BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Grundstykki

Februar 28 , 2011
Hvat Kostar eitt Grundstykki uppá 500m"
Í útstykkingini í Vestri kosta grundstykkini 350 kr fyri fermeturin. Tá er grundstykkið planerað, tvs. at klárt er at seta húsini á. Íroknað er íbindingargjald í vatnveiting og kloakk, og neyðugt er ikki at útvega rottanga, tí felags reinsiverk er til útstykkingina.

 

Vegurin niðan í Miðalsbrekku

Februar 28 , 2011
Góðu tit ikki leingja handan vegin nú, please. Svingið hjá Odu má eiga fyrsta rætt áðrenn nøkur vanlukka hendir. Eg haldi at kommunan er nóg skuldarbundir sum er, og við ongum arbeiðsplássum í bygdini kann tað verða sera tungt at gjalda aftur, hvør sigur at fólka fara at blíva við at tíma at koyra aðrastaðni at arbeiða, eg stúri fyri at tey heldur seta búgv har arbeiði er at fáa.



Ein stúrin.



Ikki siga at hetta er grenj, eg haldi bara at alt sær nokso gráligt út beint nú.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

gamalt jarn

Februar 15 , 2011
Er tað nú blivið uppgávan hjá kommununi at kappast við teir privatu um gamalt jarn. Eg sum trúði, at tit ikki kappaðust við tað privata.
Hetta er mest fyri at fáa ruddað upp!

 

Myndir

Februar 14 , 2011
first vil eg líka siga at hetta er ein sera góð heimasíða tit hava her. eitt heraklap frá mær :)

men... eg haldi vikuliga at tit burdu dagført mynda skjáttuna hjá tikkum, eg meini so við.. Nyggjar myndir "Smádreingjalið hjá Æsir 1992" hatta eru ikki nyggjar myndir tær eru nastan 20 ára gamlar.

men annars ein sum ikki hevur so nógv at grenja um, tíð hann siglur úti :)
Vit hava tíverri ikki gjørt so nógv við myndasavnið hjá okkum, fyri ikki at siga einki! Hesar myndirnar eru bert fluttar frá gomlu heimasíðuni. Arbeitt verður við nýggjari heimasíðu. Ætlanin er tá eftirhondini at fáa skipað myndasavnið betur.

 

Sepitangalovloysi ??

Februar 14 , 2011
Hvørji krøv eru til sepitangar ??

Hví sleppa summir sepitangar at standa sum skrímsl í nógv ár ??

Fekst dømi er við síðuna av okkara pena kirkjugarið, har er ein septitangi komin at standa fyri kortum !!

Hví geva vit loyvi til ta, hví, hví ??

Vit kalla okkum grøna bigd, so mugu vit eisini liva upp til minsukrøvini ?



vinarliga

eg

Ein rottangi skal vanliga setast soleiðis, at hann ikki sæst frá almennu vegi ella staði - antin við at grava hann niður ella við at byggja upp rundan um hann.
Ásannast má, at tað ikki altíð hevur verið fylgt so væl við treytunum í hesum sambandi.


 

gamlir kontainarar

Februar 14 , 2011
Hvør rindar fyri burturbeining av tveimun konteynarun

sum standa í grótbrotinum. tveir mans frá VK hava arbeitt í fleiri dagar við at reinsa konteynarnar innan fyri timbur vm. Havi hildi at arbsfólki hjá VK hevur annað og meira at gerða enn at rudda skrambul upp eftir privatpersónar.

Havnarnevndin hevur gjørt avtalu við fyrrverandi eigaran um at beina bingjurnar burtur. Afturfyri fær kommunan inntøkurnar fyri jarnið í bingjunum.


 

Skúlin

Februar 07 , 2011
Hey tit

Bert ein fyrispurningur.

Nú hoyra vit um soppavøkstur og inniklima sum heild í skúlum, barnagørðum og øðrum bygningum.

Hvussu stendur til í okkara skúla? Ein partur er frá 1986, meðan hinir báðir partarnir eru rættiliga gamlir.

Er inniklimaði kannað?

Hvussu við skaktunum, har "nýggj luft" skal streyma inn, verða tær ofta reinsaðar?

Grundin til at eg spyrji er, at eg haldi at sera nógv børn eru fongd við astma nú í mun til fyrr, sama við eksem, ùtslett, o.ø.

Um skúlin ikki er kannaður, hvør skal so fáa tað gjørt? Vónandi er ikki neyðugt at melda.

