BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Slóðir

Mai 24 , 2012
Kunnu tit uppdatera slóðirnar her á heimasíðini. Summi teirra virka ikki longur, og onnur eu óaktuell
Vit takka fyri, og hava rættað flestu leinkjurnar. Um onkur hevur hugskot til aðrar viðkomandi leinkjur at leggja á vestmanna.fo, frætta vit fegin.

 

Fantastiskt

Mai 24 , 2012
Ja tað hendir nógv í Vestmanna í løtuni og tað er fantastiskt, vit í Vestmanna Skjótifelag, halda eisini at tað er fantastiskt, at fólk hugsa um okkum TAKK fyri tað.
Og øll eru vælkomin at skjóta.

Vinarliga Nevndin.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Útivikan

Mai 24 , 2012
Verður útivikan ikki hildin í Vestmanna, sum hon hevur verið undanfarin ár ?
Í ár verður skipað fyri tveimum gongutúrum í Útivikuni. Sí tíðindi á forsíðuni.

 

Frípláss

Mai 24 , 2012
Hey,

kann onkur greiða mær í stuttum frá hvussu frípláss virkar? Havi hugt eftir lógini/kunngerðini, men hon forvirrar meg bara.

Hvussu er t.d. um tað eina foreldri ella bæði ganga í skúla?
Kommunan kann játta helt ella partvíst fríplass til húski við einum ávísum inntøkugrundarlagi. Um inntøkugrundarlagið hjá húskinum er minni enn 235.500 kr., verður latið 100% frípláss. Um inntøkugrundarlagið er omanfyri 280.500 kr., verður frípláss ikki latið.
Tað er líkamikið, um parið er lesandi ella bæði arbeiða. Tað er altíð inntøkugrundarlagið, sum er avgerandi.
Eru tit í iva, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Kommunuskrivstovuna. Vit vegleiða tykkum fegin.

 

Nýggja 10mannafarið

Mai 21 , 2012
Hvat vigaði nýggja 10mannafarið hjá vestmenningum? Kapping var á bátastevnuni, har man kundi gita hvat tað vigaði.
Nýggi Vestmenningur vigaði 301 kg við árum. 

 

Fantastiskt at síggja og hoyra

Mai 17 , 2012
Tað er fantastiskt at hoyra at fiskavirkið opnar aftur, tað er fantastiskt at síggja at vit fara at fáa eitt kampingpláss í Vestmanna, tað er fantastiskt at hoyra skotini frá skjótibananum úti á Berg, tað var fantastiskt at síggja øll tey vikjandi ið 7Adventures hevði í Vestmanna Leygardagin, tað er fantastiskt at nú verður kiosk niðri hjá Juttu (Helga) Tað er fantastiskt at síggja bátabrúgvanar verða lagdar út til bátastevnuna. Góða stevnu øll somul.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Hol í vegnum

Mai 08 , 2012
Nær verða holini í vegnum gjørd?
Eg haldi tað líkist púrasta ongum, tað eru so nógv holir allastaðni ígjøgnum bygdina.
Bilarnir verða knústir sundur!
Arbeitt verður í løtuni við at umvæla vegirnar.