BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

gæs/seyður

Desember 21 , 2010
13.des. skemtast ein borgari um gæs, sum ganga á vegnum við Fossá.

Hugdi í kalendaran. Har stendur, at seyður skal av bønum 14. mai og gæs 25. mai.

25 okt. koma seyður og gæs aftur á bøin.

Hvussu er, kann kommunan siga okkum, um hetta eisini er galdandi í Vestmanna?

Í grein 34 í Hagalógini, "Lov nr. 172 fra 18. maj 1937 for Færøerne om haugers styrelse og drift m.m." sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 77 frá 25. mai 2009, er soljóðandi ásett "Græsningsretten for faar paa bø eller anden indmark tilkommer i tiden fra den 25. oktober til den 14. maj overliggende hauges ejer, medmindre andet er lovligt fastsat".

Einki er í nevndu lóg ásett um, nær gæs skulu av bønum ella hava rætt til at koma inn á bøin, men av løgreglustøðini í Havn verður upplýst, at gæsnar, um tað yvirhøvur er loyvt at hava gæs - hetta verður avgjørt á grannastevnu, vanliga fylgja seyðinum. 


 

Melda???

Desember 21 , 2010
Vil tað siga, at um bilar uttan nummarspløldur, sum fylla tey fáu parkeringsplássini, leysir, hundar og hestar eru til ampa skulu vit melda??? Eg meini tað skapar trivna og samanhald!!! Eg fái meg ikki at trúgva at kommunan einki kann gera. Er tað ikki kommunan, sum gera parkeringsplássini?



Melda hvønn annan???

Kommunan ger parkeringsplássini, men tey eru umfatað av ferðslulógini, sum løgreglan umsitir. Kommunan og løgreglan gera tó av og á í felag átak fyri at fáa akfør uttan nummarspjøldur burtur. Nær hetta verður gjørt aftur, er óvist - helst einaferð tíðliga í vár.

Um djór ganga leys, skal hetta meldast til løgregluna. Kommunan kann ikki, hóast avtalu við løgregluna, av sínum eintingum taka leys djór upp, men skal hava boð um hetta frá løgregluni.


 

Spyr bara

Desember 20 , 2010
Ein av grungunum fyri at (spyr bara) er so steindett er, at tá spurt verður, fer kommunan í forsvar, haldi ikki nakar gremur seg uttan grund, tá so svarið er, ( tað kann ikki vera annaleiðis, ella, melda til Løgregluna, ella, er ikki komið uppá pláss enn.) So tíma vit ikki at blíva við. Ølllll vita vit at komunan kundi gjørt meira, við nóga, men um tey royna at sleppa undan, tí tað rakar onkran, tey møðuliga kenna, ella okkurt annað, er tað ikki soooo nemt hjá teimun? Men alt hevur sín prís, tey hava jú biði lova sær. So.

Nei, vit fara ikki í forsvar, sum tygum nevna, men royna at svara eftir førimuni. Vit kunnu ikki fara uttan um løgregluna ella annan myndugleika, tá eitt ella annað er beinleiðis ávíst í løgtingslóg, sum løgreglan ella annar myndugleiki skal taka sær av.


 

Hundar & Hundafangari

Desember 20 , 2010
Eg haldi at nú mugu vit sum búgva her í bygduni taka okkum saman. Tað kann ikki verða meiningin at Vestmanna Kommuna skal seta ein hundafangara, til at taka hundanar upp hjá fólki í bygduni. Fólk sum hava hund, mugu verða so mikið at sær komin, at tey hava hund teirra inni á teirra egna øki og ikki gangandi leysan, so hann er til ampa fyri onnur í bygduni. Tað eru børn og vaksin sum eu bangin fyri at møta einum leysum hundi, tí tey kenna hann ikki og vita tí ikki hvussu hann uppførir seg. Ein hundur kemur jú oftani og snoddar til ein.

VK hevur ivaleyst annað at brúka peningin til, enn at seta ein hundafangara.

Ellars so kundi VK gott brúkt ein av sínum egnu fólkum, sum arbeiða í kommununi, til hetta arbeiði og til onnur smáttaríir.



Vinarliga Heilan

Jan Haldansen
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

SPYR BARA steindeytt???

Desember 16 , 2010
Her plagdi vera meiri lív í - hvussu er, spyr ongin longur ella eru fólk bara vorðin líkasæl???

Eg kundi hugsað mær at hoyrt eitt sindur nærri um vinnulívsætlanir í bygdini. Saman við Kvívíkar Kommunu hevur Vestmanna Kommuna eitt vinnulívsfelag - er nakað lív í hesum?

