BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 26.09.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Kvøldskúli

Juli 14 , 2011
Hevði tað ikki verið ein góð ide, at havt kvøldskúlaskeið í bygging av modelbátum um veturin??

Vit takka fyri hugskotið og geva tað víðari til leiðaran fyri kvøldskúlan.

Viðmerkjast skal tó, at ætlanin fyri veturin 2011/2012 longu varð latin inn í apríl mánaði. So ivasamt er, um tað kann koma á skrá til komandi vetur.


 

Dagtilboð til minnisveik

Juli 14 , 2011
Lesi í bøðunum, at dagtilhald til minnisveik skal byrja á sambýlinum. Greinin sigur einki um innihaldið í hesum tilboðið. Verða tímar settir av til hetta, og hvat verður innihaldið?

Vinarliga

Eina Andreasen

Vestmanna Kommuna er saman við Eldrasambýlinum/Øki 2 hjá Nærverkinum farin undir eitt tilboð til heimabúgvandi dement í kommununi.

Talan er um eitt tilboð einar 4 tímar tvær ferðir um vikuna kunnu vera á Eldrasambýlinum.
Ein persónur fær løn fyri at vera um tey dementu, og í  løtuni er pláss fyri 4 persónum. Tað er Økið 2 hjá Nærverkinum, sum tekur støðu til, hvønn ið kann fáa tilboðið.

Tilboðið er sett í verk eftir áheitanum frá fleiri avvarðandi at heimabúgvandi dementum í Vestmanna, sum hava sett fram ynski um eitt veristað fyri tey dementu nakrar tímar um vikuna.
Endamálið við tilboðnum er at geva teimum avvarðandi ein góðan steðg og møguleika fyri eini fríløtu nakrar tímar, samstundis sum at tey dementu hava tað gott og trygt hasar tímarnar. Innihaldið er ymiskt, ofta er prát um gamlar dagar og tey minnast væl sálmar og sangir. Eisini eta tey nátturða og fáa drekkamunn saman við búfólkunum á Eldrasambýlinum.


 

Eldraíbúðir

Juli 07 , 2011
Seinasti viðmerkjari hevur kanska rætt, tá ið hann ella hon skrivar, at "tað eru ikki øll ið noyðast at enda á ellisheimi.

Eg haldi, at viðmekjarin í sama viðfangi, átti at komi við einum hugskoti um, hvussu kommunan á besta hátt, kann útvega okkara gomlu egna íbúð í staðin fyri húsini, ið tey eiga.

Húsamarknaðurin í Vestmanna er soleiðis skikkaður, at tað verður ikki gjørligt, hjá teimum gomlu, at keypa eina serútgjørda íbúð fyri tað, ið fæst fyri húsini.

Sjálvur haldi eg, at Bygdarráðið ger tað, ið gerast kann fyri okkara gomlu. Ellisheimið er eitt gott dømi. Har fara búfólkini at hava tað gott.

Vit hava sambýlið. Hóast trongar karmar, er tað fyrimyndarligt, hvussu væl tey gomlu verða røkt. Tøkk skulu tit starvsfólk hava fyri tað.

Sum sagt, so eri eg fegin um, at tit í Bygdarráðnum raðfesta okkara eldru so høgt.

Við ynski um gott summar.

Jóhan Simonsen

Vit takka fyri skilagóðu viðmerkingina.

Eldraøkið er bæði fløkt og kostnaðarmikið, vónandi gerst tað einfaldari at umsita, um kommunurnar yvirtaka økið. Landsmyndugleikarnir hava arbeitt við loysnum, sum skal gera tað gjørligt hjá eldri fólki at fáa betri hóskandi bústað. Okkum kunnungt er ongin loysn funnin, tí nýggi bústaðurin gerst so dýrur, at vanligir pensjónistar ikki hava møguleika at fíggja hann, eisini um tey selja síni gomlu hús. Ongin stuðulslóggáva er í sambandi við eldraíbúðir, tí hava kommunurnar einans møguleika at byggja røktarheim og sambýli.


