BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Bátapláss

Apríl 24 , 2013
Er nakað bátapláss tøkt í hylinum ?
Vinarligast vendi tygum til havnarskrivstovuna hesum viðvíkjandi, tlf. 770120.

 

nesvik

Apríl 19 , 2013
nær og hvar kann man melda seg til leguna, sum verður í nesvík í summar? helt tað skuldi koma á heimasíðuna, men havi onki sæð.
Tilmeldingin er ikki byrjað enn. Væntandi verður tað skjótt.

 

Flaggdagin

Apríl 19 , 2013
Er skrivstovan stongd flaggdagin?
Ja, kommunuskrivstovan er stongd Flaggdagin.
Flaggdagurin er fullur frídagur hjá starvsfólkunum á Kommunuskrivstovuni.

 

Apríl søga

Apríl 09 , 2013
Haldi at tað er sera syrgiligt at samstarv ímillum kvívík og vestmanna skal verða ein apríl søga.
Annars ein fín søga sum fekk blóðtrýsti eitt sindur upp hjá fleiri.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Ovara brúgvin um Fossá

Apríl 03 , 2013
Um onkur snávar á, á veg um brúnna, so kann viðkomandi lættliga detta niður ímillum vegin og hegnið, sum er til mestsum onga nyttu, hvørki fyri gangandi ella koyrandi. Ikki minst í hesu myrku tíðini. So góðu tit, gangi ein túr har og so vóni eg, at okkurt verður gjørt sum skjótast, áðrenn skaðin hendir.

Hegn og rekkverk eru fyribils umvæld.

 


 

Viðlíkahald av neystum

Apríl 03 , 2013
Eg siti og njóti utsýni yvir okkara vøkru bygd,tíverri í so friðaligt fyri tíðina, men tað sum sker mær í eyga eru tey ikki viðlíkahildnu neystini runt sjóarmálan. Rokni ikki við at tað er við vilja at tey síggja soleiðis út, men bert líkasæla av eigarunum.
Spurningur: Ber tað til at Kommunan sendir eina áheitan/krav til eigarnar av neystunum at halda tey við líka.
Mín meining er ikki at øll skullu hava samað lit, ella síggja líka út.
Vinarliga
Siggert Nielsen

Vestmanna Kommuna hevur ikki heimild til at krevja av neystaeigarum, at teir skulu viðlíkahalda neyst síni, men kommunan kann í hesum svari til spurning tygara heita á neystaeigarar um at viðlíkahalda neystini.

Sambært grein 3 í kunngerð nr. 53 frá 3. mai 1994 um umhvørvisreglur kann “bý- ella bygdarráðið geva eigara ella grundeigara boð um, at toftir og leivdir yvirhøvur av bygningum, og ikki liðugt bygd hús, sum standa at detta niður ella hava staðið hálvgjørd í nógv ár, skulu takast niður minst 15 cm undir lendið og um hvussu tey skulu verða beind burtur, jvb. tó løgtingslóg um friðan av fornminnum og bygningum.

 

 


 

Vatn

Apríl 03 , 2013
Hví er altíð luft í vatninum uppi í Vestri tá "brandvenjing" hevur verið?

Vit hava enn ikki funnið útav, hví so er, men kanna framhaldandi hvaðan trupulleikin stavar.


 

Greinar

Apríl 03 , 2013
Greinar skulu nú koyrast á byngjuplássið. Vil tað siga at vit nú eisini skulu gjalda fyri at koyra greinar burtur ?

Nei, tað skal ikki gjaldast fyri at koyra greinar á bingjuplássið.

Greinarnar skulu latast inn har, tí greinakvørnin er á bingjuplássinum.

Flis kann keypast fyri 25 kr. sekkin. Gjaldast skal frammanundan á Kommunuskrivstovuni.

 

 


 

Ferðsla

Apríl 03 , 2013
Talan er um ovara veg.
Tá man kemur frá Julian Olsen og koyrur inn í bygdina, har koyra bilar ov metaliga skjótt, hevði tað verði møguleiki at gørt 1-2 bums har, tað er nøkur sum snakka um hetta, tað hevði verði eitt hugskot at gjørt eitt bums uttan fyri hjá Jaspur Olsen, har koyra bilar skjótt, tað hevði glett meg at frætta um hettar, og gjørt eitt hjá finnboga Joensen.


