BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Hønur og skattur

Juli 19 , 2012
Ja, tað er syndarligt, at sovorðið sum hønur og dunnur og onnur kríatúr, sum vera havd á slíkum støðum, sum í viðalundini ikki kunnu fáa frið fyri ótangum, man tað ikki vera uppalingini, ið bilar? børn, sum eru uppvand við at fara væl um kríatúrini, gera teimum ikki ónáðir!!!!
So er tað skatturin, løgið, at meira skattur skal koma inn í kassan nú enn fyrr, tí neyvan hevur arbeiðsloysið verið størri í nýggjari tíð her í bygdini, ella hvussu? Kann tað vera ALS, sum gevur eina javnari inntøku? Men er tað tað, so skuldi tað eisini sæðst í øðrum kommunum, kundi verið áhugavert at funnið orsøkina, hvat halda tit í bygdarráðnum?

Vit ivast í, um arbeiðsloysi er so stórt sum tú heldur.

Vit halda, at orsøkin til meirinntøkuna kann vera fleiri skattgjaldarar – vit eru fleiri vestmenningar enn í fjør, og betri og støðugari inntøkur. Fleiri ung fólk hava eisini fingið onkrar góðar inntøkur hjá Vestmanna Seafood, tær muna sera væl, tí fleiri av hesum høvdu onga inntøku í fjør.


 

Bussiness Game

Juli 19 , 2012
Nú hevur Fiskivinnuskúlin vunni kappingina fyri 3 ferð, hví ger Vestmanna kommuna onki burturúr tá ein skúli í bygduni vinnur eina so stóra verkætlan, tit kundu skipa fyri móttøku ella okkurt líknandi, hví verður onki gjørt. Hevði tað tað verið ein skúli í Klaksvík ella í Tórshavn ella fyri so vítt í suðrið, so hevði øll kommuna verið á gosi við stórari móttøku og hornblástrið.

Vit ásanna, at meir kundi verið gjørt. Ein orsøk til hetta er, at skúlafrítíðin varð byrjað, og at vit ikki vórðu kunnað um sigurin. Vit lósu um hann á facebook og løgdu so tíðindi á heimasíðuna. Vestmanna Kommunu stuðlaði næmingunum, eins og vit hava gjørt til undanfarnar kappingar.


 

Versnandi trivnaður og skattaprosent

Juli 19 , 2012
Tó at handils- og tænastuvirksemi í bygdini mestsum er burtur, so kunnu vit lesa á heimasíðuni hjá kommununi, at inntøkurnar til kommunukassan bara vaksa og vaksa. Hetta kunnu vit undrast yvir, men fegnast um! Men hvussu við trivnaðinum í bygdini?

Seinastu nógvu árini hevur Vestmanna Kommuna havt eitt tað hægsta skattaproentið í landinum. Hevur kommunan umhugsa at brúka vaksandi inntøkurnar til at lækka skattaprosentið, so fleiri ung fáa hug at búseta seg her?

Tað er langt síðan, at hundaeigarar fingu bræv frá kommununi um, at tað ikki var loyvt at hava hundar gangandi leysar. Allíkavæl uppliva vit stórar "hordir" av leysgangandi seyði, sum "plyndrað" hvønn urtagarð í bygdini, til langt út á summari. Hetta skapar mistrivnað hjá nógvum! Hevur kommunan umhugsa at brúka ein part av økjandi skattainntøkunum til vetrarfriðing fyri at bøta um trivnaðin? Kommunan hevur longu vunnið eini 20% av hesi útreiðslu í meirinntøkum bara higartil í ár.

Kommunan sigur seg satsa alt upp á røktarheim og kirkjugarð, og hesi skulu til. Men hví byggir kommunan eitt røktarheim, sum hevur nógv størri kapasitet, enn vestmenningar hava brúk fyri? Kundi pengarnir ikki verið brúktir betri? Hví taka pengar frá borgarunum til slíkt?

Ein stúrin borgari


Skattaprosentið er sett til 23% eftir avtalu við Fíggjarmálaráðið, vit kunnu ikki lækka tað, fyrr enn kommunuskuldin kemur niður um eina álíkning. Útlit eru fyri, at skattaprosentið kann lækka í 2014.

Vetrarfriðing er við í raðfestingarlistanum hjá bygdarráðnum, vit vænta, at hon gerst veruleiki í komandi bygdarráðssetu.

Eitt røktarheim skal í minsta lagi hava 20 búfólk, annars er tað eitt sambýli; vit valdu 24 heldur enn 20, tí mett varð, at 3 eindir á 8 búfólk er hóskandi. Stuðulin til røktarheimsbygging er nógv hægri enn til sambýli, tí byggja vit røktarheim. Harumframt er tað bíligari pr. búfólk at byggja til 24 heldur enn t.d. 12. Onnur orsøk er, at vit hugsa um almenn størv í kommununi, og at grannakommunur kunnu “keypa” røktarheimspláss frá okkum. Stutt sagt hugsa vit eisini um øktar inntøkur hjá kommununi.


 

Seydur

Juli 19 , 2012
Haldi at holdningurin hjá VK er rættuliga arrogantur viðv. Borgarum vs seyð.

Tá tad nú eru so nógvir borgarar í bygdini, sum eru ónøgdir við at bygdin ikki blívur vetrarfriðað, og so nógv sum skriva um tad herinni, so burdu tit altso gjørt nakað við tað, og ikki bara brúkt tómar undanførslur. Tit ljóða eftirhondini sum ein skøva pláta, við hesum standard-svarunum, sum ikki nytta nakad, men bert gera fólk enn meira
óð.

