BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

vánna

Mai 22 , 2013
stendur eitt hús við Vánna ella vágna, veit ikki hvat er rætt at skriva ?
Tað stavast vágna.

 

Byrgisvegur

Mai 14 , 2013
Síggji nú at grivið verður fyri parkeringsplássið á byrgisvegi.
Er hetta eitt alment parkernigspláss ella privat ?
Har eru nøkur húsarhald rundan um, sum hava nógvar bilar, so har verður neyvan nakar møguleiki hjá øðrum at sleppa av við bilin...

Eisini síggji eg at ein peli er komin at standa úti á vendiplássinum uttan fyri hjá Julius, hetta er gleðiligt at síggja, tí har hevur verði sera myrkt at gingi vetrakvøldini.
Verður tað bert hesin eini pelin ella kemur ein afturat heim ímóti Julius ?
og er nøkur ætlan at gera fleiri úteftir ?

Heilsan ein "forholdsvís" nøgdur vestmenningur :)

Takk fyri spurningin.

Hetta er bæði privat og alment parkeringspláss. Parkeringsplássið kemur at rúma 10 bilar, har Sarita og húski eiga 2 pláss, og Marjun og húski eiga 2 pláss, hini 6 plássini eru almenn.

Tey almennu plássini eru til øll at brúka, so góður møguleiki verður hjá gestum á Byrgisvegi at sleppa av við bilin á parkeringsplássinum.

Í løtuni er ætlanin ikki at seta fleiri pelar upp á vegnum út á Berg, men fyrispurningurin frá tær verður tó latin Teknisku deild til viðgerðar.


 

Lækni

Mai 14 , 2013
Tað, ið ein dulnevndur borgari skrivar um læknaviðurskiftini í Vestmanna hin 1. mai, er heilt nýtt fyri mær. Tí hevði verið áhugavert, at fingi at vita, hvat borgarin ítøkiliga meinar. At hølini eru í einum standi, ið als ikki er hóskandi, er ikki nakað, ið er nýliga íkomið. Hinvegin haldi eg, at um so er, at lækni, kommuna og landsmyndugleikar eru í holt við at finna eina skilagóða loysn, so er tað óført og samstundis tekin um, at vilji er at loysa málið.
Sjálvur trúgvi eg ikki, at borgarstjórin fer at sita hendur í favn og einki gera. Eg rokni við, at alt verður gjørt til tess, at gera umstøðurnar hjá henni so góðar sum gjørligt.
Eg trúgvi ikki, at kommunan fer at "sløsa" læknan burtur. Eg rokni við, at bygdarráðslimir eru eins fegnir og eg um, at vit hava ein lækna, ið vit øll eru væl nøgd við.
At enda, fari eg at takka Bygdarráðnum og læknanum fyri, at spurningurin viðvíkjandi hóskandi hølum skjótt verður avgreiddur.

Vinarliga

Jóhan Simonsen

Lagt út til kunningar.


 

Webcamera

Mai 14 , 2013
Kunnu tit ikki gerða webcameraði í stand aftur . So keðiligt ikki at síggja Vestmanna ,verði vekk í so langa tíð ,ein góðan dag til tykkun herfra Hirtshals .

Takk fyri spurningin.

Vevmyndatólið er aftur virkið, og vónandi sært tú myndir av Vestmanna ið tú saknar.

Vit kunnu eisini upplýsa, at Vestmanna Kommuna hevur bílagt 2 nýggj vevmyndatól, ið væntandi verða sett Innan heilt stutta tíð.


 

Penningastovnur

Mai 01 , 2013
Nú eru fleiri mánar síðani, at borgarstjórin lovaði okkum, at peningastovnur skuldu koma aftur til bygdina. Hvussu gongst við hesari ætlan, ella var tað bert tóm lyfti?

Takk fyri spurningin.

Borgarstjórin lovaði at gera alt tað, hann kundi fyri at fáa ein peningastovn at lata upp aftur í Vestmanna, men ikki at peningastovnur fór at opna.

Púra satt hevur tú, at fleiri mánaðir eru gingnir, og eingin peningastovnur eru opnaður enn. Eg geri alt tað, eg kann, fyri at hetta fer at eydnast, men kann ikki lova, at so verður.

Eg lovaði, at Vestmanna Kommuna fór at bjóða síni lán út av nýggjum, nú eingin peningastovnur longur var í bygdini, og vónandi fáa eina munandi sparing í rentuútreiðslunum. Vit hava bjóðað lánini út av nýggjum, og var tað Føroya Lívstrygging, ið bjóðaði ta bíligastu rentuna, ið eru munandi lægri enn áður.

Eg haldi als ikki, at eg bara havi givið tóm lyftir hesum viðvíkjandi. Tað nívir meg, um tú uppfatar tað soleiðis, tí eg havi veruliga gjørt alt tað, eg eri mentur hesum viðvíkjandi, og fari eisini framyvir at gera tað, eg kann.


 

Jarðarferðir/andlát.

Mai 01 , 2013
ì 1995 kom bók út ´Kirkjan í Vestmanna`.
Aftast í bókini er yvirlit av jarðarferðum/grav-nr. frá 1820 til 1995.

Er nakrastaðni yvirlit yvir deyðsføll aftaná 1995 atkomiligt á netinum. Og hvar kann man annars síggja hesar upplýsingar?

V.h.

Ein tilkomin vestminningur

Vit takka fyri spurningin.

Vit hava einki yvirlit yvir deyðsføll/jarðarferð irliggjandi á netinum.
Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Kommunuskrivstovuna. So finna vit grøvina fram, sum tú leitar eftir.

Í wc-bygninginum í kirkjugarðinum á Knúkum hongur eitt avrit úr kirkjugarðsbókini yvir øll, sum eru jarðaði har, síðani kirkjugarðurin var tikin í nýtslu í 1997. Somuleiðis er eitt kort yvir kirkjugarðin, so til ber at finna fram til ávísar gravir.


 

Spæla í barnagarðinum

Mai 01 , 2013
Er tað loyvt at spæla á spæliplássinum í banagarðinum tá stovnurin er lukkaður, um man tekur sitt egna leikutoy við ?
Eg havi sæð at fleiri fólk hugnað sær óført í vikuskiftunum.
So leingi at væl verður farið um í garðinum hjá Gjáarlon, eru børn vælkomin inn har at spæla.

 

Lækni

Mai 01 , 2013
Hej tit.

Hvat nú um vit missa læknan her í Vestmanna, pga sløsaríði av VK, hvat er so planurin, fáa ein nyggjan lækna, ella hvat,
haldi tað er stór skom um vit missa læknan.

Hvat vilja tit gerða um vit missa læknan.
Hvat er planurin ang læknahølir.

Takk fyri spurningin.

Vestmanna Kommuna hevur als ongar ætlanir um at missa læknan av "sløsaríi". Kommunan hevur funnið hølir til læknan, ið bæði Kommuna og lækni halda vera nøktandi, men málið bíðar eftir góðkenning frá Heilsumálaráðnum og Kommunulæknafelagnum.

Haldi, tað er sera óheppið, at tílíkur negativur slatur spreiðir seg runt í bygdini, kanska øllum Føroyum, tá Kommunan og læknin eru vorin samd um læknahølir, men hava ikki fingið endaligu góðkenningina frá mynduleikunum.

Borgarar eru altíð vælkomnir at ringja til Kommununa við spurningum, ið síðani kunnu verða svaraðir av umsitingini.