Gjørt eitt hegn.
Í dag koyrdi eg forbí hjá Poul Erik Johannesen og har lá bilur niðanfyri vegin, tað kom av tí at ein bilur koma frá Julian Olsen og viðkomandi bakkaði oman eftir og niður í bøin uttan fyri hjá P.E.J. Tað var nógv stríð at fáa bilin upp aftur.........

Heislan

Ein ein sera trúðfastur vestmenningur

Tekniska Nevnd viðgjørdi á fundi 22. januar 2013 fyrispurning um verforðingar á Ovara Vegi. Nevndin samtykti tá at svara aftur, at nevndin kannar ymsar møguleikar, men at vegforðingarnar neyvan verða gjørdar í ár.

Tað hevur ikki verið uppá tal at sett upp hegn fram við hesum parti av Ovara Vegi, sum tygum nevna, men uppskotið verður lagt fyri teknisku nevnd til viðgerðar.

 

 


 

Svimjing

Apríl 02 , 2013
Er nøkur ætlan um at hava svimjing fyri almenninginum aftur? Familjusvimjing hugsi eg serliga um.

Takk fyri spurningin.
So leingi eingin lívbjargari er at taka sær av svimjingini, ber tíanverri ikki til at skipa fyri almennari svimjing.


 

Hús

Apríl 02 , 2013
Hey! Vita tit at siga mær hvør umsitur eini hús sum Haruskjótings felagið eigur uppi í haganum í Vestamann?

Takk fyri spurningin.
Tú kanst seta teg í samband við Tummas Christophersen, tlf. 214 362, við fyrispurningum um Harusetrið.


 

Bátastevnbátastevnu.an.

Apríl 02 , 2013
Er tað 1. apríl.

Skal man veruliga nú gjalda 250 kr. um man ætlar sær oman á kajina at keypa sær ein bita at eta ella vitja onkran vin/kenning sum er komin til bygdina í sínum stuttleikabáti at halda bátastevnu.

Hatta kunnu tit ikki vera at tykkum komin.

Ónøgdur vestmenningur.

Takk fyri viðmerkingina.

Hetta er svar upp á spurningin frá bátastevnufyrireikarunum:

 

Hvussu hongur Bátastevnan saman!

 Fyri at tryggja framhald av Bátastevnuni, er neyðugt við nýhugsan, og tá ið inntøkurnar hava verið víkjandi seinnu árini, er eitt sámuligt gjald ásett fyri gestirnar.

 Avgjørt er at áleggja gjald fyri at koma inn á bátastevnuøkið, har øll tiltøkini eru við í atgongumerkinum. Hetta hevur skapt kjak, har víst verður á tað óhepna við hesum.

 Afturfyri atgongugjaldið verður skipað fyri fleiri tiltøkum enn nakrantíð áður. Higartil eru hesi tiltøk á skránni: Langteinakappróður, barna- og ungdómstiltak við Bu-Bu og Kularótum, konsert við Evy Tausen og Martin Joensen, Bassatiltak, suppa í tjaldinum, tónleikur á kei-økinum og stórdansur í tjaldinum við Kim Hansen Band og Countrybólkinum. Onnur tiltøk verða kunngjørd seinni.

 Við Bátastevnukvøðu

 Bátastevnufyrireikararnir


 

Bátahylurin

Apríl 02 , 2013
Las greinina um bátahylin. Eitt, sum eg ikki skilti heilt, var hatta við meir inntøkuni. Vil tað siga at ein, sum t.d. hevur haft bát sín liggjandi har í 4 ár, skal gjalda 25.000kr í byrjunargjaldi?
Skilji væl at bátaeigarnir ilskast, her er talan um nógvan pening. Og serliga um verandi pláss eisini verða kravd eftir byrjunargjaldi. Er talan annars um eitt gjald, sum man fær endurgoldi, um man letur plássið aftur?
Kann tó ikki lata verða at gleðast um tað næsta, sum bleiv nevnt í greinini. Vestmanna- og Kvívíkar kommuna fara at samstarva. Vónandi fara vit at síggja meira til hetta samstarv, sum eg eri vísur í kann bera nogv gott við sær.

Takk fyri viðmerkingina.

