BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Heilsan

Januar 31 , 2011
Fyrst vil eg takka Vestmanna kommunu fyri at hava tí bestu heimasíðuna av kommunum í Føroyum, eri inni har næstan hvønn dag, men eg haldi at tit eru eitt sindur forkelaði, tað er gott at onkur av tykkum ikki býr í Grønlandi, her havið eg ikki verði út fyri dyr í 10 dagar orsaka av ísi. Gott at hava internet !

Vinarliga

Jørgen, hálvur før.
Vit takka fyri viðmerkingina.

 

Um leinging av fjalsvegi

Januar 28 , 2011
Hvussu ber tað til at tað sum eftir er at gera fyri at binda Fjalsveg í miðalsbrekku kostar 12- 12 mill. Strekki er einans uml 500 m langt. Eitt betri boð er 5-7 mill.
Roknað er við keyp av lendi, 10.000 til 15.000 kr fyri meturin av vegi og við brúgv um Gjógvará.

 

kavin

Januar 28 , 2011
Eg vil gjarna hava væl grunda svar uppá hettar!



Hví grava og salta tit ikki eftir tykkara so fínu ættlan??



Hví grava og salta tit ikki Rógvuveg og Birgisveg, sum liggja undir í tjúkkum gleri, meðan tað er tátt at koyra eftir tí slætta og gáða Gerðisvegnum???



Nú hava maskinurnar ligið og kela og salta Bakkaveg eisini, har er púra slætt, meðan Rógvuvegur er brattur. Har er okkurt spinnandi galið við antin gravarunum ella formanninum!!!!!



Tit hava heldur ikki loyvið at fara inn á privat økir, so sum missiónshúsið at grava.



Og so má landsverk grava inni á okkara vinnuøkið inni á fjørð. Tað hoyrdist at tít eisini noktaðu at grava við Fiskivinnuskúlan. So tað gerð Landsverk eisini.



Hvat so við skúlan, har sum øll okkara børn stríða seg framm í hasum tjúkka og illa grivna kavanum. har er eisini illa reinsa, tað kann gerast um kvøldi ella náttina. har hava tít forsømt trygdina hjá øllum sum koma har.



Parkerinsøkið við missiónshúsið er kommunalt.
Viðvíkjandi Fiskivinnuskúlanum fingu vit at vita frá skúlanum, at vit ikki skuldu grava har grundgevingin var, at strikurnar á parkeringsøkinum kundu verða tiknar við, tá grivið varð. Men vit hava tó grivið, tá biðið hevur verið um tað.
Vestmanna Skúli liggur frammarlaga í grevstrarætlanini. Har var sera hált tann eina dagin, og tí varð eisini grivið har seinni um dagin.

Kavgrevstrarætlanin verður, sum tað eisini stendur í tekstinum til ætlanina, í høvuðsheitinum brúkt, tá nógvur kavi legst uppá stutta tíð, og fólk ikki sleppa frá húsum við bilum sínum. Um útlit eru fyri nógvum kava, verður harafturat heitt á fólk,  sum skulu avbygd við bili, um at seta bilin á eitt av parkerings-økjunum við høvuðsvegirnar, og somuleiðis verður heitt á fólk um at hava spaka við til tess at grava kavan burtur, sum legst fyri bilin, tá maskinan grevur framvið.

 

 


 

graving

Januar 28 , 2011
HEY HEY HEY



Hvi kunnu teir ikki grava allan vegin inn eftir ovara vegi og eftir FJALSVEGI har búgva eisini fólk ENN. Grava oman i heygatún tað burdi ikki verið neyðugt.



EIN SERA ÒNØGDUR SJAFØRUR



Okkum vitandi, hevur tað verið gott at koyra á Fjallsvegi, og av tí, at gott hevur verið at koyra har, hava vit m.a. tikið atlit til brekkurnar og til IRF bilarnar, so teir ikki vera tarnaðir.

 


 

kavarudding

Januar 28 , 2011
Eg eri púra samd at maskinan ofta er sein á veg um morgnarnar. Her úti hjá okkum á Rógvuvegi er sera illa grivið í dag. Og tað er ikki fyrstu ferð.