Ein spurin

Luftingaropini í elsta partinum av skúlanum verða ikki brúkt. Opini í teimum flestu eru huld, ímeðan onnur eru opin og hava eitt ávíst natúrligt luftskifti. Í skúlanum í Frammbø er ventilatiónin fyri kortum reinsað.
Eingin kanning er gjørd av inniluftini í skúlanum.
Ongar ábendingar eru ella hava verið um soppavøkstur í skúlanum, og so leingi ongar ábendingar eru, verður ikki mett neyðugt at kanna inniluftina.
Um varhugi er um soppavøkstur, er tað leiðsla skúlans, sum skal taka stig til eina kanning, og um leiðslan ikki ger tað, kann Arbeiðseftirlitið áleggja leiðsluni at seta eina kanning í verk. Tað eru annars ráðgevandi verkfrøðingafyritøkur og kanningarstovur, sum standa fyri slíkum kanningum.


 

Dansistovan

Februar 07 , 2011
Havi hildi at kommunan átti dansistovuna sum fyri mær at sýggja er sera hugnalið í ljósum litum innan, varð har á bingo hjá barnabata og VÌf í vikuni. Spurningur mín er tí hvønn skal eg kontakta um eg skal leiga Dansistovuna til veitslu.

Set eg í samband við Steingrím Haraldsen, tlf. 583360 ella 424246.


 

Myndir

Februar 03 , 2011
Ber taðtil at leggja myndir út her, og hvussu ger man ??







heilsan

Jørgen

Nei, tað ber ikki til at senda myndir beinleiðis inn á Spyr bara.
Tú ert vælkomin at senda myndir við telduposti vestmanna(a)vestmanna.fo.


 

at leiga høli í bygdini?

Februar 03 , 2011
Ikki kann sigast, at Vestmanna kommuna veitir sínum borgarum serliga góða tænastu, tá hugsað verður um at leiga sær eitt høli til eitt nú eina minni veitslu.

Her eru nógv møgulig høli, t.d. frítíðstovan, barnagarðarnir, sýslumanshúsini, bygdarhúsið osfr. Men vit mugu tíverri av bygdini at halda veitslu.

Róðrarneystið er ov stórt, høllin upp aftur størri og dansistovan ikki serliga hugnalig.

Spuringurin er: Hvussu ber hetta til? Hevði hetta ikki verið ein inntøkukelda? Eisini fyri vaskikonurnar? Eigur hetta ikki at vera ein sjálvsøgd tænasta?

Tey hølir, ið Vestmanna Kommuna kann bjóða til leigu eru: Ítróttarhøllin, gongin í Ítróttarhøllini, Miðhøllin, Fimleikahøllin og Aulan í skúlanum. Ein annar møguleiki er Íbúðin í handlinum til Niels hjá John. Sýsluhúsini verða leigað út til t.d. fundir og aðrar samkomur. Sýsluhúsini verða ikki leigað út til veitslur, konfirmatiónsdøgurðar o.l. Hølini eru í góðum standi, og vit ynskja at varðveita tey soleiðis sum longst.

Frítíðarstovan og barnagarðarnir hava áður verið læntir út til veitslur/døgurðar. Hetta mátti steðga, av tí at tað bleiv ov nógv stríð hjá starvsfólkunum, serliga aftaná, tí hølini ofta ikki vórðu latin aftur í sama standi, sum áðrenn tey vóru leigaði út. Staðið verður ikki leigað út til veitslur/døgurðar.

Í Vestmanna er harafturat møguleiki at leiga privat hølir: gamla kaffistovan inni á Fjørð, Fjørukrógvin og Bryggjan, umframt dansistovuna, sum tú sjálv-/ur kemur inn á. Eisini kann nevnast kirkjukjallarin, misjónshúsið og róðrarneystið.

Vestmanna Kommuna skal ansa eftir, at hon ikki fer í kapping við tær privatu fyritøkurnar í bygdini.

Tilsamans eru nógv høli í Vestmanna, ið kunnu leigast. Ymsar støddir, og til ymisk endamál. Tað átti at borið til at brúkt eitt av teimum til júst tykkara endamál.


 

Kavagrevstur

Februar 01 , 2011
Heygalíð verður sum oftast bert grivin yvir til Útibarnagarðin.
Um bilar ikki standa í vegin, og tað slepst væl av við kavan við endan av vegnum, so skal Heygalíð gravast heilt út til endan!

 

hey hey graving

Februar 01 , 2011
IRF koyrur IKKI oman i HEYGATÙN tað havi eg ongantíð sæð enn, maður ber allar sekkirnar út til vegin.

IRF kemur eftir skrelli mánadag, hesaferð gróðu teir týsdag niðri í heygatúni, so hattar er ein bíðiligur umbering.

So at OVARI VEGUR OG FJALSVEGUR vóru sera illa grivnir hesar dagarnir, men annars hava teir verið væl grivnir hendan kavaveturin.



heilsan EG :)
Verður lagt út uttan viðmerking.