BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

røktarheim

September 23 , 2013
So er lív aftur á síðuni her aftaná summarferiu og tað er gott, so kann mann fylgja við hvat skjer her í bygdini.
Hjartasuffið kemur her, hví skulu tit selja burturav røktarheiminum ? har er nøkur og tjúgu pláss og tey HAVA vit brúk fyri. ! Og í løtuni kunnu vit saktans manna heimið !!!! Tit mugu koma út við eini forkláring fyri hví tit absalut skulu selja burturav ? HUGSI TYKKUM NÙ VÆL UM !!!!!!!!!! Vestmenningar hava tikið tað tunga takið fyri at fáa hatta heimi, hini vildu ikki vera við og TAÐ er/var teirra valg. TIT mugu og eiga at hugsa um fólkið her, tað er okkara pengar tit umsita. Ein stúrin borgari sum hevði vanta meira av tykkum !!!!!! Tit kroysta eitt óliviligt skattaprosent yvir okkum og nú fáa vit tøkkini. Ikki løgið at fólk ikki flyta til bygdina. Skuffaður veljari.

Takk fyri áhugaverdan spurning.

Ja, nú er lív aftur komin á síðuna, vóni at borgarnir eru glaðir um hetta. Skuffandi er tað tó at lesa, at veljarin er skuffaður.

Vestmanna Kommuna hevur givið Kvívík eitt tilboð um at keypa røktarheimspláss fyri tað, tað hevur kosta okkum Vestmenningum at byggja heimið. Kommunan hevur als ikki bundið seg til at selja røktarheimspláss, men um kommunan er sinnað at selja, so verður prísurin tann sami sum fyri vestmenningar.

Rætt hevur tú, Kommunan kroysti skattaprosentið upp við 1%, ið var krav frá Fíggjarmálaráðnum, og hevur hetta kostað okkara íbúgvum nógv. Nógv fólk siga seg halda seg aftur at búseta seg í Vestmanna tí skattaprosentið er so høgt, men tíanbetur hava vit havt eina tilgongd av íbúgvum í Vestmanna í 2013 uml. 20 fólk, og er tað at gleðast yvir.

Í eini kanning fyri fáum árum síðani vísti Landið á, at Vestmanna hevði brúk fyri 12 búplássum á einum røktarheimi, men hetta er nógv broytt. Nýggjastu tølini frá Heiminum á Grønanesi vísa, at 18 vestmenningar búgva á Heiminum í løtuni. Væntandi fer hetta tal at hækka í framtíðini, tá ið menniskjan gert eldri og eldri.

Vestmanna Kommuna kemur eftir ætlan niður um eina álíkning í des/jan 2014/2015, og lovaði táverandi bygdarráð at lækka kommunuskattaprocentið, tá Kommunan varð komin niðurum eina álíkning. Vónandi hevur nýggja bygdarráð somu tankar, so vit kunna fáa meira rásarúm um eitt gott ár.

Vónandi svarar hetta upp á tygara spurning, men um so er, at tygum hava fleiri spurningar hesum viðvíkjandi, eru tygum altíð vælkomin á Kommunuskrivstovuna til eitt nærri prát.


 

Uppi í Vestri

September 19 , 2013
Her eru nakrir spurningar til VK.
Tá vit her uppi keyptu grundstykki frá kommununi, var lova at fríðøki bleiv gjørt, men enn er einki skett. Eisini bleiv sagt at gøtur skuldu gerast millun vegirnar, og ein sunnan fyri J S Hórðará, men í staðin handaði kommunan tann partin til eigarnar av grannagrundstykkunum, Hví er einki fríðøki og gøtir komnar.
Sum øll síggja, liggur hesin komunali býlingurin, á sama støði sum Miðalsbrekka sá út tá hon var gjørd í 80´unum, og sær tað sama út enn, og tað er sum eitt grótbrot. Gøtuljósini, tey sum lýsa, eru so veik at bølamyrkt er ímillum tey, hví eru ikki veruligir lyktapelar settir upp. Ongar eru gongubreytirnar heldur, og á niðara vegi er so høgt niður á grundstykkini, at dettur eitt barn ella ein vaksin har, kemur tað til stóran skaða, og í versta fall tað i verri er. Eitt sindur ringt hjá VK at hava á samvitskuni vildi eg hildið. Tað sum eg vil við hesum er, um eg kann fáa at vita hví hesin kommunali býlingurin er niðurprioteraður? Fx Fjallsvegur, sum einans eru privat útstýkking, hevur fingið í posa og sekk. Flottar gongubreytir við veruligum gøtuljósum, bilverju og vegjaðarar, sum eru lagaðir úr grótið. Veit at tit fara at svara, at hettar er framtíðar innkoyringin til ovara part av bygdini. Men tit vita eins væl og eg, at restin ikki verur gjørd næstu 20 árini. So hví ikki invistera har tað virkuliga treingir til. Ella var tað bara valagn?? Í mínum eygum kann tað vera tann einasta forkláringin. Vóni at vit her uppi fáa nøkur fornuftig svar, t´vit standa sera spyrjandi, hví vit skullu vera gloymd her uppi.