Her eru fólk í grannalagnum, sum fara sera tíðliga til arbeiðis, og tað er ofta sera trupult hjá teimum at sleppa frá húsum.

Kanska er tað trupult at grava, tí bilar standa allastaðni. Men maskinan hevur bert koyrt einaferð framvið her í dag, og tað er ikki rudding. Annars er væl ruddað nógva aðrastaðnis í bygdini, men tíverri ikki her úti. So kanska vit fáa avsláttur í kommunuskattinum? ;-)

Eg havi eisini lisið ætlanina um kavagrevstur. :-)



Heilsan Andrea

Koyrilíkindini verða kannað kl 0500, og er ikki nógvur kavi  og annars gott at koyra, er ikki neyðugt at grava. Men tá kavin fyrst byrjar at tiðna, og tað síðani frysti aftur, gerst tað sera hált. Vit vóru byrjaðir dagin fyri at grava kavan burtur, og tá  áttu vit helst at haft hildið áfram aftaná arbeiðstíð, sjálvt um tað tá var gott at koyra, tí morgunin eftir var glerið fast í vegnum og gjørdi tað arbeiðið truplari, og tað gjørdist ikki betur av, at skuffan brotnaði og seinkaðu okkum einar 2-3 tímar.


 

Spurningur

Januar 26 , 2011
nær kann vantast at vegurin niðan til gjáarkjaft verður gjørdur ella verður hann nakrantíð gjørdur ? eg veit at komunanan hevur stóra skuld, men var hettar ikki einaferð nakað sum lá í huganum hjá tykkum ? hvussu nógv fer tað at kosta at gera tann vegin ?

Einki er avsett á fíggjarætlanini fyri í ár,  og sum útlitini eru, verður vegurin neyvan gjørdur tey næstu árini. Ætlanin er avgjørt einaferð at gera vegin, og tí er hann eisini ávístur í byggisamtyktini fyri Vestmanna Kommunu.

Tað fer at kosta einar 10 til 12 mió kr at gera vegin.

 

 


 

Oljutangi til ellisheimið?????

Januar 25 , 2011
Fyrsta tekinið til, at byggingin av ellisheiminum er farin í gongd er, at ein stórur oljutangi er komin at standa á byggiøkinum. Eg má bara spyrja HVÍ og aftur HVÍ ? Í 1950 høvdu vit menn, ið tordu at fara undir fyrsta innandura svimjihylin í kongaríkinum, men í dag, nú allur heimurin tosar um og leitar eftir alterantivum orkumøguleikum, heldur kommunustýrið, at olja er álitið til upphiting í stórsta bygningi í bygdini, hóast bygningurin stendur beint við sjóvarmálan. Hví ikki nýta nýta hitan úr sjónum? Tað er prógvað, at tað ber væl til - eisini her í Føroyum. Kanska hugsa tit, ið hava tikið hesa avgerð, at tað er ikki kommunan, ið skal gjalda fyri oljuna, men tað er í hvussu er vit borgarar her í landinum, ið skulu gera tað, og helst verður tað ikki longi, til kommunurnar koma at taka yvir raksturin av eldraøkinum, og tá verður hetta ein dýrur kleppur fyri kommununa.

Fari tí at seta bygdarráðsformanninum hesar spurningar:

1: Hvussu nógv kostar oljuupphitingarskipanin, sum verður sett upp í ellisheiminum, og hvat hevði ein sjógvhitapumpuskipan kosta?

2a: Hvat kemur raksturin av oljuupphitingarskipanini - tað er oljukeyp - at kosta tá oljuprísurin fer at verða ávíkavist 100 og 150 dollarar fyri tunnuna. (Hetta eru prísirnir, ið vit mugu væntað, fara at vera á olju komandi árini).

2b: Hvat høvdu rakstrarútreiðslurnar av eini sjóvarhitapumpuskipan verið?