 

Er ikki ov nógv fólk?

Juli 07 , 2011
Vestmanna Havn er tóm. Ikki eitt skip við bryggju í mánaðir. Útlitini eru vánalig. Arbeiðsformaðurin fyri kommunumennirnar er skipsførari og kundi fyri tað røkt havnafútastarvið eisini, her er peningur at spara.

Nevnda samanlegging ber ikki til.


 

aftur svar

Juli 07 , 2011
"samanlegging"

Tað er so nógv tápuligt sum komunan ger, so kalli tit bara mín spurning eisini "TÀPULIGAN"

Heilsan EG

Vit meta spurningin tápuligan, tí vit ivast ikki í, at tú veitst, at samanlegging millum Vestmanna og Klaksvíkar Kommunur ikki er møgulig lóggávan loyvir ikki slíkari samanlegging.


 

Spælipláss

Juli 07 , 2011
Hey tit !

Nú ein dagin, so gekk eg mær framvið har sum Geilin stóð ella rættari sagt Gamli skúli og har var planera og ljóssteyrar komnir upp. Eg roknið við at ein ætlan er fyri hesum, men eg vóni bara, at tað ikki bert er borð og benkrir. Tí um tað er ætlanin, so kemur eingin at gera brúk av hasum uttan barnagarðanir sum ganga túr runt í bygduni.

Um kommunan vil hava at fólk skal nýta øki, so er neyðugt við einum slagi av spæliplássi, eitt motorik torn ella okkurt líknandi. Um sovorið verður gjørt, so koma barnafamiljunar, ommir og abbar við teirra ommu og abba børnum framvið og sleppa tey at síggja børn síni sleppa at røra seg, folda seg út.

Nú skal eg ikki fortelja kommununi hvat teir skulu gera, men tit sum hava verði uttanlanda við børnum, tit síggja hvussu lítið skal til fyri at skapað ein hugna fyri vaksin og børnini, har tey sleppa at folda seg út. Tíðin er farin frá reiggjum, skreiðubana og sandkassa, nú skal tað verða klatriveggur, motoriktorn úr bandi o.s.fr.

Vinarliga Heilsan

Jan Haldansen

Vit halda, at tú nevnir nøkur skilagóð hugskot. Viðmerkingin verður beind í Trivnaðarnevndina til viðgerðar.


 

Aftursvar

Juli 07 , 2011

Noy, nú má eg blanda meg. Tað er sera sjálvdan at eg havi hug at kommentera nakað her á síðuni, men hesaferð haldi eg at kommunan fer út um mark við aftursvari.

Tað verður reypa av at kommunan hevur sum einasta kommuna hendan møguleika. Men um borgarin ikki er nøgdur við svarið............... so verður hon bara lukka - ella hvussu skal hetta skiljast?

Og so longri niðri at kalla ein spurning fyri tápuligan? Um hann var so tápuligur, áttu tit so bara ikki latið vera við at svara? Kanska er spuringurin bara óvitandi?

Heilsan

ein kvinna ið ikki meinar at kommunan ger nokk fyri at tey ið arbeiða aðra staðni enn í bygdini eisini trívast

Umsitingin í Vestmanna Kommunu er lítil, tí eru vit errin sum einasta kommuna at hava ein spurnarkassa, har øll (hendinga undantøk eru) fáa svar. Vit nýta arbeiðsorku upp á svarini og vóna tí, at spyrjarin kann nýta tey til okkurt. Um ongin er nøgdur við svarini, so er einasta loysnin at lata spurnarkassan aftur; tí ongin orsøk er at nýta arbeiðstíð upp á svar, sum ongin er nøgdur við.

Vit halda spurningin vera tápuligan, tí samanlegging við Klaksvík ber ikki til: Vit ivast heldur ikki í, at spyrjarin veit hetta.

Um tú hevur góð hugskot til, hvussu trivnaðurin kann betrast, so eru tey vælkomin.


