BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Eftirlýsing

November 28 , 2012
Hey Maud/Jákup, Veit ikki um hetta kann leggjast út á heimasíðuna- veit ikki hvat annað eg skal gerða?
Vit søknast eftir eigarinum av einum ungum frensi, hann er hvítt/svart flekkutur, ógvuliga spakur, so tað er ein heima frensur. Hann hevur verði her síðani leygardagin og vit hava tikið hann inn nú, hann var svangur og tystur so vit tóku synd í honum.
Vónandi gerð onkur vart við seg.
Tórhild og Siggert
Um nakar kennist við frensin, kann viðkomandi seta seg í samband við Tórhild ella Siggert.

 

Vidmerking

November 28 , 2012
Vidmerking til uppi ì Vestri, har eru ongi skeltir sum siga frà, um tù hevur loyvi at parkera ella ikki, tad er HELDUR IKKI KOMID ELLE GJØRT LIDUGT.

Vanliga verða skelti sett upp, tá tað ikki er loyvt at parkera.


 

Uppi í Vestri

November 26 , 2012
Sigur byggisamtyktin ikki okkurt um, at tey, ið byggja hús, skulu tryggja sær, at pláss er inni á matrikulnummarinum fyri bilum, sum tey sjálvi eiga? Okkari nýggjasti býlingur fylgir avgjørt ikki hesum, um tað altso er galdandi. Teir góðu, breiðu vegirnir har uppi verða brúktir sum parkeringspláss.

Í grein 9 í byggisamtyktini stendur í 2. stk., at "nóg stórt øki skal verða lagt av til bilstøðlar, soleiðis at íbúgvarnir og/ella tey, sum starvast í húsunum, vitjandi, viðskiftafólk, útvegamenn o.o. fáa sett akfarið frá sær á økinum, ið hoyrir húsinum til". Í 3. stk. stendur, at "vanliga verður kravt í minsta lagi pláss til 2 bilar til hvønn bústað sær".

Í ognarbrøvunum stendur, at "keypari ella seinni eigarar skulu skipa soleiðis fyri, at tað altíð skulu kunna standa 2 akfør parkerað á hesum grundstykki, tá ið hús eru bygd á tað, og at væl er atkomandi við akfari".


 

Bátastevna 2013

November 15 , 2012
Onki við kommununa at gera, men nær verður hon?

Pól
Bátastevnan verður 25. mai.

 

Gelendari

November 05 , 2012
Ætla tit ikki at gera gelandaran á tí ovaru brúnni yvirum fossá í stand? ella gera ein garð báðu mena við, líka sum tað er gjørt í niðara borið heimanfyri fossá? gelendarin er alt ov visaligur sum nú er. Rennur ein bilar á gelandaran fer hann so beint niður í ánna.
Ætlanin er fyribils at umvæla verandi rekkverk - men møguleikin fyri at gera nýtt rekkverk verður eisini kannaður.