BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Stórt hjartasuff

Juni 29 , 2012
Vit hava nú síðani 2009 havt nakrar hønur í viðarlundini, men tað vísir seg ikki at bera til.

Leysgangandi hundar hava gjørt av við nógvar hønur í hesum tíðarskeiðnum og í dag tá eg kom niðan lá ein høna har illa misshandla og næstan deyð, nú vísti tað seg at vera nakrir óarga-ungar sum høvdu gjørt um seg.
Haldi tað er virkuliga harmiligt

joan vang
Púra samd.

 

Camping uttan fyri camping plássið

Juni 26 , 2012
Løgin sjón at vakna upp til í morgun, mánamorgun. Inni á campingplássinum standa tveir vognar, meðan økið uttanfyri er avtaglað av vognum.
Hettar letur seg als ikki gera í londunum rundanum okkum, so skulu vit loyva tí her? Og so beint uttanfyri nýggja campingplássið inni á Fjørð??? Eg haldi tað vera so óluksáliga frekt og næsvíst. So, um tað er kommunan, ið eigur økið, so haldi eg tit eiga at gera bart. Koyrið vognarnar av økinum. Skulu teir vera her, so skulu teir inná campingplássið og gjalda tað, tað kostar.
Gyðja

Vestmanna Kommuna fer at skelta við Fjørukrónna, soleiðis at tað ikki verður loyvt at seta kampingbilar og kampingvognar har.


 

Kostnaðarmeting

Juni 26 , 2012
Vestmanna Kommuna hevur gjørt kostnaðarmeting, sum vísir, at tað fer at kosta um 5.000.000 kr at vetrarfriða bygdina.
Kunnu vit fáa at vita, hvussu tit hava roknað tykkum fram til hetta?
vh Andrea Nielsen

Vit hava tosað við hagarnar, sum eiga vetrarbitið, hvussu stórt økið, teir vilja hava vetrarfriðað. Vit hava síðani mett, hvussu stórar hesar víddir eru. Okkara meting er, at Neshagi skal hava endurgjald fyri 459.920 m2, Fjallið fyri 122.233 m2 og Heygahagi fyri 106.866 m2. Samanlagt er sostatt talan um 689.019 m2; gjaldið fyri mist vetrarbit er 4,80 kr fyri fermeturin, endurgjaldið verður sostatt 3.307.291 kr. Harumframt skal kommunan gjalda fyri nøkur rulluportur, fyri hegn (møguliga ber til at yvirtaka verandi hegn onkustaðni), fyri atkomur, fyri arbeiðsløn, helst vera sakføraraútreiðslur, um endurgjaldið verður goldið út í fleiri gjøldum, kann roknast við rentum, vandi er eisini fyri onkrum umsitingarligum útreiðslum.

Kanska eru 5.000.000 kr heldur nógv, men talan er avgjørt um eitt realistiskt boð.

Kann semja fáast um minni vídd, so verður endurgjaldið tað minni.


 

Seydur og eitran

Juni 26 , 2012
Hey!
Eg haldi at tad er sera synd í nógvum fólki id hava brúkt nógva tíd uppá sín urtagard, og so knappliga so er hann uppetin av seydi.
Eg havi ein spurning.
Er tad lóligt at eitra allar blómunar man hevur i sínum artagardi, soleidis at seydurin liggur eftirá um hann fær sær ein "smakk"?

Nei, tað er ikki loyvt at eitra seyðin, vandi er eisini fyri at onnur húsdjór ella børn verða eitrað. Sum vit hava nevnt fyrr, so er einasta loysn at hava so høga og tætta girðing, at seyðurin ikki sleppur inn í garðin.

Kanska kundi ein møguleiki verið at sett niður plantur, sum seyðurin ikki etur, tá hevði tín garður ikki verið so áhugaverdur.


 

Hvar er VK í vetrarfriðingini

Juni 26 , 2012
Ánarar av seyði Vestmanna hava ikki hoyrt frá VK í fleiri ár. Hevur bygdarráðið yvir høvur nakran áhuga í at vetrarfriða bygdina?

