BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Gøta

Februar 22 , 2012
Eg kundi hugsað mær at bygt í nýggja býlinginum í vesturi, tí nakrir spurningar.
1. uml 10 børn úr býlinginum ganga í Vestmanna skúla, í næsta ár fara 4 avtrat og árið eftir 3 avtrat.
Er tað meiningin, at tey ,ið búgva har uppi skulu ganga oman eftir gøtuni, framvið hjá Jákup og so oman í skúla. Hettar er ein sera langur umvegur?
2. Hvør var planurin, tá tit gjørdu eina hálva gøtu oman í bygdina?
3. Hava tit spurt eigaran av bønum um han n hevði lagt í um ein smøl gøta varð gjørd ígjøgnum bøin ?
4. Hvar í allari víðu verð er moldin blivin av, og hvat ger kommunan fyri at fáa tað grønari í býlinginum.
Hettar er sera umráðaandi í míni umhugsan saman við familjuni, um vit skulu byggja í Vestmanna ella aðrastaðni.
Takk fyri

1. Sum nú er, er hetta leiðin oman í bygdina, um ikki verður farið eftir høvuðsvegnum.
2. Gøtan er gjørd oman á kloakkina, sum er løgd frá útstykkingini, og gøtan gongur oman hagar, sum niðasti vegur í útstykkingini – framhald av Fjalslíð – ætlandi einaferð kemur út um Hórðará.
3. Eigarin er ikki nýliga spurdur um loyvi til at gera gøtu.
4. Moldin varð koyrd burtur undir byggibúningini – í løtuni eigur kommunan ikki mold at koyra aftur til býlingin.

 

 


 

Vatnturbina

Februar 22 , 2012
Ljóðar sera áhugavert, nú kommunan er farin í holt við, at vinna orku úr drekkivatninum.
Hvussu nógva orku í kwh er vantandi at fáa burturúr hesari turbinu árliga ?

Við verandi vatnnýtslu uppá uml. 50 tons um tíman og eini fallhædd uppá 105 metrar, verður roknað við at kunna framleiða eina teoretiska nøgd uppá uml. 130000 kWh um árið.

Nøgdin verður tó helst nakað minni, tí at vatnnøgdin kann minka rættuliga nóg um summarið og tá frost er!

 

 


 

tak i egnan barm

Februar 15 , 2012
Sera gott og væl sagt, vit avtofta bygduna sjálvi, og stuðla Havnina sum vit dáma so væl, Og har vit javnan spilla Havnina út. Ti alt skal til Tórshavnsby.HYGGJI NÙ AT ÙRSLITINUM VIÐ IKKI AT STUÐLA TAÐ VIT HØVDÐU..............

Bygdin verður neyvan avtoftað í bræði, sum tit síggja, so vaks fólkatalið rættiliga nógv í 2011.

Tað er rætt, at vit vestmenningar kunnu gera nógv fyri at gera tað liviligari í bygdini m.a. at stuðla lokala vinnu- og handilslívinum. Kommunan hevur eftir førimuni roynt at stuðla. Nógvar milliónir eru nýttar á kajini og til ídnaðarøkið inni á Fjørð; rættiliga stórar upphæddir vórðu eisini nýttar í sambandi við byggingina av frystigoymsluni. Tíanverri hevur henda bygging ikki enn givið so nógv arbeiði, sum vit vónaðu, men møguleikarnir eru enn har. Vestmanna Kommuna er altíð áhugað í góðum hugskotum frá vinnulívsfólkum, vit royna at skapa karmar og fortreytir, um møguleiki er fyri tí.

Vestmanna Kommuna og okkara stovnar keypa í stóran mun gerandisvørur í handlum í bygdini.

(Lesið eisini viðmerkingina "Tak í egnan barm", sum varð lagdur út 6. februar 2012. Viðmerkingin er grundarlagið fyri viðmerkingini hjá hesum borgaranum)


 

Barnagarðsgjald

Februar 15 , 2012
Hvussu ber tað til, at tað er so nógv dýrari, at fáa børnini ansaði í Vestmanna, enn í Havn?

Í havn kostar eitt barnagarðspláss 1469 kr, meðan tað í Vestmanna kostar 1800 kr. Í havn fært tú systkinaavsláttur - 25% av tí dýrara plássinum. Tvs, at um man hevur 2 børn í barnagarði í Vestmanna, er tað 1100 kr dýrari pr mdr, enn í havn. Tað er ein prísmunur, sum vil nakað.

Er hetta nakað sum VK ætlar sær at gera nakað við, ella skal hesin øgiligi prísmunur halda fram?

Hevur VK nakrar ætlanir um, at hækka barnafrádráttin?

