BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Konsert

Mars 30 , 2011
Hattar var ein super konsert í hølluni, sera stugligt at man kan koma til Vestmannar at hygga sær, fyrst á Fjørukrønna síðan á konsert og so í dans.. Sera stugligt at man sum vesturminingur í havn kan koma til vestmannar á konsert.Havi veri til

Uriah Heep kvøld.

Kára P

Martin Joensen

Stanley samulsen

Hanus G

Eivør

Nicolinu

Guðrið

Anniku

Gud viti hvat tað næsta verður.

Vit takka fyri viðmerkingina.

 

Grenj

Mars 29 , 2011
Tað er rætt, at nógv verður grenja á hesu síðu, men tað er m.a. tað síðan er til, hugsi at teir sum svara onki hava ímóti. Teir vilja hava at vita hvat rørir seg millum manna.

Haldi annars, at bygdaráð og umsiting gera eitt gott arbeiði. Rós fyri tað.

Um eg nú skal fara upp í grenjikórið kundi eg hugsa mær vetrarfriðing, betri parkeringsviðurskifti á Fitjum, og at læknahøli á nýggja ellisheiminum, tí annars verður ikki lætt at fáa nýggjan lækna at søkja hertil

Tað er ein misskiljing, tá tú sigur, at Spyr bara er til grenj og atfinningar. Síðan var ætlað sum kunning til borgarar og svar upp á ivamál. Tú mást minnast til, at tey, sum svara, oftast eru embætisfólk, og tí ikki kunnu gera politiskar metingar.

Vit takka annars fyri rósið.

Vit arbeiða við vetrarfriðing, parkeringsviðurskiftini á Fitjum eru partur av dagføringini av Niðara Vegi, møguleiki er ikki fyri læknaviðtalu í røktarheiminum, men vit arbeiða við aðrari loysn.


 

grej

Mars 29 , 2011
Fólk eru soleiðis innrætta at, tá onkur ger okkurt ringt/vánaligt, feil o.l. eru vit skjótt at siga frá. Men ger onkur nakað gott so tiga vit.

So eg rokni við at alt tað góða, ið Vestmanna kommuna ger fær hon ikki rós fyri.

Men so til spurningin:

Kann man ikki stytta tíðina har seyður gongur á bønum/bygdini? soleiðis at tá tað byrjar at vára so verður hann koyrdur í hagan.

Kommunan kann ikki stytta tíðarskeiðið, tí tað er ásett í hagastýrislógini:

  34. Græsningsretten for Faar paa Bø eller anden Indmark tilkommer i Tiden fra den 25. Oktober til den 14. Maj overliggende Hauges Ejer, medmindre anderledes lovligt er fastsat.

Kanska hevði borið til at gjørt avtalu við eigararnar móti endurgjaldi, men hetta er ikki so einfalt, spurningurin er eisini, um tað er rætt at gjalda fyri eitt styttri tíðarskeið.


 

Lækni

Mars 29 , 2011
Um vestmenningar skulu allan vegin til Vágarnar til lækna, eri eg og mín familia eisini flutt úr Vestmanna for good

Okkum kunnugt verður læknin ikki fluttur. Søkt hevur verið eftir nýggjum kommunulækna í Vestmanna.


 

Nær ?

Mars 29 , 2011
Er nøkur ársfrágreiðing frá ungdómshúsinum Staðið fyri 2010?

Foreldur
Sí svarið beint niðanfyri.

 

Almenn vitjurnartøl

Mars 29 , 2011
Eru nøkur vitjurnartøl sum siga hvussu nógv vitjað STAÐIÐ? hvønn dag, mánað?

Hvørji tiltøk hava verið á Staðnum síðan tað byrjaði ?

Verður ársfrágreiðing gjørd við ársenda ?

Nær verður tað opið tá ungdómurin hevur fríð ?

foreldur

Mánakvøld er kanska tað slakasta kvøldið eini 10 til 15 fólk, men so veksur sum vikan gongur. Fríggjakvøld er tað stóra kvøldið, tá vitja eini 40 - 50 fólk, kanska meir.

Hetta er 4. skúlaárið, Staðið hevur verið opið. Staðið er opið mán - hós kl. 19-23, og frí kl. 19-01, og er fyrst og fremst ætlað sum eitt hugnaligt veristað hjá teimum ungu. Men Staðið hevur eisini verið karmur um fleiri smærri almenn tiltøk. Niðanfyri verður greitt frá, hvørjum tiltøkum Staðið hevur verið karmur um seinastu 4 árini.

Tá Staðið læt upp, var løgreglan á vitjan og heilsaði upp á tey ungu. Beinta Gregersen og Bogi Andreasen, sum bæði høvdu arbeiðsroyndir frá ungdómshúsum aðrastaðni, hava eisini verið á vitjan. Tiltøk hava eisini verið um rúsevnir, har Martin Kúrberg (Blái Krossur)og Áki G. Olsen løgreglum, hava sagt frá. Forum teatur (evni, happing) onkur av hesum tiltøkum hava verið afturvendandi. Rás2 hevur sent frá fleiri bátastevnum, stavikapping (Føroya Banki skipaði fyri), Framsýning av Vestmanna sluppum (modellir, sum Finnbogi Christiansen hevur gjørt) og Vestmannasøga, sum Helgi Jacobsen greiddi frá um. Jóngerð Nielsen, fyribyrgingarráðgevi, hevur hildið fyrilestur um at vera ungur, Elin í Stórustovu (sexologur), SSP dagur á Staðnum saman við Petur Pólson og Oniontree.

