BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 26.09.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Víðkan av kirkjugarðinum

Oktober 19 , 2010
Kunnu tit vinarliga greiða mær frá gongdini viðv. víðkanini av kirkjugarðinum. Arbeiði sær ongan enda at fáa. Kunnu vit borgarar fáa eina frágreiðing hesum viðvíkjandi.

Heilsan

Nøgdur borgari

Vit hava tíverri havt trupulleikar við arbeiðstakaranum. Arbeiðið skuldi havt verið liðugt seinasta ársskifti, men tíðarætlanin varð longd til hálvan mars í ár. Tó skal sigast, at arbeiði eisini hevur ligið stilt, tí at mold hevur mangla á plássinum. Hildið varð óheppið at gera vegin lidnan, ímeðan maskinur og bilar vóru á økinum, men nú er mold komin á økið, og so skuldi einki verið til hindurs fyri at gjørt arbeiðið liðugt.

Viðmerkjast skal, at tað er goldið fyri arbeiðið so hvørt, sum partar av arbeiðinum eru lidnir, so knøpp helvtin av tilboðsupphæddini uppá 939.152,50 kr er enn eftir at gjalda út.


 

Mál nr. 131

Oktober 18 , 2010
Er tað so frotørna, at Lokal Agenda felagið hevur eitt projekt koyrandi, og at kommunan hevur lorkað 4. milliónir frá Innlendismálaráðnum burtur - ella hvar stendur málið.

Nær væntast hatta projekti, sum nógv eru spent uppá at koma í gongd

Kommunan hevur als ikki lorkað nakað burtur. Vestmanna Kommuna hevur fingið 383.000 kr í stuðli til eina vatnturbinuverkætlan frá Innlendismálaráðnum. Bygdarráðið tekur undir við ætlanini, men málið er ikki enn avgreitt, m.a. tí at onkur ivamál eru eitt ivamál er, um Heilsufrøðiliga Starvsstovan loyvir okkum at seta vatnturbinuna á vatnveitingina eisini eru onkrar fortreytir broytar í mun til upprunaligu ætlanina.

Havast má eisini í huga, at verkætlanin fer at kosta meir enn stuðulin, tí má kommunan tryggja sær, at ætlanin kann gerast veruleiki, áðrenn endalig støða verður tikin til málið. Málið liggur í teknisku nevnd til viðgerðar.


 

dagbøtur

Oktober 18 , 2010
1. Hvussu nógvar dagbøtur hevur VK kraft inn frá J & K ?

Nær skuldi arbeiðið verða liðugt á Grønanesi ?

Hvørjar broytingar eru gjørdar sum minka um kostnaðin ?



2. hvussu nógvar dagbøtur hevur VK kraft inn fyri

gerð av kirkjugarðinum.

Nær skal arbeiðið verða liðugt ?

hvør hevur eftirlit við arb. í kirkjugarðinum.



Heilsan.

Steingrím Haraldsen

Til 1. Vestmanna Kommuna hevur ikki enn kravt dagbøtur, men vit hava víst á, at vit hava rætt til dagbøtur. Málið verður tikið upp í samband við avhendingina, møguligar dagbøtur kunnu mótroknast í onkrum meirkostnaði ella sum gjald fyri eykaarbeiði.

J&K skuldu vera lidnir 31.08.10. Væntandi verður avhendingin týsdagin 19.10.10.

Fleiri broytingar eru gjørdar í mun til upprunaligu verkætlanina, m.a. eru onkrar laðingar broyttar, rættiliga stór sparing varð gjørd við at gera skerv á staðnum, vit spardu eisini nógv við at keypa mold úr Kvívík heldur enn at gera okkara egnu moldgoymslu. Flestu sparingarnar verða tó gjørdar í sambandi við byggingina og liðugtgerðingina av uttanumøkinum.

Til 2. Vit hava higartil kravt um 100.000 kr inn í dagbótum. Arbeiðið skuldi upprunaliga vera liðugt 31.12.2009, Vestmanna Kommuna hevur tó góðtikið eina lítla seinking. Gudmund Hansen, arkitektur, hevur eftirlitið.


 

Skjóting inni á havnini

Oktober 18 , 2010
Herfyri varð dúgliga skotið eftir fugli inni á havnini, og ivi sýntist at vera um hetta var loyvt ella ikki. Kann kommunan upplýsa, hvussu støðan er í hesum sambandi? Hevur kommunan nakra meining um slíkan atburð? Um so er, at tað ikki er bannað at skjóta inni á havnini, ætlar kommunan so at gera nakað við hetta? Er slíkur atburður rættur? Hvat heldur kommunan? hvat halda onnur?