Fyrst er at siga, at atfinningarnar eru vendar móti skeivum parti. Vestmanna Kommuna hevur fleiri ferðir heitt á landsmyndugleikarnar bæði Innlendismálaráðharran og Almannamálaráðharran um at samstarva um varandi orkukeldur í sambandi við røktarheimið.

Vit halda sjálvsagt, at sjóvarhiti átti at verið nýttur, tí allar fortreytir eru til staðar. Trupulleikin er tó, at Fíggjarmálaráðið hevur avmarkað kostnaðin til røktarheimsbyggingina. Vit hava valt at hava flagtekju, hóast hetta dýrkar røktarheimið, men vit hava ikki møguleika eisini at gjalda fyri eina orkuskipan, sum nýtir sjóvarhita. Vit halda, at landsmyndugleikarnir áttu at verið nógv virknari á hesum øki. Samstundis mást tú hava í huga, at landsmyndugleikarnir rinda raksturin, tí halda vit, at tað er órímiligt, at vestmenningar skulu átaka sær eina stóra meirútreiðslu, so at landið kann spara rakstrarútreiðslur.

Okkum kunnugt er ikki so stórur munur á hitakervinum, um vanligur ketil ella sjóvarhiti verður nýttur; radiatorar, rør o.a.tíl. er tað sama. Munurin er serliga, at hitalikam skal leggjast á sjógv, ella sjógvur pumpast í brunn, har hitalikamið skal vera. Harumframt skal tøkni til fyri at gera sjóvarhitan um til hita. Ketilin o.a. kostar um 250.000 kr. Íløgan í sjóvarhita er væl størri, vit kenna ikki nágreiniliga prísin, tí óneyðugt hevur verið at kanna hann. Vit vita tó, at ein skipan við sjóvarhita eftir øllum at døma (við verandi oljuprísi) hevði kunnað spart seg innaftur í rakstri upp á minni enn 5 ár. Sum nevnt omanfyri er trupulleikin, at kommunan eigur íløguna, meðan landið fær sparingina. Úrslitið av hesum tvíbýtta ábyrgdarøki er, at rakstrarútreiðslurnar hjá landinum gerast óneyðuga stórar, og at olja verður nýtt, har onnur rein orkukelda kundi verið nýtt.

Vit kenna ikki rakstrarútreiðslurnar í sambandi við røktarheimið, tí at tað er landið (Nærverkið), sum eigur hesar útreiðslur.


 

1. flokkur

Januar 24 , 2011
Nei, heilt erligt so handlar hetta ikki um at brúka tíð saman vid børnunum ella ei, men handlar hetta meira um at tað reint faktiskt ER sera trupult at arbeida aðrastadni og búgva í Vestmanna. Kommunan stuðlar i hvussu so er ikki uppundir at gera hetta lættari. Tá ein skal taka frí skal koyringin leggjast afturat, og aloftast loysir tað seg ikki at koyra aftur til Havnar til arbeiðis.



Tad er gott at vidkomandi elskar tíðina saman vid sínum børnum, men eg haldi tad verda sera smáligt at leggja onnur undir IKKI at gera tað sama.



Eg eri so púra einig í at innskriving saktans kann leggjast aftaná arbeiðstíð og somuleiðis eisini tendring av jólatræ v.m.



Vælsignaði tit. Roynið nú og leggið familjutiltøk UTTANfyri arbeiðstíð og á tann hátt gera Vestmanna til eitt meira vinarligt pláss.
Verður lagt úr uttan viðmerking.

 

Byrsufelagið

Januar 24 , 2011
Ætlaði at melda meg í Vestmanna Byrsufelag, tá eg einaferð fyrr í ár hoyrdi, at so at siga øll loyvir vm. var komið uppá pláss hesum viðvíkjandi. Men enn er onki hent. Havi hoyrt, at málið nú liggur ( og hevur ligið her leingi ) hjá kommununi. Hví dregur hetta mál út, hví tekur tað so langa tíð, hvat er trupuleikin ?

Vestmanna Kommuna er ein partur í hesum máli, sum ikki er so einfalt, sum tú fær tað at ljóða.

