BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Parkerings pláss

Juni 14 , 2013
Kundi hugsa mær at fingið at vita hvør er byggiharrin, og hvat prísurin er á parkerings plássinum á Byrgisvegi.
Byggiharrin er Vestmanna Kommuna, arbeiðstakarin Sp/f Kreton v/Ova Magnussen, og tilboð arbeiðstakarans var uppá 188.780 kr.

 

Keyp av grundstykki

Juni 12 , 2013
Hvøn skal eg venda mær til, um eg vil hava eitt sindur av info um grundstykkini uppi í Vestri? tildømis hvat tey kosta o.s.f.v?

Ein í møguliga far lokka damuna til Vestmannar
Tu skalt venda tær til teknisku deild hjá kommununi, tlf. 770105.