BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Kavarudding yvirhøvur

Desember 23 , 2011
Eg eri samdur við vimerkjaranum, ið kundi ynskt sær ein tunnil úr Vestmanna til Leynar. Tað hevði verið fittligari hjá okkum, ið ferðast millum bygdir mestsum hvønn dag. Hinvegin rokni eg ikki við, at landsmyndugleikarnir høvdu gingið ynskinum á møti. Vit búgva í Norðurstreymoy og tíðirnar hava víst, at hvørki lokalu løgtingsumboðini ella onnur á Løgtingi, hava havt tær stóru ambitiónirnar, tá ið talan hevur verið um eina menning av okkara øki.

Øðrvísi er, tá ið talan er um Norðoyggjar ella Suðuroynna. Tá gella herrópini.

Eg eri samdur við fyrra viðmerkjaranum, at alt hevði verið fittligari við einum tunli.

Hinvegin eri eg als ikki samdur í atfinningunum mótvegis kavaruddingini hjá Landsverk.

Eg havi mong Harrans ár ferðast millum Havnina og Vestmanna og kennist ikki við trupulleikarnar, ið viðmerkjarin sipar til. Eg kann ikki annað enn rósa teimum, ið hava røkt og røkja kavaruddingina.

Tað, at trupulleikar hendinga ferð stinga seg upp, gerst ikki so nógv við. Tað eru vanliga náttúrugivnar orsøkir til at so er.

Vit ið koyra bil, kunnu ikki rokna við, at teir ið rudda vegin, fara at seta lívið í váða, bert tí, at farleiðin til Vestmanna skal vera koyrandi eftir allar dagar í árinum.

Persónliga kann eg bert takka teimum, ið røkja kavaruddingina. Tey eru ófør.



Vinarliga

jóhan Simonsen
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

HOÓV

Desember 23 , 2011
Hvat er status á Heimsins Oftast Óvirkna Vevmyndatóli ???

Ikki sørt ivasamur tittul at hava, hjá eini annars megnar kommunu:(

Eitt hugskot kundi kanska verið at sett tað á eitt minni ábært og lættari atkomuligt stað, enn á ein høgan, naknan pela, mitt á kaiini ?



Takk fyri gott arbeiði annars og Gleðigig Jól & Gott Nýggjár:)

Vevmyndatólið er helst skatt og verður skift út við eitt nýtt fyrsta dagin.

 

Fisk

Desember 22 , 2011
Hvat ger VK fyri at ávirka so at tað kan opna flakavirki aftur her í vestmanna, nú man sær at Eiði Midvág og Havnin kanska skullu opna aftur. Til mugu bjóða tikkum fram so teir vita at her í bygduni eru rask fólk sum vilja arb fisk aftur :-)

VH

J.D

Vestmanna Kommuna samstarvar við øll, sum vísa vinnulívinum í Vestmanna áhuga. Vit hava havt samband við onkran áhugaðan, og vit samskifta javnan við verandi eigarar.Tað er tó avmarkað, hvussu nógv ein kommuna kann gera annað enn at bjóða góðar karmar; ein kommunan kann ikki sjálv taka lut í vinnuvirksemi. Tað er tí í fyrsta lagi arbeiðsfólk, arbeiðarafeløg og vinnulívsfólk, sum skulu bjóða seg fram.


 

Feilir

Desember 22 , 2011
Tað eru so nógvir feilir í bókunum Vestmanna Søga. Árstøl eru skeiv, fólk mangla í familjum, eftirnøvn eru skeiv o,a.

Hús sum eru bygd í 1925 eru avmyndaði í 1922 og fólk á myndum eru ikki nevnd við rætta navninum.

Kunnu tit ikki geva fólki møguleikan, at senda rættingar inn, so feilirnir kunnur rættast í seinastu bókini ?

Fólk verða avgjørt biðin um at gera vart við feilir. Ætlanin er at gera blað við rættingum, sum kann leggjast inn í bygdarsøguna. Sendið rættingar og viðmerkingar til vestmanna@vestmanna.fo


 

Viðarlundin og vetrarfriðing

Desember 22 , 2011
Í dag er hugstoytt at ganga ígjøgnum viðarlundina. Einir 40-50 seyðir gera sær dælt av øllum vøkstrinum har.

Tað er stórt spell og vanærilig skomm, at bygdarráðið ikki tekur eina avgerð um at seta vetrarfriðing í gildi.

Hvussu kunnu fólk tíma at leggja so stóra orku í okkara viðarlund, tá hesar eru treytirnar?