Málið verður fyri á bygdarráðsfundi í annaðkvøld, 25. januar '11 kl. 19.
Tú ert vælkomin at lurta.


 

Svimjihylurin

Januar 19 , 2011
Vita tit at siga mær nær svimjihylurin í Vestmanna var tikin í nýtslu...?
Í januar (24. ella 31.) 1950 varð skúlin á Kongsteigum vígdur. Svimjihylurin, sum var partur av skúlanum, var fyrsti innandura skúla-svimjihylur í danska kongaríkinum.

 

svar til 1. flokk

Januar 19 , 2011
Álvaratos!!!!! At vera skrivaður í 1. flokk er ein av teimum heilt stóru løtununum í einum barnalívi! Og ein av teimum løtunum, sum ikki koma óvart á nakran. Her má eg spyrja hatta foreldri, hevði tað ikki borið til at skriva í kalendaran, ella feriukalendaran at einaferð í januar má eg brúka ein tíma, tí at barn mítt skal skrivast í skúla, og ikki at gloyma í august, tá ið barnið so skal byrjað í skúla.Eitt afturat, kanska hava lærararnir frí seinnapartin ella um kvøldið.Eg skilji bara ikki at alt skal gerast so trupult, tá ið børnini umræður, tí longu tá ið vit gera av at fáa okkum børn, vita vit av at tey taka tíð.VinaligaEin, ið elskar tíðina saman við børnunum
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

1. flokkur

Januar 17 , 2011
Hví er innskrivingin av børnum til fyrsta flokk mitt á degi; hví mugu foreldur taka frí til at skriva børnini inn? Í hesum tíðum hava vit brúk fyri hvørjum lønartíma, tí skilji eg ikki, hví eg skal taka frí, tá hetta kundi verið gjørt seinnapart ella á kvøldi.

Vestmanna Skúli hevur hetta svar:
"Innskrivingin hevur nógv tey seinastu árini ligið um middagsleitið. So tað er nærmast siðvenja, sum tó sjálvandi kann broytast.
Um farið verður til tannlækna, lækna, fysioterapeut v.m., so er tað jú eisini í arbeiðstíð.
Sjálvandi kundi innskrivingin verið seinni, t.d. kl 14.30, men skúlin hevur ikki fingið nakra áheitan um tað. - Tey flestu mugu kortini biðja sær frí."


 

Ferðavinnan

Januar 10 , 2011
Siti í verðandi løtu og lurti eftir hvat Klaksvíkmenn gera fyri at fáa ferðavinnuna at koma at vitja teirra býð.

Mítt spurgsmál er hvat verður gjørt her í Vestmanna við tílíkt, vit hava jú Føroya bestu havn.

Tað kundi veri stuttligt at havt onkran stóran crusara liggjandi við bryggju, og ikki minst um man hugsar um havnagjaldið eitt slíkt skip hevði lagt efftir seg.

Vit hava ikki eins góðar møguleikar sum klaksvíkingar á ferðavinnuøkinum. Vestmanna er ein góð og trygg havn, men vit hava ikki so langa atløgusíðu, at vit kunnu bjóða teimum størru ferðamannaskipunum til kai. Harumframt mugu tit hava í huga, at atløgusíðan hjá okkum verður nýtt til fiskivinnu; til ber ikki at hava ferðavinnuskip og arbeiði á fiskavirkinum samstundis. Neyðugt er tí, at ferðamannaskip og avreiðingar mugu samskipast; í veruleikanum merkir hetta, at vit bert hava møguleika at hava ferðamannaskip liggjandi við kai, tá lítið ella onki virksemi er á fiskavirkinum.

Ferðamannaskip kunnu liggja fyri akkeri á havnini, men av tí at alivinna er báðumegin, avmarkar tað longdina á skipunum.

Vestmanna Havn tekur 1,80 kr fyri hvørt nettotons í havnargjaldi, hetta verður bert goldið fyrsta dagin, og 1,45 kr fyri hvørt nettotons í brúgvagjaldið fyri hvønn dag. M/S National Geographic Explorer lá við kai summarið 2010, teir guldu um 6.500 kr í havnar- og brúgvargjaldi. Um Norrøna lá við kai í Vestmanna, so høvdu vit fingið um 50.000 kr fyrsta dagin. Onkuntíð keypa skipini eisini vatn og el frá Vestmanna Havn.


 

Kavagrevstur

Januar 07 , 2011
Hví verður byrja so seint at grava inni í bygdin???????

Kl 09.00. er ov seint at byrja, tá eru flest okkara, um vit sleppa, langt síðan farin frá húsum.

Vánaligt, serstakligani vánaligt...

Og ja eg havi lisið ætlanina, um kavagrevstur.
Sambært kavagrevstrarætlanini, sum tygum jú hava lisið, skal byrjast at grava kl. 5.00. Arbeiðsmenninir kanna líkindini kl. 5 teir morgnar, útlit kunnu verða fyri hálku ella kava. Alt eftir, hvussu líkindini eru, verður støða tikin til, um neyðugt er at salta ella grava.

 

Til spurningin Gæs/seyður?

Januar 04 , 2011
Skal hatta aftursvarið skiljast, sum tað als ikki er loyvið at hava gæs í bygdini, ella hvat sigur ein møgulig grannastevnan fyri Vestmanna, hvør hevur loyvi at fáa sær gæs, og hvar kann man fáa eitt sovorið gásaloyvið frá?

Sambært grein 28 í hagalógini, "lov nr. 172 frá 18. maj 1937 for Færøerne om haugers styrelse og drift m.m., sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 77 frá 18. mai 2009"  skal "Bestemmelse om, hvorvidt det skal være tilladt at holde Gæs i Haugen (derunder om Antal, Betaling m.v.), tages af Haugens Ejer (i Fælleshauge Haugestævnet).

 

Vit kanna grannastevnuviðtøkurnar fyri Vestmanna, men eru enn ikki komin á mál við hesum.

 

Hundafangari v.m.

Januar 04 , 2011
Haldi við Jan, at tað er hol í høvdi at minir skattapengar skulu vera brúktir til at taka seyð, gæs o.a. lort upp.



ein ið rindar skatt
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Webcamera

Januar 04 , 2011
Ætlaði bara at spyrja nær camera verður í ordan aftur ,hyggi hvønn dag men tað sker onki ,sakni at síggja Vestmanna ,heilsan úr Hirtshals
Vit arbeiða við hesum og vóna, at tólið skjótt fer at virka aftur.

 

Nýggjár

Januar 04 , 2011
Hevði tað ikki verði ein ide at lati vera við at tendra gøtuljósini aftur tá um 2 tíðina á nýggjárinum, hyggeligari tá tað er slókt alla náttina :) ?
Tað er mest av trygdarávum, at gøtuljósini verða tendrað aftur - tað eru jú nógv fólk úti eina slíka nátt.

 

Spillivatnsætlan

Januar 04 , 2011
Hoyrdi stutt undan jólum, at einans 4 kommunur hava gjørt spillivatnsætlan, hóast freistin er 01.01.2011. Hvussu er hjá okkum, er Vestmanna Kommuna millum tær 4, ella eru vit eisini seinir á tí økinum?
Tann 14. oktober 2010 fekk Umhvørvisstovan spillivatnsætlanina fyri Vestmanna Kommunu.

 

Campingpláss

Januar 03 , 2011
hey tit !

Nú hava tveir tilflytarar gjørt tað so deiligt hjá fólki við campingvognum, at goyma vognarnar í bygdini. Tað sigst, at har eru 50 vognar inni í bygninginum.

Tað var ein annar tilflytari í bygdini, sum nú er fluttur til Sørvágs, sum ætlaði at gera eitt campingpláss á vøllinum inni á Fjør, vita tit hvar tað málið liggur. Hvat ætla tit við vøllinum o,a.