Vestmanna Kommuna kannaði alt fyri eitt málið. Úrslitið varð, at ivasamt er, um forboð er móti skjóting inni á havnini. Sum vit skiltu málið, var talan um skjóting frá Dánjal Jákupsa stíggi og út móti Gassá, talan er tí um sjóøki, sum Kvívíkar Kommuna óivað hevur ræðisrættin á. Vit hava kunnað borgarstjóran í Kvívík um málið.

Vestmanna Kommuna ætlar at gera nýggja havnareglugerð, har greitt verður ásett, at ikki er loyvt at skjóta fugl innanfyri ávís støð. Vit vóna, at Kvívíkar Kommuna eisini ger slíka reglugerð.

Fuglaveiðilógin hevur ásetingar um skjóting m.a. stendur í 16, at ikki er loyvt at veiða við byru, sum hevur meir enn tvey skot. Um illgruni er um, at byrsurnar eru ólógligar, so kann málið meldast til løgregluna. Ásetingar eru eisini um trygdarfrástøður í sambandi við skjóting, tí er ikki loyvt at skjóta inn móti landi, har bústaður ella neyst eru.


 

Læknastarvið??

Oktober 14 , 2010
Er tað rætt sum hoyrist millum manna, at ongin lækni verður settur aftur í Vestmanna tá núverandi læknin fer at gevast.

Ger kommunan nakað fyri at varðveita læknastarvið í bygdini?

Spurin

Kommunan er ikki kunnað um nakra broyting í verandi kommunulæknaskipan.


 

Stýrisskipanin

Oktober 14 , 2010
Í hvønn mun er stýrisskipanin broytt. Ella hvar kann eg lesa meg fram til tað.

Broytinganar eru í høvusheitum dagføringar, m.a. eru tilvísingarnar til lógarverk dagførdar; undanfarna stýrisskipanin vísti í fleiri førum til gamlar kunngerðir.

Harumframt eru onkrar smærri tillagingar gjørdar í mun til málsøkini hjá nevndunum, m.a. er kirkjugarðurin fluttur frá mentanarnevndini til trivnaðarnevndini, og renovatión er flutt frá trivnaðarnevndini til teknisku nevnd. Onkur málsøki vantaðu í gomlu stýrisskipanini t.d. spillivatnsviðurskifti og gøtuljós, eisini eru onkrar ótíðarhóskandi orðingar broyttar.


 

Ruskíløt

Oktober 13 , 2010
Hey Vestmanna Kommuna.

eg hevði ynskt at tit settu meira ruskíløt upp, tí sum nú er, eru sera fáar runt í bygdini.

T.d í Meðalsbrekku er eingin?

Eg haldi at hetta er sera langt úti av tykkum!

Tað er also ikki løgið, at tað er so órudduligt í bygd okkara, tá eingi ruskíløt eru!
Vit royna at seta nøkur upp á hvørjum ári, men tað tekur sína tíð at koma runt. Í næstum verða 10 nýggj ruskíløt sett upp, væntandi verður okkurt teirra sett upp í Miðalsbrekku.

 

Ellisheimið

Oktober 07 , 2010
Mær er kunnugt her frá heimasíðuni, hvussu stórt tilboðið uppá arbeiðið, sum J & K Petersen nú gerð á Grønanesi er . Arbeiðið við at gerða øki klárt at byggja á . mín spurningur er tí:

1. Hvussu nógv hava eykaarbeiðini kosta sum ikki vóru við í tilboðnum.

2. Hevur VK tryggja sær at møguligar eykarokningar/manglar verða goldnar av arkitektun/rágevarum sum ráðgivi hava VK í arb.

Heilsan. Steingrím Haraldsen.

Tað, sum tú kallar eykaarbeiði, er í allarflestu førum arbeiði, sum kommunan annars sjálv má gera ella biðja annan gera. Vit hava broytt vatnveitingina fyri 15.000 kr. Vit hava biðið J&K laðað út um arbeiðstøkumarkið (niðan fyri húsini hjá Hans Johannesen), tað kostaði 26.400 kr. Vit hava biðið arbeiðstakaran lagt spillivatnsrør uttan fyri arbeiðstøkumarkið og gjørt onkrar ábøtur á spillivatnsrør, tað kostaði um 15.000 kr. Hækking av laðing fram við sjóvarmála 8.000 kr. Vit hava biðið J&K koyrt mold úr moldgoymslu hjá Kvívíkar Kommunu, tað kostar 28.500 kr. Talan er tó ikki um meirútreiðslu, tí vit settu 100.000 kr av til moldgoymslu á fíggjarætlanini fyri 2010, moldgoymslan er óneyðug, tí vit keypa mold frá Kvívíkar Kommunu. Upphæddin kann tí nýtast til okkurt annað skilagott.

