BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Skótibreytin

Juli 17 , 2013
Nú er nokk við hasum larminum frá skjótibreytini.
Tað er 9. juli og klokkan er 22.16. og teir skjóta framvegis!!!!!!!
Eg havi skriva 2 ferðir áður har teir hava brotið kungerðina ella logina um tíðir o.a.
Nær fær hettar eina avleiðing????????
Hattar er so at siga bert persónar, sum ikki búgva nærhendis skjótibreytini sum eru har, so teirra nærmastu hava ikki somu kvalir av hasum, sum vit onnur!
Tað kann ikki vera meiningin at man skal ganga og irriterast fleiri kvøld um vikuna inn á nakrar persónar, sum hava hattar sum hobby.......!!!Tað kann ikki vera rætt!!!!!
Eg veit frá fólkið sum búgva tættari við enn eg at tey mugu taka hundarnar inn av tí at tað verður skotið har úti.... teir eru sera bangnir av hasum, júst sum á nýggjárinum.
Tað sum eg vil við hesum er at tað SKAL IKKI bera til hjá hesum felag at oyðileggja tann hugna/trivnað man hevur í havanum, ella við grilluna ella hvat tað nú kann vera.
Eg og sera nógv onnur eru SERA irritera inn á hattar!
Eini góð ráð til hattar skjótifelagið er at flyta breytina, LANGT vekk frá bygdum øki.
Ein ógvuliga óður Vestmenningur!
Vónandi hava tit eitt kvalifisera svar!

Sambært heimasíðuni hjá kommununi eru føstu venjingartíðirnar hjá skjótifelagnum týskvøld og hóskvøld kl. 19 - 22.
Upp til kappingar verður skotið aðrar tíðir, tó ongartíð aftaná kl. 22.
Felagið skipar av og á fyri kappingum. Tær eru vanliga leygardagar. Vanliga byrja kappingarnar kl. 9 og enda seina seinnapartin.

Vestmanna Kommuna fer at seta seg í samband við ábyrgdarpersónar hjá felagnum um at halda ásettu tíðirnar.


 

Stødd og prísur

Juli 15 , 2013
Grundstikki omanfyri privat húsini hja nils hja jon, hvussu størt er ta er tad selt og hvat var ta selt fyri

Takk fyri spurningin.

Grundstykkið í Bøgøtu er 1180 fermetrar.
Tað var selt fyri 250 kr. fermeturin, og gjørdist kostnaður sostatt kr. 295.000.


 

Drekkivatnið

Juli 05 , 2013
Er tað eitt serligt fyribrygdi fyri Vestmanna, at vatnið inniheldur bakteriur og skal klorast á hvørjum sumri, ella eru hinar bygdirnar bara ikki líka raskar at kanna vatnið? Dugi ikki at minnast nakra aðra bygd hava lýst við bakterium og kloring í Kringvarpinum so ofta sum vit...?!
Heilsan ein stoltur vestmenningur

Takk fyri spurningin.

Vestmanna Kommuna kannar vatnið 1. ferð um mánaðin. Vit hava virkir, ið skulu hava trygd fyri tí vatni, tey brúka, og borgararnir í bygdini skulueisini hava vissu fyri, hvussu reint okkara vatn er.


 

Skótibreytin

Juli 05 , 2013
Um ein vil klaga um nakað í Vestmanna, er tað so møguligt at gera tað anonymt?
Ein Vestmenningur.

Tað er ikki møguligt hjá einum borgara at klaga anonymt, men tað kann ein borgari gera á Spyr bara. Vestmanna Kommuna avger sjálv, um spurningar/klagur vera svaraðir/svaraðar á spyr bara.


 

Konsert mikukvøldið

Juli 05 , 2013
Hví hevur Vestmanna kommuna ikki konsertina við Halli og Kristinu í kirkjuni, so fingu øll muguleika at lurta?

Takk fyri spurningin.

Vestmanna Kommuna saman við øðrum mettu, at konsertin við Halli og Kristinu var sera væl egnað at hava í Vektarbúðini hjá Niels Hjá John, og tað vísti seg eisini at vera so. Skipað varð fyri eykasýning, ið varð útseld eftir fáum tímum.

Næstu ferð skipað verður fyri konsert á hesum stað, má man møguliga vera tíðliga frammi í skómum, um man ætlar sær á konsert.