Økið Inni á Fjørð, har m.a. vøllurin var, er í byggisamtyktini fyri Vestmanna Kommunu lagt út sum øki til frítíðarhús, húsvognar og tjalding. Ásetingarnar síggjast á heimasíðuni hjá kommununi undir Bygging og bústaður, Bygging, Byggisamtykt fyri Vestmanna Kommunu. Tvs. at almennu fyritreytirnar fyri at gera kampingpláss á økinum eru í lagi. Í fyrstu syftu verður roynt at fáa gras at vaksa á økinum, men um onkur hevur áhugað at gera okkurt á økinum, sum samsvarar við ásetingarnar, so er viðkomandi vælkomin til at greiða frá sínum ætlanum.


 

Gæs/seyður

Januar 03 , 2011
Nei, kommunan ger einki fyri at fáa bygdina vetrafriðaða. Seyður, gæs og ross kunnu ganga sum teymum listir runt í bygduni. Kommunan sigur at eingir pengar eru til vetrafriðing, men at ballast fyri tað hevur kommunan pengar til. Á hvørjum árið vera brúkt uml 50.000,- kr til jólaborðhald, hesir penganir kundu verið brúktir til vetrafríðingina.

Ein sera ónøgdur borgari

Vetrarfriðingin bíðar í ávísan mun eftir landspolitiskari viðgerð. Fleiri uppskot eru um, hvussu vetrarfriðingin kann skipast; tað vildi verið lítið skilagott at tikið avgerð, fyrr enn møgulig lógarbroyting er samtykt.

Vestmanna Kommuna býður sínum starvsfólkum til eitt jólaborðhald nevndi kostnaður er á góðari leið vit halda, at okkara góðu starvsfólk hava uppiborið eitt jólaborðhald, tey fáa onga aðra gávu frá sínum arbeiðsgevara.

Vit halda ikki, at jólaborðhaldið er orsøkin til vantandi vetrarfriðingina. Um so var, hevði verið neyðugt at spart í 100 ár, tí vetrarfriðingin við øllum óivað kostar um 5 mió. kr.


 

Íløgur

Januar 03 , 2011
Tað er skilagott, at gera íløgur í ringum tíðum. Men tað er átaluvert at lata alt arbeiði fara av bygd. Vita tit ikki at tað skullu pengar í kommunukassan til tess at fremja íløgurnar?

Kanska spara tit nakrar krónur men álvaratos, ikki fyri at vera frekur, men tað tykir mær sum lágt er millum syllar. Ein skomm stendur á Follendi, peningurin lokkaður úr bláoygdum Vestmenningum undir følskum fortreytum, lad gå við tí, hevði so arbeiði um ikki annað verið gjørt av Vestmenningum, men nei. Seinast missiónshús varð bygt arbeiddu Vestmenningar, men tá kostaði arbeiðið onkið. Stór skomm, rættiliga stór skomm. Gott tiltak við ellisheimi á Grønanesi, men allar skattakrónurnar av bygdini, enn størri skomm. Eru tit troyttir av at sita har og ætla at seta varðar eftir tykkum, ein varði bleiv settur so nær Gjógvará at hann sleppur ikki nærri, tó haldi eg húsið hevði kanska verið egnað til seyðahús.

ónøgdur Vestmenningur

Fyrst er at siga, at Vestmanna Kommuna ikki var byggiharri, tá missiónshúsið varð bygt. Vit kunnu ikki blanda okkum upp í, hvussu privatpersónar ella áhugafelagsskapir skipa sína bygging. Vestmanna Kommuna gav byggiloyvi og samstarvaði um jørðarbeiðið, afturfyri ognaðust vit stóran part av økinum úti á Follendi.

Røktarheimið á Grønanesi er boðið út sambært lógum og reglum. Vit kunnu ikki bjóða eitt so stórt arbeiði til lokalar arbeiðstakarar, teir høvdu heldur ikki verið førir fyri at átaka sær allar arbeiðstøkurnar. Vit hugsa um skattaborgarans pengar, tí fekk tann arbeiðið, sum kundi gera tað bíligast. Væntandi fáa vestmenningar arbeiði á Grønanesi, tá byggingin er komin longri.