Bygdarráðið er sjálvsagt áhugað í at vetrarfriða bygdina, men bygdarráðið fær ikki gjørt avtalu um vetrarfriðing í løtuni; bæði tí ongin játtan er, og tí praktiskir trupulleikar eru. Vit halda ikki, at tað er stórvegis endamál við fundum, um ongin avtala kann gerast. Tað er betur at samráðast, tá møguleiki er at gera semju.


 

Arb

Juni 26 , 2012
Fundarbók hjá Vestmanna Bygdarráð Bygdarráðsfundur tann 19. juni 2012, kl. 19.00.....Hatta er skral tómt, hvat fyri planir hevur VK í framtíðini, sar ikki út sum tað er naka spennandi,hava tit ongar framtíðar planir, uttan kanska at fáa asvaltera eitt hol ella kanska fáa seyðin vekk frá okkara havum, vit skriva í dag 14 juni. Hava tit nakrar planir um framtíðuna her í VK ?

Øll bygdarráð hava framtíðarætlanir, men oftast verða hesar ætlanir gjørdar fyrst í valskeiðnum. Sitandi bygdarráð setti sær fyri at gera røktarheim, hetta er ein sera stór íløga, tí neyðugt var eisini at umleggja vegin og flyta ruskplássið. Harumframt var neyðugt at útbyggja kirkjugarðin. Avgjørt varð eisini at geva bygdarsøguna út. Harumframt eru fleiri smærri íløgur gjørdar á flestu økjum.

Íløgur verða oftast samtyktar í sambandi við fíggjarætlanina, tí verða tær vanliga ikki viðgjørdar á regluligu bygdarráðsfundunum. Bygdarráðsfundir verða ikki nýttir til at umrøða møguligar ætlanir, hetta verður gjørt á nevndarfundum ella øðrum fundum, har bygdarráðslimir hittast.

Vit hava nógvar ætlanir, og vit vóna at komandi bygdarráð eisini fer at hava ætlanir.


 

Seyður

Juni 26 , 2012
Nógv hava skrivað um seyð og vetrarfriðing í seinastuni og eg skilji tey hjartaliga væl. Kommunan svarar niðanfyri, at hon ikki kann gera annað enn, at bíðað eftir at pengar eru tøkir til vetrarfriðing. Hetta er tó ikki heilt rætt. Eg veit at pengar skulu til, men tá ið seyður enn gongur á bønum 12 juni so eru ikki allir hagapartar ið røkja skyldur sínar nóg væl. Seyðurin skuldi verið farin av bønum! Havandi í huga hvussu nógvir borgarar ilskast inná seyðin sum etur úr havunum hevði tað verði skilagott um kommunan setti hørð og ófrávíkilig krøv til hagarnar um at syrgja fyri at seyðurin er burtur av bønum um summarið. Tað kann ikki verða rætt at kommunan ikki hevur ráð at vetrarfriða tí, at hagarnir krevja fimm mió í endurgjaldið fyri mist vetrarbit og, at somu hagar eru so líkasælir við, at halda seyðin av bønum um summarið.

Um seyður enn gongur á bønum, so mást tú boða hegnsýnisnevndini frá, tí so er onkur eigari, sum ikki heldur sína hegnskyldu.


 

Søguliga umhvørvið á Fitjum

Juni 26 , 2012
Hvørja ætlan hevur Vestmanna Kommuna við søguligu gøtuni, fiskastykkinum og brúnni niðan fyri húsini hjá Grækaris á Fitjunum?

Vit hava ongar ítøkiligar ætlanir við gomlu sethúsunum, tí vit vita, at tað verður ein dýr umvæling. Men vit kundu gjørt meir við uttanumøkið, har eru nógvir møguleikar at gera eitt spennandi umhvørvi bæði fyri vestmenningar og gestir.


