BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

trøð ið taka útsýnið

September 28 , 2012
Kann kommunan ikki gera okkurt fyri at betra um sýnið, tá koyrt verður eftir Ovara Vegi inni á Fjørð. Har eru vælvaksin trøð, sum gera at sýni er sera ringt.
Fyrispurningurin verður sendur víðari.

 

Hundaøki

September 24 , 2012
Kann kommunan ikki hegna eitt øki inn til hundar at ganga leysir í ? ("hundapark")
giti at tað hevði glett nógvar hundaeigarar í Vestmanna :)

Heilsan ein hundaeigari :)
Vit takka fyri hugskotið, sum komandi bygdarráð møguliga fer at raðfesta.

 

Rógvuvegur 1

September 24 , 2012
Åh dett skil..

Eg koyri hvønn dag yvir til Rógvuveg 1 og vendi.. Havi ongan trupuleika havt av túninum ella nøkrum øðrum har. :)

Nú haldi eg at fólk skulu slappa eitt lítið sindur av, og vera glað fyri at nakar tímur at prýða rundan um síni hús. Tað manglar alvorliga her í Vestmanna!

Heilsan

KPH
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Viðmerking til anonymar brokkarir

September 24 , 2012
Haldi tað er heilt burturvið, og út av lagið vánalig at blíva við at brokka seg, og brúka kjaft, uttan at tora at geva seg til kennar, um Rógvuveg 1.

Ein onnur viðmerking er, til ein ið spyr um kommunan ikki kann gera eitt parkeringsforboð, í túninum hjá Herit og Jónsvein. Tey eiga stykkið omanfyri húsini!

Vinarliga
Jóhannus á Rógvu
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Viðlíkahald av bygdini

September 24 , 2012
Vónandi hugsar Vestmanna Kommuna um viðlíkahald av bygdini í komandifíggjarætlanini fyri komandi ár. Tað er synd at siga at tað hevur verið prioritera. Tær fáu gongubreytir eru grønar og útholaðar tað sama eru tær gomlu gøturnar. Eisini eru tað parkeringsøkir sum enn standa hálvgjørd
Hetta er so eitt hugskot til politikkararnar í samband við viðgerðina av fíggjarætlanini fyri komandi ár.

 

Fjalsvegur

September 21 , 2012
Ja synd er at siga, at Vestmanna er bygd, ið er ætla nógvum bilum.

Hevur Kommunan nakrar ætlanir um, at samanbinda Fjalsvegin við Miðalsbrekku?

Tað hevði lætt sera nógv um ferðsluna eftir smølu vegunum í bygdini.
Færri bilar fram við skúlanum hevði nokk ikki skaða.
Vegirnir í bygdini eru ikki í góðum standi, og øll ferðslan, serliga tunga ferðslan, fer ikki væl við teimum. So ein "ringvegur" omanfyri, hevði gjørt sítt til, at vegirnir hildu sær betur.



Vestmanna Kommuna hevur staðfest vegin í byggisamtyktini, men haðani frá og til at vegurin verður gjørdur, kann ganga drúgv tíð. Arbeitt verður í løtuni við fíggjarætlanini fyri komandi ár, so enn er ikki endalig avgerð tikin, um játtan verður sett av til framhald av Fjalsvegi. Hetta er helst eisini tengt at fíggjarligu útlitunum og kørmunum fyri komandi ár.

 

ótolandi ferðsluviðurskifti á Fitjunum

September 20 , 2012
Havi fyrr spurt um møguleiki er fyri, at parkeringsforboð verður sett í gildi oman fyri húsini hjá Grækaris á Fitjunum. Svarið var, at hetta var einasta stað at seta bilarnar av tí, SEV átti parkeringsøkið niðan fyri hesi hús, men nú eiga húsaeigarnir bæði øki niðan- og eystan fyri húsini. Kann so ikki parkeringsforboð setast á nevnda stað ? Og hvat við at flutt hesi hús kanska 5 metrar oman eftir ?

