BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Møguleiki at leiga høll

Mars 14 , 2013
Hey. Hvønn skal man henvenda seg til fyri at leiga ítrottarhøllina 2-3 tímar um vikuna?

Fyrispurningar um leigu av hølunum í Vestmanna Skúla og Ítróttarhøll skulu setast til hallarvørðarnar í skúlanum.
Vakttelefonin hjá húsavørðunum er 770 195.


 

Skemtiligur lesnaður

Mars 13 , 2013
Ja mangt kann ein fáa tíðina at ganga við, tá ikki kann arbeiðast vegna veður.
Hetta byrjaði við at eg datt inn á www.vestmanna.fo har síggji eg at kommunan selur gamla eldrasambýlið, eg sendi sms til konuna, og skrivi at hús eru til sølu í Vestmanna, so hetta verður spennandi at koma heim aftur til.
Hetta førdi so víðari til, at skrivaði í felti (Leita eftir: ) Lækni, Ja so byrjaði lesnaðurin, um hønir, seyð, bilar camping vognar, ja you name it.
Eg vil bara siga eitt, hetta er sera stuttligt tá man er so langt vekk heiman í frá, eitt stórt rós má vera til viðkomandi sum svarar øllum hesum skrivaði fyrispurningum, stuttligir, grenj spurningar etc. dugur óluksáliga væl at svara aftur.
Hetta er so nokk eisini fyrsta Jóla heilsan til allar Vestmenningar, um tað er loyvi at bera sovornar fram her.

Símin J.Højsted

Verður lagt út uttan viðmerkingar.


 

Ljós á gøtuna við minnisvarðan

Mars 13 , 2013
Røkist nakað fyri at ljós aftur kemur á gøtuna millum Gerðisveg og Guðrunartún? Gøtan er sera myrk um veturin nú ongir lyktapelar eru longur:(
Vinarliga ein borgari

Takk fyri spurningin.

Kommunan arbeiðir við einari loysn, so fólkið, ið gongur eftir hesi gøtu (ikki so fá), kunnu fáa ljós aftur á hesa gøtu. Tað er sera myrkt um veturin, og kann eisini skaði standast av hesum.


 

hundaóskil og barnagarðar

Mars 13 , 2013
Nú eru gingnir fleiri mánaðir síðani, at børnini í barnagørðunum ikki sluppu út um portrið pga. leysgangandi hundum.

Hevur kommunan nakað ánilsi av hvussu umstøðurnar hjá børnunum í útibarnagarðinum eru p.t...?? - Har er ein lítil garður rundanum um barnagarðin. Har er eitt danditræ, og ein fótbóltsvøllur, sum barnagarðurin kann lána. Tað er alt til ca 25 børn!!!

Eg má spyrja hvussu VK kann forsvara hesar út av lagið vánaligu umstøður okkara børn hava uttanfyri. Hesar vánaligu umstøður hava gjørt, at okkara barn, ikki trívist har meira. Hvønn dag nevnir barnið hvussu keðiligt tað er at spæla uttanfyri og setningar sum 'eg tími ikki í barnagarð meira' eru dagligur kostur.

Hetta má vera einasti stovnur í øllum kongaríkinum, sum ikki hevur eitt spælipláss til børnini.

Kunnu tit vinarliga og sum skjótast svara hesum spurningum:

1. Hvussu leingi skulu vit bíða til okkara børn sleppa út aftur?

2. Nær ætlar VK at gera eitt spælipláss uttanfyri?

Flatar undanførslur tími eg ikki at hoyra uppá. Eg vil hava nágreiniliga at vita, nær hundafangarin kemur, og nær eitt spælipláss kemur. Taka tit ikki hetta í álvara, so má okkurt annað gerast.

Takk fyri spurningarnar.

  1. Hundaóskilið er nú endaliga loyst, Kommunan hevur sett ein aktingarmann, ið tekur sær av, at taka leysgangandi djór upp.
  2. Peningur er settur av á fíggjarætlanini fyri 2013 at gera spæliplássið í Heygalíð liðugt (sjálvt um tað ikki sæst á útbornu fíggjarætlanini). Ætlanin er at hava ein garðdag í juni mánað, har foreldur verða boðin við at gera spæliplássið liðugt, og vænta vit, at fleiri foreldur taka positivt undir við hesum degi/døgum, so vit øll fáa sum mest burturúr spæliplássinum, fyri minst pening.
    Garðdagurin verður lýstur á heimasíðuni hjá Vestmanna Kommunu, tá vit koma so langt. Vónandi er hetta eitt nøktandi svar, og vónandi fáa vit eitt gott spælipláss, so okkara børn fáa virðuligar karmar at spæla undir.