 

Bert tos ella uttanumtos

Juni 26 , 2012
Viðvíkjandi spæliplássið, so verður sagt longri niðri at VK viðlíkaheldur sparkivøllin á Flatabø, men hvat fyri viðlíkahald tosa verður um tað kundi listi mær at vita. Eg rokni við at eg havi knýtt fleir endar har niðri en VK hevur.
VK hevur tosa og tosa um at okkurt fer nokk at henda við spæliplássum, men tað er sum alt annað, einki hendir. Borgarstjórðin er skjótur frammi og reypar av, at skattainntøkurnar hjá VK er betur nú enn sama mánað undafarna ár og kemur við prosentum og samanber so við aðrar kommunur. Hvar fara hesir pengarnir, tá VK ikki hevur roknað við teimum í fíggjarætlanini. Kundi VK ikki unna børnunum eitt spælipláss ??
1300 fólk og einki spælipláss. Ein FIFA vøllur og gamlar slitnar græsmáttur á skúlavøllinum og útibarnagarðinum. Gjárlon hevur ikki eingongd eitt spælipláss, har er alt tað bera asfalt. Ómetaliga vánaligt gjøgnumhugsa av VK.

Viðvíkjandi seyði sum fólk tosa um, so er bert eitt at gera og tað er at skjóta um seyðurin kemur inn um. Hettar ljóðar kanska vulgert men hvat annað kann gerðast. Eingin skal fortelja mær, at garðurin skal verða 2 metrar høgur, soleiðis at eingin seyður skal koma inn. Hattar er láturligt og hetta vísir eisini hvussu væl bygdarráði prioriterar sítt bygdafólk.

Nú halda tit eg bara grenji og tað kann gott verða, men tað sum er skriva omanfyri er fakta og so kann ein takað tað sum ein vil.

Vinarliga Heilsan
Jan Haldansen

Vestmanna Kommuna hevur ábyrgdina av sparkivøllinum, og vit hava gjørt onkrar ábøtur og umvælingar; um vit gera nóg mikið er sjálvsagt ein annar spurningur.

Vit halda ikki, at borgarstjórin reypar um skattainntøkurnar, hann kunnar, og okkum kunnugt eru nógv glað fyri, at kommunan greiðir frá kommunalum viðurskiftum á heimasíðuni. Tað er ein misskiljing, tá tú heldur, at Vestmanna Kommuna hevur stórar meirinntøkur. Skattainntøkurnar eru betri enn í 2011, men tað høvdu vit roknað við í fíggjarætlanini.

Eitt alment spælipláss er ein íløga, sum verandi bygdarráð ikki hevur raðfest fram um aðrar íløgur. Vit hava valt røktarheimið fram um næstan alt annað, kanska ert tú ikki samdur við okkum í hesi raðfesting, men hetta er okkara val.

Vit mæla sjálvsagt ikki til at fara at skjóta seyð. Kanska heldur tú, at tað er láturligt, at tú skalt hava so høgt og tætt hegn, at seyðurin ikki sleppur inn í tín urtagarð, men soleiðis er lógin, har kann kommunan onki gera.

Eitt bygdarráð má raðfesta, og tí verður onkur ónøgdur. Er ónøgdin stór, so er hugsandi, at eitt bygdarráð verður skift út.


 

Vøggustova

Juni 26 , 2012
Børn, ið eru á einari ávíasri vøggustovu; koma tey at vera á somu vøggustovu øll 3 árini ella vera tey møguliga koyrd í aðra vøggustovu? Har hugsi eg t.d. um tað eru ov nógv ella ov fá børn á einari vøggustovu.

Vanliga verða børn ikki flutt millum stovur í Gjáarlon, uttan tá tey flyta úr vøggustovu í barnagarð.

Barnatalið í teimum trimum vøggustovunum plagar at vera javnt, so vit skilja ikki rættiliga spurningin.


 

Bàtahylurin

Juni 19 , 2012
Hevur kommunan nakra atlan um at skifta ùt/endurnýggja flòtiarmanar til bàtarnar ì bàtahylinum inni à Fjørd ?.
Har eru fleiri id eru "punkteradir" og fyllast tì vid sjògvi tà ein stìgur ùt à teir.
Eitt annad er, at teir eru sera ringir og òtryggir at ganga à.
Hvør hevur eftirlitid og gòdkenningina vid hesum ? (burtursæd frà havnafùtanum) er tad Arbeidseftirlitid ?