Ein rúgva av tónleiki hevur eisini verið á skránni, t.d. hesar konsertirnar: Boys in a Band, Heiðrikur á Heygum, Stjarnebilder (svenskur bólkur), Benjamin og Eivør, The Ghost, Píggj (vestmannabólkur), Jens Marni, Ragnar (Talent) Finnsson, Faktor4, Faroe 5, niontree, Katla, 3ST, Terji Rasmussen/Jens Marni, Eyðun Nolsøe, Dánjal á Neystabø, Hallur Joensen, Høgni Reistrup, Stanley Samuelsen, Finnur Jensen (Páll Finnur Páll). Í fjør summar vitjaði HKH Prins Henrik Staðið.

Hetta vóru so nøkur av tiltøkunum, sum hava verið á Staðnum. Annars hava vit haft FIFA kappingar, borðtenniskappingar og internar konsertir, syngið við kvøld. Um tit vilja vita meira um Staðið, so eru vit á Facebook, so blív bara vinur við Staðið.....so er Staðið vinur við teg;)

Staðið ger sum so onga ársfrágreiðing frá virkseminum. Men leiðarin á Staðnum umrøður og eftirmetir virksemi javan við bæði umsiting og mentanarnevndina.

Tú spyr at enda, nær Staðið fer at hava opið, tá ungdómurin hevur frí?! Tað hava vit, men tú hugsar nokk serliga um skúlaferiurnar, og til hetta er at siga, at vit hava valt at fylgja skúlanum og hinum ungdómshúsunum, og hava stongt í summarfrítíðini. Hetta tí tað minkar nógv við fólki, tá summarið nærkast. Tað sýnist, sum tey ungu eisini hava brúk fyri at fáa frí frá Staðnum, ikki bara frá skúlanum. Hartil er bert eitt starvsfólk á Staðnum, og hendan tíðin verður eisini brúkt til ymiskt viðlíkahald av bygninginum.

Vinarliga
Pauli Magnussen, leiðari. Tlf. 770 160>


 

vetrarfriding á válinum/vestmanna

Mars 24 , 2011
Eg eri ikki i iva um at válafólk høvdu verid sera glad fyri vetrarfriding. So um tad er fordingin spyr so kvívík um at gera hetta samstundis. Á válinum skuldi verid lagamanni at vetrarfrida um viljin er til stadar, seydaeigarin situr bádumegin samrádingar borid.

Vit hava fyrr spurt Kvívíkar Kommunu um samstarv, tá svaraðu teir, at teir ikki ætlaðu at vetrarfriða ein lítlan part av teirra kommunu. Vit fara væntandi at spyrja teir aftur, men vit bíða eitt sindur, tí  møguleiki er fyri lógarbroyting, so tað gerst lættari og bíligari at vetrarfriða.


 

Arbeiði.

Mars 24 , 2011
Nú trolararnir verða seldir úr bygdini, og tað ljóðar tað er yvasamt, um flakavirkið letur upp aftur, kundi eg hugsa mær at spurt, um konunan hevur nakra ætlan? Tað kundi verið at kalla saman til ein fund, og vita hvør áhugi var, einaferð var eitt vinnulívsfelag sett á stovn, "hvar er tað í dag", ella, eru tað onnur sum kundu tonkt sær at prøva? At sita og bíða til onkur ger okkurt, kan vera leingi og bara vænta, at tað vera "hini" ið gera tað, kan vera so sum so.

Vit vænta avgjørt, at fiskavirkið letur uppaftur í ár. Tað er heldur ikki vist, at allir trolararnir hvørva.

Vit halda, at tað kundi verið skilagott við einum fundi, men vit ivast í, um kommunan/bygdarráðið eigur at taka stig til fundin, tí vit hava ikki loyvi til at taka lut í vinnuvirksemi. Betri hevði verið, um virkisfúsir einstaklingar tóku stig til fundin vinnulívsfelagið kundi verið við sum fyriskipari bygdarráðslimir høvdu sjálvsagt tikið lut, og kommunan kundi latið høli.


 

lækna-husið

Mars 24 , 2011

Passar tað at eingin lækni verður í vestmanna aftaná 1. Mai

havi hoyrt at fríðtíðarskúlin skal kanska vera í læknahúsinum, og at vit skullu til vágarnar til lækna, kemur so komunan so KUBBAR til øll húskini í bygdini. Um so er at hettar passar, hvat ætlar komunan at gera so, fyri at ikki alt fólki flyttur av bygdini.

Haldi at komunan hevur gjørt ovlíti at varveita arbeiðspláss í bygdini, hugsi um sev "kontórbygningurin" sum tit lótu fara til Tórshavnar og fingu ein lagurbygning ístaðin " 2 arbs pláss "

ein sera vælnøgdur borgari

PS: mátti til havnar at fáa mær arb.

og nú fari eg eisini at keypa hús í havn :(

Okkum kunnungt er søkt eftir nýggjum kommunulækna í Vestmanna.
Ætlanir eru um at nýta part av læknahúsunum til frítíðaransing, tí nýggi kommunulæknin skal ikki hava bústað frá kommununi. Annar møguleiki er at flyta læknaviðtaluna í onnur og betri høli.

Arbeiðsbólkur hjá landsmyndugleikunum arbeiddi við uppskoti til nýggja kommunulæknaskipan, har varð mælt til, at læknamiðstøð skuldi vera í Kollafirði, hon skuldi taka sær av íbúgvum í Vágum og Norðstreymoy. Fleiri læknar skuldu starvast á miðstøðini. Okkum kunnungt gerst henda ætlan ikki veruleiki.

