BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Gøtuljós - stórar sparingar

Februar 26 , 2013
Hevur Vestmanna Kommuna nakra ætlan at fara yvir at nýta LED ljósperur til gøtuljósini ?
Vit fara helst í næstum at seta nøkur LED-ljos upp sum eina roynd.

 

Bussarnir á bryggjuni

Februar 21 , 2013
Tað tykist sum sami persónur i longri tíð hevur havt ilt av bussunum á bryggjuøkinum og partvís eri eg samdur, men tað tykist mær, sum reguler forfylging er av Øssi Christiansen, sum í míni vérð er ein sonn hetja.
Av sínum eintingum, byrjaði hann í vikuskiftunum at koyra fólk frá Vestmanna til Havnar og retur á náttartíð, tá vit onnur lógu heitt í okkara song. Vit kunnu vera heilt trygg við, at okkara børn (og vaksin)í Vestmanna, Kvívíkar sókn og Kollafirði ikki koyrdu - ella vóru í bilum, har førarin var rúsdrekkaávirkaður. Tað hevði annars verið ein trupuleiki síðan 1966, tá Oyggjavegurin varð tikin í nýtslu.
Maðurin er farin um tey seksti, men enn tímir hann at gera hetta arbeiði, sum ikki á nakran hátt hevur gjørt hann ríkan peningaliga !
Haldi, at bygdaráð og tryggingarfeløgini burdu stuðla tiltakinum peningaliga. Bilarnir skulu nokk vera fluttir, men gev manninum frið !
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Grundstykkir

Februar 21 , 2013
Hvar kann mann síggja um tað eru ledig grundstykkir í vestmanna? og hvørji eru ledig?

Undir yvirskriftini "Útstykking" á vinstra bredda á heimasíðuni hjá kommununi síggjast grundstykkini, sum kommunan hevur tøk.

Undir yvirskriftini "Kort" og "Vestmanna á alnótini" ber til við at trýsta á bygdarskipan at síggja, hvørji øki í kommununi er løgd sum sethúsaøki.


 

Staðið

Februar 19 , 2013
Nú er nýggj komin inn hjartaliga tillukku tit, hevði tað verið møguligt at fingið Staðið opið leygarkvøld, vit eru fleiri sum høvdu verið super glað, gleði meg at frætta um hetta aftur. :)




vh ungdómurin á Staðnum. :)
Spurningurin verður viðgjørdur av Mentanarnevnini og leiðaranum á Staðnum.
Tit frætta nærri um niðurstøðuna.

 

ovarivegur

Februar 15 , 2013
Nar verður nakað gjørt við ovara veg eingin tíðarplanur ???
Í løtuni er eingin upphædd játtað til Ovara Veg, og eingin tíðarætlan er gjørd fyri vegin framyvir.

 

Hús í Vestmanna

Februar 15 , 2013
Hey
Hvussu nógv sethús eru í Vestmanna?

Takk
Tað eru umleið 470 sethús í Vestmanna.

 

Rudding av akførum

Februar 06 , 2013
Hey :)
Viðvíkjandi bussunum, uttan plátur, á kajuni.
Tit svara til onkran spyrjara niðanfyri : "Gongd er í málinum. Tað eru ávísar mannagongdir, sum skulu fylgjast, og hesar taka tíð!"
Kunnu vit fáa at hvørjar mannagongdirnar eru ? Líkist ongum at summi sleppa so lætt. Eigarin hevur haft ríkiliga tíð at burturbeint óruddi, og nú hevur kommunan aftur haft yvir 1 mánað at fáa teir vekk.
Eg havi eisini lagt merkið til at borgarar sum burturbeindu akfør sum tit bóðu teir um, nú hava tyki bilarnar inn á kommunalt økið aftur, og tað skilji eg so sera væl.
Vinarliga komi við einari frágreiðing her.
Annars nøgdur borgari :)

Mannagongdin er tann, at málið verður meldað til løgregluna, og løgrelgan setir seg síðani í samband við viðkomandi. Tá málið er komið hartil, kunnu vit bert heita á løgregluna um at hurta undir, og tað hava vit gjørt.

Annars kann upplýsast, at løgreglan hevur sett seg í samband við viðkomandi, sum eigur bussarnar. Hann hevur síðani sett seg í samband við Brennistøðina á Hjalla um at taka ímóti bussunum. Á brennistøðini siga tey seg kunna taka ímóti tí eina bussinum seinast í februar mánaða og hinum um hálvan mars.


 

Gjalda tey eisini

Februar 06 , 2013
Nú havi eg sæ onkran skriva um nakrar bussar, men hvussu er við kampingvognunum kring bygdina og serliga niðrið á kajuni. Haldi meg vita, at vognarnir sum standa inni á vøllinum inni á fjørð gjalda eini 2000 krónir um árið. Gjalda teir niðri á kajuni eisini slíka upphædd til kommununa. Vit sum hava bát, vit gjalda bátapláss.
Nei, tey, sum hava kampingvognar á kaiøkinum, gjalda ikki fyri at hava teir standandi har. Tað er ikki vanligt at krevja gjald frá akførum, sum hava nummarspjaldur.

 

Ásetingar fyri øki B: Sethúsaøki

Februar 06 , 2013
Eru grundstykkini í nýggju útstykkingini at rokna sum lutvíst bygd øki ?
Nei, tað eru tey ikki. Tey eru á nýútløgdum øki.

 

Útivikan

Februar 06 , 2013
Verður skipað fyri útiviki í ár?

Útivikan 2013 er ásett at vera í viku 21, tvs. frá 20. mai til 26. mai.

Vestmanna Kommunu ætlar at vera við aftur í ár, og vóna vit at fáa skipað fyri gongutúrum hvønn dag í vikuni.
Vit taka fegin ímóti hugskotum til gongutúrar og um onkur er, sum hevur hug at vera ferðaleiðari, frætta vit fegin.


 

Salt og kavi

Februar 06 , 2013
Veðrið er av tí vakrasta í morgun, og tað hevur kava eitt sindur, og alt er hvítt. Men so kemur saltvognurin og spreiður salt um tað heila, HVÍ ????
Hann skal koyra salt á tá tað er glerstoytt og svartakhálka, ikki tá tað er kavi á vegunum.
Mannagongdin er tann, at á tað er hált ella útlit til hálku, skulu teir salta.