BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 28.06.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

røktarheimið

Oktober 31 , 2011
er møguligt at fáa tekningarnar av innrættingini av heiminum, lagt út á netið?
Tekningarnar eru nú at síggja undir leinkjuni "Fylgi arbeiðinum" á heimasíðuni.

 

Gøtuljós

Oktober 31 , 2011
Nær verða gøtuljós sett upp við gøtuna framvið minnisvarðan og niðan í Guðrunartún? Fyrr stóð ein peli við trappuna, so at tað var gangandi í myrkri. Soleiðis er ikki longur, so har er hættisligt at ganga í myrkri.



Eldri borgari
Málið verður tikið upp á næsta byggifundi.

 

Salta

Oktober 31 , 2011
Nú er aftur gali við at kavin kom uttan at nakar í VK vistu um tað, tað er sera iriterandi at man ikki kan koyra um morgunin, tí tit fyrst salta frá kl 8. Kundu tit ikki salta frá kl ca 05, so tit eru ferdigir um kl 7 tá man skal av bygduni fyri at arb.





Heilsan ein morgunmaður,sum fer til arb um kl 0645 :-)
Tann morgunin, hálka var, varð saltað bæði kl. 5.00 og kl. 8.00!

 

Aldursbýtið

Oktober 25 , 2011
Hey, eg eri ein næmingur frá handilsskúlanum. Vit hava eina uppgávu um kommunur, ið skula leggjast fram, og eg vil gjarna vita hvat aldursbýtið í Vestmanna er. Takk fyri :)
Vinarliga set teg í samband við Kommunuskrivstovuna á tlf. 770 100, so hjálpa vit fegin.

 

Útstykking

Oktober 07 , 2011
Hví hava tit tikið leinkjuna til útstykking burtur? Hava tit selt alt :)
Leinkjan liggur har, hon plagar: í teiginum til høgru undir yvirskriftini "Útstykking".

 

Lendið undir Fiskavirkinum

Oktober 03 , 2011
Nú einki røkist fyri, at eigararnir av virkinum hjá fyrrverandi Fiskavirking, fara at lata virkið uppaftur, kundi eg hugsa mær, at Bygdarráðið kundi upplýst mær, hvussu sáttmálin um leigu av grundøkinum til virkisbygningarnar sær út.

Vinarliga

Jóhan Simonsen

Verandi leigusáttmáli tók við 08.01.1987, tí fer hann úr gildi 08.01.2012, neyðugt er tó, at annar parturin sigur sáttmálan upp við 1 ára varningi. Sáttmálin kann eisini vera longdur við 10 árum. Vit kunnu ikki siga sáttmálan upp, um nýggjur eigari nýtir virkið til sama endamál: Leigarin hevur rætt til at framleiga ella avhenda einstaklingi ella felag alt tað leigaða økið til sama endamál, móti at ein slíkur leigari tekur við somu rættindum og skyldum sum leigarin, ið hevur verið higartil, og at leigusáttmálin fær neyðuga átekning um hetta. (grein 5) P/F Faroe Origin hevur yvirtikið leigusáttmálan frá trotabúnum P/F Faroe Seafood.

Um sáttmálin verður sagdur upp, so kann lendiseigarin keypa virkið fyri 50% av einum metingarvirði ella krevja, at økið verður latið eigaranum aftur í sama standi, sum tað var við byrjan av leigumálinum (grein 7).


 

Vetrarfriðing

Oktober 03 , 2011
Er Miðalsbrekka vetrarfriðað ?

Um so er, hvør skal so gjalda endurgjald fyri mína vøkru plantur ið seyðurin etur ?

Hvussu ber tað til at seyður gongur her um miðalsbrekka er vetrarfriðað ?

Hvat sigur lógin, eg hugsið ikki um bóndan ,men um borgaran sum heild.

Hvørji rættindi havi eg sum havaeigari ?

Vestmanna Kommuna hevur í samband við, at lendi varð keypt til útstykkingina í Miðalsbrekku, goldið fyri avtøku av vetrarbiti á keypta lendinum, sum tá var innangarðs - hetta varð ikki neyðugt fyri lendið, sum var uttangarðs. Hetta merkir tó í roynd og veru ikki, at Miðalsbrekka er vetrarfriðað - tað verður hon, tá restin av bygdini verður friðað við teimum gørðum og hegnum, sum tá verða uppsett saman við neyðugum rulluportrum.
So leingi hetta arbeiði ikki er gjørt, er tað borgarans ábyrgd at hegna um egna ogn.

 

Vatn aftur

Oktober 03 , 2011
Hvat er so støðan nú? Kunnu vit drekka vatnið ókókað ella?
Ja, tað kunnu tit. Sambært kanningarúrsliti frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni - vatnroyndin varð tikin 16. september - vóru ongar bakteriur í vatninum, ella sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan skrivar <1/100 ml.
Kunngjørt varð í Útvarpinum leygardagin 17. september í tíðindasendingini kl. 12.20, at nú var vatnið í lagi.