BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 26.09.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Svimjing

Januar 25 , 2012
Er almenn svimjing í svimjihylinum? Hvussu við barnasvimjing? Hvat kostar hetta? Og hvørjar tíðir er svimjihylurin opin fyri almenninginum?
 Av tí at ongin lívbjargari er, er ongin almenn svimjing.
Til ber tó at leiga svimjihylin fyri 120 kr. um tíman. Tú kanst lesa meira um svimjihylin her.

 

postkassar og samanlegging.

Januar 17 , 2012

Tveir spurningar, ið ikki viðkoma hvørjum øðrum nakað.

Ætla tit/kunnu tit gera nakað við at fleiri postkassar í bygdini verða sprongdir í luftina hvørt nýggjár? Líkist ongum at man má taka postkassan niður hvørt ár ífall hann verður sprongdur. Serliga synd fyri tey eldru, hvørs postkassar ikki eru til longur!!

Nær verður ætlaða samanleggingin/samstarv við Kvívíkar kommunu? Er talan um mánaðir ella ár?

Kommunan kann ikki forða fyri, at postkassar verða sprongdir; men vit kunnu heita á ung og foreldur teirra um at lata vera við at gera herverk. Í fleiri førum er talan um politimál, tí eiga tey at verða meldað til løgregluna.
Innlendismálaráðið ætlar at skipa fyri vegleiðandi fólkaatkvøðu í mars um kommunusamanlegging, um kommunurnar á Streymoynni taka undir við samanlegging, so verður Streymoyggin væntandi ein kommuna 01.01.’13.
Kvívíkingar tóku á vegleiðandi fólkaatkvøðu ikki undir við samanlegging við okkum, tí verður neyvan nøkur sjálvboðin samanlegging millum Vestmanna og Kvívíkar kommunur á hesum sinni.


 

Ein lítil viðmerking

Januar 17 , 2012

Bara ein lítil viðmerking til Barbaru. Eg haldi altso ikki at Jóhan bara sipaði til núverandi løgtingsumboð, tað hava verið nógv umboð úr vestmanna ígjøgnum tíðina og har er ikki tað stóra hent allíkavæl. Eg veit ikki um tað er tí at vestmenningar er ov lítið lokalir ella teir bara ikki hava verið nóg dunaligir við albogunum ella okkurt annað. Tað einast sum kan sigast er at tað er nógv fari av bygdini, men ikki kann sigast at nógv er komi til hana. Tíverri.

Verður lagt út uttan stórvegis viðmerkingar. Vit vilja tó vísa á, at røktarheim kemur í bygdini, tað nøktar bæði ein stóran tørv hjá vestmenningum og skapar arbeiðspláss.

 

Uppskot

Januar 17 , 2012

Vit takka fyri viðmerkingina.
Lýst verður javnan við tiltøkum á heimasíðuni, og tað er júst hetta, ið ger heimasíðuna so virknað og væl vitjaða, sum hon er. Vit royna sjálvi at fylgja við og leggja tilfar út, men vit fáa tíverri ikki boð um øll tiltøkini, sum verða fyriskipaði í bygdini. Vit taka fegin ímóti tilfari til heimasíðuna, tað veri seg upplýsing um ymisk tiltøk, frásagnir frá tiltøkum, eins og greinar og kronikkir høvdu verið vælkomin.

Vit takka fyri viðmerkingina.
Lýst verður javnan við tiltøkum á heimasíðuni, og tað er júst hetta, ið ger heimasíðuna so virknað og væl vitjaða, sum hon er. Vit royna sjálvi at fylgja við og leggja tilfar út, men vit fáa tíverri ikki boð um øll tiltøkini, sum verða fyriskipaði í bygdini. Vit taka fegin ímóti tilfari til heimasíðuna, tað veri seg upplýsing um ymisk tiltøk, frásagnir frá tiltøkum, eins og greinar og kronikkir høvdu verið vælkomin.

 

hey

Januar 17 , 2012

er nakad at gera í vestmanna, fyri ungdóm?

Nógv er at gera hjá ungdóminum í Vestmanna. Ungdómshúsið Staðið er fyri ung frá 7. flokki og upp til 18 ár. Av ítrótti kann nevnast hondbóltur, badminton, fimleikur, kappróður og talv. Musikskúla, Vestmanna Hornorkestur, Vestmanna Sangkór og Vestmanna Kirkjukór hava vit eisini. Harumframt kunnu vit nevna, at børn og ung eru við í Skótaliðnum í Kvívík, umframt at fleiri íðka eitt nú fótbólt og judo í øðrum bygdum.


 

Røktarheimið

Januar 17 , 2012

Sum eg havi fatað tað verður røktarheimið liðugt í summar. Men veit kommunan meir nágreiniligt nær heimið verður liðugt og klárt at opna?

Eftir upprunaligu ætlanini skuldi røktarheimið (bygningurin) verða liðugur um miðjan apríl, nakrir spilldagar – dagar tá ikki er gjørligt at arbeiða vegna veður – skulu leggjast afturat, tí eigur røktarheimið at verða liðugt fyrst í mai ’12. Arbeiðstakarin váttar, at arbeiðið verður liðugt til tíðina. Ætlanin er, at køkur, innbúgv o.a. eisini verður liðugt til ta tíð.