 

TEST

Juli 05 , 2013
Bara vita um tað riggar at skriva her, havi roynt nakrar ferðir, men tað kemur ikki inn á síðuna hjá vestmanna.fo :(

Takk fyri spurningin.

Jú, síðan riggar sum hon skal J


 

Vestmanna - ein doylig bygd

Juli 05 , 2013
Her hendir ikki nógv inni á spyr bara fyri tíðina. So eg loyvi mær at koma við nøkrum reglum, sum kanska fáa eitt kjak í gongd.
Haldi ikki at vit koma nakran veg við at gremja okkum um, at alt var betri í Vestmanna fyrr í tíðini - fleiri handlar, 2 virkin fiskavirkir, skipasmiðja, timburhandil, SEV-kontór, ferjulega, kaffistova, videobarr, kioskir, pylsuvognur, posthús og 3 peningastovnar. Jú, tað var alt deiligt og skapti lív í. Vit mugu bara ásanna at heimurin broytist, samskifti gerst betri og lættari er at ferðast. Tað loysir seg ikki at hava allar hesar hentleikar á hvørjum tanga longur og tí hvørva teir ella verða fluttir til annað stað, oftast høvusstaðin. Hetta hendir ikki bara í FØ, men allastaðni. Tí mugu vit brúka orkuna uppá, at skapa vinnur og størv, sum passa til umhvørvið og tíðina. Vit eru ikki so langt frá miðstaðnum hóast alt, so eitt ella annað fiskaarbeiðið eigur at kunna gerast her. Ferðavinnan blómar her og hava vit bestu fyritreytir fyri hesum virksemi í Vestmanna. Lyklaorðið fyri Vestmanna og onnur støð uttanfyri Havnina er trivnaður. Stórur partur av fólkinum fer heilt víst eisini framyvir at arbeiða í Havn, men um rætt verður atborið, kunnu vit fáa fólk at flyta til bygdina vegna góða trivnaðin. Vit hava besta veðurpláss og besta náttúruøki í landinum, skúla, ansingarstovnar, miðnámsskúla, ítróttarhøll, ungdómshús, 2 summarstevnur og mangt annað gott. Her er gott, frítt, trygt og herligt at vera hjá børnum, ungum og vaksnum og vilja vit endiliga uppliva resið í stórbýnum, so er tað hóast alt bara 30 min. burtur. Vit eru modernaðir borgarar, sum ikki hava brúk fyri posthúsum og bankum, so latið okkum hyggja frameftir og ikki brúka orkuna upp á tað, sum er farið og ikki kemur aftur:-)

Takk fyri hesar reglur, sera áhugaverdar.


 

Útivika

Juli 05 , 2013
Koma ongar myndir frá útivikuni á heimasíðuna í ár?

Takk fyri spurningin.

Vestmanna Kommuna hevur ikki móttikið nakrar myndir tiknar í útivikuni. Fleiri av túrunum vóru avlýstir vegna veður, so hetta er nokk ein av grundunum til, at Kommunan ikki hevur móttikið myndir.


 

Vestmanna-dagar

Juli 05 , 2013
1000 takk fyri nakrar sera væl fyriskipaðar dagar, har nógv spennandi var á skránni. Vit sum familja hugnaðu okkum til fleiri av tiltøkunum.
Eg gleði meg til næstuferð.

Ein vælnøgdur tilflytari

Takk fyri positiva viðmerking.


 

Er spyr bara ikki virki longur

Juli 05 , 2013
Er hettar ikki virki longur.

Jú, spyr bara er virki, men tað hava ikki verið nógvir spurningar á spyr bara.


 

Vestmanna dagar

Juli 05 , 2013
Takk fyri super góðar Vestmanna dagar.

Takk fyri positiva viðmerking.


 

Ung í arbeiði

Juli 05 , 2013
Havi roynt at leita á heimasíðuni, men finni einki um "ung í arbeiði 2013" Fáa tey ungu ikki hendan møguleikan í ár?

Takk fyri spurningin.

Vestmanna Kommuna hevur tíanverri verið noydd at skera ung í arbeiði burtur í ár, men vit koma at viðgera tað til fíggjarætlanina 2014.


 

Vestmanna dagar

Juli 05 , 2013
Hey :)

Vil bara siga at Vestmanna Kommuna hevur alt rós uppiborið fyri nakrar fantastiska góðar og væl fyriskipaðar dagar :)
Vónandi verður tiltakið endurtikið :)

Takk fyri positiva viðmerking.