Í hesum tíðum er sera áhugavert at hoyra um álternativar møguleikar - eg hugsi um íleggjarar ella íverksetarastuðul.

Kunnu tit ikki upplýsa eitt sindur um henda grunnin - hvør mannar, fæ, verkætlanir og úrslit?

Skinndeyður

Vestmanna Kommuna er ikki við í vinnulívsætlanum, tí kommunur sleppa ikki at taka lut í vinnulívsætlanum. Vit royna tó at skapa vinnulívinum góðar karmar.

Vestmanna Vinnulívsfelag er til, men har er onki virksemi, tí felagið eigur ongan pening. Aðalfundur plagar tó at vera á hvørjum ári, í nevndini sita umboð fyri Vestmanna og Kvívíkar kommunur umframt Jóan Magnus Olsen, Háldan Haldansen og Karl Simonsen.

Í Fíggingarfelagnum eru Karl Simonsen, stjóri, Jóan Magnus Olsen, nevndarformaður, og Háldan Haldansen. Fíggingarfelagið eigur partapening í Vestmanna Tourist Center og Stubbanum. Felagið hevur møguleika at seta partapening í fleiri feløg, tó má partafelagið lúka ávísar treytir. Í løtuni er ongin umbøn um at fáa partapening.


 

Gæs

Desember 13 , 2010
Haldi tað er simelten ótrúligt, kom koyrandi ímóti fossabrúgv, her gingu 2 gæs, kom koyrandi innanafter 2 tímar seinni, gud hjálpi mær, tær gingu har enn.

Bleiv ikki ein maður settur til at taka upp djór ???

Vælsignaði tit geri nakað við tað !

Um vit síggja gæs ganga leysar, royna vit fyrst at finna útav, hvør eigur gæsnar, og síðani heita vit á viðkomandi um at taka tær upp og hava tær inni hjá sær sjálvum.

 

Undanførðsla

Desember 13 , 2010
Haldi at tit mangan svara so illa aftur, so yvirflatisk við lítlari meining í.

Tá ið fólk spyrja um hundafangaran ljóðar tað mær løgi at politiði skal taka sær av trupuleikanum, tá ið kommunan í eini lýsing fyri ca. einum árið søktu eftir einum hundafangara, tí spyrji eg hvat man skal brúka hundafangara til tá løgreglan skal taka sær av slíkum málum.

Eisini haldi eg at kommunan hevur ein persón í bygdaránum sum skal taka sær av ferðslu og øðrum, men sum ikki kann gera nakað við hesi mál tí hettar skal løgreglan eisini taka sær av, eg skilji púra onki, kanska eru pengar at spara har.

Í grein 3, stk. 1, í løgtingslóg nr 82 frá 19. juni 1990 um hundar stendur soleiðis "Gongur hundur leysur uttan leiðara, sum hevur fult ræði á honum, tekur løgreglan hann upp og boðar tí frá, sum hundin eigur.
Í stk. 2 í somu grein stendur "Bý- ella bygdaráðið kann eftir samráðing við løgregluna seta eitt ella fleiri fólk, sum hava heimild at taka upp hundar, samb. stk. 1. Viðkomandi kunnu vera í felag um fleiri kommunur."

Avtala er ikki gjørd við løgregluna um at seta fólk sambært omanfyri standandi stk. 2, men arbeitt verður við hesum.
Men so leingi avtalan ikki er fingin uppá pláss, er tað sambært omanfyri nevndu løgtingslóg løgreglan, sum tekur leysar hundar upp.

Kommunan hevur ikki persón í bygdarráðnum, sum tekur sær av ferðslu ella øðrum. Ferðslulógina, eins og aðrar lógir, umsitir løgreglan og ikki kommunan - uttan so, sjálvandi, at hetta verður heimilað av løgregluni, eitt nú í samband við setan av parkeringsvørðum.


 

Faroe Seafood -Atlantis

Desember 10 , 2010
Søgur ganga um at teir sum nú ætla at keypa Faroe Seafood, eisini hava áhuga í at keypa Atlantis, gullaksavirkið. Veit kommunan naka um hald er í hesum tíðindum. Hetta hevði verið gott fyri bygdina, so her vóru fleiri og stabilari arbeiðspláss í fiskaframleiðsluni.

Takk fyri upptøkuna:)
Vestmanna Kommuna er ikki beinleiðis partur í hesum máli, og veit tí ikki, um hald er í tíðindunum, tú skrivar um.