Fleiri kommunur hava skift ùt vid nýggjar armar, sum eru breidir og eisini hava sklidsikkurt stàlnet at stýga à, her tradkar ein ikki nidurìmillum.
Hesir eru munandi tryggari og betri.

Takk fyri

Á fundi í Havnarnevndini 12. juni 2012 var semja um at seta upphædd av á fíggjarætlanini fyri komandi ár til tess at dagføra bátabrúgvarnar í bátahylinum, og møguliga taka eina brúgv um árið.


 

Krossurin Toftavegur-Heygagøta-Ovari Vegur

Juni 19 , 2012
Her má okkurt gerðast fyri at fáa bilarnar niður í ferð!!
Tað er sum oftast førarar aðrastaðni frá sum bert koyra uttan at støðga á við hávatennirnar. Mangan er tað vørubilar og líknandi bilar ið koyra við nógvari ferð inn ella út eftir.
Tað er bara spurningur um tíð so hendir eitt ferðsluóhapp har aftur.

vinarliga

Fríðbjørn Seloy

Ætlanin er í summar at strika av nýggjum, soleiðis at uppmerkingarnar verða meira sjónligar, enn tær eru í dag.


 

Røðan

Juni 12 , 2012
Kunnu vit fáa røðuna hjá Finnur Koba út á heimasíðuna???
Flaggdagsrøðan hjá Finni Koba er her.

 

Staðið

Juni 12 , 2012
Hví er staðið ikki opið leygardag?
eg meini staðið skuldi verið opið leygarkvøld

Staðið er opið fimm kvøld um vikuna, og tað eru ongar ætlanir um at hava húsið opið leygarkvøld.


 

Fiskavirkið

Juni 11 , 2012
Nær kunnu vit vænta at fiskavirkið opnar aftur?

Okkum kunnugt verður arbeiði á Atlantis fyrsta dagin, meðan arbeiði verður á gamla fiskavirkinum um ein tveir mánaðir ella eftir summarfrítíðina.


 

?

Juni 11 , 2012
Hví svara tit ikki øllum sum man spyr um her inni ?. havi spurt um Læknan og anna 3 ferðir, men hví svara tit ikki.

Vit svara flestu spurningum, so skjótt sum høvi er til tað. Men vit raðfesta “Spyr bara” lægri enn aðrar arbeiðsuppgávur, tí kann arbeiðsbyrðan gera, at svarini ikki gerast so skjót, sum tit vilja hava tey.

Onkrir spurningar verða ikki svaraðir her, men beindir í nevnd ella til umsitingina at avgreiða. Aðrir spurningar kunnu ikki svarast, tí arbeitt verður við málinum, og at tað ikki gangnar málinum at almannakunngera fyribils støðutakan ella ivamál.


 

Seyður

Juni 11 , 2012
Tað nyttar helst einki at skriva um seyð her, tað er skrivað upp í røkur um hetta dýrið her á síðuni, og sama ger. Men tað er tó burtur av allari leið her í 21. øld í einum av fremst komnu londunum í heiminum, at vit framvegis hvønn vetur og av og á um summarið við skulu berjast móti hesum altetandi kríatúrinum, sum etur alt, sum grønt er, sum leypur upp um allar girðingar, sum ikki eru 2 metrar høgar, og sum ranvalar alt, sum tú hevur baksast og stríðst við fyri at fáa tað vakurt og hugnaligt runt húsini, og ert tú so frekur at royna at reka beistini út, so leypa tey á stikið og sorla alt sundur, sum tú kanska hevur nýtt fleiri túsund krónur til, og tosar tú so við eigararnar, so fært tú bara upp í nasarnar, at tú skalt bara stika betur, og tá heystið kemur og tú biður selja tær ein seyð (sama seyð kanska, sum tú hevur føtt inni í havanum allan veturin og sum hevur oyðilagt alt tú plantaði og sorlað skik og runnar) jú gamaní 70 kr kg takk! Álvaratos er feudalsamfelagið hóast alt ikki farið í søguna enn í hesum landinum, tað er 150 ár síðan tað hendi í grannalondum okkara, hvussu skal nakar tíma at koma higar at búseta seg????????????????????

Tú lýsir støðuna rætt. Einasta loysn er, at antin verður seyðurin heilt ella partvíst lóggivin av bønum, ella má kommunan gjalda um 5 mió. kr í endurgjaldi fyri mist vetrarbit. Kommunan hevur ikki møguleika at nýta um 5 mió. kr til vetrarfriðing í løtuni, tí vit hava raðfest aðrar íløgur fremri. Harumframt eru ymsar praktiskar forðingar. Vit vóna eisini, at Løgtingið skjótt fer at samtykkja lógaruppskot, sum kann gera vetrarfriðingina einfaldari og bíligari.


 

Fjalsvegur

Juni 11 , 2012
Kunnu tit geva eitt greitt svar um, nær ið miðteinurin á Fjalsvegi verður gjørdur.

Nei, her er onki greitt svar. Vit vænta tó ikki, at stórar upphæddir verða brúktar upp á Fjalsveg í ár ella komandi ár.


 

Seyður - enn eitt hjartasuff

Juni 11 , 2012
So eru vit har aftur.
Nú fara vit inn í juni og tað gongur fult av seyði í bygdini.
Hevði sett mær nógv blomstur niður í síðstu viku, men nú eru tey etin. Burtur.
Hvat kann eg gera?
Hvat kann kommunan gera?
Hvat kunnu tey gera, sum eiga seyðin?
Støðan er ræðulig. Eg tími ikki at búgva her meira.

Sambært galdandi lóg – hon er frá 1937, men onkrar broytingar eru gjørdar so seint sum í 1951 – hevur seyðurin rætt til vetrarbit, um ikki er goldið fyri avtøku av vetrarbiti. Um bygdin ikki er vetrarfriðað, so er tað eigarin av t.d. urtagarði, sum má hegna so høgt og tætt, at seyður ikki sleppur inn.

Kommunan kann ikki gera annað enn at vetrarfriða. Vestmanna Kommuna hevur kannað málið, og okkara niðurstøða er, at tað fer helst at kosta um 5 mió. kr at vetrarfriða Vestmanna.Kommunan hevur ikki møguleika at nýta um 5 mió. kr til vetrarfriðing í løtuni, tí vit hava raðfest aðrar íløgur fremri. Harumframt eru ymsar praktiskar forðingar. Vit vóna eisini, at Løgtingið skjótt fer at samtykkja lógaruppskot, sum kann gera vetrarfriðingina einfaldari og bíligari.


 

bilar/bussar uttan nr. plátur

Juni 11 , 2012
løgið man onki svar fær uppá spurningin um bilar/bussar sum standa uttan nr. plátur. Havi skriva fleiri ferðir, men ikki kemur tað her inn :(
Onkrir spurningar verða ikki svaraðir her, men verða beindir í nevnd til viðgerðar. Nevndi spurningur er ikki liðugt viðgjørdur.

 

Lækni

Juni 11 , 2012
Nú spyrji fyri 3 ferð.
Hvussu verður við Læknanum.
1. Hvat hava tit planir ang Læknan.
2. Hvat hava tit planir um ang læknahúsini
3. Hvat gerða tit fyri at Læknin skal vera verandi.
4 Skal Læknin flyta sítt virksemi inn á nýggja ellisheimi.
5 Um so er at Læknin skal flyta, hvat so við húsinum.
6 Hevur Læknin søkt fast starv.
7 Hava tit planir um at søkja nyggjan Lækna.
8 Nær verður nyggja ellis heimi tiki í nyslu.
9 Hvussu nógvar pengar brúkar komunan upp á konstlasjón virksemi ang ellisheimi.
10 Hvat hevur Vestmanna havn kosta tey seinastu 2 árini, og hvat hevur Vestmanna komuna fingi inn í havna pengum og ørum.