Vísið virðing fyri øllum teimum borgarum, sum royna, at hava tad pent rundanum húsini. Tad er eitt mark fyri hvussu høgan garð man skal hava, og tað markið er ikki 2 metrar....come on..

Tað kann ikki vera meiningin, at fjøldin skal víkja, fyri nøkrum fáum seyðabøndrum, og teirra altetandi kríatúrum....
Og fá so hesa bygdina vetrarfriðaða for ólukkan....

Vit eru ikki arogant og heldur ikki ein skøvað pláta. Tit spyrja um tað sama, og vit svara tað sama, tí umstøðurnar eru ikki broyttar. Bøndurnir hava rættindi í eini gamlari lóg frá 1937, kommunurnar kunnu ikki broyta hesa lóg, men løgtingið kann. Kanska kundu tit roynt at ávirka løgtingslimir og fingið teir at broytt lógina, so høvdu øll verið glað.


 

Uttanfyri Fossa

Juli 19 , 2012
er ikki hampað um trøðini sum standa ímóti fjallinum. Haldi tað er vánaligt at trøðini og annar vøkstur standa undir í grasi. Tá alt er avblomstra kann verða líkamikið við sláing.
Eitt hjartasuff ikki spurningur :-(
Grasið verður sligið fyrsta dagin.

 

Brúgvin á ovaravegi

Juli 19 , 2012
Brúgvin á ovaravegi burdi verið eftirhugd, hatta hegnið sær ikki alt for trygt út.
Arbeiðið stendur á arbeiðslistanum til at gera eftir summarfrítíðina.

 

Skjóting.

Juli 16 , 2012
Nú er nóg mikið við hasi skjótingini úti á berg. Klokkan er 22.27, mikukvøld og har verður skotið við sama lag úti á Berg.
Um kommunan ikki setir ein stoppara fyri hasum í stunduni, so verður hettar melda til løgregluna.
Hvat stendur í loyvinum hjá hasum felagnum?
Er tað loyvið at skjóta so seint á kvøldið?
Annars liggja dúgvir og sløðast við sjóðarmálan á Stígginum......
Har má eisini gerast ein greið lóg um, at tað ikki verður skotið hvønn dag og hvørt kvøld. Eingin kann ganga har longur, uttan oyraklaffar....
Var ikki okkurt við at tað skuldi standa uppsligið nær tað verður skotið?

Vestmanna Kommuna hevur viðgjørt viðmerkingina saman við Vestmanna Byrsufelag.

Skjóting er serliga ein summarítrótt. Tað ljósu tíðina hevur felagið fastar venjingartíðir týskvøld og hóskvøld kl. 19 – 22. Upp til kappingar kann vera vant aðrar tíðir, men skjótast skal ikki aftaná
kl. 22.

Felagið skipar av og á fyri kappingum. Tær plaga at vera leygardagar. Vanliga byrja kappingarnar kl. 9, og enda seint seinnapartin.

Vit hava verið úti á skjótivøllinum, tá ið skotið hevur verið, og meta ikki, at ov nógv óljóð stendst av hesum. Fuglur og seyður sýnist ikki at ávirkast av ljóðunum frá skjótingini.

Ein 7 metra høgur netskermur er settur upp fyri at lætta um uppruddingina av leivdum av leirdúgvum. Tað slepst tó ikki heilt undan, at nakað av leirdúgvum fer uppum netskermin og fara oman/niðan í bøin. Tú skrivar, at leirdúgvuleivdir liggja niðri við sjóvarmálan. Til hetta søgdu umboðini fyri felagið, at fyri at enda niðri við sjóvarmálan, mugu tær næstan vera kastaðar oman. Tær verða ikki skotnar so langt omaneftir.

Rætt er, at tað skal standa uppsligið, nær skotið verður. Hetta verður gjørt beint eftir summarfrítíðina. Venjingartíðirnar hjá felagnum verða lýstar her á heimasíðuni sí her.


 

Setanarrøða og midnáttarrøða

Juli 16 , 2012
Eg var burturstaddur á stevnuni, tí hoyrdi eg hvørki setanar- ella midnáttarrøðu. Ber til at fáa tær á heimasíðuna?

Við at trýsta á leinkjurnar niðanfyri ber til at lesa røðurnar, sum vórðu hildnar á Fjarðastevnu 2012.

Setanarrøðan hjá Karl A. Olsen, borgarstjóra

Midnáttarrøðan hjá Bárða Nielsen, løgtingsmanni


 

bátastevna

Juli 16 , 2012
Havi hoyrt at Bátastevnan nú skal flyta inn á fjørð. Haldi tað verða sera harmiligt tá hugsa verður um hvussu hugnaligt tað er at hava sovorði inni í bygdini. fólk koma út og spáka og tosa við gestinar og tað er so sera hugnaligt. Kann ikki ímynda mær at tað verður nær á námind líka hugnaligt og stuttligt at hava hana inni á fjørð. Hvat er grundgevingin fyri hesum ?? Luktar eitt sindur av gerrigheit !!!
Tað eru so fá tiltøk til í bygdini longur og haldi at bátastevnan er nakað øll gleða seg til hvørt ár. haldi eisini at tað er sera keðiligt at sovorði bert skal verða um at skovla pengar undir seg. Í mínari meining skuldi handan stevnan verði inni í bygdini í frið, har fólk hugnar sær á økinum eins og ganga húsagongd !!

Hetta kennir Vestmanna Kommuna einki til.

Tað er kappróðrardeildin hjá VÍF, sum skipar fyri Bátastevnuni, og eru tey røttu at spyrja.


 

fjrðastevna

Juli 13 , 2012
eru ongar myndir frá fjarðastevnuni??

Her eru nakrar myndir: