BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Ognartøka

Oktober 30 , 2012
Hví ognartekur kommunan ikki eitt sindur av jørð, so Niðari vegur kann breiðkast og omankoyring gerast til kappróðrarneystið ? Tað kemur næstan øllum borgarum til góðar.

Sambært grein 12 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 25 mai 2009 skulu  "grundir, hús, vøtn og áir, brúgvar og annað, sum eru privat ogn, og sum neyðug eru til tey í góðkendari byggisamtykt ætlaðu tiltøk, vegir, torg, leikvøllir, spælipláss, kirkjugarðar og veitingar av ymsum slagi ella til at byggja á tey í samtyktini almennu hús og annað, ella til at útvega onnur byggilendi, ella sum tað annars hevur umráðandi týdning fyri hitt almenna at hava ræði til at seta reglur í verk samtyktarinnar, tá ið kommunustýrið krevur tað, verða latnar fyri endurgjøld eftir teimum fyriskipanum, sum henda lóg ásetir".

Vegurin oman til kappróðrarneystið er ikki ásettur í byggisamtyktini fyri Vestmanna Kommunu, og tí ber ikki til at ognartaka lendi til henda veg. Hinvegin er breiðking av Niðara Vegi ávíst í byggisamtyktini, og tí ber til at ognartaka neyðugt lendi til breiðking, men vanliga verður fyrst roynt við samráðingum við eigararnar.


 

Um 10 ár

Oktober 29 , 2012
Um 10 ár....

Visión Vestmanna

Nú er aftur eitt ferðamannaskip inni á Vestmanna. Tað liggur fram við langa brimgarðin, har ið kommunan hevur gjørt atløgumøguleikar, so at tey allarstørstu skipini kunnu leggja at her. Hetta er 20 skipið sum er komið inná Vestmanna í summar. Ferðafólkini fara í land, summi fara eystur undir land, summi á søgusavnið, ella við ATV, út at fiska ella bara ganga túr í hesi vøkru bygd. Handilslívið fær stóran ágóða av hesum mongu ferðafólkum og fleiri handlar eru opnaðir. Bygdasavnið sum er opið hálvan dag alt summarið verður dúgliga vitja, bæði av fólki frá krusie skipunum eins og av øðrum turistum og føroyingum. Á fløtuni undir bygdasavninum standa gamlir føroyskir bátar, og her hevur ungur virkisfúsur vestmenningur byrja fyritøku, har ið fólk hava møguleika at rógva og sigla við seglum við føroyskum bátum. Hin nýggji stóri bátahylurin sum Vestmanna og Kvívikar kommuna hava bygt í felag inni á fjørð er væl vitjaður. Serliga eru tað mongu seglbátarnir sum eru ávegis til Íslands sum eru eysýniligir. Vikingagarðurin, sum ríkmaður úr Havn lat byggja ímillum Kvívík og Vestmanna og sum stóð liðugur fyri 5 árum síðani, dregur nógv fólk at sær. Fólk av ferðafólkaskipunum vitja dúgliga garðin og har arbeiða nógvir vestmenningar og kvívíkingar. Eitt sum fleiri ferðafólk dáma serliga væl er at steðga á kampingplássinum í nakrar dagar ímeðan tey njóta allar teir mongu møguleikarnar sum eru í økinum. Kommunan hevur í hyggju at gera gagn av tí flógva vatninum sum kemur úr holinum inni á fjør og hevur lagt eina ætlan fram um at byggja eitt baðiland innan fyri kamping øki. Kunningarstovan marknaðarførir Vestmanna og økið íkring sum ferðavinnu høvuðsøki i Føroyum.
Um 10 ár......?

Áhugaverdar hugsanir, fleiri teirra eru ikki órealistiskar.


 

Viðlíkahald av ellisheiminum

Oktober 29 , 2012
Hvør eigir bygningin nýggja ellisheimið? Hvør hevur ábyrgdina av viðlíkahaldi av bygninginum, Vestmanna Kommuna ella landið?

Vestmanna Kommuna eigur bygningin. Eigaraviðurskiftini verða kanska broytt, um eldraøkið – so sum samgongan ætlar – verður lagt kommununum at umsita í 2014. Vestmanna Kommuna fer sjálvsagt at krevja endurgjald, um eigarviðurskiftini broytast.

Húsavørður arbeiðir á røktarheiminum, hann tekur sær av vanligum víðlíkahaldi. Vit vænta ikki størri viðlíkahaldsuppgávur fyrstu árini. Um eldraøkið verður kommunalt í 2014, so verður tað kommunala samstarvið/samstarvsøkið, ið eigur viðlíkahaldsútreiðslur eins og allar aðrar útreiðslur.