Nei, eg spyrji bara

Eitt bygdarráð má raðfesta, og vit hava raðfest røktarheimið hægri enn vetrarfriðingina. Harumframt eru onkri praktiskir trupulleikar í sambandi við vetrarfriðingina, m.a. hegning og rulluportur móti grannanum (Válinum). Løgtingið fer væntandi eisini at dagføra lóggávuna á økinum, so at tað verður lættari at vetrarfriða. Tað er helst skilabest at bíða eftir møguligari lógarbroyting.


 

Bert ein banki eftir

Desember 22 , 2011
Hey, !

Tá ið Bank Nordic kunngjørdið, at teir fóru at niðurleggja deildina her í Vestmanna, skrivaði borgarstjórin skriv hesum viðvíkjandi her á síðuni, har hann "hótti" við at kommunan fór at flyta síni bankaviðurskiftið yvir í Eik banka, sum nú er tann einasti eftir her í Vestmanna. Hevur kommunan gjørt álvara av hesum, og um ikki, so hví ?

Annars, so meini eg, at vit vestmenningar skulu flyta okkara bankaviðurskiftið yvir í Eik.

Nøgdur borgari

Grein var á heimasíðuni hjá okkum 18.05.11, har vístu vit á okkara ónøgd við, at BankNordik lat aftur sína deild í Vestmanna. Har er ongin hóttan, men ongin ivi er um ónøgdina. Vestmanna Kommuna kann ikki gevast at samstarva við BankNordik, tí at fleiri av okkara viðskiftafólkum nýta hann vit kunnu t.d. ikki nokta at gjalda starvsfólkum løn á  kontu í BankNordik.
Stórur partur av kommunuskuldini er lán í BankNordik, lánini eru veitt eftir lagaligum treytum, og tað loysir seg ikki at siga tey upp.
Hvat vanligir vestmenningar gera vita vit ikki, men helst eru nógvir samdir við tær.


 

læknaviðurskifti

Desember 22 , 2011
Kemur Guðrun Mortensen at forseta sum komunulæknaavloysari eftir 31 desembur 2011? Nær koma vit at hava ein fulltíðarkommunulæknai Vestmanna?

Guðrun Mortensen heldur fyribils fram; væntandi verður søkt eftir nýggjum kommunulækna fyrst í komandi ári.


 

Fiskivinnuskúlin

Desember 22 , 2011
Norðoyingar hava longi vilja fingið klørnar í Fiskivinnuskúlanum, og nú hava teir fingið ræðið á mentamálaráðnum. Mentamálaráðharin hevur longu boða frá, at rationaliseringar skulu gerast á miðnámsskúlaøkinum. Fari bara at heita á bygdarráðið um at gera alt fyri, at at ikki eisini hann fer av bygdini, hóast hetta helst verður ein "Dávid ímóti Goliat"-dystur.

Bygdarráðið fer at berjast fyri Fiskivinnuskúlanum og fyri, at útbúgvingartilboðini á honum gerast fjølbroyttari. Men tú eigur avgjørt eisini at senda okkara einasta løgtingslimi Bárði Nielsen tína áheitan, hann eigur eisini at duga eins væl at ávirka sum klaksvíksingarnir.


 

Heyganes

Desember 22 , 2011
Hey tit!

Royndi ein dagin at skriva og spyrja eitt sindur um støðuni niðri á Heyganesi, men hetta kom ikki í henda teigin, veit ikki um eg havi verið ov nærgangandi? Men altso, tit søgdu at virksemið, allar helst kom aftur har eftir summarfrítíðina, men sum øll síggja, so er einki lív har niðri enn. Vita tit nakað, er nakað í gongd?

Vit svaraðu tað, sum eigararnir søgdu fyri okkum, men mangan brestur ætlan. Sum øll vita, so hevur upsafiskiskapurin verið vánaligur í ár, tí hevur onki grundarlag verið fyri at lata virkið upp. Vit vita, at fleiri eru áhugað í virkinum, men enn er onki ítøkiligt komið á borðið.


 

Sparingar

Desember 22 , 2011
Nú kommunan hevur haft minni inntøkur , er spurningur mín: Verður neyðugt hjá VK at skerja í verandi rækstrarætlan/fýggjarætlan/ýløguætlan.