Vónandi kann hetta svar grundgeva hví, Kommunan hevur tikið ein tílíka støðu:

Dagurin var 1. apríl J


 

Bátagjald

Apríl 02 , 2013
Er tað veruliga so galið at tað nýggja bygdaráði gerð umstøðurnar NÓGV verrið enn tað longu er at hava bát har inni????
Tann uttasta landgongdin liggur hálv útav brúnnið, ongar ruskspannir, eingin kajfúti er har og hampar uppá nakað sum helst, uttan man klagar ella okkurt tílíkt.....
Eg eri ein av teimum, sum hevur bát har enn. Hann kostar uml 35.000kr. So hattar er at skera allar um ein kamb hjá Paula at siga; um man hevur rá at hava bát, kann man eisini gjalda 25.000kr her og nú!!!!
VÁNALIGT!!!!
TRIVNAÐUR, var orið hjá Paula, men men. Hettar er bert ein møguleiki at skaffa sær meira pening frá borgarunum.
Hevði tað verið eitt hugnaligt og gott umhvørvið har inni, kanska tað hevði kunna forsvarað seg.
Fær man peningin aftur tá (um) man letur plássið frá sær aftur?
Ella er hettar bert at reyvrenna okkum?
Vestmenningur.

Takk fyri viðmerkingina.

Vónandi kann hetta svar grundgeva hví, Kommunan hevur tikið ein tílíka støðu:
Dagurin var 1. apríl :-)
Vit vóna ikki, at tú tekur okkum tað illa upp.

Til tey, sum ikki hava fingið ársins 1. apríl søgu við, verður hon endurgivin her:

"Aftaná nógva brimið, sum var 4. februar í ár, varð Vestmanna Kommuna kritiserað fyri at taka 25.000 kr. í byrjunargjaldi, um ein avbygdabátaeigari ynskir at hava bátin liggjandi í bátahylinum í Vestmanna. Bátaeigarar búsitandi í Vestmanna Kommunu rinda onki byrjunargjald.

Nú hevur Innlendismálaráðið vent sær til Vestmanna Kommunu við kravi um, at allir bátaeigarar skulu rinda sama gjald, tí øll skulu vera líka fyri lógini.

Hetta hevur givið Vestmanna Kommunu tveir møguleikar: antin at ongin skal rinda byrjunargjaldið ella at allir bátaeigarar skulu rinda byrjunargjald. Pauli T. Petersen, borgarstjóri, var ørkymlaður, tá ið kravboðini komu, men hinvegin hevur útspælið frá Innlendismálaráðnum givið Vestmanna Kommunu møguleika fyri meirinntøku til sperdu fíggjarætlanina hjá kommununi.
Tískil samtykti Vestmanna Bygdarráð á bygdarráðsfundinum 20. mars, at øll sum nú leiga pláss í bátahylinum, skuldu rinda byrjunargjaldið á 25.000. Talan er um 70 bátapláss, og fer hetta at geva Vestmanna Kommunu eina meirinntøku í ár á uml. 1.750.000 kr.

Bátaeigarar ilskast sum vera man um avgerðina, og hótta við at flyta bátarnar til bátahylar í øðrum kommunum. Hesum ber borgarstjórin ikki ótta fyri: "Hevur tú ráð at hava bát, hevur tú eisini ráð at rinda fyri bátaplássið", sigur hann í stuttari viðmerking, og leggur avtrat, at vestmenningar fáa nakað afturfyri. Vestmanna Kommuna og Kvívíkar Kommuna hava nemmiliga gørt avtau um at fara at gera bátahylin á Válinum lidnan til gleði fyri báðar kommunurnar.
Byrjunargjaldið fær gildið frá í dag, 1. apríl."


 

Kamping økið

Apríl 02 , 2013
Hevði verði sera glað/glaður um vit høvdu kunnu fingið eitt web-camera inn á kamping økið, tað eru nokk nógv sum høvdu haft gott av at sæð kamping økið inni á fjørð, og um ein eigur kampingvogn á økinum hevði kunnu sæð hann, um tað er nógvur vindur o.s.fr, hetta høvdu nokk flest fólk í bygdini verði glað fyri.
Hevði hetta verði ein møguleiki hjá VK?


Heilsan
Ein kampari

Takk fyri uppskotið.
Vit kanna møguleikan.