BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Kampingøkið inni á Fjørð

August 20 , 2012
Tá ið eg fór til arbeiðis í morgun, legði eg til merkis, at 20 autocamparar ella campingvognar stóðu á keiøkinum inni á Fjørð. Tíverri stóðu teir uttanfyri kampingøkið hjá Bjørg og Leivur.

Til tess at stuðla vinnulívinum og ferðavinnuni í Vestmanna, burdi Vestmanna kommuna sett nøkur forboðsskeltir upp á økinum, sum skal forbjóða autocamparum og campingvognum at "seta seg niður" uttanfyri sjálvt kampingøki.

Er hettar nakað sum kommunan hevur umhugsað? Hvørji tiltøk ger kommunan til tess at stuðla vinnulívinum og ferðavinnuni í Vestmanna?

Rooney
Vestmanna Kommuna hevur sett skelti upp á veg út á bátahylin. Helst kundu onnur skelti eisini verið sett upp.

 

Sláa bøin og selja grasið

August 20 , 2012
Hey tit!
Her í Vestmanna verður nógv av bønum ikki sligið.
Er tað ikki møguligt, at tit bjóða at fáa grasið sligið og so kunnu tit balla tað og selja grasið til tey, ið mangla gras.
Hetta hevði hjálpt hjá nógvum, bæði sum eiga bø og tey, sum mangla gras og noyðast at innflyta hoyggj.
Ikki minst fyri at bygdin kemur at síggja penari út og ein maður fær arbeiði fýggjað av selda hoynum.
Bestu heilsanir Ingerð á Rógvi Olsen

Hugskotið er gott, men kommunan ger neyvan nakað við tað.

Er ikki onkur privatpersónur, sum hevur áhuga at taka sær av hesum?


 

herverk inn á bilar sum standa á parkerings plássinum á Toftavegi

August 20 , 2012
alt ov ofta verður herverk gjórt inn á bilar sum standa á parkerings plássinum á Toftavegi, seinast var mikudagin 8/8
Verður nakað gjórt við tað?
Vestmanna Kommuna hevur ikki eftirlit við parkeringsplássunum.