 

Eldraíbúðir

Juli 04 , 2011
Eg havi spurt um hetta fyrr, men ivaleyst er spurningurin ikki nóg viðkomandi ?? at koma fram her?



Er nøkur heildarætlan fyri bústaðarviðurskifti fyri okkara eldra ættarlið?

Ella skulu ØLL verða búgvandi í teirra ofta ALT ov stórum húsum, til tey fara foldum frá?

Eitt er givið, at lívsgóðskan hjá teim gomlu liggur ikki bygdarráðnum á sinni.

Ella ger tað?



Vestmanna er ein rímiliga stór bygd. Áttu vit ikki at bygt nakrar íbúðir og fingið ein skipan á hesum 'øki?



Er tíðin ikki búgvin til tað? Tað eru ikki øll, ið NOYÐAST at enda á ellisheimi!!







Vestmanna Kommuna hevur ikki gjørt eina ætlan fyri bústaðarviðurskiftini hjá teimum eldru, tað hevur landsstýrið heldur ikki; men ein eldralóg er ofta nevnd, kanska verða ásetingar um bústaðarviðurskifti í henni. Føroya Kommunufelag hevur arbeitt við verkætlan, sum eitur okkara lív sum eldri (OLE), har varð m.a. kannað, hvussu tey eldru vilja búgva.

Vit eru samd um, at tey eldru eiga at fáa hóskandi bústaðartilboð. Ein trupulleiki er tó, at stuðulslóggávan á hesum øki er ikki eins, sum tá røktarheim ella sambýli verða bygd. Bíðað verður eisini eftir lutaíbúðarlógini. Um kommunan skal byggja eldraíbúðir við verandi lóggávu, so verða tað sera fá eldri, sum hava ráð at flyta úr sínum húsum, tí íbúðin fer at kosta tað sama ella meir, enn fáast kann fyri húsini.

Vestmanna Kommuna eigur grundøki, sum kundi verið nýtt til eldraíbúðir ella íbúðir til fólk við serligum tørvi. Vestmanna Kommuna og Kvívíkar Kommuna hava eisini umrøtt møguleikan at byggja nevndu íbúðir í Nesinum.

Tað er sera lítið hugaligt at verða lagdur undir ikki at hugsa um tey eldru. Neyvan hevur nakað bygdarráð roynt at gjørt so nógv fyri tey eldru, sum tað sum nú situr. Røktarheim er loksins um at vera bygt, dagtilhaldið er komið í tryggar karmar, pensjonistafelagið hevur tiltøk í kommunalum hølum, skipað verður fyri eldrafimleiki, mattænasta er sett á stovn og dagtilboð er til dement (kommunan skipar hetta tilboðið, hóast talan er um landsuppgávu).


 

Banknordik

Juli 04 , 2011
Nú er so endaliga staðfest, at Banknordik fer úr Vestmanna.

Er so ikki eitt hugskop at flyta sínar pengar í Eik so hesin ikki eisini rýmir ?

Víst verður til tíðindi á heimasíðuni 18. mai '11.


 

Aftursvar

Juli 04 , 2011
Haldi oftani at aftursvørini eru so vánalig sum tit geva okkara borgarum, sum skriva til tykkara tí teir hava eitt ella annað uppá hjarta.

Vanligastu aftursvøruni eru: arbeitt verður við málinum,vit meta ikki, og onnur leys svør, slongd út í luftina.

Tit vita hvønn veg leiðin gongur fyri Vestmanna, sum einaferð var ein virkin bygd, men seinastu árini er gongdin farin næstan beint niðureftir.

Skal trivnaður og tilflyting til mugu tit gera nakað fyri hettar, man hoyrir onki ja akkurát null frá tykkum, um framtíðarplanir kommunustøðu og annað, jú einaferð um mánaðin fær man at vita at skattainntøkurnar eru heldur minni hendan mánaðin í ár í mun til í fjør. Tit mugu lurta meiri eftir borgaranum.