 

Raðfesting

Oktober 29 , 2012
Nær ætla tit at bøta um vegastrekki millum "Mikkatrøð" og brúnna um hórará?
Ella hava tit kanska droppað tað, eftir at tit hava gjørt hasa fantastisku gongubreytina fram við vegnum har?
Um tit ikki hava droppað tað, hava tit so eina neyvt konstrueraða ætlan um hvussu arbeiðið skal gerast?

Ein ætlan varð gjørd fyri brúnna um Hórðará og vegsamankomuna millum Garðaveg, Hornaveg og Rógvuveg. Fyri at fáa svingið so gott sum gjørligt varð neyðugt at gera nýggja brúgv. Samlaði kostnaðurin lá um 5 til 6 mió. kr. Bygdarráðið valdi at gera fyribilsloysn, so at tryggleikin hjá teimum gangandi gjørdist betri.


 

Ellisheimið

Oktober 29 , 2012
Verður kostnaðurin hjá Vestmanna Kommunu tann sami at hava sínar borgarar á ellisheiminum, sum hjá t.d. Kvívíkar Kommunu ? Her hugsi eg ikki um íløguna, men bert um gjaldið fyri hvønn "búgvandi"? Ella verður tað, sum natúrligt skuldi verið, at Vestmanna borgarar sleppa bíligari, nú ið vit skulu gjalda ein so stóran part av íløguni?

Øll, sum búgva á røktarheiminum, skulu gjalda eitt gjald, sum í minsta lagi er 5.594 kr um mánaðin. Gjaldið hækkar í mun til inntøkur hjá búfólkinum.

Um búfólk eru úr øðrum kommunum, so skal tann kommunan rinda Vestmanna Kommunu um 9.000 kr mánaðin. Hetta gjald er fyri íløguna, sum vestmenningar hava goldið.


 

Sosialsnýt

Oktober 26 , 2012
Hey!
Havi spurning viðv. sosialumsnýti. Vit kenna øll søgurnar um einligu mammuna, ið hevur so lága inntøku, at hon má fáa frítt ansingarpláss frá kommununi til børn síni, ið ganga í vøggustovu, barnagarð ella frítíðaransing. Alt gott um hesa skipan, til teirra ið veruliga eru einlig, men hvat við teimum ið tamba hesa skipan? Har maðurin/pápin at børnunum hevur adressu aðrastaðni í bygdini, aðrari bygd ella uttanlands, so at konan "kann" verða einlig, men har pápin í veruleikanum býr og svevur á sama matr.nr. sum børn síni? Hvørjar heimildir hevur kommunan at eftirkanna slíkt? Hava tit arbeiðsorku at eftirkanna sovorðin viðurskifti? Vanligir borgarar hava ikki møguleika at vita, hvør fær frípláss til børn síni, so fráboðanarskylda kann ikki verða nýtt! Koma tit út fyri hesum trupulleikanum?
Vit kenna eisini søgurnar um ógifta parið, ið eiga børn saman, har pápin arbeiðir og hevur adressu uttanlands, og eisini rindar sín skatt uttanlands. Hvat gera tit við tann trupulleikan? Í skattalógini stendur, at ein skal rinda skatt sín, har eins áhugamál eru! Og sigast má, at har eins egnu børn búgva, mugu áhugamálini liggja?
Seti hesar spurningar tí, at nógv verður kjakast um skattaprocentið í kommununi, og má hetta verða ein dýrur postur hjá kommununi, at nógv børn hava frípláss ið eru í barnaansing!
Vinaliga
Skattaborgari í Vestmanna kommunu

Í mun til fleiri aðrar kommunur er talið á fíggjarligum fríplássum í Vestmanna lutfalsliga lítið. Tað tykist eisini, sum fríplássini eru fækkandi, tí útreiðslurnar til fríplássini eru lækkaðar. Útreiðslurnar til fíggjarlig frípláss 2011/2012 vóru 407.000 kr. Í 2012/2013 verður útreiðslan væntandi um 370.000 kr.

Vit fáa um 20 umsóknir til fíggjarlig frípláss um árið, tí er ikki so torført at eftirkanna allar umsóknir rættiliga væl. Vit hava tó ikki heimild at flyta fólk, um illgruni er um, at tey ikki búgva á skrásetta bústaðnum. Vit kunnu tó spyrja, um bústaðurin er rættur. Onkur umsøkjari fær noktandi svar, onkur fær játtað lutvíst frípláss, meðan størsti parturin fær játtað fult frípláss.