Kommunan hevur avmarkaðar møguleikar at taka lut í vinnulívi, men vit hava altíð roynt at stuðla, tá vinnulívsfólk eru komin við ítøkiligum verkætlanum.

Vit fluttu ongi starvsfólk hjá SEV, nevndin og leiðslan taka hesar avgerðir. Kommunan hevur harafturímóti roynt at samstarva við SEV, so eitt sindur av virksemi er eftir í Vestmanna.


 

Selja hús

Mars 24 , 2011
Hví selir kommunan húsini inni á fjørð nú. Metir kommunan at keypihugurin millum fólk er í topp júst nú arbeiðsloysi í bygdini toppar? Kundi hugsa mær at tað var øvugt, men kanska er tað bara mín lummafilosofi!

Hvørja loysn hevur kommunan annars til frítíðarskúlan eftir summarfrítíðina?

Tað eru greiðar ábendingar um, at prísurin á sethúsum í Vestmanna er rættiliga góður, tí vænta vit, at nevndu hús kunnu seljast fyri ein nøktandi prís. Onnur orsøk til søluna er, at vit ætla at nýta part av søluupphæddini til at betra umstøðurnar hjá frítíðaransingini og kanska eisini umstøðurnar hjá kommunulæknanum. Fyribils verður frítíðaransingin í Látipípuni, hetta ber til, tí at barnatalið í løtuni er rættiliga lítið.


 

Earth hour

Mars 24 , 2011
Ája, Earth Hour er so óforpliktandi, men myrkrið komandi leygarkvøld fer at minna meg um stuttskignið í sambandi við upphitingina av nýggja ellisheiminum her í bygdini. Har var veruliga møguleiki fyri at gera nakað fyri at spara orku ....

Tað er hugstoytt, at onkur upp í saman brigslar bygdarráðnum, at ellisheimið verður upphitað við olju og ikki frá varandi orkukeldum. Vit hava fleiri ferðir víst á, at kommunan ikki hevur møguleika at velja hesa loysn, og at kommunan áhaldandi hevur heitt á landsmyndugleikarnar at hugsa grønt. Tíanverri hava hesar áheitanir verið til fánýtis.


 

Skilja tit ?

Mars 24 , 2011
Hevði tað veri ein dýr loysn at sett fleiri kontainara út á ruskplássi, so ruski verur betur skilt ?

Og hevði tað veri eitt hugskot at havt ein "tinghús" kontainara til ting sum eru ov góð at brenna ?

Og hvat við einum kontainara til tað sum skal tyrvast...gips, keramik, glas o.a





Vinarliga



Ein í vil skilja
Bingjurnar á bingjuplássinum eru settar í samráð við IRF eftir tí tørvi, teir samam við okkum hava mett um. Tað hevur verið tosað um at fáa eina bingju til ting, sum kanska eru ov góð at koyra burtur. Tosað hevur verið um at gera eitt samstarv við Dugna í hesum sambandi. Vit hava gjørt eina skipan á bingjuplássinum, har til ber at sleppa av við blikk. Hesa verða samlað í sekkir og latin teimum, sum hugna um á nýggjárinum.

 

Grenj og aftur grenj!

Mars 24 , 2011
Nú havi eg fylgt við á " SPYR BARA" í nakrar vikur.

Og sigast má at fólk eru sera neilig, og ikki serliga uppbyggjandi.



Sum er nú er tíðirnar ikki tær bestu í Vestmanna, tað kunnu vit verða samd um, men at grenja og spilla sitandi bygdarráð út hjálpir so ikki.

Vestmenningar hava altíð verið virkisfýsnir og verða tað nokk eisini í komandi árum, so tær góðu tíðirnar koma aftur til Vestmanna, einki at ivast í!!



Annars haldi eg at kommunan skuldi tikið upp, um hesin spurnarkassi skuldi havt eitt minni nálareyga, ella um hann skuldi verið tikin heilt av. Tað eru nógv fólk í bygdini sum ilskast inn á grenjið sum er tann stórsti parturin á hesum spurnarkassa.



Men sum sagt við at grenja og við grenji verður ikki nógv uppbygt, og tað er so ALS ikki stuttligt at lesa herinni!!!





Tað hevur verið tosað um, at taka henda spurnarteigin av ella at gera nálareygað trengrið, men hildið verður, at hetta er ein góður máti hjá íbúgvunum at gera vart við seg bæði jaliga og neiliga. Vit royna so at svara eftir førimuni. Í onkrum førum sleppa viðmerkingar ella spurningar ikki ígjøgnum nálareyga. Hetta er vanliga, tá persónligar viðmerkingar eru á skránni.


 

Ovari Vegur

Mars 24 , 2011
Kundi hugsa mær at spurt um tað ikki er nøkur ætlan við Ovari Vegi í ovara borð, frá Onnu Dahl Olsen inni til Onnu Jacobsen, kunnu tit ikki vinarliga royna at fáa hetta strekki at síggja nøkulunda pent út, sum er sær tað ræðuligt út, óliðugt og ófantaligt, har kundi verði so vakurt um tað bleiv gjørt liðugt, men tað skal onki gerast liðugt !

Rætt hava tygum í, at okkurt átti at verið gjørt fyri at hampa um henda teinin. Hetta má so takast upp á byggifundi og setast á arbeiðslistan.