Og um so er fer tað at hava við sær uppsagnir av starvsfólki. Verður ein játan skert skal tað sjálvandi takast frá onkrum, tað slepst ikki undan.

heilsan

Steingrím Haraldsen

Samlaðu inntøkurnar hjá Vestmanna Kommunu eru ikki nógv lægri enn væntað, men av tí at neyðugt varð at tillaga onkrar játtanir, samtykti bygdarráðið endurskoðaða fíggjarætlan 25.11.11.
Rakstrarútreiðslurnar vórðu lækkaðar úr 28.169.000 kr til 28.078.000 kr. Íløgurnar vórðu hækkaðar úr 10.000.000 kr upp í 10.007.000 kr. Skattainntøkurnar vórðu lækkaðar úr 34.540.000 kr niður til 34.488.000 kr.
Ongin verður sagdur upp, sparingar finnast í øðrum rakstrarútreiðslum.


 

Jólagáva

Desember 22 , 2011

Hey Vestmanna Kommuna

Fáa starvsfólkini nakra jólagávu frá kommununi í ár?

Heilsan

Ein ið elskar karamellir

Nei, heldur ikki í ár verða karamellur latnar.

Men starvsfólkini hava øll verið til ein góðan og gevandi fyrilestur í november, umframt at øll hava verið boðin við til jólaborðhald.


 

kavarudding

Desember 19 , 2011
Kunnu tit sum sita ì bygdaráðinum ikki prøva at fáa ein tunnil til Leynar igjørnum, so vit sleppa frá at koyra á Vestmanna vegðinum, so koyra vit 5000m og so eru vit í Leynum, og so spara vit brennievni og kavaruddingina. Eg koyri hvønn dag til Tórshavnar at arbeiða, tað sum eg dugi at siggja, so er Vestmanna vegurin illa røktur nú kavin liggur. Tað veður væl salta til omankoyringina til Kvivikar og so er illa,ella slets ikki salta til Vestmannar, man kundi næstan trúð at tað var ein Kvivikssingur i saltaði ???? Siðan tann nýggji parturin av autoverjan er komin upp í summar millum Vestmanna og Kvivik legst nógvur kavi fram vi autoverjuni sum tað ikki hevður gjørt áður, so har má gravast oftari ella mugu vit fáa ein tunnil í gjørnum.

PS:Góða bygdaráð sum situr. Prøvði at arbeiði við at fáa ein tunnil gjørdan til Leynar. So skulu tit siggja at Vestmannabygd ,fer at vaksa i fólkatali, og at tað kann skapða trivna fyri bygduna.

Heimasiðan hjá LV kann ikki nýtast sum er, ein telda kann siga at hálka kann vantast, men teldan kann ikki siga hvussu koyrilikindini eru. Var skuffaður at hoyra kringvarpi segði at tað ikki var koyrandi i Streymoy og Eysturoy, eg prøvaði at koyra til havnar tá var tað væl koyrandi til Havnar og heim aftur. Eitt sindur av jarrok men bilti ikki.Um koyrilikindi vera útvarpaði soleiðs,sum hendan morginum. Kann man ikki stóla uppá hvørki kringvarpi ella LV.Tað kann vera ein òlukka ov nógv fyri bilførðaran.
Verður lagt út uttam viðmerking.

 

Kavarudding há LV

Desember 19 , 2011
Svar til spyrjara:



Tú finnur yvirlit yvir næstan alt um vegir á www.landsverk.fo. Viðvíkandi salting av vegunum, finnur tú sjálvandi eisini hetta við at fara inn á Koyrilíkindi, Veðurstøðir, Vel viðkomandi støð og trýst so á sjálvt navnið t.d. Høgareyn. Har sær tú freezing point, temperatur og salt :)



Annars haldi eg at vegurin til Vestmannar altíð er so væl ruddaður og saltaður.



Verri var inni í bygdini í morgun kl. 8.40



vh / Birita Signýardóttir
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Kavarudding hjá LV

Desember 13 , 2011
Veit at tit kanska ikki kunnu svara mær hesum spurningi, men eg fari at royna allíkavæl. Tit plaga at svara tí mesta.



Í samband við tað ringa veðrið sum var mikumorgunin, fari eg at spyrja um tit vita nær LV grevur vegin úr Vestmanna og til Kvívíkar? - ella hvar man kann fáa hetta at vita? Á teirra heimasíðu stendur bara, at saltað/grivið verður millum 05-21 - ikki serliga ítøkiligt svar.



Haldi ikki hasin vegurin altíð verður 'passaður' so væl, og kenni meg ofta ótryggan tá eg skal norð, tí eg veit aldrin nær teir seinast hava grivið. Ongin info er heldur at finna á teirra heimasíðu. Tað einasta man kann fáa upplýst er, at roknast kann við hálku (tað klári eg at hugsa sjálv) og hvussu nógvur vindur er. Onki um har er gott/ringt at koyra, ella nær teir seinast hava grivið/saltað. Hevði ynskt at teirra tænasta var betri. Føli meg ikki tryggan at fara við fleiri smábørnum í bilinum, tá eg ikki veit hvussu koyrilíkindini eru. Og eg eri tíverri noydd at koyra ímillum næstan hvønn dag!