Vit svara opið og erliga, um vit siga, at arbeitt verður við málinum, so er tað júst tað, sum vit gera.

Gongdin í Vestmanna líkist gongdini í nógvum kommunum, men tað er rætt, at tað er sera harmiligt, at flestu skipini eru seld av bygdini. Vit halda tó, at tað er órættvíst at geva kommununi skyldina fyri søluna. Vit kunnu ikki forða eigarum at selja teirra ognir, og kommunnan kann ikki keypa ella vera partaeigari, tí kommunustýrislógin forðar fyri hesum. Kommunan vil fegin geva vinnulívi góðar karmar at virka undir, men vit kunnu ikki vera stigtakarar, tað mugu borgararnir sjálvir.

Vit halda okkum kunna væl um tað, sum hendir í bygdini, eisini um ætlanirnar, sum kommunan hevur. Vit verða ofta róst fyri eina góða og virkna heimasíðu. Vit hava fleiri ferðir nevnt, at røktarheimið er einasta stóra íløgan í ár og komandi ár. Ein orsøk, til at lítið hoyrist frá bygdarráðnum, kann vera, at bygdarráðið er samt um ætlanir, og at ætlanir ganga eftir ætlan.

Vit lurta avgjørt eftir borgarunum, tí eru vit einasta kommunan, sum gevur tykkum møguleika (dulnevnd) at spyrja okkum. Vit halda okkum eisini svara væl og høviskliga, men um tit ikki eru nøgd við svarini, so er hetta kanska bert tíðarspilla hjá okkum.


 

samanleggjing

Juli 04 , 2011
Hey tit Vestmenningar,hvi leggja tit ikki saman við teimun lokalu Klaksvíksingun.Tit hava selt so at siga allar bátanar til Klaksvíkar,og mær fortalt so eru tað klaksvíkingar sum byggja ellisheimið hjá tykkum,um so er, hví eru so tit ikki eitt sindur lokalir, og brúka tær byggjifyritøkurnar i eru í bygduni.....???????

Vit halda spurningin vera rættiliga tápiligan. Vit kunnu ikki leggja saman við klaksvíkingum, tí verandi lóg um sjálvbodna samanlegging ikki heimilar tí; komandi lóggáva fer heldur ikki at loyva hesi samanlegging.
Vit hava ikki loyvi at vera lokalir, stór arbeiði skulu bjóðast út. Fleiri lokalir vóru við í samtøkum, sum bjóðaðu upp á røktarheimið, men boðini vóru ov høg.  Men onkur lokalur er undirveitari hjá Kanjon.


 

Fiskaarbeiði

Juli 04 , 2011
Bert ein lítil spurningur frá einum forvitnum útiseta. Er nakað fiskaarbeiði komi í gongd í Bygdini?

Royndarframleiðsla hevur verið á Vestmanna Seafood (Atlantis), hon gekst væl, men onkrir tekniskir trupulleikar vóru. Væntandi kemur lutur úr Týsklandi í komandi viku, og tá verður farið undir framleiðslu.
Vit vita onki nýtt um hitt fiskavirkið, tí vænta vit, at farið verður undir virksemi har, tá farið verður undir upsafiskiskapin seinni í ár.


 

Niðari vegur.

Juli 01 , 2011
Nú niðari vegur hevur verið nevndur her, kann eg ikki lata vera við, at siga mína meining. Hugsa vit okkum, tá vit koma innan í frá, og narkast tronganum, har Mads búði, so skuldi garðurin, við teimun stóru trøðunum og nakað niðan veri tykin vekk, so tey trí húsini í niðaru síðu, tað hevði hjálpt nógv um, um onki verður gjørt, er bara ei spurningur um tið, arðenn fólk fara at nokta at koyra har.
Sum ætlanin nú sær út, verður Niðari Vegur breiðkaður niðan til trøini, og gongubreyt løgd omanfyri trøini.