Rætt er, at foreldragjaldið til barnaansing í Vestmanna er dýrari enn í Tórshavnar Kommunu. Roknistykkið er tó ikki so einfalt, sum tú hevur sett tað upp, tí í Tórshavnar Kommunu hava tey ikki sama gjald fyri vøggustovu sum í barnagarði. Í Vestmanna Kommunu hava vit valt at brúka eins gjald fyri øll børnini óansæð aldur.

Um man roknar við, at eitt barn í miðal gongur 2 ár í vøggustovu og 4 ár í barnagarði, er samlaða gjaldið hetta:

Í Tórshavnar Kommunu, um 1 barn:
Vøggustovupláss í 2 ár: (2.376 x 22) =  52.272 kr.
Barnagarðsplass í 4 ár: (1.480 x 44) =  65.120 kr.
Samanlagt í 6 ár:   117.392 kr.
Í miðal pr. mð:   1779 kr.

 

Í Tórshavnar Kommunu, um 2 børn:
Vøggustovupláss í 4 ár: (2.376 x 44) = 104.544 kr.
Barnagarðsplass í 8 ár: (1.480 x 88) = 130.220 kr.
Samanlagt í 6 ár: 234.784 kr.
Gjald við avsláttri:

(75% av 104.544)= 78408

(75% av (1480 x 22))= 24420

(1480 * 66) = 97680

200.508 kr.
Í miðal pr. mð. við avsláttri:   1.519 kr.

 

Í Vestmanna Kommunu:
Ansingarpláss í 6 ár: (1.800 x 66) =  118.800 kr.
Blæður í 2 ár (1 pk pr. mð): (115 x 22) = 2.530 kr.
Samanlagt í 6 ár:   121.330 kr.
Í miðal pr. mð:   1.838 kr.


Samanbering: Tórshavn - Vestmanna:
Um ein familja hevur eitt barn, er meirkostnaðurin í Vestmanna 59 kr. um mð.
Um ein familja hevur 2 børn, er meirkostnaðurin í Vestmanna 319 kr. um mð., og ikki 1.100 kr., sum tú skrivar.

Vit hava eisini samanborið okkum við aðrar kommunur á okkara stødd. Vit eru eitt sindur bíligari enn onkrar, og eitt sindur dýrari enn onkrar.

Í Sunda Kommunu, um 1 barn:
Vøggustovupláss í 2 ár: (2.350 x 22) = 51.700 kr.
Barnagarðsplass í 4 ár: (1.750 x 44) = 77.000 kr.
Samanlagt í 6 ár:   128.700 kr.
Í miðal pr. mð:   1.950 kr.

 

Í Sunda Kommunu, 2 børn:
Vøggustovupláss í 4 ár: (2.350 x 44) = 103.400 kr.
Barnagarðsplass í 8 ár: (1.750 x 88) = 154.000 kr.
Samanlagt í 6 ár:

 

257.400 kr.
Avsláttur: (437,50 x 66) = 28.875 kr.
    228.525 kr.
Í miðal pr. mð:   1.731 kr.


Samanbering: Sunda - Vestmanna:
Um ein familja hevur eitt barn, er meirkostnaðurin í Sunda Kommunu 150 kr. um mð.
Um ein familja hevur 2 børn, er meirkostnaðurin í Vestmanna 69 kr. um mð.

At enda skal leggjast afturat, at sambært dagstovnalógini hava kommunur rætt til at seta foreldragjaldið til í mesta lagi 30% av rakstarútreiðslunum.
Í Vestmanna svarar hetta til, at foreldragjaldið kundi verið 2.400 kr. um mð.


 

Sparing !

Februar 14 , 2012
Áhugavert at fingið at vita hvussu nógv kommunan sparir í samband við verkfallið hjá pedagogunum, eru nøkur lyklatøl í hesum sambandi ?
Spurin
Lønarútgjaldið til dagstovnarnar er uml. 150.000 kr.  um vikuna.

 

verkætlan

Februar 06 , 2012
í 3. versi hr av heygansei koma tey hvønn dag : Hvørji komu til vestmannar

Vit hava fingið tríggjar spurningar frá einum skúlaflokki, sum hevur verkætlan. Vit halda ikki, at tað er rætt av okkum at svara hesum spurningum. Spyr bara er ikki rætta staðið til spurningar til verkætlanir. Hava tit spurningar til kommununa, eiga tit at senda ein teldupost til vestmanna(a)vestmanna.fo ella ringja á Kommunuskrivstovuna tlf. 770 100.

Til tveir av spurningunum vilja vit vísa til 1. bind av Vestmanna Søgu, har tað verður greitt frá, hvørji ið vóru tey fyrstu at seta búgv í Vestmanna.

Til hendan spurningin: handan linjan kann umskrivast til: "Tey komu av Heyganesi hvønn dag". Finnið út av, hvar Heyganes er, og hvat virksemi ið var har. Her kunnu foreldur ella ommur og abbar heilt sikkurt hjálpa tykkum.