Tað er ikki einans skattskylduga inntøkan, sum verður nýtt sum grundarlag, tá roknað verður út, um persónur hevur rætt til frípláss. Smb. “Kunngerð nr. 88 frá 17. juni 2009 um fíggjarlig frípláss” skulu t.d. DIS-inntøka, leiguinntøka, ymsar forsorgarveitingar og lestrarstuðul eisini takast við. Inntøka forvunnin uttanlands er tí ongin trupulleiki í hesum sambandi.


 

Røktarheimið

Oktober 26 , 2012
Onki at yvast í, at vit fáa eitt snotuligt røktarheim, men hvussu verður við økinum uttanum? Verður tað liðugt tá húsið verður klárt at flyta inn í?

Arbeitt verður í løtuni við at hampa uttanumøkið, men vit vænta tíanverri ikki, at økið verður asfalterað, áðrenn heimið letur upp. Avtalað er, at asfalteringin verður í viku 46 – um 15. novembur. Planting verður væntandi flutt til í vár, tí hetta er ikki rætta tíðin at planta. Væntandi verða flísar heldur  ikki lagdir rundan um heimið fyrr enn í vár.


 

Skattur

Oktober 26 , 2012
Ja, mangt er løgið, tað segði abbi, fleiri fólk, fleiri í arbeiði, men minni inn í skatti, tað munnu vera fleiri enn kommunan, ið undra seg. Eg spurdi eina ferð um tað ikki kundi vera tann javni streymurin frá ALS, ið voldi ta vaksandi skattainntøkuna herfyri, men tað hildu tit ikki. Nú havi eg aftur fingið tann illavorðna tankan. Kann tað hugsast, at ALS-útgjaldið er minkað, tí fólk nú hava verið so leingi í skipanini?? Hetta er ikki fyri at vera neiligur, men vit eiga at taka tann møguleikan við, at sópa trupuleikan inn undir teppið, er ikki rætt.

Vit undrast á skattainntøkurnar seinastu mánaðirnar. Eftir okkara tykki er meir arbeiði, men kortini er skatturin lægri enn somu mánaðir í fjør. Minkandi ALS-gjald kann vera partur av orsøkini, eisini tí at nøkur kanska fáa forsorgarveitingar í staðin, fleiri teirra eru skattafríar.

Vit mugu tó hava í huga, at skattainntøkan í ávísan mun er ein meting og ikki einans bygd á veruligu lønarflytingarnar, tí kunnu onkrar reguleringar broyta úrslitið.


 

Hvar eru vit á veg.

Oktober 26 , 2012
Góðandagin.

Hvar eru vit á veg sum kommuna. ?

At lesa í fundar bókini, so hendur so at siga einki her, sum hevur við framtíðina at gerða.

Hvat firið planir hevur VK, vit standa kanska á einum veðamóti her vit kanska finna olju, um so er er naka klárt at taka mótur øllum tí sum tað viðførur, hava tit gjórt naka sum helst firið at promovera vvestmanna, sum oljuhavn.

Vit hava sanneligani eisini brúk firið einum tunnli til leynar, sum nú er, veksur sandavágur, har í nøkur at teimun eru flutt har til pga at tey ikki vilja koyra millum um vetrin, vilja vit í vk í frmtíðuna so er ein tunnel, naka sum krevst, man hoyrir ikki vk rópa hart um tað, vit mugu veksa sum komuna.

Framtíðar størv, hvat er gjórt, jú vit hava einki gjórt firið at halda upp á sev og fo teli, haldi tað er stór skomm at komun hevur lati hetta ganga. Framtíðar størv eru vekk,

Her má okkurt henda í Vk, firið at fáa meira arb og borgarir til vk.

Vit halda ikki, at tú veitst nóg nógv um, hvussu eitt bygdarráð arbeiðir. Í fundarbókini síggjast einans bygdarráðssamtyktir. Flestu samtyktir eru gjørdar við støði í einum nevndartilmæli, tað er tí í nevndunum, at ítøkiliga málið verður viðgjørt. Harumframt avgreiða nevndir og umsitingin nógv mál og fyrispurningar, hesi verða tí ikki viðgjørd á bygdarráðsfundi.

Sitandi bygdarráð gjørdi, tá tað tók við, eina raðfesta íløguætlan. Tað er hugaligt at síggja, at fleiri av fremstu raðfestingunum eru vorðnar veruleiki, hóast inntøkurnar hava verið svikaligar. Størsta íløgan hesa setuna er sjálvsagt røktarheimið. Harumframt verða flestu ynskini frá bygdarráðslimum/nevndum raðfest í sambandi við at fíggjarætlanirnar verða gjørdar.