Vestmanna Kommuna arbeiðir við ymsum loysnum á hølistrupulleikanum hjá kommunulæknanum. Hesar loysnir umfata eisini, hvat verandi læknahús skal nýtast til. Ongar ætlanir eru um at flyta læknaviðtaluna í røktarheimið, har er ikki pláss til læknaviðtalu.

Kommunan er ikki setanarmyndugleiki, tað er Heilsumálaráðið, tí kunnu vit ikki svara 6 og 7.

Heimið á Grønanesi letur væntandi upp í august.

Vit skilja ikki spurning 9.

Í 2010 vóru útreiðslurnar hjá Vestmanna Havn 1.005.932 kr og inntøkurnar 1.132.633 kr. Í 2011 vóru útreiðslurnar 1.042.912 kr og inntøkurnar 812.268 kr. Í 2011 vóru óvæntaðar útreiðslur til stormskaðar (fendarar og dekk máttu skiftast). Inntøkurnar í 2011 vóru væl lægri enn í 2010, tí nógv minni virksemi var á fiskavirkjunum.


 

Seyður

Juni 11 , 2012
Hvussu leingi hava seyðafólkini loyva at hava seyðin gangandi í bygdini? Vit eru farin um hálvan mai, og enn er seyður í bygdini. Ganga vit eftir all or nothing hugtakinum og hava seyðin í bygdini alt arið 2012? Vit nærkast juni, og bátastevnan er í morgin, t.v.s., at seyðurin gongur í øllum førum í bygdini til komandi viku , og tá er lítið meir enn ein vika eftir, so eru vit í juni.
vagnur Streymoy
Seyðurin skal vera farin av bønum 15. mai, men undantøk verða onkuntíð gjørd, um veðurlíkindini eru vánalig.

 

tit gjalda

Juni 11 , 2012
Eg hoyrdi ein dagin, at ein kvinna, hvørs urtagarður var upp etin av seyði, spurdi seyðamannin, hvør skuldi gjalda fyri skaðan. Aftursvarið var, at tað skuldi hon. Er tað ikki fantastiskt?
Soleiðis er lógin. Kvinnan hevur skyldu at hava sítt hegn so høgt og tætt, at seyður ikki sleppur inn í urtagarðin.

 

Lækni

Juni 11 , 2012
Nú spyrji eg aftur.
Hvat gerð VK fyri at gera umstøvunar betur hjá verandi lækna,
Er nakar lækni setur í fast starv.
Hvør skal gjalda fyri at nymodansera læknahúsini.
Hví verður einki gjórt fyri at betra um húsini.

Vestmanna Kommuna arbeiðir við at finna góð høli til læknaviðtaluna. Kommunan eigur læknahúsini, men av tí at vit ikki enn hava tikið støðu til, hvat húsini skulu nýtast til, eru vit ikki enn farin undir umvælingar. Vestmanna Kommuna er ikki setanarmyndugleiki, tí vita vit ikki, um lækni er settur í fast starv.


 

Vetrarfriðing

Juni 11 , 2012
Nú hevur eisini Tvøroyrar Kommuna gjørt avtalu um vetrarfriðing. Tá seyðurin á Tvøroyri fer av bønum í mai, kemur hann ikki inn aftur. Kenni ikki smálutirnar í avtalunum við hagastýrini har suðuri, men hetta sær ikki út til at verða nøkur dýr loysn.

Spurningurin er tí: Nær kunnu vestmenningar vænta at Vestmanna eisini verður vetrarfriðað?

Hetta er eitt mál, sum upptekur fleiri og fleiri vestmenningar. Hvar tú enn kemur, hoyrist oftari og oftari, hvussu irriterandi tað er at seyðurin fær loyvi at ganga í bygdini, og ikki minst, í havunum hjá fólki.
Og tað eru eisini fleiri og fleiri, sum eru ónøgd við arbeiði hjá bygdarráðnum í hesum málinum. Hetta verður nevnt sum týdningarmikið mál til hvørt kommunuval, men síðani hendir ikki meira.
Hvat er status nú???