 

Høvdin

Mars 13 , 2013
Halló.

Hava tit umhugsa at fjerna høvdina á Gerðisvegi? Høvdin bleiv gjørd, tí vegurin niðan við minnisvarðanum bleiv brúktur, men tað verður hann ikki longur.

Mann sær illa um nakar bilur kemur, og tað er ótrúligt at eingin vanlukka er hend har enn.

Takk fyri spurningin.

Vestmanna Kommuna hevur í løtuni ongar ætlanir um at taka høvdina á Gerðisvegi burtur, men um Kommunan skal betra um ferðsluviðurskiftini á Gerðisvegi, má hetta gerast. Tað fyriliggur eingin heilarætlan um Gerðisveg í løtuni.


 

løgi

Mars 13 , 2013
Hvørjum svart tit aftur her, er tað bara nøkur sum fáa svør aftur. Havi spurt inn á nøkur mál hjá VK, men tað sær út sum tá man spyr um naka sum gongur tikkum i mótir, so svara tit ikki.

Spurt var millum anna

Fólkafund.
Kajøki oa.
Teknisku nevnd, oa
oa.
Tit vita nokk hvat anna var spurt um.

Vh
Ein nøgdur borgari.

Takk fyri spurningin.

Vónandi hava vit svarað tínum spurningum, um ikki frætta vit fegin aftur frá tær, so tú kanst fáa svarað spurningum. Orsaka seina aftursvarið upp á hendan spurningin, men vónandi ert tú enn ein nøgdur borgari.


 

Gøtan millum Gerðisveg og Guðrunartún

Mars 13 , 2013
Er nøkur ætlan um at fáa ljós aftur á gøtuna millum Gerðisveg og Guðrunartún? Eftir at báðir teir gomlu lyktapelarnir við linjum vórðu tiknir niður, er sera myrkt og ikki sørt hættisligt at ganga hendan tein í vetrarhálvuni. Gøtan er mær vitandi privat ogn, men verður brúkt av nógvum fólki dagliga, sum búgva á Byrgisvegi, Rógvuvegi og eisini í Miðalsbrekku.

Takk fyri spurningin.

Kommunan arbeiðir við einari loysn, so fólkið, ið gongur eftir hesi gøtu (ikki so fá), kunnu fáa ljós aftur á hesa gøtu. Tað er sera myrkt um veturin, og kann eisini skaði standast av hesum.


 

Barnafrádráttur

Mars 12 , 2013
Tað vísur seg at fleiri kommunur hava hækka barnafrádráttin munandi í ár, fyri at fáa barnafamiliur at støðast ella flyta til kommununa. Eitt nú hevur Havnar Kommuna hækka hann úr 5.500 til 8000!

Hvat fyri ætlanir hevur Vestmanna kommuna við barnafrádráttinum, verður hann hækkaður í næsta ár?

Takk fyri spurningin.

 

Tað hevði heilt víst loyst seg at hækka barnafrádráttin, um man vil hava barnafamiljur at flyta til bygdina.
Tað er tó ikki so einfalt sum tað. Vestmanna Kommuna hevur bundið seg til nakrar fíggjarligar skyldur yvir fyri landinum og peningastovnum, so leingi vit eru omanfyri eina álíkning. Vestmanna Kommuna hevur í dag eina skuld á umleið kr. 51.000.000, ið kemur at vera umleið kr. 44.000.000 við ársenda. Í 2013 verður álíkningin hjá Vestmanna Kommuna væntandi umleið kr. 35.600.000, um skattainntøkurnar halda og ongar óvæntaðar útreiðslur koma.

 

Vónandi koma vit niður á eina álíkning síðst í 2014 ella fyrst í 2015, so vit fáa frælsi til at avgera okkara barnafrádrátt og skattaprosent.

