BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Vøllur

September 28 , 2010
Nú ið vit "vaksnu" ikki sleppa at sparka niðri á Flatabø og verða vístir niðan á skúlaplenuni, er so ongin møguleiki fyri at skifta graslíkið út ella bøta um tað? Hatta sær ræðuligt út og tað er heldur ikki serliga gott at sparka á.



Sum er, eru fíggjarligu møguleikarnir fyri at skifta graslíkið út, ikki teir bestu, men ætlanin er tó at taka málið upp á næsta byggifundi.

 

Tíðarinnar tonn - av heimasíðuni hjá Posta

September 20 , 2010
Tíðin er búgvin til at minka talið av posthúsum í tráð við lógina frá 2005 um at leggja postvirksemið í partafelag. Ultimo desember 2010 verða tí 13 posthús latin aftur, og tey eru:





1. Eiði

2. Fuglafjørður

3. Gøta

4. Hvalba

5. Kollafjørður

6. Leirvík

7. Sandavágur

8. Skopun

9. Strendur

10. Sørvágur

11. Toftir

12. Vágur

13. Vestmanna





Í hesum sambandi fáa frímerkjasavnarar møguleikan at bíleggja bjálvar við frímerki og síðstadagsstempli, dagfest 30.12.2010.





KANSKA IKKI NØKUR ORSØK AT REKLAMERA FYRI POSTA, MEN VERULEIKANUM KUNNU VIT IKKI RENNA UNDAN.
Verður lagt út uttan viðmerkingar.

 

Ellisheimið

September 20 , 2010
Hevur VK tikið av tilboðnum frá Kanjaon sum varð lægst , ella hevur VK tikið av næstlægsta tilboðnum

frá artikon . Hvør hevur fyngi arbeiðið at byggja ellisheimið.

Heilsan Steingrím Haraldsen
Vestmanna Kommuna hevur sáttmálasamráðingar við Kanjon um arbeiðið.

 

Fólkaatkvøða????

September 08 , 2010

"Ongin kommunusamanlegging verður tó, fyrr enn vestmenningar sjálvir hava tikið undir við henni á nýggjari fólkaatkvøðu", siga tit til spurning her á heimasíðuni í gjár. Løgtingið fer at leggja kommunurnar saman við lóg, og hvat skal fólkaatkvøða tá til? Hevur nakar lovað tykkum fólkaatkvøðu?


Heilavillur

Tað er ógvuliga ivasamt, um meiriluti er í Løgtinginum fyri eini kravdari kommunusamanlegging. Um ikki verður lóggivið um kravda samanlegging, so fer Vestmanna Kommuna enn einaferð at krevja, at Innlendismálaráðið ger av, hvørjari samstarvseind Vestmanna og Kvívík eru partur av - víst verður til 2,2 í lógini um sjálvbodna kommunusamanlegging. Tá tann avgerðin er tikin, kann Vestmanna Kommuna fara undir møguligar samanleggingarsamráðingar. Vestmenningar fara at vera spurdir við vegleiðandi fólkaatkvøðu, um teir taka undir við eini møguligari kommunusamanlegging.


 

Grótið av Grønanesi, ískoyti

September 08 , 2010
Tað er alla æru vert, at bygdarráðið hugsar um ikki at nýta meira av borgarans peningi enn neyðugt, men við hvørt kann vera skilagott at nýta nøkur oyru meira enn minni, um nytta fæst burturúr heldur enn eingin. Nú veit eg tíverri ikki, hvat nevnda byggisamtykt sigur um hatta øki, men er tað soleiðis, at havnalagið skal víðkast, gera størri pláss til goymslu og uppskiping, so tykist mær, at handa byggisamtyktin má endurskoðast og tað nakað skjótt eisini, tí sum sagt fyrr, har er nakað nógv meira pláss enn tørvur er á ( ella hevur bygdarráðið nakað í kvittanum, sum borgararnir ikki vita nakað um?) Og hevði tað kostað tær stóru upphæddirnar meira, at koyrt nakaðav grótinum einar 200 - 300 metrar longuri inn, tá tað longu var komið upp í bilin?? Har hevði grótið í hvussu er gjørt stóra nyttu.

Eftir sum eg eri farin í gongd, so nakrar hugleiðingar aftrat, um nýggju havnina. Eg haldi, at við tí nýggja havnalagnum út móti Bakkanum eru einar 20-30 mill. kr. blakaðar beinleiðis á sjógv til nær um onga nyttu, jú teir, sum eiga trolararnar, kunnu gleðast um, at har er ómakaleyst at fáa trol upp á land at bøta o.a.tað veri teimum væl unt, men hvussu nógv skal slíkt kosta? Vestmanna er ikki longur høvuðshavnin í Norðurstreymoy, tað mugu vit bara ásanna tíverri, og tí er tíð at leggja á annan bógv, meðan væl er.