 

Tak í egnan barm

Februar 06 , 2012
Ein viðmerking til Vestmenningar í sakna aktivitet av ymsum slag, tað veri seg almenn tilboð og arbeiði og annað.
Eg haldi at vit mugu duga at síggja at vit kunna ikki lasta kommununa fyri væntandi tænastir og fráflyting. Um vit vilja hava virksemið so mugu vit taka í egnan barm, og tá í onkur hava skapa okkurt virksemið, so er tað okkara ábyrgd sum borgarar at stuðla initiativinum. Vit hava Bryggjuna sum gekk væl í nøkur ár, men so hava fólk vent henni ryggin. Fjørðukrógvin er stongd meginpartin av árinum, vit fara heldur til Havnar á matstovu. Vit hava matvøuhandlar í Vestmanna, men fólk velja heldur at keypa inn í Havn. Vestmanna var einaferð ein blomstrandi bygd við einarið ørgrynna av handlum, tvey ungdómshús, skipasmiðju, timburhandil, tvey fiskavirkir, plastvirki, kioskir, kaffistovu, pylsuvogn og grill og meir afturat. Fólkatalið hevur staði meir ella minni ístað, so grundarlagi er framvegis har. Onkur ting hvørja av náttúrligum áðum, og uppaftur onnur ting hava vit onga ávirkan á, men vit mugu standa saman um tað vit hava.
Tá í undirsjóðatunnilin kom var spátt at Vestmanna fór at doyggja út, at tað hevur tíverri víst seg at verið ein sjálv uppfillandi profeti.
Vestmenningar havt á sær at teir eru stoltir, men eg eri bangin fyri, at nógv av hesum stoltleikanum er horvin.
Komið og takið eitt megnar tak saman, og fái gongd aftur í virksemi í Vestmanna

Ein annars nøgdur borgari
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Vøggustovu/Barnagarð

Februar 06 , 2012
Havi eitt barn, ið var 3 og eitt hálvt ár, tá tað slapp úr vøggustovu og í barnagarð. Okkara uppliving sum foreldur at barninum var, at tað skuldi verið farið í barnagarð nakrar mánaðir fyrr, men tað var ikki møguligt, tí tað var ikki pláss. Tá barnið endiliga slapp í barnagarð broyttist tað fullkomuliga. Trupulleikarnir, ið vóru at síggja í vøggustovuni, áðrenn tað fór í barnagarð vóru longur ikki at síggja nú. Okkara fatan av tí var, at tað hevði tørv á at fara í barnagarð áðrenn tað var 3 og eitt hálvt ár. Vóni ínniliga, at tit hava lurtað eftir Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingi, ið var í útvarpinum mikumorgunin 2. feb.og hava hoyrt hennara hugsan um nær børn hava tørv á at sleppa úr vøggustovu og í barnagarð, um ikki, kunnu tit so vinaliga lurta eftir henni, og taka hennara orð/hugsan til eftirtektar.
Og eg eri vís í, tá eg sigi, at tað eru fleiri foreldur við mær, sum eru sera hørm um, at børn teirra ikki sleppa í barnagarð um 3 árs aldurin.
Vinaliga ein mamma.

Meginreglan er, at børn flyta úr vøggustovu og í barnagarðsstovu, tá ið tey eru 3 ár, og víðari í útibarnagarð í 5-6 ára aldri. Tá ið børn skulu flyta úr vøggustovu og í barnagarðsstovu, verða atlit tikin til aldur, menning og samanhald millum børnini, ið skulu flyta.

Undantøk mugu tó onkuntíð gerast, men tá kunnu børnini altíð, um tey vilja, vitja í barnagarðsstovunum, og eru eisini við á túrum, sum barnagarðsstovurnar gera til m.a. eldrasambýlið, fimleikarhøllina og bókasavnið.


 

Verkfall

Februar 02 , 2012
Nú pedagogfelagið er í verkfall hevur Tórhavnar Kommuna melda út at foreldur ikki skulu gjalda fyri eina tænastu tey ikki fáa.
Hvussu er í Vestmanna? Skulu vit gjalda ansingarpláss meðan verkfall er?
Heilsan mamma at 2 børnum í Gjárlon / BS

Nei, heldur ikki her verður goldið fyri ansingarpláss, meðan verkfall er.
Gjaldið verður regulerað alt eftir, hvussu nógvar dagarnar verkfallið varðar.

Fyri januar '12 var talan um 1 verkfallsdag: sostatt verða foreldur skuldskrivað fyri 1.718 kr. fyri fult ansingarpláss (1.800 : 22 = 81,82 x 21 = 1.718 kr.)
Fyri fult pláss í frítíðarstovuni verða foreldur skuldskrivað fyri 1.050 kr.  (1.100 : 22 = 50 x 21 = 1.050 kr.)

Um peningurin verður útgoldin ella foreldrini gjalda minni ein annan mánað, verður avtalað, tá ið verkfallið er av.