BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

jólatræðið

November 25 , 2010
Vil bara takk VK fyri at tey skipa fyri einari so hugnaligari jólatræðs-tendring. Tað er fínasta slag at jólatræðið verður tendra júst handan dagin og hatta tíðspunktið. Tað passar jú ongantíð hjá øllum.



vælnøgdur borgari



PS Gleði meg at fáa bollar og kakao :)
Vit takka fyri viðmerkingina, og gleða okkum eisini at byrja jólini saman við hinum borgarunum.

 

Jólatræðið

November 25 , 2010

Frá VK: tríggir spurningar/viðmerkingar eru komnar um jólatræið. Vit hava loyvt okkum at sett spurningarnar saman, og svara teimum undir einum.

1. spyrjari

Nær verður jólatræðið tendra?? eg síggi, at tað møguliga verður fríggjadagin 26. nov. Hví hugsað tit ikki um barnafamiljur.... og heldur velja ein leygardag ella sunnudag. Tá hava øll fingið frí frá arbeiðið og avheintað børn síni á stovninum:-)

Í 2009 var tað ein fríggjadag kl. 17. Er tað ikki kommunan, ið skipar fyri??? og kommunan eigur eisini ansingarstovnarnar, teir steingja ikki fyrr enn 17.15. Og har arbeiða starvsfólk/foreldur at børnum í hava hug til at fara til jólahald við sínum børnum, men ikki sleppa....

heilsan ein, sum vil gjarna fara við børnum sínum til jólahugna/jólatræð. Og vónar at tað verður leygar- ella sunnudag í 2010:-))


2. spyrjari:

Vónandi kunnu vit ið arbeiða aðrastaðni enn í bygdini náa at verða við til jólatræstendranina í ár. Tað hava vit ikki nátt í 2 ár í trekk tí tit hava lagt tað ov tíðliga uppá dagin. Kann hetta ikki fyriganga ein leygar- ella sunnudag?


3. spyrjari:

Veit væl, at tit royna at gera tykkara besta fyri at fáa tiltakið við jólatrænum so gott sum møguligt, og eg haldi eisini at tað sær sera spennandi út í ár, eins og tað hevur verið tey seinastu árini. MEN eigur man ikki at umhugsa at avlýsa jólamannin, tá ið træið verður tendrað so tíðliga sum í november. Kanska latið nøkur fitt børn/ung - uttan jólamansklæði - latið ein pakka til børnini í staðin. Ivist ikki í, at tey á Staðnum høvdu kunna funnið upp á okkurt stutligt uttan at hava jólamannin so tíðliga.

Vóni, at hetta verið tikið sum positivur kritikkur av einum annars frálíkum tiltaki!

Vit takka fyri spurningarnar/viðmerkingarnar.

Tá ið vit skipa fyri hesum tiltaki, fáa vit hjálp frá uml. 60 fólkum, sum gera sítt til, at haldið er so hugnaligt og væleydnað, sum tað er. Vestmanna Kommuna er sera takksom fyri, at Hornorkestrið, Sangkórið, Kirkjukórið, Saron, røðarin, sum í ár er Theodor Olsen, prestur, og ikki at gloyma jólamenninir, vilja luttaka, tá ið vit tendra jólatræið. Fyrst og fremst mugu vit taka atlit til, at tíðin passar øllum hesum fólkunum.

Harumframt royna vit at leggja haldið tann dagin og ta klokkutíðina, sum vit hava varhugan av, passar teimum flestu barnafamiljunum gott. Tá ið jólatræið hevur verið tendrað leygardag, siga fólk tað ikki vera gott, tí tá skulu tey av bygd til ítrótt, handils ella til jólaborhald. Sunnudag er tað ítrótturin. Er haldið kl. 18 ella 19 er tað ov seint, tí børnini skulu eta og síðani í song.

Takk fyri viðmerkingina frá 3. spyrjaranum. Jú, kanska kundi jólamaðurin bíða. Men hann var glaður fyri, at vit Vestmenningar eru so kvikir og tendrað træið áðrenn 1. sunnudag í advent, tí jólamenninir hava sum vera man so nógv at gera í desember, at tað passaði teimum væl at koma hendavegin just hendan dagin :-)


 

Er demokratiið ikki skeikla

November 17 , 2010
Hey Kommunan !

Tað er virkuliga langt úti, at tit hava slept 90% av viðgerðunum, á heimasíðuni,sum plágdu at koma fyri á bygdarásfundum.

Tá eg hyggji at listanum, so eru ógvuliga fá mál, sum borgarin kann hava ein møguleika at viðmerkja, undan viðgerðini.

Mál verða viðgjørd fyri afturlætnari hur, men hvat er meiningin við tí, at tit hava umlagt alt, so at 90% av málunum ikki koma fyri bygdaráðsfund.

Hvat eru tit bangin fyri.

Kunnu vit í staðin fáa ein postlista á heimasíðuna, so vit tann vegin kunnu fylgja við.