Ein bygdarráðsfundur er ikki eins og ein fundur í løgtinginum, har leyst og fast verður viðgjørt, tí skalt tú ikki vænta at síggja politiskt kjak í fundarbókini. Tú skalt heldur ikki vænta at síggja stórar ófyrireikaðar ætlanir, tí tær skulu fyrst gerast til ítøkilig tilmæli í nevnd. Harumframt er eitt bygdarráð ikki ein politiskur myndugleiki, bygdarráðið er bundið av játtanum, lógum og kunngerðum.

Tunnilin til Leynar er ein landsuppgáva, men bygdarráðið hevur kortini víst á, at hann er á okkara ynskilista, og vit hava roynt at fingið Landsverk at raðfest hann. Tú eigur at royna at ávirka løgtingslimir, so at teir kunnu leggja størri dent á okkara tunnil. Viðvíkjandi fólkatalinum stendur ikki so illa til, Vestmanna Kommuna er ein av fáu kommununum, sum hava havt framgongd í mun til 2011.

At gera Vestmanna til oljuhavn hevur verið frammi nakrar ferðir, men fleiri ivast í, um nakað samsvar er millum íløguna – sum er sera stór – og væntaðu inntøkuna. Harumframt mugu vit ásanna, at aðrar havnir helst eru betur egnaðar og betur útbygdar. Vandi er tí fyri, at nógvar milliónir av skattakrónum verða nýttar til eina íløgu, sum vit lítla og onga gleði fáa av; og í ringasta føri verður ikki brúk fyri oljuhavnini.

Tað er beinleiðis ósatt, tá tú sigur, at Vestmanna Kommuna onki hevur gjørt fyri at varðveita størv í Vestmanna. Hav eisini í huga, at vit við røktarheiminum fáa yvir 20 nýggj almenn størv í bygdini.

Sitandi bygdarráð eins og komandi fara at gera sítt ítarsta fyri, at Vestmanna Kommuna verður ein góð kommuna at búgva í. Vónandi verða skilagóðar og realistiskar íløgur framhaldandi gjørdar.


 

Gjald fyri fast búpláss

Oktober 19 , 2012
Síggi, at tit hava samtykt fylgjandi:
Nevndin mælir til, at kommunugjaldið fyri fast búpláss á nýggja røktarheiminum í Vestmanna
verður 8.695 kr. og at umlættingargjaldið pr. dag verður 290 kr.

Kunnu tit greina út, hvat 8.695 kr er fyri? er tað mánarliga gjaldið fyri hvørt búfólkið? hvussu stóran part av hesum verður tikið av fólkapensiónini hjá búfólkinum?

avvarðandi

Tú vísir til tilmælið frá fíggjarnevndini, men tilmælið varð ikki samtykt á bygdarráðsfundinum. Bygdarráðssamtyktin sæst niðanfyri.

Viðv. 91

Karl A. Olsen, borgarstjóri, setti fram broytingaruppskot um at samtykkja, at kommunugjaldið verður útroknað eftir leistinum í upprunaliga tilmælinum, men at gjaldið verður broytt, so tað svarar til endaliga kostnaðin av byggingini.

Broytingaruppskotið varð einmælt samtykt.

Orsøkin til broytta tilmæli var, at kostnaðurin fyri røktarheimið verður eitt sindur hægri enn mett. 8.695 kr er tann kostnaðurin, sum Vestmanna Kommuna væntandi hevur av íløguni. T.v.s. at vit hava spurt fíggingarstovn, hvat íløgan væntandi fer at kosta okkum – íløgur + mettar rentur. Henda upphædd verður so býtt við 24 (talinum á búfólkum), 15 (áramál, afturgjaldingartíð á láni), 12 (mánaðargjald). Nevnda upphædd er ikki eitt gjald, sum tað einstaka búfólkið skal gjalda, men kommunugjaldið, sum kommunan, har búfólkið kemur úr, skal gjalda. Vestmenningar skulu ikki gjalda nevnda gjald, tí vit hava jú goldið íløguna, men t.d. Kvívíkar Kommuna skal gjalda okkum fyri borgarar úr teirra kommunu, sum búgva á røktarheiminum.

Búfólkini gjalda eisini fyri at búgva á røktarheiminum, men tað er eftir avtalu við almannaverkið, tí tað eru tey, sum reka røktarheimið.

 


 

Røktarheimið á Grønanesi

Oktober 19 , 2012
Síggi á Vágaportalinum, at Røktarheimið á Grønanesi letur upp 1. november. Skundaði mær at hyggja inn á heimasíðuna hjá Vestmanna Kommunu, men her er einki at síggja. Vit eru øll sera spent, so kunnu tit koma við eini kunning her á síðuni, t.d. nær letur heimið upp, nær flyta tey fyrstu inn osv?