 

At hækka barnafrádráttin í Vestmanna við kr. 1.000 fyri barnið, kemur at kosta Vestmanna Kommunu umleið kr. 350.000 meira pr. ár. Um vit skuldu hækka hann tað sama sum Tórshavnar Kommuna tvs. kr. 2.500, so svarar til kr.  875.000 meira pr. ár.


 

Heimasíða - barnagarðar

Mars 12 , 2013
aftur í dag eru børn mini komin heim við einum lepa um eitthvørt tey skulu. Kunning skal til, men hava vit ikki langt síðani flutt okkum soleiðis at kunning v.m. er online í dag?

Var tað ikki eitt hugskot at heimasíðan hjá Vestmanna Kommunu (sjálvandi ein undirsíða) bleiv brúkt til hetta? Tað kann ikki krevja meira umsiting enn pappírsarbeiði ger frammanundan.

Takk fyri spurningin.

Vit senda 
spurningin víðari til barnagarðsleiðslurnar at taka støðu til.
Tekniskt er tað ongin trupulleiki at leggja slíka kunning á heimasíðuna, men tað er upp til barnagarðsleiðslurnar, hvussu tær ynskja at kunna foreldur um ymiskt.


 

Skjóting og handlar

Mars 12 , 2013
Gott at Leif svarar upp á atfinningarnar um skjótibreytina. Leif er ein knassi, tað veit eg frá øðrum tiltøkum, hann hevur staðið fyri. Einki er galið í tí, at menn og konur taka seg saman til okkurt frítíðarítriv sum t.d. at skjóta leirdúgvur, eg havi ongan hug at køva tiltakið, tað einasta keðiliga við tí er, at tað kann dálka, um ikki verður farið væl um, og so tað, at tað ljóðar einki "behagiligt" fyri tey, sum ikki eru við í skjótingini. Tí var tað, at eg helt, at staðið var illa valt og nevndi nøkur onnur dømi, har einki hevði hoyrtst í bygdini til skotini. Tað kann nøkulunda metast við, at summi fólk halda tað vera stuttligt at hava hund, sjálvt um hann stendur úti í garðinum og goyr upp í saman í tímar og dagar, men grannarnir halda tað ikki vera so stuttligt.
Leif sigur, at teir kannaðu ymisk onnur pláss, fleiri av teimum, sum eg nevni, men hildu teir at úti á Berg var best hóskandi staðið, men har vórðu tey, sum møguliga ikki hildu tað vera so stuttligt at hoyra skotini, ikki tikin við upp á ráð.
Hetta, sum eg sigi her, er ikki ætlað at taka gleðina frá teimum skjótandi, men mest til teir játtandi myndugleikarnar, sum altíð eiga at hugsa um heildin, áðrenn teir geva loyvir, samanberið eljustríðið suðuri á Tvøroyri, har bygdaráðið hevur játtað nakað uttan at kanna, um teir nú høvdu rætt til tað ella ikki.
Eitt annað, sum er frammi í eini aðrari viðmerking, er um handlar í Vestmanna, hesin /henda heldur, at bygdarráðið skal fáa onkran av lágpríshandlunum at lata upp handil í Vestmanna, tað kann bygdaráðið sjálvandi ikki, men eg fari at heita á handlarnar, sum eru, at hava eitt breiðari úrval og at seta prísirnar niður, so teir samsvara við prísirnar í nevndu handlum, so fara fólk av sær sjálvum at keypa meira her til fyrimuns fyri bæði handlar og viðskiftafólk.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Peningastovnur

Mars 12 , 2013
Í Fuglafyrði er komin nýggjur peningastovnur, eftir Eik stoppaði.
Eru nýggjheitir um framtíðar peningastovn í Vestmanna ?

Símin J. Højsted

Takk fyri spurningin, Símin.

Vit arbeiða alt, vit kunnu, fyri at fáa ein peningastovn at opna deild í Vestmanna. Vit vita ikki, um hetta ber á mál, men vónandi ger tað. Borgarstjórin hevur havt fleiri fundir við fíggingarstovnar um at opna deild, men enn er einki nakað endaligt svar komið. Vit taka tað sum eitt positivt tekin, at vit einki hava hoyrt enn.


 

Flatabø, í dýrastu neyð !