 

Heyganes

Mars 17 , 2011
Flest øll hava filt gongdini í málinum viðv. Faroe Seafood. Fiskavirkið í Vestmanna er nú selt til eysturoyingar og íslandarar. Í gjár vóru hópin av lastvognum her, og fóru teir avstað aftur við fiskakørunum. Tað kann benda á at virksemi IKKI verður tikið uppaftur her í bygdini. Bygningurin stendur á leigugrund, og leigusáttmáli er við Vestmanna kommunu. Kunnu nýggju eigarnir bara yvirtaka henda sáttmála, og nær kann hesin sáttmáli sigast upp ? Vinarliga leggi hendan sáttmála út á hesa síðu. Sami spurningur er viðv. skipasmiðjuni, sum nú er tómd fyri amboð.

Vit hava fyrr svarað, at vit eru sannførd um, at virksemi verður aftur á fiskavirkinum í ár; vit eru enn sannførd um hetta.

Verandi leigusáttmáli tók við 08.01.1987, tí fer hann úr gildi 08.01.2012, neyðugt er tó, at annar parturin sigur sáttmálan upp við 1 ára varningi. Sáttmálin kann eisini vera longdur við 10 árum. Vit kunnu ikki siga sáttmálan upp, um nýggjur eigari nýtir virkið til sama endamál: Leigarin hevur rætt til at framleiga ella avhenda einstaklingi ella felag alt tað leigaða økið til sama endamál, móti at ein slíkur leigari tekur við somu rættindum og skyldum sum leigarin, ið hevur verið higartil, og at leigusáttmálin fær neyðuga átekning um hetta. (grein 5)

Um sáttmálin verður sagdur upp, so kann lendiseigarin keypa virkið fyri 50% av einum metingarvirði ella krevja, at økið verður latið eigaranum aftur í sama standi, sum tað var við byrjan av leigumálinum (grein 7).

Treytirnar í leigusáttmálanum hjá skipasmiðjuni eru nøkunlunda tær somu, her má tó leggjast afturat, at MEST eigur bedingina, og teir leiga einans økið har bygningarnir eru.


 

Vestmanna-Vestmanna

Mars 17 , 2011
Nú er lítið eftir av virksemi her í bygdini, ongin í bygdarránum sær út til at gera nakað sum helst við hettar, havar gongur leiðin ?.

Her á heimasíðuni er spurgt um vestmanna kommuna skal taka sær av gomlum jarni úti í grótbrotinum, sum privat fólk eiga, og tit svara at intøka er í tíð, hettar er tvætl basta.

Heldur nýtt peningin til spæliplássi.

Ein spurgdi um ferðavinnu, men svari var, at ikki var atløgupláss fyri stórum skipum, Nørrøna hevur veri her ?.

Vit síggja næstan ongantíð bygdaráslimirnar í fjølmilunum sum royna at fáa virksemi hendanvegin hví.

Ella er tað nú bara Ellisheimi sum er so áhugavert, at pláss er ikki fyri trivnaði og okkum ungu her í bygdini, nú Kvívíksingar eiga heltina av vágni ella???????????????.

Kommunur hava ikki loyvi til at taka lut í vinnuvirksemi. Okkum kunnugt royna bygdarráðslimir og borgarstjóri at ávirka, har tey kunnu, so at fiskavirkið verður latið upp aftur í Vestmanna. Vit halda ikki, at politikarar, sum rópa í fjølmiðlum, fáa so nógv av skafti, sum teir, sum við tolni og treiskni royna at ávirka teir røttu persónarnar. Onnur orsøk, til at bygdarráðslimir eru so kvirrir, kann vera, at teir vita, at arbeitt verður við at finna eina loysn.

Vit skulu frøast um, at tað bar til at byggja røktarheim á Grønanesi. Í fyrsta lagi fáa okkara eldru og óhjálpnu eitt gott og tíðarhóskandi bútilboð, og í øðrum lagi fær bygdin nøkur trygg arbeiðspláss.


 

Seyður

Mars 17 , 2011
Um vetrarfriðing strandar uppá fígging, so eri eg vísur í, at vestmenningar vildu goldið 1-2% eyka í skatti í kanska 2-3 ár ella so, og so oyramerkt hetta til vetrarfriðing, og so fingið hasa vetrarfriðingina gjøgnumførda, sum eg havið skilt á bygdaráðslimum, so er eitt ávíst arbeiði gjørt, so tað er kanska ikki so langt á mál.

Vetrarfriðin er við á raðfestingarlistanum hjá bygdarráðnum. Tað er rætt, at fíggjarligar umstøður eru ikki í løtuni at fara undir íløguna, men vit bíða eisini eftir broyttari lóggávu. Bæði samgonga og andstøða hava fleiri ferðir víst á, at tað er ov trupult at vetrarfriða.

Vit hava eisini ein annað praktiskan trupulleika, hann er markið móti grannakommununi. Tað er tvørligt at stika millum Válin og Vestmanna, neyðugt verður við dýrum rulluportrum. Um kommunurnar vóru lagdar saman, so kundi Válurin verið vetrarfriðaður samstundis sum Vestmanna, tá høvdu nevndu trupulleikar verið væl færri.

Vestmanna Kommuna hevur gjørt ávísar fyrireikingar, vit hava kannað, hvussu ein vetrarfriðing verður framd, og vit hava gjørt eina fyribils kostnaðarmeting. Vit tosaðu við umboð fyri hagarnar, sum eiga vetrarbitið, og vístu á møguliga hegnføring.


