BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 28.06.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Kommunusamanlegging

Apríl 30 , 2012
Skulu vit ikki øll stemma blankt heldur enn nei?

Eg eri bangin fyri at okkara NEI fer at fáa avleiðingar, soleiðis at velja vit Havnina frá nú, er ongin vegur aftur.

Og tað ynski eg ikki, um valgið stendur millum Havnina og vága kommunu ella Sunda Kommunu. So nógv heldur Havnina - har vilja míni børn fáa mest gagn.

Tað sum eg hugsi mest um er fólkaskúlin, ið kanska við tíðini skal samanelggjast. Eg fari so ikki at koyra míni børn vestur í Vágar...........

Well...... haldi bara tá alt er so ógreitt at tað er óheppið at tit eggjað fólkið at stemma NEI

Stemmi heldur blankt um tað skal verða orsøkin til tína stemmu

Vit kunnu ikki velja Havnina frá, tí at lógin um sjálvbodna kommunusamanlegging og kommunal samstørv er galdandi bæði nú og eftir fólkaatkvøðuna. Lógin er greið, Vestmanna, Kvívíkar og Tórshavnar kommunur er partar av samstarvseindini “Streymoy”. Nevndu kommunur kunnu leggja saman, og tær skulu samstarva. Vit kunnu ikki leggja saman við kommunum í Vágum ella í Sundalagnum, tí tað er beinleiðis ólógligt.
Um fólkaskúlin verður lagdur kommununum at umsita, so verður tað kommunurnar á Streymoynni, sum skulu samstarva um hann, tí fara tíni børn ikki til Vágar í skúla.

Um allar kommunurnar á Streymoynni atkvøða “ja”, so verður helst kommunusamanlegging.
Um ein kommuna velur at siga “nei”, so verður ongin kommunusamanlegging á hesum sinni; men verandi lóg um sjálvbodna kommunusamanlegging broytist ikki. Vestmanna, Kvívíkar og Tórshavnar kommunur kunnu leggja saman, um lógin ikki verður broytt.

 

 


 

Seyður

Apríl 30 , 2012
Kemur seyður inn aftur á bøin í heyst?
Ja, sum støðan er nú!

 

býtt samtykt

Apríl 30 , 2012
Hatta við 300kr/m3 sum tit hava samtykt 24. mai 2011 virkar mær sera óintelligent, hatta vil bara hava við sær at meir verður koyrt á vestfallið. Tit áttu heldur at koyrt hatta undir skattin
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Apríl

Apríl 28 , 2012
Onkur segði, at tit høvdu skemtiliga aprílsøgu á heimasíðuni í gjár. Eg hevði tíanverri ikki møguleika at lesa hana, og nú er hon strikað. Ber til at leggja hana út á hesum teiginum, so eg og mong við mær hava møguleika at lesa hana?
Apríl-søguna í 2012 kanst tú lesa við at trýsta her.

 

Fólkaatkvøða

Apríl 25 , 2012
Ætlar kommunan at skipa fyri kunningarfundi í sambandi við fólkaatkvøðuna? Eg ivist, tí hevði verið gott við kunning.
Kunningarfundur um vegleiðandi fólkaatkvøðuna verður í skúlaauluni í Vestmanna hósdagin 26. apríl 2012, kl. 19. Umboð fyri Innlendismálaráðið greiðir frá fólkaatkvøðuni. Borgarstjóri og bygdarráð verða til staðar at gera viðmerkingar og svara spurningum.

 

Turbinan

Apríl 23 , 2012
Er tað rætt, at nevnda turbina onki gevur av tí, at rørið til turbinuna liggur á sløttum ? Er tað nýtt fyri bygdaráðnum, at vatn rennur best omaneftir ? Hví hevur ikki serkunnleiki verið í hesi verkætlan í staðin fyri glaðir amatørar ? Líkist sólorkuætlanini í skúlanum, sum eisini var eiit fiasko

Vit skilja ikki rættuliga viðmerkingina, men vísa til svar fyrr í ár uppá spurning her á síðuni:

"Við verandi vatnnýtslu uppá uml. 50 tons um tíman og eini fallhædd uppá 105 metrar, verður roknað við at kunna framleiða eina teoretiska nøgd uppá uml. 130000 kWh um árið.

Nøgdin verður tó helst nakað minni, tí at vatnnøgdin kann minka rættuliga nóg um summarið og tá frost er!"