Mars 12 , 2013
Kunnu tit ordna netini og ljósið á flatabø !

Takk fyri áheitanina.

Sjálvandi skulu vit tað. Havi sent umsjónarmannin á økið fyri at kanna, hvat skal gerast. Vónandi verður hetta gjørt sum skjótast.


 

Bústaðarmarknaður

Mars 12 , 2013
Sera gott hugskot sum Vestmanna Kommuna átti at tiki til sín :)

Av heimasíðuni hjá Vágs Kommunu :
"Fyri at tryggja at fólk, sum hava áhugað í at flyta til Vágs, fáa so lætta atgongd til bústað sum gjørligt, hevur Vágs kommuna tikið stig til at skipa eitt slag av bústaðarmarknaði – ein bústaðar-bredda – her á heimasíðuni."

http://vagur.fo/?page_id=732

Takk fyri upplýsingina.
Teigurin
á heimasíðuna hjá Vágs Kommunu um bústaðir er ein sera góður teigur, ið vit í Vestmanna eisini koma at umhugsa at nýta á okkara heimasíðu. Hann gevur fólki gott innlit í, hvørjir bústaðir, vinnubygningar, grundstykkir og annað eru lýst til sølu í bygdini. Hetta kann heilt víst fáa avbygdafólk at venda eyguni móti Vestmanna, tá ið tey skulu taka støðu til, hvar framtíðarbústaðurin hjá teimum skal vera.


 

Lækni

Mars 12 , 2013

Hej.
Hvat gerð VK fyri at vit skullu hava ein lækna í bygduni.

Takk fyri spurningin.

Vestmanna Kommuna er í ferð við at loysa trupulleikan viðvíkjandi læknahølum, so læknin fær virðiligar umstøður at arbeiða undir, ið als ikki hava verið nøktandi í nógv ár. Kommunan hevur verið á fundi við Heilsumálaráðið um nýggj hølir, ið vónandi fara at loysa henda stóra trupulleika, vit hava viðvíkjandi læknahølunum. Heilsumálaráðið sá positivt upp á uppskotið, og hevur sent tekningar og annað til Kommunulæknafelagið, ið tekur endaliga støðu, um nýggju hølini kunnu brúkast til endamálið.


 

Bussarnar á Bryggjuni

Mars 12 , 2013
Eri so púra samd við tí sum skrivar dagfest 21. februar 2013. um bussarnar á bryggjuni.
vh.
joanvang

Takk fyri viðmerking

Vestmanna Kommuna hevur verið glað fyri, at Øssur hevur koyrt okkara børn við Náttarbussinum í skjótt 15 ár, og eru nokk flest øll foreldur eisini tað.

Áðrenn náttarbussurin byrjaði at koyra fyri skjótt 15 árum síðan eru tíanverri hendar onkrar vanlukkur á teininum millum Vestmanna og Tórshavn, bæði við rúsdrekkakoyring og uttan. Hetta er okkara børn tíanbetur sloppið undan hesu seinastu árini, og er tað at frøðast um.


 

Vevmyndatólið

Mars 12 , 2013
Hvussu gongur at fáa vevmyndatólið at rigga aftur? ella er hetta eisini umfatað av spariætlanini?
Forvitin

Takk fyri spurningin.

Vit hava sent fólk at kanna hetta, og vóna at vevmyndin kemur í rættlag skjótast gjørligt. Vit fara í nærmastu framtíð at arbeiða við, at flyta vevmyndatólið, so vevmyndin kemur at vísa eina betri mynd av Vestmanna.


 

Viðv. upptøku av djórum

Mars 08 , 2013
Eg síggi at tit hava sett ein aktingarmann til upptøku av leysgangandi djórum. Mær dámar sera væl hetta tiltak. Men vinarliga víðka tað til eisini at umfevna seyð og gæs, tað vænti eg at minst 90% av vestmenningum høvdu verið glaðir fyri. Eg meti hesi (skaða) djóra at verða ein nógv størri trupuleika enn leysgangandi hundar og kettur. Og eitt afturat, hvat skal til fyri at ein ketta verður tikin upp? Vanliga ganga kettur ikki í bandi. Á válinum eru/hava tær verið ein trupuleiki, og sigast skal at har gjørdi kvívíkar kommuna ein góðan innsats í royndini at loysa hetta, men mær vitandi eru kettur ikki ein trupuleiki í vestmanna. Og hvussu skuldi man eisini forða síni kettu at fara inn í havan hjá grannanum?

