BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

skúlagongd fríggjadagin

November 28 , 2011
Eg var so glað fríggjamorgunin, tá eg hoyrdi at skúlin var avlýstur, tí so visti eg at míni børn kundu vera inni. Eg hevði ikki havt tað gott, um míni børn vóru í skúla og kanska høvdu frí annanhvønn tíma, tí lærarar ikki fingu komið norð eftir.

Takk fyri at tit avlýstu hendan dagin



ein nøgd mamma
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Tillukku, Staðið FM 101

November 28 , 2011
Øll tit, ið standa aftan Staðið FM 101, hjartans tøkk fyri, at tit eru farin í holtur við hetta stóra tiltakið og bestu eydnu framyvir. Hata var ein góð sending tit høvdu leygarkvøldið. Flott, flott og hjartaliga tillukku ! ! !
Vit takka fyri, og senda heilsanina víðari.

 

Skúlagongd fríggjadagin

November 28 , 2011
Hví var ongin skúlagongd fríggjadagin 25. novembur? Mær vitandi var ongin stormskaði í skúlanum. At kvívíksbørn ikki sluppu í skúla kann ikki vera orsøkin, tí tey eru bara í framhaldsdeildini. Eg misti ein arbeiðsdag, tí míni børn máttu vera heima, tað havi eg illa ráð til.

Ein ónøgd mamma

Tað var ikki bara, tí at kvívíksbørnini ikki kundu møta, men fleiri lærarar og næmingar fingu ikki møtt orsaka av veðrinum. Á Høgareyni var vindurin 40 m/s og útlitini til, at tað var trygt at lata børnini koma í skúla ikki góð, ti varð avgjørt at avlýsa skúlagongdina.

Tað harmar okkum, at tú misti ein arbeiðsdag, men soleiðis sum veðrið var náttina til fríggjadag og fríggjamorgunin við helt eg tað vera skilabest at avlýsa skúlagondina.

Ólavur Winther, skúlastjóri


 

gøtuljós

November 21 , 2011
Kundi hugsa mær at vita um man skal siga frá um gøtuljósini ikki virka uttanfyri húsini, ella um kommunan sjálv finnur útav, at peran er brostin?



Nú tann myrka tíðin er komin, hevði tað verði gott við ljósi uttanfyri..

Fyritøkan, sum vegna kommununa tekur sær av umsitingini av gøtuljósunum, kannar regluliga ljósini.
Men, um okkurt ljós er farið, ber til at boða frá hesum við telduposti til fyritøkuna á elnet@elnet.fo


 

el orka

November 21 , 2011
hei kunna tit siga mar hvað fyrirtökan eitur sum hefur vindmyllunar i vestmanna og kanska eitt telefon nummar við tökk, R. Robertson
Tað er sp/f Røkt, sum eigur vindmyllurnar á Mýrunum. Virkið svarar á tlf. 22 45 45.

 

Camping

November 21 , 2011
Kan man leiga campingvognar nakrastaðni nær vestmanna?
Tað veit kommunan ikki.

 

jólatræið

November 21 , 2011
Hevði tað gjørt stóran mun fyri tykkum at jólatræið bleiv tendra 17:15 (tá barnagarðarnir lukka) ístaðin fyri kl. 17?

Tað ger stóran mun fyri míni børn

Jólatræið verður tendrað fríggjadagin 25. november '11 kl. 18.

Aftaná verður jólasøla í handlinum hjá Niels hjá John. Opið verður til kl. 21.


 

Arbeiði

November 15 , 2011
Kundi hugsa mær at vita, nær tit ætla tykkum at søkja eftir leiðara og starvf. til ellis og røktarheimið?
Tað er Nærverkið, sum kemur at seta starvsfólkini á røktarheiminum. Hetta verður ætlandi gjørt einaferð komandi vár.

 

skótahúsini á Heygum

November 15 , 2011
Hevur Vestmanna kommuna fyngi áðheitan/umbøn um at keypa skótahúsini á heygum.

Ella hevur kommuna lagt pening út fyri skuld hjá húsinum so at húsiå kann standa sum tað stendur.

Heilsan.

Steingrím Haraldsen
Vestmanna Kommuna hevur ikki fingið formliga áheitan um at keypa skótahúsini, og kommunan hevur heldur ikki  lagt pening út fyri skuld í húsinum.

 

Størv á røktarheiminum

November 14 , 2011
Hvussu nógv størv verða lýst leys at søkja til røktarheimið, og í hvørjum starvsgreinum ?
Tað er Nærverkið, sum kemur at seta starvsfólkini á røktarheiminum. Hetta verður ætlandi gjørt einaferð komandi vár.

 

Jólasølan

November 14 , 2011
Kundi hugsa mær at vita um nøkur Jólasøla verdur í handlinum hja Niels hjá John í ár :))



Vh. Jólavátturin
Ætlandi verður jólasølan sama dag, sum jólatræið verður tendrað.

 

Meðalsbrekka

November 14 , 2011
Hesin spurningur er kanska spurgdur og svaraður fyrr, men er nøkur íkøkilig ætlan um at binda Fjalsveg í Meðalsbrekku, liggur nøkur tíðarætlan?
Nei, tað fyriliggur ikki nøkur tíðarætlan fyri arbeiðið ella nær hetta skal gerast.
Tað, sum er gjørt, er, at vegateinurin úr Fjalsvegi í Hornaveg omanfyri Gjónna er ásettur í byggisamtamtyktini fyri Vestmanna Kommunu.

 

handilslívið

November 14 , 2011
minnist til at stuðla handlunum í bygdini,
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

GÆS

November 14 , 2011
nakar sum veit hvør eigur gæsnar, sum hava gingið á sandinum seinstu vikurnar ? Irriterandi at hava leysgangandi gæs, hundar og tílíkt í okkara annars pragtfullu bygd !
Vit vita ikki, hvør eigur gæsnar, men vit kanna málið.