Eg kann viðmerkja, at eg havi tey bestu píkadekkini, so tað er ikki galið við skøðingini av bilinum, sum man annars altíð fær at vita!
Vit vita ikki, hvussu Landsverk skipar sína kavarudding, men hetta fáa tygum helst at vita við at ringja til stovnin á tlf. 340800 ella við at senda spurningin á lv@lv.fo.

 

Salting

Desember 13 , 2011
Altso álvaratos !!! Er tað ongin av kommunumonnunum, sum hyggur at veðurforsøgnunum, so tað kann verða saltað til tíðina um morgnarnar ??? Líkist ongun at tað ikki verður saltað fyrr enn kl. 07.30 ein morgun sum í morgun.
Kommunumenninir halda eyga við veðurlíkindunum, og teir salta vanliga í góðari tíð.

 

Staðið FM 101 tillukku!

Desember 05 , 2011
Tit, ið standa aftanfyri lokalradio gera eitt einastandandi gott arbeiði. Takk fái tit fyri tað og ikki minni tit, ið siga frá. Sera áhugavert at hoyra tykkum báðar Sigurlaug og Ingerð. Lætt og livandi og væl sagt frá - ein sonn fragd at hoyra tykkum. Eg gleði meg til komandi sunnudag, men sig mær eitt. Nær verða endursendingar ? - Eg hoyrdi av góðum grundum ikki alt, tí eg lurtaði eftir framúr góðum adventskórsangi í Vestmanna Kirkju. Jú, vit hava nógv at vera errin av og frøast um.

Takk tit í Kirkjukórinum, ið leggja eitt so stórt og gott arbeiði í, ungdóminum og okkum øllum til gleði og gagn.





Ein væl nøgdur lurtari
Endursendingarnar eru hóskvøld frá kl. 20 til 23.

 

RÓS

Desember 05 , 2011
Eg vil fegin nýta høvið at rósa kommununi.

Fyrst vil eg fegin takka kommununi fyri eitt frálíkt og sera hugnaligt tiltak í samband við at jólatræðið bleiv tendrað.

Enn einaferð vísti Staðið seg at vera væl til enn eitt tiltak, tey kunnu bara alt á Staðnum, fantastiskt :-)

Hugnaligt er eisini at síggja hvussu vakurt tað er pynta við perum frá Torginum og út til kirkjuna.



Kommunumennirnir sum rudda kava gera eitt gott arbeiðið og hava eisini rós uppiborna. Drívi á!





Vestmenningur, sum smátt byrjar at koma í jólahýri
Vit takka fyri føgru orðini. Tað fløvar altíð, tá jaligar viðmerkingar koma.

 

Røktarheimið

Desember 05 , 2011
ein leinkja á høgra bredda á heimasíðuni hjá kommunu, er at man kann fylgja við arbeiðinum, viðv byggingini av røktarheiminum. Men verður tað nakrantíð dagført ? Har eru bara gamlar myndir, so vítt eg dugi at síggja.

ein íð bíðar spentur
Vit hava fyrr boðað frá, at arbeitt verður við nýggjari heimasíðu. Vit høvdu ætlað okkum at leggja nýggjari myndir út á nýggju heimasíðuna, men hetta arbeiði dregur tíverri út. Við nýggju heimasíðuni fáa vit eisini eina nýggja myndaskipan sum ger, at vit kunnu leggja fleiri myndir út í senn. Á verandi heimasíðu ber bert til at leggja eina mynd út í senn.

 

kan man ikki ?

Desember 05 , 2011
Haldi tað er løgi at tit ikki vita, at virksemi við kampingvognum er í Vestmanna. Tað spyr ein niðanfyri, hvar man kann leiga ein kampingvogn nær vestmanna. Hjálgrím á Heygum leigar kampingvognar. Fylgja tit ikki við í vinnilívinum?
Vit upplýsa vanliga um møguleikar her í Vestmanna bæði viðvíkjandi kamping og øðrum, so vit vita ikki heilt, hvat meint verður við í viðmerkingini.

 

Fjalsvegur

Desember 05 , 2011
Er nøkur ítøkilig ætlan gjørd fyri Fjalsveg? Nær verður farið í holt við at gera miðteinin?

Fjalsvegur liggur í byggisamtyktini fyri kommununa heilt út á Háls, men eingin ítøkilig ætlan er um, nær miðteinurin ella framhaldið av vegnum skal gerast.