JM

Seyður og gæs eru eisini við í samstarvsavtaluni.

Viðvíkjandi spurninginum verður víst til svarið niðanfyri við yvirskriftini "Leysgangandi djór".


 

Aktingarfólk

Mars 08 , 2013
hvat skal viðkomandi hava í løn?

Eri eg tann einasti ið haldi hetta er langt úti at brúka pengar uppá?

Aktingarmaðurin fær eina fasta samsýning á kr. 1.000 um mánaðin, umframt eina samsýning fyri hvørt djór, ið verður tikið inn.


 

Kettur og hundar

Mars 08 , 2013
Eg las heldur stuttliga grein inni á Portalinum, at nú skulu kettur haldast innandura. Hevur blaðfólkið verið heldur kreativt, tá ið skrivað varð, ella hevur Vestmanna Kommuna veruliga meldað hatta út? Hatta ljóðar heldur aprílsligt. Kettur eru ikki til nakran ampa. Bygdarráðið eigur heldur at taka sær av seyðinum, ið veruliga er ein plága.
Vagnur Streymoy

Vit vita ikki, hvørja grein tú sipar til, men rætt hevur tú: blaðfólkið man hava verið heldur kreativt.

Til bar ikki at gera samstarvsavtalu við Føroya Landfúta, sum bert var galdandi fyri ávís djórasløg. Tú sigur, at kettur ikki eru til ampa, men onnur meta kettu vera til ampa. Tað skal tó viðmerkjast, at í teir tveir mánaðirnar skipanin hevur virkað, hevur aktingarmaðurin onga fráboðan fingið um leysgangandi djór.

Seyður er umfataður av samstarvsavtaluni. Av tí at Vestmanna ikki er vetrarfriðað, hevur seyðurin rætt til at ganga í bygdini um veturin.


 

Leysgangandi djór

Mars 08 , 2013
Hvør er mannnagongdin um tit taka td. eina kettu inn? Verður kanna um hon er chipmerkt?
Verður boða frá nakrastaðni hvørji djór tit hava tikið inn, so eigarin hevur møguleika at fáa fatur aftur á teimum?

Turið

Skipanin við aktingarmanni virkar soleiðis, at hann einans fer út eftir áheitan frá løgregluni. Skipanin hevur nú virkað í knappar 2 mánaðir, og enn hevur aktingarmaðurin ikki verið og tikið nakað djór inn. So ásannast kann, at djóraánarir ansa betri eftir, at djór teirra ikki gongur leyst.

Um t.d. ein ketta skuldi verið tikin inn, hevur aktingarmaðurin chiplesara, so til ber at finna fram til eigaran.

Lýst verður í svørtu talvu á Kommunuskrivstovuni og á heimasíðuni. Er djórið chipmerkt ella hevur helsi við telefonnummarinum hjá eigaranum í, setir løgreglan seg í samband við eigaran.


 

Vestmanna Skjótifelag.

