BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Svar til tann í illkast inn á smádreingir sum eru í grind

September 22 , 2011
Tað er heilt ófatuligt, at fólk koma sær at skriva tílík inni á heimasíðuni hjá Vestmanna Kommunu.

Undirritaði var niðri á keiuni og tók grindina upp sum sonurin hevði fingið tillutað.

Sonurin o vinmenn hansara runnu inn á sandin, eftir at teir vóru lidnir í skúlanum og vóru við til tað sum nú einaferð kann gerðast hjá smádreingum inni á sandinum. Eftir at hvalinir vóru sleipaðir inn á havnina í Vestmanna, rann hesin sami smádrongur og vinmenn hansara út á keiðuna, fyri at fylgja við tí sum hendi har. Teir hjálptu til at merkja hvalirnar og gingu til handa hjá teimum sum arbeiddu á keiðuni. Eftir at seðlarnir vóru komnir út, ringi smádrongurin niðan til pápa sín, spurdi um hann kundi hjápa sær at skerða upp og fáa grindina til hús.

Sjálvandi vildi pápin hjálpa soninum, sum nú hevði tuskasti runt í yvir 11 tímar, fyri at fáa ein part til abba og ommu sína í Vági.



Hvat er rættvís. Er tað rættvís, at í einum báti eru 5 manns sum skriva seg upp og fáa tilognað 5 partar + bátspart. Hvat fyri nyttu gera allir hesir menninir í bátinum, standa teir allir og kasta stein ella klappa við lokum. Nei flestu teirra standa og hyggja eftir drápinum og hava ikki yda eitt einasta petti, men teir skulu hava drápspart. Er tað rættvíst eg haldi ikki.

400 fólk inni á sandinum og 15-20 sóknaronglar eru lagdir út. 20-30 mans eru í sjónum og krøkja í og 10-15 mans við hvønn sóknarongul fyri at draga hvalin uppá sandin.

Hvør skal halda stýr á øllum hesum og hvør veit um hesin ella hasin hevur gjørt eitt einast pettið, fyri síðani at skriva seg upp til drápspart. hetta er ein ómøgulig uppgáva.

Undirritaði hevur sjálvur skriva fólk upp inni á sandinum og tað er ómøguligt at siga hvør hevur verði og hjálpt til ella ikki. Onkuntíð eru gamlir menn komnir inn á hyggja, fyri síðani at skriva seg upp og eg havi sjálvandi skriva teir upp. hesir menn hava ikki livandi kjans at gera nakað niðri á sandinum og teir hava liva lív sítt, har grind hevur verði ein partur at teirra føði. Hesir menn hava nokk fyrr gjørt sína skildu, tá tað kemur til grindadráp og sjálvandi skulu teir fáa ein bita.

Er tað rættvíst at grindaformenn fáa so stóran part sum teir fáa ? Hví skulu teir hava so stóran part ?



Ein kann altíð spyrja hvat er rættvíst, men hesir smádreingir stóðu nú ikki aftanfyri nakran annan, sum var við í drápinum og um rætt skuldi verði rætt, so skuldu teir ivaleyst fingið meiri enn teir fingu.

Undirritaði er glaður fyri at sonurin tímir at fara í grind og dálka sær fingranar, heldur enn at sita heima og sita og gløða inn í ein teldu skerm og verða ósosialur. Nei vit mugu ongantíð forða hesum dreingum í at sleppa í grind og teir skulu eisini lønast fyi teirra stríð, aldurin hevur einki at siga í hesum føri.

Smádreinginir undirritaði sipar til eru John Haldansen og tveir vinmenn.



Vinarliga heilsan

Jan Haldansen (ein stoltur pápi)



P.S. undirritaði eigur nokk av grind og lat tey fáa sum ikki eiga
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Úti á Berg

September 21 , 2011
Nakrir spurningar um økið Úti á Berg, nú har er bæði grivið og stoypt. Synd at siga at nógv hevur verið at frætt um málið her á síðuni.

Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur kommunan við økinum úti á Berg?

Verður loyvt borgarum at ganga á økinum uttanfyri skottíð ella skal tað gyrðast inni?

Hvørjar treytir eru settar felagnum, ið hevur fingið loyvi at skjóta?

Nær hevur málið verið fyri á bygdarráðsfundi?



Friðardýrið
Vestmanna Bygdarráð samtykti á fundi 25. januar 2011 at geva Vestmanna Byrsufelag loyvi til at brúka økið úti á Berg til skjótivøll. Loyvið varð givið við hesum treytum:

 

1.      Treytirnar í loyvinum frá Løgregluni skulu fylgjast neyvt.

 

2.      Treytirnar í umhvørvisgóðkenningini frá Umhvørvisstovuni skulu fylgjast neyvt.

 

3.      Loyvi frá eigarunum av matr. nr. 106a, 292 og 361 um, at Vestmanna Byrsufelag skjýtur inn á ognir teirra, skal fyriliggja.

