløskur

August 16 , 2010
kunnu tit í kommununi ikki stilla ein ella annan kassa onkustaðni til glas.

tað nittar onki at vit bara koyra tað í skrel tí at glas blívur ikki vekk. so um vit samla tað saman í staðin.

Tað er IRF, sum vegna kommunurnar stendur fyri skipaðu innsavningini av burturkasti. Glasbingjurnar vóru upprunaliga ætlaðar til glasíløt av ymsum slag, men bingjurnar blivu tíverri brúktar til alt annað glas eisini, og hartil vóru glasíløtini ofta skitin og tvitin, og um IRF skuldi seta fólk til at reinsa og skilja glasið, so gjørdist hetta alt ov kostnaðarmikið. Tí hevur felagsskapurin valt at taka glasbingjurnar burtur. Glas skal nú koyrast í bingjurnar til burturkast, sum skal brennast.

Roknast kann ikki við, at kommunan fer at seta glasbingju upp.


 

Undanførslur

August 11 , 2010
Tað eg meinti við tá tosa verður um gongubreyt,gøtuna sum Jens Martin keypti osv, vil eg ikki fáa eina frágreiðing av hvat er gjørt á Fjalsvegi, og at tað er ov bratt at gera ein gøtu millum Bjargalíð og Fjallslíð er tvætl, tað ber til at gera trappur.

Vit skilja ikki rættuliga, hvat tú meinar við, tá tú sigur, at tú vilt "ikki fáa eina frágreiðing av hvat er gjørt á Fjalsvegi", tá tú spyrt um gøtu í útstykkingini í Vestri! Svarið um viðurskiftini á Fjalsvegi hevur einki at gera við svarið um gøtuna, sum ætlað varð uppi í Vestri! Svarað er í sama viðfangi, tí at viðmerkingar tygara vóru samansjóðaðar.

Tá tað er sagt, so ber sjálvandi til at gera eina trappu, sum tygum vísa á, men í hesum førinum hevur man so valt at strika gøtuna, og í staðin at gera gøtu oman við Hórðará - tann gøtan, sum partvíst er gjørd, og sum í framhaldi av útstykkingini verður bundin í vegirnar frá Heygalíð og Fjalslíð. 


 

Viðvíkjandi: Rætt Vagnur

August 10 , 2010
Viðvíkjandi gøtuni ímillum Bjargalíð og Neslíð so vil eg meina at trappur kanska var ein loysn? Sum er ganga børnini í grótinum.



Tað lagaða grótið uttast á ovara gøtuni uppi í Vestri er leyst. Har eru ofta barnagarðsbørn at síggja um dagarnar og vandi er á ferð. Kann kommunan ikki gera okkurt við hetta?



Hvar er øll moldin - hví skal tað síggja so grátt út har uppi??



Verður tað gjørt nakað við svingið "hjá Odu" áðrenn veturin 2010?

Moldin varð øll burturkoyrd.

Tað er eingin beinleiðis játtan svingið omanfyri hjá Odu, so um ikki aðrar játtanir verða umskipaðar, verður helst einki gjørt við svingið omanfyri hjá Odu í ár. 


 

Trailarar o,a

August 09 , 2010
Takk til tann sum skrivar um trailarin úti á Bakka, men kunnu tit ikki eisini fáa sett ein stoppara fyri, at stórir trailarar/lastbilar standa í Heygabrekku.
Hetta kann bert gerast við parkeringsbanni, og eitt slíkt kemur helst at raka øll akfør. Men málið er til umrøðu.

 

Fitjarnar

August 09 , 2010
Nær koma parkeringsvirðurskiftini á Fitjum í Rættlag ? Hví verða bilarnir sum parkera har ikki beindir oman á økið har gamli Einahandilin var ?
Parkeringsviðurskiftini á Fitjum koma neyvan í rættlag, fyrr enn vegurin dagførdur. Vestmanna Kommuna hevur leigað Elfelagnum SEV alt økið, sum teir frammanundan áttu, og kommunan hevur tí ikki rætt til at vísa bilum oman har at parkera. Harafturat er íbindingin ímillum Niðara Veg og vegin oman til økið, har einahandilin var, sera illa egnað vegtekniskt.

 

Rætt Vagnur

August 09 , 2010
Tað er nógv í tykist mær undarligt her í bygdini, eg vil nevna nøkur dømi, kanska kommunan kemur við eini frágreiðing so at eg betur kann skilja hettar.

Fyrst vil eg nevna Fjalsveg, vakur, fortovskantar og fortov, strikur á vegnum, gøtu oman til viðarlundina, autoverja osv. Mær vitandi eru øll grundstykkir har uppi keypt frá Fjalshaga og privat. Vit sum búgva uppi í Miðalsbrekku og uppi í Vestri og sum hava keypt okkara grundstykkir frá kommununi, hava onki av hesum, einaferð bleiv byrja at gera eina gøtu oman við Hórará, men hon er ikki liðug, børn okkara sleppa ikki um ánna tí har er ongin brúgv, autoverjan niðanfyri hjá Karl, skuldi koma fyri fleiri árum síðani, og gøtan frá Bjargalíð oman á fríðøki uttan fyri húsini hjá Áka G bleiv seld til Jens Martin osv. Eg skilji ikki at man ikki hugnar um Miðalsbrekku og nýggju útstykkingina so at her verur meira livuligt, og at betra um soleiðis at grundstykkini vera seld.

Grundin til at gongubreytir eru gjørdar í støðum á Fjalsvegi, er fyri júst ikki at gera sama feil, sum gjørdur varð í Miðalsbrekku í hesum støðum er vegurin gjørdur liðugur frá grundini av bæði í legu og breidd. Grundin til at gongubreyt ikki er gjørd á miðteininum, er tann, at á hesum strekki er vegurin ikki lagdur í ta legu ella breidd, sum hann skal liggja í, og á ytsta partinum varð ikki hildið ráðiligt at gera vegin lidnan við  asfalti og gongubreytum, samstundis sum stórar maskinur skuldu arbeiða á grundstykkjunum, sum har eru.

Gøtan oman í viðalundina er gjørd við studningi frá Innlendismálaráðnum, og hon er gjørd í tráð við upprunaligu ætlanina yvir viðalundina.

Gøtan, sum er gjørd oman frá útstykkini í Vestri, er eyðvitað ikki gjørd liðug, men er gjørd fyri seinni at verða bundin saman við komandi vegunum í framhaldi av útstykkingini.

Økið, sum ætlað varð til gøtu frá Bjargalíð oman í Neslíð, varð selt, tí at tað varð mett ógjørligt at gera eina líkinda gøtu við tí hæddarmuni, sum er ímillum vegirnar báðar.