Mars 08 , 2013
Sum formaður í Vestmanna Skjótifelag, vil eg skriva eitt sindur um virksemið hjá okkum úti á Berg.
Fyrst av øllum vil eg siga, at vit eru sera harmir um, at fólk vera órógva her í bygdini tá ið skotið verður.
Áðren skjótibreytin hjá okkum bleiv løgd úti á Berg, kannaðu vit fleiri onnur økir her á leiðini sum vit hildu kundu veri eygnaði, nevnast kann millum Vestmanna og Kvívík, Heygadal, uppi á Myrunum, niðjan fyri byrgingina í Fonsdali og Gomluplen.
Men úti á Berg var tað ið vit hildu var tað best egnaða øki, og søktu vit tí um loyvi har. Breytin er ikki heilt liðug enn, har skal hegn setast upp ( tó so, at fólk sleppa inn á øki um tey ynskja tað ) runnar plantast og annað fyri at fríðka um.
Tá ið tað kemur til larm, hava vit spurgt fólk í búgva tætt hjá, um hettar er nakað í órógvar tey, og hava vit fingið at vita, at so er ikki.
Um heilt rætt skal vera, so eru vit væl og viðruligani innan fyri teir normar sum eru galdandi í lóguni, men lat tað fara.
Tað er ringt at gera nakað virksemi, har øll eru nøgd, sum dømi kann nevnast tá ið hondbóltur er, tá sleppa fólk ið búgva á Hallarvegi ikki av við sínar bilar, og so tá kappróðurin er, skal man ansa sær hvussu siglt verður osv.
Onkur hevur heilt víst ampa av tí.
Eg kann ikki minnast, at tað hevur veri ein størri náttúruuppliving at ganga úti á Berg áðrenn skjótibanin kom har, høvdu fólk vita hvussu nógv ið vit hava rudda ( koyrt vekk ) av millum annað bildekkum, brotnum flóskum, gamalt trol, plattar, skotnar teldur og sjónvørp, tog endar, rusta jarn, skrelliposar og mangt mangt annað, vænti eg at pípan hevði fingið annað ljóð.
Eg hevði eisini veri fegin um vit í Vestmanna tosaðu meiri saman, og fingu loyst trupuleikarnar á annan hátt enn gjøgnum heimasíðuna hjá Vestmanna Kommunu, tað má bera til.
Um fólk hava spurningar, kunnu tey ringja ella maila til mín, ella onkran annan í nevndini hjá skjótifelagnum, eisini kunnu tey møta upp har úti tá skotið verður, og fáa sær ein kaffimun.
Vinarliga Leif Klein Formaður.
TLF 222211.
Mail leifklein@hotmail.com
PS. kundi verið áhugavert, at fingi ein golfbana uppi við Harusetrið.

Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Skjóting

Mars 08 , 2013
Síggi at onkur hevur skrivað um skjótingina úti á Berg, og viðkomandi er ikki serliga glaður um hetta. Eg haldi, at tað er sera gott og hugaligt, at menn/konur taka seg saman at gera okkurt teimum dámar í frítíðini, og lítið kann vera meira "uskyldigt" enn at skjóta leirdúgvur, meeeen har er altso eitt stórt men, og nú veit eg, at eg verði lagdur undir at vera ein stórur ljósasløkkjari, men eg eri púra vissur í, at onkur av teimum, sum hava verið við at leggja skjótibreytina har úti, má hava hugsað, at onkur ella nógv fóru at ilskast inn á, at hon er har, púra opin fyri bæði sjón og hoyrn úr allari bygdini, tað er ikki rætt, at summi skulu hava tað stuttligt upp á "bekostning" av, at onnur so fáa tað keðiligt, og tað er jú sjón fyri søgn, onkur hevur longu gjørt vart við seg, og nú geri eg tað, og óivað eru tað nógv, sum hugsa, men einki siga. Sum sagt, so haldi eg tað vera púra í ordan og gott, at fólk hugna sær við onkrum "aktiviteti" í frítíðini, men hugsið um hini eisini, tí øll vita at ein byrsa er ikki ljóðleys, og tað er einki stuttligt at hoyra hesar hvøllu brestirnar ein heilan dag við hvørt, og tað eeer rætt, sum hin viðmerkjarin sigur, dúgvur liggja og sløðast niðri við sjóvarmálan undir Haganum. Eg kann hugsa mær fleiri onnur pláss, har skjótingin hvørki hevði hoyrtst ella sæðst. Tað fyrsta er uppi við Harusetrið (giti at nógvir av limunum eru teir, sum eiga Harusetrið) Hagar er ikki koyrandi, men tað skuldi bara gjørt upplivingina betri, at tú mátti út úr bilinum og til gongu tey fáu fetini har niðan. Síðan eru tað Heygadalur og Fonsdalur, ella hví ikki Gassádalur saman við Kvívíkskingum, tað høvdu teir kanska vilja, um teir ikki vildu eiga ellisheimið saman við okkum?
Sí viðmerking frá Leif Klein, formanni í Vestmanna Skjótifelag omanfyri.

 

Ymiskt

Mars 07 , 2013
Vit hava NÒGV onnur meira týdningarmikil ting at hugsa um her í Vestmanna enn at flyta hasar bussarnar.