 

Vatnturbinan

Apríl 19 , 2012
Hvør er ætlanin við streyminum, sum turbinan gevur?
Eitt hugskot kundi verið at brúkt hana at hita brandstøðina við? So var tann parturin av rakstrinum eitt sindur minni.
Er kanska ætlanin at útbyggja hesa verkætlan so at hetta eisini t.d. kann fevna um at seta ein turbinu upp niðri við fiskavirkið tá tað letur uppaftur (sum tað vónandi ger skjótt). Har verður jú sera nógv vatn brúkt. Og um streymurin fer til at hita t.d. ein tanga við vatni ger tað einki um tað ikki er so støðugt.

Í fyrstu atløgu er ætlanin sum eina roynd at binda framleiðsluna frá turbinuni í kervið hjá SEV – helst verður bundið í kaðalin, sum gongur niðan í Harusetrið. Tá turbinan er royndarkoyrd í eina tíð, og um framleiðslan vísir seg at hilnast væl, verður støða tá tikin til, hvar turbinan skal gera nyttu. Nærmastu bygningarnir hjá kommununi eru vatnverkið, maskinhøllin og brandstøðin.

Hugskotið, tygum nevna, er áhugavert, men ymsar forðingar stinga seg upp. Ein trýstminkari er omanfyri ítróttarhøllina, so tað fæst ongantíð meira trýst enn kanska eini 9 bar á leiðingina. Hartil er trýstið 0 bar, tá vatnið kemur úr turbinuni, og eitt fiskavirkið hevur brúk fyri nógvum trýstið inn á virkið. Hartil má roknast við, at turbinan iltar vatnið, og ringt kann vera at sleppa av við hesa ilting í eini afturlætnari skipan. Í skipanini, sum nú er um at verða liðug, verður vatnið aviltað í útlíkingarbrunninum.

 

 


 

Uttandura venjingarstað

Apríl 19 , 2012
Hevur Kommunan hugsa um at set eitt uttandura venjingarstað, líknandi tí sum er á Glaðsheyggið í Havn, upp í bygdini, evt. í viðarlundini?
Nógvir av teimum standard pakkunum man kann keypa eru kombinera Venjingarstøð og spælipláss. So har er møguleikið at fáa tvær flugur við eitt smekk, tá hugsa verður um trivna ;)

Vit takka fyri eitt gott hugskot, men eingin peningur er tøkur á fíggjarætlanini fyri kommununa í ár.


 

Flatabø

Apríl 19 , 2012
alt netið á fifa vøllinum er skrætt høvdu tit kunnu gjørt okkurt við tað, tí bóltarnir rulla altíð oman í ánna og so á sjógv.



vh Vit sum sparka.....

Heitt verður á umsjónarmannin hjá kommununi um skjótast gjørligt at umvæla netið.


 

Bara ein stutt viðmerking

Apríl 19 , 2012
Nú gekk eg mær ein túr i góðveðrinum í dag, má sigast at verða gott fyri nógv. Men so kemur tað stóra men'ið. Túrurin var fulkomiliga oyðulagdur tí sum so vanligt gekk man os vassaði í skræpu og lorti frá seyðinum, hundunum, gæsnum og øðrum fenaði sum gongur leysur her í bygdinum. So doyligt. :-(

Verður lagt út uttan viðmerking.


 

Rusk

Apríl 19 , 2012
Ein dagin fóru maðurin og eg at koyra rusk.
Vit komu oman á ruskplássið og byrjaðu at koyra tað vit høvdu, í kontainarinar. So kemur maðurin, ið arbeiður har niðri, og gevur okkum eina rokning uppá 300 kr fyri at koyra skrell burtur.
HVÍ skulu vit gjalda fyri at koyra eitt sindur av skrellið burtur? Gjalda vit ikki skatt til tað samað?
Annars skal sigast at vit høvdu ein lítlan lastbil fullan av skrelli.
Mær vitandi kostar tað ikki aðrastaðni at koyra skrell og aðrastaðni betalur mann enntá MINNI í skatti..
So har er okkurt sum ikki hongur saman hjá VK.

Vinarliga

Rusk.

Vestmanna Bygdarráð samtykti á fundi 24. mai 2011 hesi gjøld fyri bingjuplássið:

300,- kr/m3 fyri vanligt burturkast fyri nøgdir størri enn 1 m3. Undantikið eru hvítvørur og innbúgv.

300,- kr/m3 fyri stórvið og plattar, tó altíð í minsta lagi 300,- kr.