BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 26.09.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Mønustingur

Apríl 28 , 2011
Ja, nú var illa vorði, nú fóru tvey tey mest fiskandi skipin í føroyska partrolaraflotanum av bygdini. Rykti hetta teppið undan allari vón um at fáa eitt vinnuliv upp aftur at standa í Vestmanna?? Nú hava verið nógvir dalar og toppar vinnuliga í mínum langa lívi, men hesin dalurin tykir mær at vera tann djúpasti, eg kann minnast, nógv djypri enn hann fyrst í 90- árunum, einasti munur til tað betra í so máta er Als, men tað er, sum tá kellingin pissaði í sokkarnar, tað verður stokkut og einki at byggja framtíðina á. Tað verður ikki leingi fyrr enn Kvívík og Vestmanna kunnu samanberast vinnuliga, um henda gongdin heldur fram. Illa fórt tú Vestmanna, sum til fyri einum 20 árum síðan var ein av fremstu vinnubygdum í landinum og við øllum teimum tænastufunktiónum, sum ein slík eigur at hava, nú er alt farið í onnur støð: SEV, sýslumaður, posthús, timburhandil, sjúkrakassi, skipasmiðja, fiskavirki o.s.fr. Nú er bara eftir at fara aftaná sjálvur, men fyri okkum gomlu er vón fyri stavn, Grønanes!!!!

Eru eingir/ongar framfýsnir/framfýsnar menn/konur eftir í bygdini, sum kunnu "tage kampen op"????

Eg skal ikki siga eigaran av nevndu trolarum ringan fyri at hann seldi, hvør hevði ikki hoykna í knøunum, um onkur stóð og veitraði viðmilliónum av krónum undir nøsini á einum, tað mundu verið teir flestu.

Ná, men "efter regn kommer sol", so kanska er onkur glotti, sum eg ikki havi varnast, ferðavinnan kanska????

Verður lagt út uttan stórvegis viðmerking.

Vit harmast, at Vestmenningur og Fram eru seldir, men vit vænta framvegis, at gongd kemur aftur á vinnulívið í Vestmanna.


 

Webcamera

Apríl 27 , 2011
Eg ætlaði bara at spyrja einaferð enn um nær webcameraði verður í ordan aftur ,nú er langt síðan tað skuldi verða gjørt ,hopi tað verður skjótt ,vinalig heilsan frá Hirtshals
Vit hava mangla onkrar eykalutir, sum nú eru komnir. Ætlanin er, at tólið skal virka aftur í hvussu so er áðrenn bátastevnuna.

 

Viðvíkjandi lækna

Apríl 15 , 2011
Veit kommunan ( frá heilsumálaráðnum) um nakar hevur søkt kommunulæknastarvið í Vestmanna? Langt síðan umsøknin var í bløðunmum. Ein burdi vitað nú, um nakar er settur.

Umráðandi ,at so stór bygd sum Vestmann hevur lækna. Vónandi fylgir kommunan við hesum.

Heilsan frá einum annars vælnøgdum vestmenningi

Kommunulæknastarvið í Vestmanna hevur ikki verið lýst leyst enn. Lýst varð eftir kommunulækna í Vestmanna læknadømi, men hetta var kommunulækni í Kollafirði, sum eisini er partur av okkara læknadømi; hesin er settur.

Sambært Heilsumálaráðnum verður arbeitt við fyribils loysn í Vestmanna í eitt tíðarskeið. Kommunan samskiftir við myndugleikarnar um málið.


 

Vetrafriðing

Apríl 15 , 2011
Hoyrdi í útvarpinum at fiskimálaráðið hevur uppskot um vetrarfriðing um allar Føroyar, og at hetta ikki kemur at kosta kommunum eitt oyra :-) Hvussu kann hetta lata seg gera ?

Vit vita heldur ikki, hvussu hetta letur seg gera. Okkum kunnungt var hetta eitt krav frá kommununum í Suðuroy.

Okkurt uppskot hevur verið um, at bøndur (festarar) kundu fáa endurgjald frá búnaðarstovuni (av festikontu ella úr onkrum grunni).


 

sólorka

Apríl 07 , 2011
hvat er sólorka

Sólorka kemur, sum orðið eisini sigur, frá sólini. Í høvuðsheitinum skal sólorka til alt, tí um vit onga sól høvdu, var heldur einki lív á jørðini. Vit menniskju og alt, sum grør rundanum okkum, fær orku frá sólini. Um eingin sól var, frystu høvini, og tað bleiv so mikið kalt, at lív ikki kundi verið til, og harafturat vildi tað verið bølamyrkt. Sólin er, so at siga, motorurin hjá jørðini. Hon ger, at vatn fordampar úr høvunum, fyri seinna at regna og harvið veita vætu til alt lív á jørðini. Av sólstrálunum verða 30 % bend frá aftur jørðini, ímeðan 70 % sostatt raka jørðini. Hetta er nóg mikið til, at jørðin uppá ein tíma fær meira orku frá sólini, enn øll heimsins lond brúka í orku uppá eitt ár! Tá man er úti í sólini, merkist sólin heit, men í veruleikanum fáa sólstrálurnar mýlini í luftini til at flyta seg skjótari, og tað er hetta, ið kennist sum hiti. Jú skjótari mýlini flyta seg, jú heitari kennist tað. og tað er eisini hetta, sum ymsu sólorkuskipanirnar brúka til at framleiða orku. Vit nevna her tríggjar sólorkuskipanir: Vatnsólhitaskipan, luftsólhitaskipan og sólsellur. Vatnsóhitaskipanin hitar vatn, sum síðani verður brúkt í eini miðstøðuhitaskipan, Luftsólhitaskipanin hitar luft, sum síðani verður blást inn í bygningin. Sólselluskipanin ger beinleiðis ravmagn burturúr sólorkuni.


 

Bátastevna

Apríl 01 , 2011
Vita tit at siga mær, nær bátastevnan í Vestmanna er í ár



Vinarliga

Hildur
Bátastevnan 2011 verður 20. og 21. mai.