BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Rudding

Desember 21 , 2012
Tey, sum hava akfør uttan nummarspjøldur og annars lutir av ymsum slag á almennum øki (almennum veg, kommunalum øki ella havnaøki), verða biðin um at beina akfør og lutir sínar burtur skjótast gjørligt og í seinasta lagi 15. desember 2012.
Verða hesi boð ikki fylgd innan omanfyri nevndu tíðarfreist, verða akfør og lutir beind burtur fyri eigarans rokning.........

Er hetta eisini galdandi fyri bussar kontainarir trol og anna sum liggur og flytur.

Er tað nú sitandi bygdarráð ella komandi sum skullu rudda upp.


Lýsingin er galdandi fyri, sum tað stendur "akfør uttan nummarspjøldur og annars lutir av ymsum slag á almennum øki".

Tað er Havnarnevndin í verandi Bygdarráði, sum hevur lýst við ruddingini, men helst verður ikki ruddað hesumegin ársskiftið.


 

Rudding

Desember 21 , 2012
Nú er 19. des, og tað røkist einki fyri at bussanir vera fluttir.
Hevur komunan ikki orku at taka teir vekk???
Gongd er á málinum - um kommunan ikki sjálv hevur orku til at rudda akfør burtur, verður hetta gjørt av øðrum fyri eigarans rokning!

 

í seinasta lagi 15. desember 2012

Desember 21 , 2012
Summi hav rudda sítt burt áðrenn tíðina, men ikki øll, t.d. tað sum stendur niðri á kajuni. Nær verður tað gjørt ? Hetta má gerðast ÁÐRENN NÝGGJÁR.

"Tey, sum hava akfør uttan nummarspjøldur og annars lutir av ymsum slag á almennum øki (almennum veg, kommunalum øki ella havnaøki), verða biðin um at beina akfør og lutir sínar burtur skjótast gjørligt og í seinasta lagi 15. desember 2012.
Verða hesi boð ikki fylgd innan omanfyri nevndu tíðarfreist, verða akfør og lutir beind burtur fyri eigarans rokning."
Gongd er á málinum, men vit rokna ikki við at klára at rudda innan nýggjár!

 

http://vestmanna.fo/news-rudding.htm

Desember 21 , 2012
Er hetta ikki galdandi fyri teir bussar sum standa á keiøkinum ?
Jú, sjálvandi er hatta galdandi fyri bussarnir á kaiøkinum - gongd er á málinum!

 

Ruddingardagur

Desember 21 , 2012
Nú er 12 farin, og bussarnir standa enn á kaiðuni.
Freistin var 15. desember 2012, og gongd er á málinum!

 

Íbúðin hjá Niels hjá John

Desember 17 , 2012
Kanska eri eg ov erkvisin, men mær dámar ikki tá sagt verður soleiðis sum í yvirskriftini. Tá sagt verður "íbúðin hjá Niels hjá John", so hugsar tann, sum ikki veit betur, at har búði Niels hjá John ( ikki djonn, sum Útvarpið segði), men hann búði altso í tí húsinum, sum nú eitur Skálavegur 4, og átti tey. Rætt er tað, at hann búði í nevndu íbúð í uppvøkstrinum, og tað var hjá pápa sínu John (Jonn), sum flest øll gera til tey eru vaksin og seta føtur undir egið borð. Hann átti eisini hesa íbúð saman við handlinum seinni, men sum sagt, har búði hann ikki. So eftir mínum tykki eitur hon íbúðin hjá John.
Vinaliga Bjarki
Verður lagt út við tøkk fyri viðmerkingina.

 

Ljósini í FOSSÀ

Desember 07 , 2012

Bara ein viðmerking til "konstruktiva kritikkin" um ljósini í Fossá.

Eg tók sjálvur stig til hesa verkætlan, og kommunan tók undir beinanvegin.

Eg havi beint nú hoyrt um hesa viðmerking hjá Agnari á heimasíðuni, sum stóð í 5. des og tí óvitandi um hana.

Tað ovara ljósið er flutt oman eftir, og nú lýsir á allan fossin. Til hugskotið hjá Agnari at seta ljósini á brúnna, er at siga, at tað er ikki so einfalt, sum tað ljóðar. Um tað at broyta lit, er sjálvandi ein spurningur um eyga sum sær.

Eg havi arbeitt við hesi ætlan síðan mai mánaði við at fáa loyvir frá bóndanum, sum eigur lendið framvið Fossá, SEV, sum eigur rættindi til ánna og frá Landsverki, sum eigur brúnna. Tað sum eftir er at gera, er at grava kaðalin niður og tað geri eg komandi dagarnar. Annars eru øll vælkomin uppí at broyta projektið. Takk fyri "kritikkin".

Sitat:
Når du slukker lyset, får du et strålende eksempel på mørke.
Vainö Nuorteva

Gleðilig jól.

Birgir Waag Høgnesen

Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Ljós á Fossá

Desember 05 , 2012
Hey Vestmanna kommuna.

Gleðiligt at síggja at tað er komi ljós ið lýsur Fossá upp, veit ikki um tað er Vestmanna kommuna ella Sev ið hevur syrgt so fyri?. Eg havi sjálvur tosað við ymisk í kommununi um at fáa lýst ánna upp og so er gjørt, deiligt. Men...Mín meining er at, ljósini lýsa ikki ánna upp sum hon kundi verið, ljósini standa ikki á røttum stað og liturin er ikki tann rætti. (Konstruktivur kretikkur :) Ljósini skuldu verið heft á sjálva brúnna, so ósin eins og áin blivu lýst upp um kvøldanar. Liturin skuldi verið meiri warmwhite t.v.s. meiri gultlittur, tað fær meiri litir framm og er ein meiri hugnaligur litur.

Vh

Agnar

Vit takka fyri viðmerkingina. Tað er privatpersónur, sum hevur tikið stig til tiltakið. Hann hevur fingið játtaðan stuðul frá kommununi  til ætlanina. Ljóskastararnir eru leigaðir og verða í fyrstu syftu standandi til ársskiftið.

 

Rudding

Desember 03 , 2012
Kundi hugsað mær at vita um hetta umfatar allar vestmenningar ella tað sum so vanligt bara eru nøkur sum skulu fylgja reglunum. Bíði í spenningi um bussarnir verða standandi.
Og ein lítil viðmerking til uppi í vestri:
Eitt er at onkur setur sín bil nr 3 ella 4 á vegin, men eg haldi at tá burdi í minsta lagi staði 2 bilar á eigarans egna stykki, skelta ella ikki. Tí tað stendur í byggisamtyktini ella onkra aðrastaðni at tú skalt hava pláss til minst 2 akfør á grundstykkinum.
Tá lýst verður við rudding, so er hon galdandi fyri øll.