 

4.      Vestmanna Byrsufelag ger eitt vendipláss úti við skjótivøllin. Vendiplássið skal vera tøkt til bilar, sum skulu venda har úti, meðan skotið verður, og skal ikki brúkast sum parkeringspláss, meðan skotið verður.

 

5.      Hóast hetta ikki er lógarkrav, skal eitt frámerki, t.d. ein boya, hanga uppi niðast á Byrgisvegi, hvørja ferð skotið verður, umframt at ein keta skal spennast tvørtur um vegin sambært leiðreglum frá løgregluni.

 

6.      Atlit skulu takast til, at onnur eisini brúka vegin út á Berg. Tí hevði verið ynskiligt, um skjúttarnir parkeraðu bilarnar niðast á Byrgisvegi ella á Rógvuvegi, meðan skotið verður.

 

7.      Talva yvir venjingartíðir skal vera uppsett niðast á Byrgisvegi, umframt á heimasíðuni hjá Vestmanna Kommunu. Kappingar á skjótivøllinum skulu fráboðast í seinasta lagi 3 yrkadagar, áðrenn kappingin verður.

 

8.      Vestmanna Byrsufelag skal boða Vestmanna Kommunu frá, um aktiviteturin broytist munandi, ella aðrar størri broytingar verða framdar.

 

9.      Vestmanna Kommuna kann taka loyvi aftur, um treytirnar omanfyri ikki verða hildnar.

 

 

Økið verður ikki avbyrgt, so tað er loyvt borgarum at ganga á økinum, tá tað ikki verður skotið har.

 

Fylgið arbeiðinum

September 21 , 2011
Hey

Er tað møguligt at uppdatera "Fylgið arbeiðinum" teigin , her á síðini. Tað treingir harliga til.



Vestmenningur í útlegd
Ætlanin er fyrsta dagin at leggja eina nýggja dagførda heimasíðu út - tí er bíðað við at leggja myndirnar út. Við nýggju heimasíðuni fáa vit eisini eitt myndaforrit, sum kemur at gera tað lættari at leggja myndir út

 

Hey

September 21 , 2011
Er onki virksemi inni á hesi síðuni longur.Ongin sum hevur okkurt at spyrja um, ella hvat er hent á bygdarásfundi, ella okkurt annað áhugavert.

Hvussu gongur við ellisheiminum, verður tað liðugt til tíðina, campingplássi inni á fjør, er nakað hent har osv.

Heilsan ein sjómaður.
Fundarbókin frá bygdarráðsfundunum verður útløgd eftir, at fundur hevur verið.
Arbeiðið uppá røktarheimið er nakað seinkað, men arbeiðstakarin roknar kortini við, at arbeiðið verður liðugt til tíðina, tvs. um  mánaðarskiftið apríl-mai næsta ár.
Onkrir fyrispurningar hava verið um møguligt kampingpláss á vøllinum Inni á Fjørð, men enn er ongin endalig støða tikin.

 

Skitið vatn

September 21 , 2011
Hvussu ber tað til at kommunan ikki lýsir á heimasíðu síni við at man eigur at kóka drekkivatnið fyri tíðina.? Øll hoyra ikki lýsingarnar í KVF, men fylgja væl við hvat hendir í heimasíðuni hjá VK.
Vit áttu sjálvandi at havt kunnað um støðuna her á heimasíðuni - haldið okkum til góðar.

 

Vatn

September 21 , 2011
Hvussu ber tað til at tit ikki kunngera um bakteriur í drekkivatninum her á heimasíðuni?



Tað kostar tykkum hvørki pengar ella nógva orku :)

Vit áttu sjálvandi at havt fráboðað á heimasíðuni , at bakteriur vóru í vatninum - haldið okkum til góðar.


 

Ketta burturblivin

September 21 , 2011
Hevur nakar sæð eina hvíta kettu við reyðum hálsbandi?? Hon er møguliga sædd í Sjóvarbø fyrradagin. Hon býr á Byrgisvegi 11, og hevur verið burtur síðan 28. august '11. Vinarliga ringið, um tit hava sæð hana á telefon nr.: 424499.
Verður lagt út sum kunning.

 

Røktarheimið

September 21 , 2011
Hvì verður einki uppdatera við myndum frà røktarheimsbyggingini
Ætlanin er fyrsta dagin at leggja eina nýggja dagførda heimasíðu út - tí er bíðað við at leggja myndirnar út. Við nýggju heimasíðuni fáa vit eisini eitt myndaforrit, sum kemur at gera tað lættari at leggja myndir út.

 

Drápspart??

September 06 , 2011
Tá ið grind er, verður so kanna, um tann sum skrivar seg upp til drápspart er fyltur 14 ár?? Tí í Grindareglugerðini paragraf 18 stk. 2 nr. 8, stendur: "Fyri at fáa drápspart skal ein hava fylt 14 ár".



Mær vitandi var onkur pápi á keiðuni vegna sonin, sum hevði fingið part, í ikki er fyltur 14 ár.



Tað var ikki sýslumaðurin sum skrivaði nøvnuni niður.

Nei, tað verður ikki kannað.