BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Super

Juni 27 , 2011
Super at gongufólk nú hava fingið eina gongubreyt í Mikkatrøð. Nú verður tryggari hjá børnum og vasknum at ganga á hasum smala strekkinum.
Vit takka fyri viðmerkingina.

 

Skeltir

Juni 27 , 2011
Hevði tað verið møguligt at sett skeltir upp ímeðan arbeitt verður, við at gera gøtu, í Mikkatrøð? Nú hugsi eg um, tá ið lastbilurin stendur mitt á vegnum.

Tað er eitt sindur keðiligt, at ein skal koyra heilt niðan til har sum arbeitt verður, fyri síðani at bakka allan vegin oman aftur.
Áheitanin er latin víðari.

 

aftur til vandamikla vegin

Juni 21 , 2011
Ìmedan kommunalid hugsar stórar tankar um heildarætlan til ger av nidara vegi - so kunnu um ikki bungur - so í minsta lagi setast skilti upp, sum fólk skilja .
Skelti standa uppi. Beint uttanfyri Fossá og niðanfyri gamla missiónshúsið standa skelti um, at mest loyvda ferð á vegastrekkinum er 30 km um tíman. Harafturat standa hesi skelti beint uttanfyri Fossá: ávaringarskelti um, at vegurin smælkar í høgru síðu og skeltið "Ansa eftir mær".

 

Grundstykki

Juni 21 , 2011
Hvat verður tað til við teimum "seldu" grundstykkinum uppi í vestri. Kann ein eiga stykkini í fleiri ár uttan at byggja. Vit eru allarhelst fleiri sum kundu hugsa okkum eitt stykki (at byggja á) av teimum "seldu" "umbidnu"

So leingi stykki eru tøk, verður vanliga ikki farið eftir seldum grundstykkjum.

 

Gongubreyt framvið Garðavegi

Juni 21 , 2011
Hvussu nógvir pengar eru settir av til at gera gongubreyt fyri, framvið garðavegi heimanfyri Hórará?



Og hvat er mett at tað hevði kostað, at breiðkað sama vegastrekki niðaneftir til gøtuljóssteyrarnar?



Hvør hevur avgjørt at loysa handan fløskuhálsin eftir hasum leistinum?



121.000 kr eru settar av til arbeiðið, men , sum nú sær út, verður  henda upphædd ikki brúkt, øll sum hon er.

Mett hevur verið, at tað kom at kosta eina góða hálva mió at breiðka vegin. Tá er roknað við avgrevstri, spreinging/brekking, uppafturbygging, nýggjum gøtuljóssteyrum (støðið hevði verið tikið undan verandi steyrum) og avvatning í ovara borði. Harafturat hevði helst verið neyðugt at laðað uppundir aftur verandi lendi.
Um vegurin varð breiðkaður, hevði tað framvegis verið trupult hjá teimum gangandi at komi um svingið uttan at fara út á sjálva vegbreytina, tí at tað innast í svinginum hevði blivið rættuliga bratt.
Skitsuuppskot er gjørt fyri vegastrekkið. Sambært hesum skal niðari partur av svinginum (Garðavegur) hækkast, soleiðis at sjálvt svingið bert hevur lítið hall.

Grundleggjandi er tað Bygdarráðið, sum við at seta upphædd av á fíggjarætlanini, samtykkir at arbeiðið skal gerast innanfyri hesa upphædd. Men tað er vanliga eftir tilmæli frá teknisku nevnd. Hvussu júst arbeiðið verður gjørt, verður avgjørt á byggifundi - við atliti til játtaðu upphæddina, sjálvandi.


 

Vandamikli vegurin inni a Fitjum

Juni 16 , 2011
Vegurin inni a Fitjum man vera ein hin vandamiklasti i Foeroyum fyri boern og vaksin, id eru til gongu. Har er mestsum einki plaass eftir, har vegurin er smalast. Eingin gonguteigur er yvirhoevur.

Folk a vegnum mugu bida og finna saer loegir at sleppa framvid heilskapadi. Har gongur nogv folk framvid og oftani mammur vid baedi vognum og smaaboernum. Harafturat eru busitandi framvid vegin, id hava smaa boern. Vit eru i ferd vid at umvala neysti hjaa okkum, og hava timburmennirnar hjaa Siggert Nielsen havt sina dagligu gongd a vegnum har, og teir hava havt raettiligt fortred av ti skilaleysu koyring, id er framvid neystini. Serliga verdur hugsa um ferd i hesum sambandi.



Eg vil ti fegin bida tykkum umhugsa at seta eina vegbungu ella tvaer aa hettar strekki, so ferdin maa setast nidur, adrenn bilarnir koma inn aa tad allarsmalasta.



Oftani verdur einki gjoert vid kend haettislig vegastrekki fyrr enn onkur er deydur a vegnum. Vaelsignadir siti ikki hendur i favn og bidi eftir ti degi.



Vinarliga

Hans Fonsdal Kass

Arbeitt verður við eini heildarætlan fyri Niðara Veg, og so leingi henda ikki er liðug, verða forðingar neyvan gjørdar.