Vit skilja ikki atfinningarnar. Tað er rætt, at fá mál eru til bygdarráðsfundirnar, men tað er als ikki rætt, tá tú ákærir okkum fyri at krógva mál fyri borgarunum. Niðanfyri sæst yvirlit yvir bygdarráðsmál eftir summarfrítiðina.
Grein 2 í Fundarskipan fyri Vestmanna Bygdarráð ásetir, nær mál skulu viðgerðast fyri afturlatnari hurð fundarskipanin kann lesast á heimasíðuni. Øll málini niðanfyri, sum vórðu viðgjørd fyri afturlatnari hurð, eiga sambært fundarskipanini at verða viðgjørd fyri afturlatnari hurð.

Vit hava fyri langari tíð síðani gjørt av, at bygdarráðið ikki skal viðgerða umsitingarlig mál t.d. vanlig byggiloyvi. Slík mál eiga ikki at fáa politiska viðgerð.

Vit hava umrøtt møguleikan at hava postlista, men vit hava ikki enn tikið avgerð um hann. Orsøkin er m.a., at okkara umsitingarliga orka er avmarkað, og at tillagingar mugu gerast í mannagongdum.

Vit eru ikki bangin, og als ikki fyri okkara egnu borgarum. Men vit eru sera hørm um ógrundaðar ákærur.

Bygdarráðsfundur

Opin hurð

Afturlatin hurð

31.08.10

9 mál

1 mál støðutakan til møguligar tillagingar í smb. við røktarheimsbygging.

28.09.10

5 mál

1 mál - starvsfólkamál

26.10.10

5 mál

Onki mál

09.11.10
Tveir fundir eru í novembur, fyrri fundurin varð ætlaður til at viðgerða endurskoðaðu fíggjarætlanina fyri 2010

1 mál

2 mál bæði tilmæli um stuðulstímar í dagstovnum.


 

Seinasta fundarbókin

November 17 , 2010
Sera sigandi referat frá seinasta bygdarráðsfundi............!

Eg tað bara eg, sum eri bíttur og onki skilji ella sigur hatta nakað sum helst? Er tað yvirhøður neyðugt at leggja hattar út á heimasíðuna, tá ið upplýsingarvirðið so onkisigandi fyri vanlig fólk.

Hálvbíttur!

Tað er vanligt bert at skriva fundarsamtyktir frá bygdarráðsfundum. og ikki fundarfrásagnir. Einasta undantakið er, um ein bygdarráðslimur biður um at fáa eina viðmerking við í fundarbókina.

Allir bygdarráðsfundir eru almennir, so um tú ynskir at vita, hvat ið er ført fram á einum fundi, ert tú vælkomin at lurta.


 

Røktarheim

November 11 , 2010
Fyrst vil eg siga at tað er rættliga skilalgott at byggja røktarheim her í okkara heimbygd, sum eg havi skilt so er tað landið sum betalur lønir, og kommunan fær skattin, gott trekk.

Kundi hugsa mær at vita hvussu nógv røktarheimið kostaði upprunaliga, (meting) og hvussu nógv tað kostaði nú, havi skilt at tað var væl bíligari nú tá tilboð vóru innkomin.

Skilagott er at byggja alment í ringum tíðum, tað skal man hava dirvi til tá ið inntøkurnar eru lækkandi, men tit hava hildið fast.

Eisini haldið eg at tit hava gjørt tað besta trekkið í nógv harrans ár fyri trivnanin við Staðnum, tað er heimskend í FO, og har koma tær flestu "stjørnurnar" í FO.

Heilsan

60-ara hippiari

Niðanfyri eru kostnaðarmetingar. Tølini eru ikki heilt sambærilig; kostnaðurin at byggja á Fornlendi og Grønanesi er ikki hin sami. Á Grønanesi eru útreiðslurnar til vegumlegging størri, eisini var neyðugt at flyta ruskpláss.

Bygningurin í 2008 og 2010 er ikki hin sami, í 2008 var ætlanin at hava kjallara undir øllum bygninginum. Talan var tí um fleiri fermetrar, men mett varð, at hetta gjørdist ov dýrt, tí flestu eyka fermetrarnir vóru til óneyðug goymslurúm.

 


Mettur kostnaður


Stuðul

Kvívíkar Kommuna

Vestmanna Kommuna

Januar 2006 (á Fornlendi)

34.200.000

12.000.000

7.400.000

14.800.000

03.04.07 (Grønanes)

35.000.000

12.000.000

 

23.000.000

15.04.08 (Grønanes)

52.060.641

12.000.000

 

40.060.641

2010 (Grønanes)

45.000.000

16.800.000

 

28.200.000

Takk fyri rós og vøkur orð um Staðið; vit eiga at takka tí dugnaliga og áhugaða leiðaranum og okkara virkna ungdómi


 

Bygdarsøgan

November 11 , 2010
Nær kemur Vestmanna Bygdarsøga, sum Helgi Jakobsen skrivan, út?
Ætlandi kemur Vestmanna bygdarsøga út komandi ár - vit vita ikki enn nágreiniliga nær.