Vit hava sanniliga brúk fyri her í Vestmanna at fáa eitt nýtt læknadømi.

Hvat við at stuðla upp undir at fáa Bónus, Á, ella FK til Vestmannar? Handil sum selur vørur og við sømiligum prísum. Hevur Vestmanna Kommuna hugsa nakað um hetta?

Takk fyri spurningin.

Eg skal geva tær rætt í, at vit hava nógv týdningarmikil mál ið liggja fyri framman, ið vit fara undir at loysa/fremja í hesi setuni.

Bussarnir, ið hava staðið á kaj-økinum, eru nú fluttir, og tað frøðast vit um, so okkara vakra bygd kann gerast enn vakrari. Bussarnir hava staðið á kaj-økinum uttan nummarspjøldur í nógv ár, og er hetta ikki loyvt sambært grein 61 í ferðslulógini, sum heimilar løgregluni, at fáa beint burtur skrásetingarskyldug akfær, sum standa uttan nummarspjøldur.

Sambært grein 1, stk. 4, í náttúrufriðingarlógini skulu bilvrak, ymisk onnur akfør maskinamboð og partar av teimum, ið ikki verða nýtt meira, ikki kastast burtur á støð, har tey lýta ella eru til skaða ella ampa fyri onnur.

Vestmanna Kommuna er í ferð við at loysa trupulleikan viðvíkjandi læknahølum, so læknin fær virðiligar umstøður at arbeiða undir, ið als ikki hava verið nøktandi í nógv ár. Kommunan hevur verið á fundi við Heilsumálaráðið um nýggj hølir, ið vónandi fara at loysa henda stóra trupulleika, vit hava viðvíkjandi læknahølunum. Heilsumálaráðið sá positivt upp á uppskotið, og hevur sent tekningar og annað til Kommunulæknafelagið, ið tekur endaliga støðu, um nýggju hølini kunnu brúkast til endamálið.

Vestmanna Kommuna hevur ikki loyvi at reka vinnuligt virksemi, men vit royna alt, vit kunnu, at stuðla uppundir at fáa meira vinnuvirksemi til Vestmanna. Kommunan hevur kanska ikki verið nóg sjónlig í sínum arbeiði, og fara vit at bøta um hetta, við kunning á heimasíðu okkara og fjølmiðlum. Lat ongan iva vera um, at Vestmanna Kommuna roynir at gera alt, hon er ment,  fyri at skapa fleiri arbeiðspláss í bygdini, so trivnaðurin kann haldast í hásæti.


 

KSF.

Mars 07 , 2013
Bert ein spurning til bygdaráðið.

Hvat er orsøkin at Vestmanna kommuna ikki er við í Kommunusamskipanføroya.

Tað eru nógv nýggj í bygdaráðnum.
Kanska tey hava eina aðra/annarleiðis hugsan hesum viðkomandi.
Hevur tað verið fyri á bygdaráðsfundi?

Vinarligasr

Spurin vestminningur.

Takk fyri spurningin.

Vestmanna Kommuna hevur altíð verið partur av Føroya Kommunufelag, og hevur hetta samstarv verið sera gott, men í seinastuni eru fleiri og fleiri kommunur í Føroya Kommunufelag farin upp í Kommunusamskipan Føroya, og meta vit í Føroya Kommunufelag hetta vera harmuligt.

Tað verður í løtuni arbeitt við at fáa feløgini bæði løgd saman, tí feløgini virka fyri somu endamálum, ið eru:

  • at virka fyri at fremja áhugamál, sum eru felags fyri limakommunurnar,
  • at standa saman í felags áhugamálum yvir fyri ríkisstjórn, løgtingi og landsstýri og øðrum innlendis stovnum,
  • at virka fyri størri samarbeiði ímillum kommunustýrini,
  • at skipa fyri upplýsing kommunumálum viðvíkjandi og
  • at skipa fyri fyrilestrum og kjakfundum fyri kommunustýrislimum og kommunalum starvsfólkum, um serstakar tættir kommunuarbeiðinum viðvíkjandi.

Væntast kann, at kommunufeløgini koma at leggja saman í nærmastu framtíð, so man einans hevur eitt sterkt felag, ið kemur at standa sterkari í sínum arbeiði í tí føroyska samfelagnum.