Hvussu leingi hava vit Fiskavirking her aftrat? Har sær í øllum førum svart út í løtuni, so betur er at vera fyrivarin enn eftirsnarin. Bygdarráðið eigur at hava eina ætlan um, hvat vit skulu leggja dent á í framtíðini her í Vestmanna, bara at víðka havnalagið, tað er ein farin tíð.

Vinarliga tann sami.

Verður lagt úr uttan viðmerking, tó skal vísast á, at byggisamtyktin fyri Vestmanna Kommunu, sum varð góðkend av Innlendismálaráðnum 15. september 2009, sæst á heimasíðuni hjá kommununi.

 

You cant beat Tórshavn, so join it

September 07 , 2010

Púra samdur við undanfarna viðmerkjara. Støðan hevur avgjørt verið betri her í bygdini, men hon er avgjørt ikki vónleys. Hetta kann ikki lastast bygdarráði fyri. Støðan hevur bara útviklað seg soleiðis.


Men eitt er, ið bygdarráðið má og skal gera nakað við, um bygdini skal vera eitt líkinda lív lagað, og tað er at syrgja fyri, at tá ið kommunusamanleggingarnar hava verið, so er Vestmanna ein partur av Tórshavnar Kommunu. Hetta er, eftir míni meting allar, allar týdningarmesti setningur, ið núverandi bygdarráð hevur at greiða. Eitt lív saman við Vágunum - alt gott um Vágarnar fyri tað - tað verður eitt soltið lív fyri Vestmanna. Vælsignaði komi í gongd við hesum máli. Farið út og ávirki landspolitikararnar, fjølmilar og almenningin. Tað er eitt avgjørt krav, um fólksins vilji, ið vísti seg í úrslitinum frá fólkaatkvøðuni sum var, skal gerast veruleiki.


Takk fyri upptøkuna!

Vestmanna Kommuna hevur fleiri ferðir mint Innlendismálaráðið á úrslitið av vegleiðandi fólkaatkvøðuni í Vestmanna. Vit hava víst á, at sambært galdandi lóg skuldu Vestmanna og Kvívíkar kommunur taka avgerð fyri 01.10.2009, báðar kommunurnar svaraðu fyri tíðarfreistina, men vístu á hvør sína samstarvseind Vestmanna Kommuna vísti á Streymoynna (Vestmanna, Kvívík og Tórshavn), meðan Kvívíkar Kommuna vildi gerast partur av samstarvseindini Vágar.

Vit hava fleiri ferðir heitt á Innlendismálaráðið um at taka eina avgerð, so at vit kunnu fara undir møguligar fyrireikingar til samanlegging ella økt samstarv. Innlendismálaráðið hevur higartil ikki viljað tikið støðu, tí tey siga seg bíða eftir, hvørja støðu arbeiðsbólkur og løgting hava til nýtt álit um kommunusamanleggingar. Vestmanna Kommuna heldur ikki, at vit kunnu bíða leingi afturat, og vit fara skjótt at krevja, at Innlendismálaráðið ger av, hvørji samstarvseind vit skulu vera partur av.

Ongin kommunusamanlegging verður tó, fyrr enn vestmenningar sjálvir hava tikið undir við henni á nýggjari fólkaatkvøðu.


 

Grótið av Grønanesi

September 07 , 2010
Nú sæst, at alopsgrótið av Grønanesi verður koyrt út á sjógv millum bæði havnaløgini; ja, tað hevði verið skilagott um so var, at skipaferðslan higar var stór, og tørvur var á størri plássi til uppleggingar o.a., men at síggja skip her inni á havnini er sum at síggja lunda á jólanátt, hvørki okkara egnu og enn minni nøkur fremmand skip vitja higar so tað munar, so hví skal grótið stoytast har? Havnalagið er jú 10-ferðir so stórt sum tað hevur fyri neyðini til tey fáu skip, sum her eru, og svari mær nú ikki, at einki annað stað er, tit vita betur enn so!

Vinarliga B.G.S.
Grótið verður koyrt har, tí at hetta er skjótasti og minst kostnaðarmikli hátturin at sleppa av við grótið, og so er henda uppfylla eisini sambært galdandi byggisamtykt fyri Vestmanna Kommunu.