 

Sparkivøllurin á Flatabø

November 11 , 2010
Góðan dagin !

Bert nakrir spurningar um sparkivøllin á Flatabø.

1. Hvør hevur viðíkahaldsábyrgd av FIFA vøllinum ?

2. Um tað er Vestmanna Kommuna, hví verður viðlíkahaldi ikki fylgt upp.

3. Um tað ikki er VK, hvør skal so boða ábyrdarpersónum fá hesum ?

Eg spyrji, tí eg havi verði har niðri fleiri ferðir í seinastuni. Netið til málini og nú bordonurnar sum halda stóra netinum rundan um vøllin er fari. Netið á niðara borði liggur niðri og er hetta til ampa hjá børnunum sum spæla har.

Tað nyttar einki at lappa tí einu bordonuna, har má allur veirurin skiftast út tí eyguni eru gnaðaði av, grunda av vindinum. Ta er ikki leingi til tað næsta dettur niður.



Kunnu tit vinarliga fáa hetta gjørt skjótast gjørligt ella biðja tey sum hava ábyrduna av hesum fáa tað gjørt, áðrenn eitt barn fær skaða av hesum.



P.S. Hvat sker við spæliplássinum í Miðalsbrekku. Nú kemur nýtt fíggjarár, hatta má ein endi fáast á, okkurt annað má heldur víkja fyri spæliplássinum hesuferð



Vinarliga Heilsan

Jan Haldansen

Tað er Vestmanna Kommuna, sum hevur viðlíkahaldið av sparkivøllinum í Flatabø um hendi. Spurningar tygara verður tiknir upp skjótast gjørligt.

Tað vórðu 25.000 kr avsettar til spælipássið í Miðalsbrekku á fíggjarætlanini í ár, og fyri hesa upphædd var sparkivøllurin umvældur, gøta gjørd fram við vøllinum og hegn sett niðanfyri. Viðgerðin av fíggjarætlanini fyri 2011 er ikki liðug enn, so óvist er, hvør upphædd verður tøk til spæliplássið komandi ár.


 

Spyr ongin longur

November 11 , 2010
Vil bara spyrja um ongin hevur nakrar spurningar longur, tað er so deiligt at fylgja við hvat hendir heima hjá tykkum.

Heilsan ein í siglir úti.

Jú, tað verður nakað spurt, men ikki so nógv, sum tað onkuntíð hevur verið.

Vit royna at svara, so hvørt vit hava røttu upplýsingarnar.


 

Nýggjur bókavørður

November 09 , 2010
Eg ætlaði at søkja starvið sum bókavørður, men kunnu tit greiða frá nær og hvar hetta er lýst, og hvørji eru førleikakrøvini ?

Starvið sum bókavørður varð lýst leyst í Sosialinum tann 31. august 10 og í Dimmalætting 3. september 10. Harumframt lá lýsingin her á heimasíðuni frá 30. august 10, til freistin at søkja starvið var úti tann 14. september 2010 kl. 12. Til ber at síggja lýsingina her.

Smb. 12, stk. 2 í bókasavnslógini skal leiðarin á einum fólkabókasavni vera útbúgvin bókavørður. Um ongin av umsøkjarunum hevur útbúgvingina, kann landsstýrismaðurin í mentamálum eftir tilmæli frá landsbókavørðinum og bókavarðafelagnum gera frávik frá stk. 2. Hendan møguleikan hevur Vestmanna Kommuna brúkt, og hevur fingið frávik frá 12, stk. 2 fram til summarið 2012.


 

Agenda

November 05 , 2010
Til VK





Hvussu kan tað vera at ein persónur kan gera alt hattar niðri við John sa brúgv..

Hvør betalur fyri hattar, og hvat hevur hatta kosta VK.

Gamla Garðastovu brúgvin sum er farin um tey 100 ár er nú vekk, Hava teir loyvi til at fjerna hana.

Er tað ikki so at alt sum er yvur 100 ár er friða.



Heilsan ein sum undrast

Tað er ikki bert ein persónur, sum tekur avgerð um tað, sum hent er á Kirkjusandinum, men Bygdarráðið, sum hevur samtykt Gjógaráætlanina, ið Lokala Agendafelagið hevur tikið stig til. At ein ávísur persónur dugir at síggja møguleikar fyri at røkka hesi ætlan, uttan at hon gerst alt ov kostnaðarmikil, eiga vit at fegnast um!

Grótið, sum koyrt er á sandin, er avlopsgrót frá arbeiðinum uppá røktarheimið, og hetta skuldi koyrast burtur kortini. Tí hevur arbeiðstakarin koyrt grótið ókeypis. Arbeiðstakarin hevur lagt grótið og sandin út fyri 5.500 kr íroknað mvg!

Ytri partur av Garðastovubrúnni var mestsum burtur og partur av brúnni í sera ringum. Tí hevur verið mett betur at varðveitan tann partin, sum enn er í nøkulunda standi.