Okkum kunnugt bar til at vetrarfriða (part) av Tvøroyri bíliga, tí hagarnir, sum áttu vetrarbitið, ikki kravdu stórvegis endurgjald. Hetta er eisini gjørt aðrastaðni.

Vestmanna Kommuna hevur gjørt kostnaðarmeting, sum vísir, at tað fer at kosta um 5.000.000 kr at vetrarfriða bygdina. Røktarheimið varð raðfest hægri, tí bar ikki til at vetrarfriða í hesi bygdarráðssetuni. Men vetrarfriðing verður heilt vist raðfest høgt, tí gerst hon helst veruleiki um ikki so langa tíð.

Ein annar ítøkiligur trupulleiki er markið millum Vestmanna og Kvívíkar Kommunur. Tað er sera trupult at hegna millum Vestmanna og Válin m.a. má hegn setast langt út í Heljareygaósan og rulluportur millum bygdirnar. Tí hevði tað besta verið, um Kvívíkar Kommuna vetrarfriðaði Válin, samstundis sum vit vetrarfriða Vestmanna.

Væntandi kemur lógaruppskot í Løgtingið í heyst, har skotið verður upp at gera vetrarfriðingina einfaldari og bíligari. Vit bíða við spenningi eftir hesum uppskoti.


 

Lækni

Juni 11 , 2012
Hvat gerð VK ang um so eingin lækni søkir fast starv her í bygduni. Húsini skuldi vera sett í stand,hvør skal gjalda tað.

Vestmanna Kommuna er ikki setanarmyndugleiki, tí viðgera vit ikki eina møguliga setan. Kommunan hevur skyldu at útvega hóskandi læknaviðtalu, vit arbeiða í løtuni við hesum máli.

 

Ikki vetrarfriðað enn ? ?

Juni 11 , 2012
Eg og familjan umhugsa at flyta heim og hava møguleika at keypa hús í Vestmanna, men nú síggi eg her á heimasíðuni, at Vestmanna enn ikki er vetrarfriðað fyri seyð. Er tað veruliga so galið? Um ja, hvussu leingi skal ein vænta, at tað heldur á?

Útiseti, sum ikki kemur heim at ganga í seyðalorti.

Sambært galdandi lóg – hon er frá 1937, men onkrar broytingar eru gjørdar so seint sum í 1951 – hevur seyðurin rætt til vetrarbit, um ikki er goldið fyri avtøku av vetrarbiti.

Vestmanna Kommuna hevur kannað, hvussu vit kunnu vetrarfriða bygdina. Vit eru komin til ta niðusrstøðu, at tað fer helst at kosta um 5 mió. kr at vetrarfriða Vestmanna.Kommunan hevur ikki møguleika at nýta um 5 mió. kr til vetrarfriðing í løtuni, tí vit hava raðfest aðrar íløgur fremri. Harumframt eru ymsar praktiskar forðingar. Vit vóna eisini, at Løgtingið skjótt fer at samtykkja lógaruppskot, sum kann gera vetrarfriðingina einfaldari og bíligari.


 

Seyður :(

Juni 11 , 2012
Hvat er ikki so iriterandi at vakna og síggja 3 ær í havanum, tær hava etið allar páskaliljunar:(
Hvat hevur bydgdráðið gjørt fyri trivnaðin hjá miðal aldra fólkið? Mær vitandi einki.
Tað hevur verið skrivað nóg um vetrafriðing og borgarstjórin hevur úttala seg, at landstýrið kemur við eini loysn. Borgarstjórin eigur ein landsstýrismann, eg kundi hugsa mær at spurgt nær vit kunnu rokna við eini vetrafriðing?
Kanska tað er betri at flyta úr bygduni, sum er verður einki gjørt fyri trivnaðin hjá miðal aldra fólkið.

Eni sera ónøgdur borgari.