 

Bilar

Desember 10 , 2010
Hvussu leingi skullu hasir 4-5 bilarnir standa uttan nr spjaldur á parkerings plássinum ovast á Rógvuvegi?



Arb form hjá kommununi eigur at siga frá tá bilar standa solaeiðis í mdr á komunalum øki, ikki so??



Tað eru fleiri av teimum somu, sum bara vera fluttir runt og settir aftur. Hettar má fáa ein enda!!!!

Sambært   61. í ferðslulógini er løgregluni heimilað at fáa beint burtur tey akfør, sum nevnd eru í nr. 1-3, um tey standa á staði, sum ferðslulógin fatar um:

1) akfar, sum maður hevur sett frá sær ímóti galdandi ásetingum um steðg ella parkering,
2) akfar, ið er fyrigingið ella aðramáta brekað og
3)

skrásetingarskyldugt akfar, sum stendur uttan nummarplátur.

 

Ferðslulógin umfatar nevnda parkeringspláss.

 

Leys djór

Desember 10 , 2010
Ikki er loyvt at hava hundar gangandi leysar í bygduni og tað er bara gott.



Er tað loyvt at hava gæs og ross gangandi leys í bygduni?Hava tey somu rættindi sum seyður?



Tað ganga tvey leys ross inni á Fjørð.

Einar fimm gæs ganga leysar á Garðavegi.



vh

annars nøgdur borgar

Nei, tað er ikki loyvt at hava leys djór (hundar, gæs og ross) gangandi runt í bygdini. Vit hava svarað soleiðis til annan spurning um nakað tað sama: "So leingi eingin avtala er ímillum kommununa og løgregluna, er tað løgreglan, sum sambært lóg eigur henda trupulleika. Vit vita væl, at hetta ljóðar sum ein undanførsla, men ein kommuna kann ikki av sínum eintingum taka djór upp. Hetta skal gerast í samráð við eftir avtalu við løgregluna."


 

Skelkað

Desember 10 , 2010
Eg eri veruliga skelkað av at tit aftur í ár velja at tendra jólatræið ein fríggjadag kl. 17.



Tað er rætt at tíðspunktið ongantíð passar øllum og nemliga tí er tað umráðandi at tað ikki verður lagt fríggjadag kl. 17 hvørt ár. T.d. kundi tað verið flutt til 17.30.



Nei, Vestmanna Kommuna. Hatta mugu tit kunna gera betur.



Eg eri ein mamma ið heldur ikki í ár kann verða við til jólatræ (nemliga tí eg valgdi at búseta meg í Vestmanna).



Men so er gott at jólatræið verður tendrað í Havn leygardag - YES Havnin!
Tað hevur mangan verið tosað um, nær best er at tendra jólatræið, og vit hava funnið útav - við at spyrja ymsa staðni, eitt nú í dagstovnunum - at fríggjadag kl. 17.00 er besta tíðin. Tíverri er tað soleiðis, sum tú eisini nevnir, at tað ikki ber til at verða øllum til vildar.

 

Samanlegging

Desember 10 , 2010
Eg eri 100% fyri at leggja saman við havnini,tí so fáa vit vetrarfriðing, og ein ið tekur upp hundar og gæs.



Morgungron (ræðist gæs)

Vit hava svarað soleiðis til annan spurning um nakað tað sama: "So leingi eingin avtala er ímillum kommununa og løgregluna, er tað løgreglan, sum sambært lóg eigur henda trupulleika. Vit vita væl, at hetta ljóðar sum ein undanførsla, men ein kommuna kann ikki av sínum eintingum taka djór upp. Hetta skal gerast í samráð við eftir avtalu við løgregluna."


 

Hundafangari,bullshit !

Desember 10 , 2010
Hvar bleiv av hundafangaranum/gásafangaranum/v.m sum settur bleiv, hugsi hann bleiv settur "tí hann kendi onkran", Hvat hevur hann gjørt ??

Tað er onki skil í bygdini, hundar,gæs o.a ganga sum best ber til.

Uppi í mikka trøð hava gæs gingi leysar í minst EIN MÀNAÐI; HJÀLP !!!!!



Mamma, bangin fyri gæs

So leingi eingin avtala er ímillum kommununa og løgregluna, er tað løgreglan, sum sambært lóg eigur henda trupulleika. Vit vita væl, at hetta ljóðar sum ein undanførsla, men ein kommuna kann ikki av sínum eintingum taka djór upp. Hetta skal gerast í samráð við og eftir avtalu við løgregluna.