Røktarheimið letur helst upp um mánaðarskifti, men vit vænta ikki, at tað verður 1. novembur, tí tað er minningardagur teirra sjólátnu. Vit halda ikki, at tað er hóskandi at flyta inn, meðan fløggini eru í hálvari stong. Tað er ikki óhugsandi at flutt verður inn fyri 1. novembur.

Høvuðsreingerðin er byrjað, hon tekur um eina viku, so er eftir at seta lás í hurðarnar. Arbeitt verður eisini við at gera uttanumøkið liðugt, men tað er ivasamt, um økið verður asfalterað fyri innflytingina. Orsøkin er, at asfaltfeløg eru sera nógv upptikin fram til 14. novembur.

 

 


 

Aktingarmaður

Oktober 04 , 2012
Hvør er tykkara aktingarmaður?
Ein av arbeiðsmonnunum hjá Vestmanna Kommunu verður aktingarmaður.
28. september 2012 boðaði Vestmanna Kommuna Føroya Landfúta frá, at klárt er at undirskriva samstarvsavtalu. So vit vóna, at skipanin verður sett í verk í hesum mánaðinum.

 

Aktingarmaður

Oktober 04 , 2012
Tað er at gleðast um, at aktingarmaður nú verður settur. Sera gott.

Spurningurin til 1 millión er so: Hví er leysgangandi seyður ikki umfataður av nýggja átakinum?

Ætlanin er at aktingarmaðurin skal ringja til viðkomandi eigara og biðja hann heinta seyðin, sum er komin inn.
Tað er jú tað, sum bygdafólkið longu ger.
Orsøkin til, at seyður ikki er umfataður av samstarvsavtaluni um upptøku av leysgangandi djórum, er, at Vestmanna ikki er vetrarfriðað.
Hetta merkir, at seyður hevur loyvi at ganga leysur í bygdini i vetrarhálvuni.
Í summarhálvuni kann aktingarmaðurin ringja til røktingarmenninar ella eigararnar, um fólk ikki ger tað sjálvi.

 

Akfør uttan nummar-spjøldur.

Oktober 01 , 2012
Tað stand akfør uttan nummar-spjøldur í bygdini, summi av teymum hava staði í fleiri ár, kanska onkur av eigarinum hava sersømdir, nei eg veit ikki.
Eg veit at kommunan ikki kann beina akførini burtur uttan í samstarv við politi og at tað kemur at kosta kommununi eitt sindur av pengum :(
Kundu eigarnir á akførinum ikki beint tey
burtur sjálvir? Um eigarnir ikki klára tað sjálvir so kann hjálp fáast :)
Nøkur av hesum akførum eru alt annað enn prýið fyri bygdina.
Eg fari at heita á hesar eigarar um at beina teir burturkast burtur sum skjótast.
Kommunan hevur samskifti við løgregluna um akfør uttan nummarspjøldur, sum standa á almennum veg - hesi eru umfatað av ferðslulógini. Kommunan fer í næstum at lýsa við burturbeining av akførum, útgerð, lutum og óruddi annars.

 

Trøðini gera ongum ilt

Oktober 01 , 2012
Hettar er bert ein lítil áheitan til tey ið ikki síggja vegin fyri trøðum. Á Ovara Vegi inni á Fjørð koyra bilarnir, eftir mínum tykki, alt ov skjótt, og um rætt var, so skuldu vegbungur verið gjørdar. Míni ráð til bilførarar eru at takað ferðina av, har sum trøðini takað útsýnið! Lat trøðini fáa frið, tí tey eru ikki so nógv í talið hóst alt. Skjóttkoyrandi bilar eru alt ov nógvir av!
heilsan ein Fjarðafrensur
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Parkering av akførum uttan.

Oktober 01 , 2012
Tað vera fleiri og fleiri akfør parkeraði runt í bygdini uttan nummarspjøldur.
Ein sum eigur ein part av hesum er varalimur í bygdaráðinum.
Er tað alt annað uppá hvør man er ?
Eg havi hugsa um at seta gyring runt um mítt stykkið og planta á tí, akfarið kann setast út á almennan veg, tað gera tey allarflestu í bygdaráðnum og á kommunuskrivstovuni.

Ein spyrjandi
Kommunan hevur samskifti við løgregluna um akfør uttan nummarspjøldur, sum standa á almennum veg - hesi eru umfatað av ferðslulógini. Kommunan fer í næstum at lýsa við burturbeining av akførum, útgerð, lutum og óruddi annars.