 

Eitt hjartasuff - um seyð

Mars 16 , 2011
Hóast líkindini ikki hava verið góð í vetur og tað sum farið er av várinum, hava várblómurnar aftur í ár treiskast kargu livikorini og sent sínar spírar og blómur upp úr moldini og kavanum - hesir vársins boðberar, ið minna okkum á, at vit spakuliga nærkast tí ljósa og lívliga summarinum.

Men gleðin varð stokkut - ikki orsakað av jarðskjálvtum, flóðaldum ella geislavirkni, men av seyði. Tað er lítið hugaligt at vakna upp og síggja eina heila gongu gera sær deilt av blómum og runnum í havanum, umframt at traðka bleytu, vátu jørðina til eitt runudíki.

Hvat ger man, tá man stendur millum hesi ómælandi dýrini og sær oyðileggingarnar? Í berari avmegd, hevði eg hug til at gyppa tær beint í r....

Nei, eg veit ikki, man skal vera góður við dýrini. Seyðurin kann ikki gera við tað og hevur jú loyvið at ganga frítt runt og eta, har hann vil. Hinvegin hevur seyðurin eisini ein eigara, sum hevur ábyrgd av honum - eg hevði so ikki havt samvitsku til at latið míni børn gingið svong runt í bygdini og gjørt seg inn á eplaveltur, gularøtur og rabarbur hjá grannunum.

Henda avoldaða skipanin er líka langt úti, sum sokallaði "rætturin" hjá hvørjum einstøkum amerikanara til at bera vápn fyri at kunna forsvara seg og sína ogn.

Vónsvikin

Ja, tað er júst tað, at seyðurin hevur ávís fyrndargomul frammíhjárættindi. Vit hava fyrr víst á, at Vestmanna Kommuna ikki hevur møguleika at vetrarfriða í løtuni, tí mugu havaeigararnir royna at stika seg so væl inni, at seyðurin ikki sleppur at teimum leskiligu havaplantunum. Um hetta ikki ber til, so kanst tú venda tær til seyðaeigaran/hagan við trupulleikanum. Fleiri teirra skilja trupulleikan, og tað kemur meir enn so fyri, at teir taka havaær inn.


 

Meira Kei? Nei!!!

Mars 16 , 2011
Nei, nú fara tit Guð hjálpi mær ikki at tosa um at gera meira kei. Vit hava meira enn nóg mikið av keium her í bygdini - og fyri tann skuld her í landinum - men ongin brúkar tær. Nú má salast um. Pengarnir mugu brúkast til fólkið her á staðnum - tað vanliga fólkið. T.d. hevur vetrarfriðing verið lovað okkum vestmenningum seinastu 20 árini, men er onki hent, tí fyrst skal vinnulívið hava so góðar karmar.

Um vit vilja hava ferðamannaskip at koma til Vestmannar, so skulu vit leggja saman við Tórshavnar Kommunu, tí so senda tey skipini norður. At fara at kappast við Havnina, fáa vit onki burturúr. Øll ferðamannaskip hava akker, og Vestmanna er ein góð akkersvág, so her er ikki neyðugt við nøkrum stórum íløgum.

Annars haldi eg ikki, at tað er so ræðuliga nógv at stúra fyri, viðv. fiskavirkinum. Mær vitandi eru tað ikki serliga nógvir vestmenningar, ið hava sum fremsta mál, at koma á eitt fiskavirki at arbeiða. Nú vit standa á botni, er verðin opin fyri nýggjum og meira spennandi møguleikum. Kanska teir, ið nú selja skip síni og fáa nógvar pengar burturúr, enn einaferð fara at ganga á odda! Tað gongur upp, og tað gongur niður. Eina ferð gongur upp eftir aftur!!

Vh

Ein ið er mest troyttur av framhaldandi at vakna av seyðajarmi.

Verður lagt út uttan viðmerking.


 

Aling

Mars 16 , 2011
Hvussu skal ein bera seg at fyri at sleppa at ala á Vestmanna. Sum nú er, so hevur Bakkafrost loyvi, men hetta kann væl ikki verða fyri allar ævir, ella hvussu ? Hvussu nógv fær kommunan í kassan fyri alingina ?

Vinarliga gev okkum so nógvar upplýsingar hesum viðvíkjandi sum møguligt.

Takk fyri annars góðan spurnarkassa :)

Søkjast skal um aliloyvi frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni tú kanst lesa meir um hetta á www.hfs.fo í teiginum aliumsiting. Vestmanna Kommuna er ikki loyvismyndugleiki. Vit vita ikki, hvat tíðarskeið verandi aliloyvir fevna um, ella hvørjar treytir eru í loyvinum. Kommunan fær ikki aðrar inntøkur frá alingini enn møguligan kommunuskatt av arbeiðsinntøkum og kanska eitt sindur av partafelagsskatti atvinnuinntøka.

Takk fyri tøkkina.


 

Cruise skip til bygdina

Mars 16 , 2011
Eg havi eina viðmerking til svarið tit geva einum ið spyr um ferðavinnuna tann 10. januar.

Viðkomandi spyr, hví Vestmanna ikki roynir at fáa cruise skip til bygdina, og vísir til Klaksvík sum ger eitt stórt arbeiði á tí økinum.

Tit svara, at tað ber ikki til, tí ov lítil atløgusíða er í havnini, sum annars fyrst og fremst skal brúkast til fiskivinnu.

Cruise skip nýtast ikki eina atløgusíðu at leggja at. Tey kunnu leggja afturat pelum/bulum, sum eru festir í botnin. Ein stoyptur rampi at seta landgongina á er nóg mikið at loyva fólki í land.

