BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 28.06.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Vatn

Mai 31 , 2011
Hví skal tað ganga so long tíð til vatnið við bátabrúgvarnar verður gjørt aftur, tað frostsprongdist í Dec. skrúða bleiv fyri og so skeddi ikki meira,valsignaðir fáði kajfútan at fáa tað í rættlag, ta hevur einki uppá seg.



Bátaeigarði.

Arbeitt verður við málinum. Hetta hevur tíverri verið ein afturvendandi trupulleiki, og tí verður roynt at finna eina varandi loysn, sum vónandi um ikki alt ov langa tíð kann setast í verk.


 

Plenan

Mai 30 , 2011
Eg síggji til svarið áðrenn um plenuna at tit ikki fara at líma ella seyðma banarnar saman. Hvat fer hettar so at hjálpa at leggja teir ordligt. So kann man rokna við at áðrenn summari er liðugt, eru banarnir farnir frá hvør øðrum aftur, ella hvat? Er tað ikki bert pengaspill at legga teir ordliga, um tað bert skal vara í eina heilt stutta tíð?
Vit hava fingið at vita, at orsøkin til, at banarnir í støðum eru farnir sundur, er, at bilar hava koyrt á vøllinum! Tí fara vit fyrst at royna at leggja banarnar uppá pláss og samstundis gera forðingar, soleiðis at bilar ikki sleppa inn á vøllin.

 

Ùtivikan

Mai 24 , 2011
Frálíkt tiltak, var við á fyrsta túrinum í ár, góður túrur, fryntligur ferðaleiðari, áhugaði gongufólk, sera hugaligt at ganga slíkar túrar saman við góðum, jaligum fólki. Takk fyri tit, sum skipa fyri. Kanska skuldu fleiri av bygdaráðsfólkunum verið við.

Ein væl nøgdur luttakari.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Vevmyndatólið á kaiini

Mai 24 , 2011
Síggi at tit hava flutt vevmyndatólið yvir á kaiina nú...Tað er eisini fínt, men kunnu tit ikki gera eitt ella annað so at man sær Vestmanna? Er tað ikki tað sum er meiningin? -Haldi at núverandi myndin er sera óintrisant! Man sær ov lítið! Sera keðiligur vinkul myndatólið vísur...Men hann verður kanska ein annar eftir bátastevnuna??

Haldi at myndin inni á fjørð var betur enn núverandi...



Vinarliga

Ein útiseti
Ætlanin er at myndatólið skal vísa meira av bygdini, tá bátastevnan er av.

 

Ùtivika

Mai 17 , 2011
Hey



Skipar kommunan fyri gongutúrum í útivikuni ?



ein, ið dámar at ganga úti í náttúruni.

Jú, Vestmanna Kommuna skipar aftur í ár fyri gongutúrum í Útivikuni.

Skráin fyri gongutúrarnar verður lýst her á heimasíðuni, umframt uppsløg runt í bygdini.


 

Fótbóltsvallirnir

Mai 11 , 2011
Niðrið á snotuliga FIFA-vøllinum á flatabøð stendur eitt skelti, ið sigur at vøllurin er einans til børn og ungdóm. Eg veit ikki sjálvur hvar marki fyri ungdóm er. Men ikki er tað einans børn í dáma væl at sparka uttandurða, og helst nú tá summari nærkast, og kvøldini gerast ljósari og ljósari, er tað sera stuttligt at finna sær 2 lið og fara oman á vøllin at sparka. Men tað er meir enn so komin fyri, at man verður hálvavegna grýttur av vøllinum, tá óð foreldur koma oman/niðan á vøllin, tí at teirra børn (ella teirra "ungdómur") ikki sleppur framat. Og tá man hugsar um skelti sum stendur har, so hava tey sikkurt allan rætt til at koma við tíllíkum viðmerkingum.



Har verður eisini víst til vøllin omanfyri gamla skúla. Tí vil eg spyrja, um nakar av bygdaráðslimunum hevur verið á tí vøllinum í seinastini? Hann er í út av lagi vánaligum standi. Har liggja graslíkis strimlar, við stórum gloppum í millum, og mangan er man noyddur til at steðga aftaná stutta løtu tí onkur hevur beklað sær fótin í hasum rennunum á vøllinum.



Kunnu tit ikki takað graslíki av aftur og latað okkum sparka á gamla (slætta) asfaltsvøllinum, ella leggja nýtt graslíki á?



eisini er ein vøllur inni á fjørð. Men hann er eitt millum ting av einum fótbóltsvølli, sandkassa, grótlagri og einum spælilássi til fýrbeintar greðingar.



Tit burdu í minsta lagi gjørt annan av hasum vøllunum tøkan til gamlar gubbar, í dáma væl at sppæla fótbólti í góðum summarveðrið.



Vinarliga



Niels Andreasen

Í næstum verður farið undir at leggja banarnar í vøllinum omanfyri skúlan á Kongsteigum uppá pláss. Banarnir eru ov tungir til at hála uppá pláss, og tí mugu teir rullast saman, fyri síðani at leggjast útaftur, soleiðis at glopp ikki er ímillum teir. Í fyrstu syftu verða banarnir ikki límaðir ella heftir saman.


 

Plenan

Mai 11 , 2011
Eg haldi at tað er heilt ótrúlig,t at kommunan ikki kann fáa upp í lag røkt um plenuna omanfyri skúlan.

Teppið, tað óføra teppi tit løgdu á vøllin fyri nøkrum árum síðani, fór út av lagið fyri 2 árum síðani, og tit hava lova í tvey summar nú at gera tað í ordan, og nú enn eitt summar stendur fyri durum, hava tit onki gjørt við hetta.

Teppi er fari sundur og má hálast saman aftur og bindast. Hetta hevur ikki nógv upp á seg, og kundi verði gjørt uppá ein fyrrapart.

Bæði eldri sum smá hava havt gleði av hesum, men eftir teppið fór út av lagið, hendu nógvir skaðar, tí fólk/børn hava bekla niður ímillum rivurnar og vøllurin kann ikki brúkast.

Góðu kunnu tit ikki gera hetta? Eg kann lova fyri at lív kemur í plenuna aftur......hygg bara hvussu nógv lív er á plenuni í Kvívík!! Tann vøllurin verður væl passaður!

Farið verður undir hetta skjótast gjørligt. Banarnir eru ov tungir til at hála uppá pláss, og tí mugu teir rullast saman, fyri síðani at leggjast útaftur, soleiðis at glopp ikki er ímillum teir. Í fyrstu syftu verða banarnir ikki límaðir ella heftir saman.