Annika Olsen, almannamálaráðharri, nevndi í útvarpinum, at peningur er settur av til raksturin frá juni – juli ’12. Vit vænta tí, at røktarheimið letur upp fyri summarfrítíðina.


 

Vetrarfriðing

Januar 17 , 2012
Nær kann væntast at løgtingið fer at dagføra lógina um vetrarfriðing, sum tit skriva um longur niðri á síðuni ?
Innlendismálaráðið fer helst at viðgera málið í vár. Sjálvsstýrisflokkurin legði málið fyri tingið í seinastu setu. Av tí at Sjálvstýrisflokkurin eigur innlendismálaráðharran, kann hugsast, at málið fær skjóta viðgerð.

 

Fíggjarliga støðan

Januar 17 , 2012

Tit skriva mánaðarliga um hvussu stór skattainntøkan er og tað sær oftast út til at inntøkan er eins góð í ár sum seinasta ár. Hetta er at gleðast um, men sigur í sær sjálvum ikki so nógv tí tað sum er av størri týdningi er hvussu stór inntøkan er í mun til væntaðu inntøkuna og í mun til kostnaðirnar.

Kunnu tit upplýsa hvussu inntøkur, rakstrarkostnaðirnir og íløgurnar vóru fyrstu 3 ársfjórðingarnar í ár? Hvussu stór er nettoskuldin hjá kommununi nú og hvussu nógv er eftir at gjalda av røktarheiminum?

Sí tíðindi 03.01.’12 á heimasíðuni.

Nettoskuldin hjá kommununi er um 41,8 milliónir kr. Samlaða lániskuldin er um 46,4 milliónir kr, men vit eiga um 3,1 milliónir í peningastovnum og eiga um 1,5 milliónir kr (netto – skuldarar - ognarar) hjá skuldarum. Talið er nakað betri, tí vit hava ikki enn biðið um stuðul fyri røktarheimsbyggingina í 4. ársfjórðingi í 2012.

Vit læntu 22 milliónir kr frá LÍV til røktarheimsbyggingina í 2010 og 2011 – lánið varð útgoldið í 3 gjøldum (8 mill. + 7 mill. + 7 mill.). 31.12.’11 skyldaðu vit  LÍV 19.797.924,66 kr, t.v.s. at vit longu hava goldið 2.202.075,34 kr í avdráttum av hesum láni.

Vit kunnu eisini nevna, at 31.12.’11 var hitt lánið hjá kommununi 26.647.513,11 kr. 31.12.’10 var tað 29.155.913,11, sostatt eru 2.508.400 kr goldnar í avdráttum í 2011.


 

viðm. til kavaruddingina

Januar 03 , 2012
Tað ið fekk meg til at trýsta á knappaborðið í morgun var innslagið frá Jóhan Simonsen um kavaruddingina, tá hann nevnir tey lokalu løgtingsumboðini, og um hvat tey gera við Vestmanna vegin. Vit hava altso bert tað eina løgtingsumboðið, Bárður Nielsen! Hann er einsamallur umboðandi alt Norðstreym!!! Um vit høvdu gomlu valskipanina í gildi enn, so høvdu vit 3 umboð fyri Norðstreym!!! Hetta sigur ikki so lítið um hvat Vestmenningar sjálvir vilja. Tit kundu havt staðið saman um teir vestmenningar ið stillaðu upp til seinasta løgtingsval!!!!! Tað vóru valevni uppstillaði fyri allar flokkar uttan Miðflokkin, so nokk var at velja í, men alt ov nógvar atkvøður fóru av bygdini og úr økinum, hetta í øllum flokkum. So tit kunnu skjóta ein langan píl eftir at nakað verður gjørt í okkara øki hvat viðv. bæði einum og øðrum.

Annars haldi eg ikki vit skulu grenja um kavarudding hvørki inni í bygdini ei heldur á Vestmannavegnum, tað er sera væl hildi í mun til vegir aðrastaðni, og eg koyri hvønn morgun kl. 7.00 til Havnar.

So mín áheitan skal verða til okkum øll somul, læri at standa saman, soleiðis sum td. suðuroyingar (5 tingmenn), sandoyingar (3 tingmenn) og norðoyingar (havi ikki tal á øllum tingmonnum úr hesum øki).

Gott nýggjár ynskist tykkum øllum somlum

Barbara Brattaberg
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

webcam

Januar 03 , 2012
Dejligt med et webcam, især når det virker... :o(



Jeanette Lamhauge

Myndatólið er tíverri óvirkið, men nýtt verður sett upp fyrsta dagin.


 

Kavagrvstur.

Januar 03 , 2012
Taki fult undir við Johan Simonsen.Havi koyrt hvønn dag i knap 30 ár ímillum VN og Havnar.Einustu problemini ið kunna uppstanda eru ein hálvur kilometer frá Hægarenni móti bygdini.Tað hendir ca 2-4 ferðir um árið og er sosstatt til at liva við. Kavaruddarar í Vestmanna eru eisini óførir í mun til umstøður og eiga rós uppiborið.Havi intils seinasta ár brúkt almindiligar bilar men havi í nøkur ár átt jeepling 4wd

Má siga at ikki er neyðugt at eiga jeep til endmálið tí vanligir bilar klára seg útmerkað,væl at merkja um teir eru væl skøddir.
Verður lagt út uttan viðmerking.