Arbeitt hevur verið við eini heildarætlan fyri Niðara Veg, men, sum fíggjarligu útlitini eru, verður neyvan gjørt nakað stórvegis í bræðið. Tó verður møguleikin fyri at gera parkeringspláss á økinum, har húsini hjá Olivari stóðu, kannaður.
Annars kann kanska viðmerkjast, at núverandi eigarar av húsunum hjá Grækaris eiga rættuliga fitt niðan um húsini, so at akfar teirra stendur á egnari ogn, tá tað stendur omanfyri húsini.


 

Rógvuvegur 1

September 14 , 2012
Bert ein lítil viðmerking til mítt tún. Eg havi ongantíð ætlað, at órógva nakran borgara í Vestmanna, við at stoypa mær eina terassu, men gjørt hana, fyri at hampa mær rundan um húsini, so man kann hava tað gott við seg sjálvan, tá man fer útum.
Ein onnur orsøk er, at eg havi ein son, ið spælir uttanfyri húsini, har vegurin gongur heilt í mark. Tað kann gerast vandamikið fyri hann, um hann brádliga rennir út á vegin, tí tað er ikki altíð líka lætt hjá bilum at síggja, at børn spæla í túninum.
Viðvíkjandi parkeringsplássið á mínum stykki, so kann eg viðmerkja, at parkeringsplássið ið var í túninum, nú er flutt hinumegin húsið, men ikki tikið í brúk enn, hetta tí, tað manglar at asfaltera kantin uppá parkeringsplássið, men tað verður gjørt, so skjótt man fer at asfaltera aftur í Vestmanna.
Haldi eisini, at man skal royna at fáa bilarnar inn á egið stykki, um hetta kann lata seg gera, men tað er ikki altíð so lætt hjá øllum. Komandi ár fara vit, at grava okkum havan upp, so tað kann gerast møguligt at seta tveir bilar, har havin er í løtuni, so vónandi koma mínir bilar ikki at órógva borgarar í Vestmanna í framtíðini.

Vinaliga
Pauli Trond Petersen
Rógvuvegur 1
FO- 350 Vestmanna
Tlf. 424702 ella 231117
Teldupostur pauli@liv.fo
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

forrætt

September 13 , 2012
ótrúligt at fólk skullu skullu grenja um alt.
hatta er sera snotisligt rundan um húsini, Á rógvi vegi 1, eitt prýði, haldi. fólk skuldi tikið í egnan barm og roynt at gjørt tað líka prýðiligt rundan um hjá sær sjálvum enn at bara grenj inn á onnur. inni á her.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Mark

September 13 , 2012
Nú sýggji eg at Rógvuvegur nr 1 fær loyvi at gera túrn tætt við mark...Um so eg geri mítt líka sum á Rógvuvegi 1, so verður ikki pláss fyri bilum, kanska einari sýklu. Kan eg eisini tað, uttan problemir


:-)
Nei, tað kunnu tygum ikki! Munurin er, at tað, sum verður gjørt á Rógvuvegi 1, ikki hindrar nakrari fersðlu.

 

Kommunustyrislimir forrætt?

September 12 , 2012
Síggj at kommunustyrislimur, ger eina terassu heilt út til vegin í kommunumark. Eitt fortov er framvið hansara húsi og og eitt sindur niðan, hví sleppur hann at bróta fortovi av vi síni terassu. Hava kommunustyrislimir forrætt í byggiloyvum.

Vit rokna við, at tað er bygdarráðslimurin á Rógvuvegi 1, sum meint verður við. Nei, hvørki hann ella aðrir bygdarráðslimir hava framíhjárætt. Sum sæst á viðhefta korti, gongur markið hjá bygdarráðsliminum væl útum vegjaðaran, so tað hann hevur gjørt, hevur hann gjørt á egnari ogn. Og hartil gekk gongubreytin bert niðan til tún hansara og ikki niðan har, sum hann nú hevur stoypt afturat túninum.