Talan er ikki einans um eykaarbeiðir, vit hava eisini gjørt avtalur um broytingar, sum ger kostnaðin lægri. Møguligar dagbøtur kunnu eisini mótroknast í meirkostnaði/eykaútreiðslum.

Vestmanna Kommuna hevur standarsáttmála við ráðgevar.

 


 

Vetrarfriðing

Oktober 07 , 2010
So verður ikki leingi til seyðurin verður aftur á bønum tí spyrji eg um bygdarráði er komið nakur longri á leiðini viðv. vertrarfriðingini. Er nøkur tíðarætlan, ella eru kanska ongir pengar nú ellisheimið verður bygt?

Spurningurin er settur bert fyri at vita hvar vit flóta hesum viðvíkjandi.

Vit hava keypt fjøruna frá høgunum, har er goldið fyri avtøku av vetrarbiti. Vit hava eisini samtykt, at gjaldast skal fyri avtøku av vetrarbiti, um kommunal ogn verður seld. Vit fara ikki at seta pening av á fíggjarætlanini fyri 2011 til vetrarfriðing, men hetta er kortini eitt mál, sum bygdarráðið raðfestir frammarlaga.


 

Lækkað gjald?

Oktober 07 , 2010
Hví er gjaldið fyriskúlabærn úr Kvívík lækkað úr 19.000,- njður í 16.200,-? Var tað ikki nógv meira passandi, at tað var hækkað heldur

Kvívíkar Kommuna var ónøgd við næmingagjaldið og ætlaði at kanna aðrar møguleikar. Vit kannaðu prísirnar hjá øðrum kommunum og kundu staðfesta, at okkara vóru millum teir hægstu. Vit kravdu yvir 21.000 kr pr. næming, prísurin í Havn var 12.000 kr. Orsøkin til prísmunin er m.a., hvørjar útreiðslur verða tiknar við í útrokningargrundarlagnum. Vit halda, at Vestmanna Kommuna í onkrum føri tók útreiðslur við, sum ikki vóru tengdar at undirvísingini; her verður m.a. hugsað um útreiðslur hjá ítróttarhøllini, útreiðslur av kvøldskúlavirksemi og lønarútreiðslur í vikuskiftum og skúlafrítíðum. Vit hildu tí, at næmingagjaldið kundi endurskoðast.

Kvívíkar og Vestmanna Kommunur hildu, at tað var skilagott at halda fram við skúlasamstarvinum, tí var nýggj avtala gjørd við føstum prísi, prísurin er áleið hin sami, sum verður nýttur aðrastaðni. Vit halda, at tað er týdningarmikið, at ungdómar í Vestmanna og Kvívík ganga í sama skúla, tá verður lættari at samstarva í framtíðini.
Vit vænta, at Kvívíkar Kommuna hevði gjørt avtalu við Tórshavnar Kommunu um framhaldsdeildina, um vit høvdu hækka prísin ella høvdu hildið fast við gamla prísin. Pláss er fyri næmingum bæði í Kollafirði og ymsastaðni í Havn. Um kvívíksbørn ikki høvdu gingið í skúla í Vestmanna, høvdu okkara skúlaútreiðslur óivað verið lutfalsliga hægri enn nú. Skattainntøkurnar kundu somuleiðis verið lægri, tí lønartímarnir í skúlanum høvdu verið færri.

Aðrar avtalur eru eisini gjørdar millum Kvívíkar og Vestmanna Kommunu, m.a. um kirkjugarðin, dagtilhaldið og ungdómshúsið.


 

Greinar

Oktober 05 , 2010
Er tað ongin í fylgur við øllum greinum í koma út í grótbrotið, har er onki skil á greinar flóta allastaðni, bilar fáa ikki koyrt !
Vit royna at halda skil á. Ætlanin hevur í fleiri umførum verið at fara undir at mæla greinar, men ymist er komið í vegin. Seinast varð ætlanin at byrja at mæla greinar í síðstu viku, men hvørnin hjá IRF, sum vit leiga til endamálið, var í ólagi, tá hon kom aftur til IRF frá aðrari kommunu. Hvørnin verður ætlandi í lagi aftur um einar 14 dagar, so tá verður byrjað at mæla greinar.