Sambært galdandi lóg – hon er frá 1937, men onkrar broytingar eru gjørdar so seint sum í 1951 – hevur seyðurin rætt til vetrarbit, um ikki er goldið fyri avtøku av vetrarbiti.

Kommunan kann vetrarfriða, men tað kostar helst um 5 mió. kr. Kommunan hevur ikki møguleika at nýta um 5 mió. kr til vetrarfriðing í løtuni, tí vit hava raðfest aðrar íløgur fremri. Harumframt eru ymsar praktiskar forðingar m.a. hegnið og rulluportrið millum Vestmanna og Válin. Vit vóna eisini, at Løgtingið skjótt fer at samtykkja lógaruppskot, sum kann gera vetrarfriðingina einfaldari og bíligari.

Vit halda avgjørt ikki, at Vestmanna Kommuna ger minni fyri sínar borgarar enn aðrar kommunur.


 

Bygdarádid

Juni 11 , 2012
Bert ein vidmerking. Kommunan upplýsir á heimasíduni fartlf. nr. og privatar teldupost adressur hjá limun i bygdarádnum, helst i godari meining. Nú er tad so at fyrisitingarlógin ásetir m.a. at bygdarádslimir hava notatskyldu, og er tad tí sera óheppi at mál verda ávirkadi og møguliga avgreidd í loyndum, uttan at nakar veit av. Hervid er ikki sagt at tad er so, men haldi at hetta er óheppi, tí øll mál skulu avgreidast formliga ígjøgnum bygdarradid og ikki á annan hátt. Bygdarádslimirnir eiga javnan at vera mintir á hetta. Ein borgari

Vit skilja ikki ivamálið viðv. telefonnumrum o.ø.

Allir bygdarráðslimir vita av, at teir hava notatskyldu. Ongi mál verða avgreidd í loyndum, men ikki øll mál verða avgreidd á bygdarráðsfundi, tí í fleiri førum avgreiða umsitingin ella nevndirnar málini. Hetta er í samsvari við m.a. fyrisitingarlóg, fundarskipan og stýrisskipan.


 

Viðvíkjandi at taka í egnan Barm!

Juni 11 , 2012
Eitt sum kommunan kann gera, fyri at skapa trivnað er at gera spælipláss ymsastaðni í bygdini. Havi verið í øðrum bygdum har ið spælipláss eru og børn stórtrívast í slíkum økjum. Rætt er at kommunan hevur hugsa nógv um vinnulív, kajøkji og vegir og annað gott, men tað leggja børnini ikki so nógv í!! Nú er Geilin ikki til longur, og mær vitandi var ætlanin at gera grønt økið har, tað sum er har nú er grót, og nakrir lyktapelar. Kanska hevði tað verið eitt hugskot at gjørt eitt spælipláss ella líknandi har og aðrastaðni í bygdini?? Tað eru børnini sum eru framtíðin og fortreytin fyri vøkstri og menning!!

Vit eru samd. Smærri upphæddir hava verið settar av til spæliplássið uppi í Miðalsbrekku, men enn er nakað væl á mál at fáa tað til eitt tíðarhóskandi spælipláss. Vit royna eisini at viðlíkahalda sparkivøllin í Flatabø. Okkurt fer at verða gjørt við økið, har gamli skúli stóð, somuleiðis er ætlanin at gera onkrar ábøtur á hondbóltsvøllin oman fyri skúlan.


 

barnaansing

Juni 06 , 2012
Er tað sandheit at stovnarnir eru stongdir heilt fram til 12 august? Tað er leingi fyri tey sum ikki hava ommur og abbar at heita á

Gjáarlon og Látipípan eru stongdir í tríggjar vikur í summar, í viku 30, 31 og 32. Tvs. at teir eru stongdir frá mánadegnum 23. juli til og við fríggjadegnum 10. august.

Hetta hevur verið galdandi í fleiri ár. Tað vísir seg, at tørvurin fyri barnaansing er sera avmarkaður í juli/august, umframt at starvsfólkini jú eisini hava rætt til summarfrí.