BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Sólorka

August 23 , 2011
brúka tit Sólorka í Vestmanna??

Kommunan hevur ikki yvirlit yvir, hvør brúkar sólorku her í bygdini, men fyri nøkrum árum síðani vórðu nøkur panel sett upp í skúlanum við stuðuli frá Oljumálaráðnum, sum tá var. Sum skilst geva hesi ikki serliga nógva orku.


 

Misjónshúsið

August 23 , 2011
Hvør situr í stýrinum fyri misjónshúsið í Vestmanna.

Kann Kommunan upplýsa okkum tað.

Í stýrinum eru:
Asta Johannesen, forkvinna
Elin Simonsen
Jórun Olsen
Jóannes Fonsdal
Remi Didriksen


 

kúlurevolvarar

August 23 , 2011
Siggi at dreingir ganga og spæla og skjóta við kúlurevolvarum tætt við skúlan. ótrúligt at foreldur eru so óbetonktsom, tá tað fyri ikki meir enn 2 mánaðum síðan stóð at lesa í STROK blaðnum um drong, sum er blivin blindur í einum eyga av júst hesari "leiku".

Harnæst haldi eg at um børn skulu spæla við slíkar "leikur", so áttu tey at fari onkra aðrastaðni at spælt (t.d. niðan á Gomlu Plenu), so hini børnini (og tey vaksnu) fáa gingið trygt í bygdini :)

Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Rót

August 17 , 2011
Eg forstandi ikki at man kan keypa ein kampivogn og so parkera hann á vegin til fortred fyri fersluna, og at man kan hava bilar standi parkerair á vegnun, tá nøkur at teimun hava godt pláss á sínun egna túni, og at onkur hevur bilar vid ongari plátu standandi í túninum, og so parkera tey á vegnum.



Uppi í Heydalí í dag, vóru 15 bilar og ein kampivognur sum stódu á veginum, og ein lítil fittur bilur á tí stóra parkeri plássinum. sum tekur um 10-15 bilar.



Vh

Ein sum undrast.
Vit hava áður víst á, at trupulleikar av akførum á almennum veg hoyra undir ferðslulógina, og tað er løgreglan, sum umsitur hesa lóg. Húsvognar hava nummarspjøldur og koma tí undir hesa lóg. Tað sama koma akfør uttan nummarspjøldur, sum standa á almennum veg, herundir eisini almennum parkeringsplássi.

 

Spurningur

August 17 , 2011
Vit sum hava hús hava til tíðir brúk fyri at gera ymisk arbeiði uttanfyri og hampa um hús okkara. Tá arbeitt verður við tílíkum er tað sjálvsagt eg at man eigur at hugsa um sínar nábúgvar og at tað eru fólk sum skulu tíðliga uppaftur dagin eftir til arbeiðis.



Er nøkur lóg sum sigur at fólk skulu binda frið við sínum arbeiði aftaná eitt ávíst tíðspunkt um kvøldið?

Uppá fyrispurning til løgreglustøðina í Tórshavn verður sagt, at einki beinleiðis stendur í politiviðtøkunum um larm frá arbeiði. Men har arbeiða tey eftir einum tíðarskeiði, sum er frá kl 10 til 11 á kvøldi.
Um ikki ber til hjá tygum at tosa við grannan, verða tygum at venda tygum til løgregluna við trupulleikanum.