Hesa loysnina eru cruiseskipini von við. Hon verður brúkt í nógvum av teimum eksotisku havnunum, sum skipini vitja.

Hevði tað ikki verið ein bílig og lønandi íløga um kommunan gjørdi eina slíka atløgusíðu framvið pierinum har sum havnarskrivstovan er?

Minnist til, Vestmanna er fremsta ferðavinnustað í Føroyum, men tað er ongin sum sigur, at vit ikki kunnu verða yvirhálað, eisini á tí økinum, um vit bara sita hendur í favn!

vh

Vestmenningur

Vit hava fyrr kannað møguleikan at gera atløgusíðu á uttaru síðu á pierinum hyll er gjørd til slíka ætlan. Leyslig kostnaðarmeting var um 15 mió. kr, men hetta er bíligari, um atløgusíðan er avmarkað. Talan er tó um rættiliga dýra loysn, sum ikki melur runt fíggjarliga. Vertíðin fyri ferðafólkaskip er ov stutt, harumframt vilja flestu skip liggja í Havn ella á Havnarvág, tí har eru fleiri tilboð til ferðafólkini. Fleiri teirra koma kortini til Vestmanna við bussi, tí tey fara Eystur undir Land.


 

Støðan í løtuni

Mars 15 , 2011
Ja, taðer vist og sannheit, at ikki et tað hugaligt, sum tit siga. Ja, karmarnir eru góðir, men hvat nyttar tað, um eingin nýtir teir? Tað er heilt ófatiligt, at tað kundi ganga so skjótt aftur eftir hæli, alt virksemið fram við havnalagnum burtur næstan so brádliga, sum at gera ein títlingabrest, og meginparturin av flotanum somuleiðis. Vónandi hava tit rætt, tá tit siga at: "í ringasta føri letur fiskavirkið ikki upp aftur fyrr enn eftir summarfrítíðina." Hevði tað verið so væl! Gott er at vera vónríkur, so eg skal einki siga um mín ótta. Men tá tit siga: í ringasta føri, so vita tit helst meira enn fólk flest?????

Vita tit konkret um nakran, sum ætlar at keypa virkið, tað hevði verið gott fyri hýrin á fólki, at fingið okkurt at vita, um nakað er at vita!!!!

Okkum kunnungt er enn áhugi í at keypa fiskavirkið, men áhugin gerst helst minni, um flestu skipini verða seld av bygdini. Vit hava fingið at vita, at virkið letur uppaftur, og at tað í ringasta føri verður eftir summarfrítíðina.


 

Hví ikki Vestfólkahavn?

Mars 15 , 2011
Er ikki tídin farin frá navninum Vestmanna. Er ordid ikki diskriminerandi? Hvat vid Vestfólkahavn heldur?

Tað er løgið, at henda kynsdiskriminatión ikki longu er steðgað. Kvinnurnar høvdu enntá meiriluta í bygdarráðnum í eitt áramál. Vit fara kanska at umhugsa at kalla bygdina Vestfólkahavn ella tað einfaldara Vesturhavn. Hetta navn hevði helst hóskað væl, um vit løgdu saman við Havnar Kommunu. Frægast man verða at bíða við avgerðini, til væntað kommunusamanlegging hevur verið. Vit vestmenningar ... øøøh ... vestfylkingar ... vestanfólk eru jú kend fyri tolni, og tí man ikki loysa seg at loypa framav. Vestmanna hevur verið Vestmanna í meir enn túsund ár, nøkur ár meir munnu ikki gera tann stóra munin.


 

Vestmenningur og Fram

Mars 15 , 2011
Havi roynt at fylgt við um Vestmenningur og Fram eru seldir til Klaksvíkar, men kann ikki finna nakað ítøkiligt um hetta, vita tit nakað meira um hetta, vóni ikki at hetta verður veruleiki, tí tað hevði rætt og slætt verði ein skandala fyri bygdina, tí fiskiloyvini rúka við !

vinarliga

sera stúrin

Vestmanna Kommuna veit ikki enn, um Vestmenningur og Fram eru seldir, men ymiskt bendir á hetta. Vit eru samd við tær í, at tað er sera óheppið, um rávørugrundarlagið hjá fiskavirkinum hvørvur. Vit vóna og vænta tó, at virksemi fer at vera á fiskavirkinum seinni í ár.


 

bygdamenning

Mars 15 , 2011
ja ja soleiðis kann ganga tá vestmenningar eru so lokalir, at

teir keypa aðrastaðni enn i vestmanna. Vit høvdu timburhandil skipasmiðjuna, sum aðrir enn vestmenningar áttu, men vestmenningar koyra heldur til Tórshavnar, at keypa eina skrúðu ella máling. So tað er ikki nemt at hava handil í Vestmanna.

So vestmennigar um tit vilja hava teir handlar sum eru i bygduni at menna seg, so stulið teimun, við at tit keypa í bygduni, og ikki aðrastaðni.

Eg má taka hattin av , fyri Dánjal og syninum at teir hava skip, og at teir hava landa i vestmanna.

Tað man vera óvist, um flakavirkið letur uppaftur, ti uttan skip í bygduni, er nok ikki grundarlag at lata uppaftur.Tað visti teir í keyptu føroya fiskavirking nok av, tí at teir fara nok ikki, at hava virksemi aðrastaðni enn á Skálafjørðinum.

So um Dánjal hevði valt at selt skipini hjá sær, verður vestmanna ein sovibygd

Bygdamaðurin i havn

Verður lagt út uttan stórvegis viðmerkingar. Vit vænta tó, at virksemi fer at vera á fiskavirkinum seinni í ár.


 

Christiansborg

Mars 15 , 2011
Hevur Vestmanna Kommuna ætlanir um at selja christiansborg og aðrar/onnur hús sum kommunan eigur um prísurin er nøktandi.

heilsan Steingrím Haraldsen

Vestmanna Kommuna fer at selja Kristjansborg, lýsingin stendur í Dimmalætting í kvøld 15. mars og í vikiskiftissosialinum; harumframt er lýsingin og onnur kunning á okkara heimasíðu. Vit hava funnið aðra loysn bæði fyribils og langtíðar á barnaansingarviðurskiftunum. Kommunan fer møguliga at selja skrivstovubygningin hjá SEV seinni; um virksemið á sambýlinum steðgar, tá røktarheimið er liðugt, verður sambýlið møguliga eisini selt.


 

Gódir karmar

Mars 09 , 2011
Tídindi úr útvarpinum:

Kósin, sum telist millum størstu flakavirki í landinum, hevur í longri tíð roynt at tryggja sær støðuga rávøru. Nú eru Vestmenningur og Fram, Grønanes, Safir og Smaragd, umframt Stjørnan og Polarhav beinleiðis knýtt at Kósini

Gott at Vestmanna Kommuna hevur verid so røsk at skapa vinnulívinum í bygdini so gódar karmar gjøgnum árini

Ja, støðan er ikki so hugalig í løtuni, men vit vænta framhaldandi, at virksemi verður á fískavirkinum í 2011. Okkum kunnungt eru møguleikar fyri, at onkur keypir virkið frá nýggju eigarunum. Í ringasta føri letur virkið ikki uppaftur fyrr enn eftir summarfrítíðina.

Vestmanna Kommuna hevur eftir førimuni roynt at skapt góðar umstøður á kajøkinum, væntandi verða hesar umstøður ein fyrimunur, tá farast skal undir nýtt virksemi.

Kommunur kunnu ikki taka lut í vinnuvirksemi, tí kann kommunan ikki verða partur í einum keypi av virki ella skipum. Okkum dámar lítið, at almennir pengar Føroyagrunnurin er við til at miðsavna fiskiflotan og fiskiloyvini.


 

Skip seld

Mars 09 , 2011
Havi hoyrt nakað um at onkur av reiðaríunum í Vestmanna hava selt síni skip til Klaksvíkar. Hvat vita tit um hetta, hvørji skip eru seld og hvussu stórur partur er seldur?

Havi eisini hoyrt at ongar ætlanir eru um at opna fiskavirkið aftur. Vita tit nakað um hetta?

Vit vita onki við vissu um møguliga skipasølu, men partur av partafelagnum Grønanes er seldur.

Okkum kunnugt eru ætlanir um at lata fiskavirkið uppaftur; vit vita eisini, at møguleiki er fyri, at onkur keypir virkið frá nýggju eigarunum. Í ringasta føri letur virkið ikki uppaftur fyrr enn eftir summarfrítíðina.


 

Privata mist

Mars 09 , 2011
Er tað virkuliga komi so langt, at kommunan hevur leiga einum bókhaldara SEV hølini, samstundis sum bókhaldarin fer úr privatleigaðum hølum. Tað privat missir, tí kommuna leigar, er tað rætt skilt?

Vestmanna Kommuna og SEV býttu um ognir, so at kommunan fekk bygningarnar hjá SEV á Fitjunum, meðan SEV ognaðist goymsluøki inni á Fjørð. SEV leigaði ognirnar í 2010, og teir leiga part av skrivstovuni og gamla goymslubygningin í 2011. Vestmanna Kommuna hevur skyldu at handfara skattaborgarans pensing so skilagott sum gjørligt, tí royna vit sjálvsagt at leiga høli út, sum vit ikki hava brúk fyri í løtuni. Møguliga verður skrivstovubygningurin seinni seldur.

Ein privatur vinnurekandi missir eina leiguinntøku, um hann ikki fær annan leigara. Men tú mást eisini hava í huga, at ein privatur vinnurekandi fær betri umstøður. Sum nevnt í øðrum svari er ikki talan um undirprís, 6.000 kr um mánaðin fyri eini hálv hús er avgjørt marknaðarprísur. Kanska hevur onkur privatur mist, men annar privatur hevur fingið.


 

aftur nú

Mars 07 , 2011
skipar kommunan fyri tiltakið og tað byrjar kl. 16 og vit ið arbeiðia í Havn náa ikki at vera við :-((

Um tað er tunnusláingina, tú skipar til, so er tað ikki kommunan, ið skipar fyri tiltakinum.

Tað er VÍF, ið stendur fyri tiltakinum. Væntandi er tíðin løgd kl. 16, tí hetta passar teimum flestu best.


 

God og bilig reklama

Mars 03 , 2011
Gott at siggja, at tit eru farin at reklamera her a heimasiduni, fyri tiltøkum i bygdini. Super! Tad skapar optimismu! Goda eydnu vid tiltakinum, John!
Vit takka fyri viðmerkingina.

 

Skipasmiðjan

Mars 02 , 2011
Harmiligt at síggja, hvussu teir skrælla alt burtur niðri á skipasmiðjuni, mær rennur til hugs orðatakið: - Sum ravnar um deyðseyð, - skjótt standa bara rovini eftir av hesi 112 ára gomlu fyritøkuni, hugtyngjandi, men kemur nakað nýtt og munagott burturúr, so er bara gott. Hetta er tó illa hugsandi, tí Mest eigur, mær vitandi, so at siga alt, og teir munnu neyvan ætla at seta nakað í verk har niðri. Kanska ætla teir at leiga okkurt av tí út, men tað verður so ikki til nakran, sum ætlar at gera nakað, sum kann kappast við teir, so tað má vera nakað heilt annað. Veit kommunan nakað? Mær er sagt. at standmynd av Ólavi á Heygum skal standa uppi á heygnum oman fyri torgið og skoða oman á Heyganes. Hevði hann kunnað sæð, so hevði hann helst einki viljað sæð, tí nú er Heyganes steindeytt. Veit kommunan um nakað er í umbúna har niðri??

MEST kunnaði Vestmanna Kommunu um, at teirra virksemi á skipasmiðjuni steðgaði. Teir vildu fegin hava annað virksemi har, men teir ætlaðu ikki at leiga ella selja skipasmiðjuna til sama virksemi, sum teir sjálvir hava.

Vestmanna Kommuna kennir onki til ítøkiligar ætlanir, men vit vóna sjálvsagt, at farið verður undir okkurt vinnuvirksemi á økinum.

Áhugabólkur hevur arbeitt við ætlanum um at seta standmynd av Ólavi á Heygum oman fyri torgið. Vit vita ikki, hvussu hetta arbeiði gongur.


 

Rentur !

Mars 02 , 2011
Nú sær man at rentulækkingar eru hjá bankununm, hetta kemur væl saktans at gera seg galdani eisini fyri skuldina hjá kommununi.

Hevur man nøkur lyklatøl yvur hvussu fíggjarlógin yvur 2011 kemur at verða við broyttu rentusatsum.

Eg veit væl, eg eri tíðliga úti, men áhugavert !

Annars haldi eg at tit gera eitt sera gott arbeiði, serliga við at halda bygdina reina og ruddliga, serliga fyri gamalt skrambul og bilvrak ! Nakað er eftir, men haldi áfram !

Forvitin

Rentuútreiðslurnar í fíggjarætlanini eru framrokningar, sum taka støði í metingum hjá lánistovnunum, tí er upphæddin oftast á góðari leið. Vit guldu um 1,6 mió. kr í rentum í 2010, í fíggjarætlanini fyri 2011 er upphæddin sett til 1,9 mió. kr. Orsøkin til hækkingina er m.a., at 7 mió. kr av láninum til røktarheimsbyggingina verða goldnar okkum í 2011. Havast má eisini í huga, at rentusatsirnir kunnu hækka seinni í ár. Í besta føri verður talan um sparingar upp á fáar 100 túsund krónur.


 

Málaraarbeiði.

Mars 02 , 2011
Hvussu nógvir málarameistarar vóru bidnir um tilboð at mála S E V kantóri innan, sum nú Vestmanna Kommuna eigur. Hvør er prísurin. Ella er alt arbeiði uppá tímaløn. Er her talan um bygdarrás-samtykt ella bert ein nevndarsamtykt at arbeiðið skuldi gerðast.

Kundu leigararnir sum nú skulu leiga húsið ikki gjørt arbeiðið. Og hvat skulu teir rinda í leigu fyri bygningin.

heilsan Borgari.

Tveir málarameistarar í Vestmanna vórðu bidnir um at geva tilboð. Okkara royndir eru, at tað als ikki loysir seg at bjóða so smá arbeiði út; í nevnda føri hevði arbeiðið eisini skund, tí leigumálið tók við 15.02.11. Vestmanna Kommuna hevur goldið smáar 14.000 kr fyri arbeiðið. Avgerðin at mála er ein umsitingarlig avgerð, bygdarráðið viðgerð ikki viðlíkahald av kommunalum bygningum men tað samtykkir fíggjarætlanina við játtanum til slík arbeiði.

Sp/f PFJ Bókhald og P/F HKO leiga ovaru hæddina í skrivstovubygninginum hjá SEV fyri 6.000 kr um mánaðin við ljós og hita. SEV leigar niðaru hæddina og gamla pakkhús, tann leiguupphæddin er ikki endaliga ásett.


 

Spæliplássið í Gjáarlon

Mars 01 , 2011
Hey tit !

Nú bleiv sandurin burturbeindur á veturi 2010 úr Gjáarlon og alt gott um tað.

Hvat ætlar VK so at gerða ?

80 børn sum spæla á asfalti er ikki ein góð ætlan og nokk heldur ikki serliga motiverandi fyri børn



Tit mugu finna eina loysn nú.



P.S. Har hendir heldur einki á spæliplássinum londur uppi



Vinarliga Heilsan

Jan Haldansen

Nøgdin av sandi í stóra sandkassanum gjørdi, at sandurin feyk allastaðni. Avgjørt varð tí at taka sandin vekk. Í staðin fyri verða smærri sandkassar gjørdir, sum hava net útyvir. Foreldrini blivu kunnaði um ætlanina á foreldrafundinum seinasta heyst. Aðrar ætlanir eru eisini fyri spæliplássið. Hevur tú fleiri spurningar/hugskot hesum viðviðvíkjandi, ert tú vælkomin at tosa við leiðaran í Gjáarlon.

Í 2010 vórðu 25.000 kr. brúktar upp á spæliplássið í Heyglíð. Í FÆ 2011 eru 25.000 kr. settar av til spæliplássið.