Ps: Gangi út frá at hetta brævi kemur á hendan teigin, ella verður taø prenta í bløðini. Ikki taka tað sum eina hóttan, vit vilja bara hava svar.

Takk fyri spurningin.
Hann verður lagdur fyri Teknisku nevnd til viðgerðar.

Tekniska Nevnd viðgjørdi spurningin á fundi 18. september 2013.
Nevndin samtykti at vísa á, at undanfarið bygdarráð - fyri at gera útstykkingina so bíliga, sum gjørligt, og harvið grundstykkini so bílig, sum gjørligt - samtykti at taka ymist burtur úr projektinum, eitt nú fortovskantar og asfaltlag.
Økini, sum vóru løgd av til gøtur, eru seld grundstykkjaeigarunum, tí at mett varð, at onkur av gøtunum ikki kundi gerast, og onkur varð ikki mett neyðug. Framyvir verður gøtan innanfyri útstykkingina gjørd liðug, og eisini er ætlanin at gera gøtu uttanfyri útstykkingina.
Grønt øki er lagt av ímillum matr. nr. 310n og 310m. Har er ætlanin at gera spælipláss.
At tað er høgt niður á grundstykkini niðanfyri ein veg, er ikki óvanligt. Vanliga er tað eigarin av grundstykkinum, sum ger garð um stykkið og harvið eisini ger tað tryggari.


 

Barnaansingarstovnar

September 12 , 2013
Hey! Eg eri ein sera væl nøgdur borgari í Vestmanna kommunu, og eg havi alla viðring fyri teim sparingum, ið hava verið framdar í kommununi í ár. Eg undrist tó á, at tað eru tvær leiðslur á barnaansingarøkinum? Hví er hetta so? Nakrar krónur kundu verið spardar á hesum økinum, um bert ein leiðsla var! Eisini tykist undarligt, at báðir ansingarstovnarnir lata upp hesa vikuna, tá bert fá børn byrja aftur longu nú. Kundi hetta ikki verið betur fyriskipað? Um ein leiðsla var, so lat nokk bert tann eini stovnurin upp, tá so fá børn hava fyri neyðuni ansing. Hetta somuleiðis aðrar tíðir á árinum, tá nógv børn eru heima, td. um páskirnar, jólini og heystfrítíðina. Havi annars havt børn á báðum stovnum, og undrist eg á, at sokallaði útibarnagarðurin er so nógv broyttur. Fyri nøkrum árum síðan var ongin ivi um, at børnini gingu í útibarnagarð, hetta ivist eg í sum nú er. Heilsan ein væl nøgdur borgari

Vestmanna Kommuna arbeiðir í løtuni fyri at geva okkara borgarum eina so góða og bíliga tænastu sum gjørligt. Hetta er heilt víst ein áhugaverdur spurningur.


 

Kommunulæknin

September 12 , 2013
Eg sá onkunstaðni, at Heilsumálaráðið søkir eftir kommunulækna, at seta í starv í Vestmanna 1. januar 2014.
Vit hava ein frálíkan kommunulækna í Vestmanna. Tí er at vóna, at hon heldur fram. Spurningurin er bert, um nakar lækni fæst at støðast, tá ið hølisviðurskiftini eru so vánalig.
Tí má eg spyrja, um nøkur útlit eru fyri, at kommunulæknin fær betri umstøður at virka undir.
Sí svarið niðanfyri til spurningin "Viðv. bygging í skúlabønum", sum var lagdur út tann 12. september 2013.

 

læknahølið

September 12 , 2013
Eg havi hoyrt okkurt um, at kommunan møguliga, fer undir at byggja læknaviðtaluhølið v.m. omanfyri gamlaskúla. Er nakað um tosið, ella er hetta bert slatur?

Sí svarið niðanfyri til spurningin "Viðv. bygging í skúlabønum", sum var lagdur út tann 12. september 2013.


 

Skjóting

September 12 , 2013
Lat nú skjúttarnar úti á berg fáa frið.
Búgvi sjálvur rættuliga tætt at skjótibreytini, og tað órógvar als ikki. Skotini ljóða ikki harðari enn tá ein knipsar við fingrunum, sjálvt um lotið liggur inn í bygdina.
So hasir hundarnir hava nokk meir ampa av egaranum enn av skjótingini.
Um tað so er mikumorgun at teir skjóta, so larma hamarsløgini frá teimum sum smíða húsini hjá JSA, nógv meira.
So folkens, takið tykkum saman og ikke bert grenja fyri at grenja.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Skjótibreytin

September 12 , 2013
Eg fari hervið at heita á fólk, sum hava onkrar spurningar ella okkurt annað uppá hjarta, um at møta upp úti á skjótibreytini týsdagin 17.09.2013 kl. 19.00.
Um ongin møtur, meti eg Leif Klein formaður, at tað sum verður skriva á hesi síðuni um skjótibreytina, ikki kan takast seriøst.
Vinarliga Leif Klein.
Lagt út uttan viðmerking.

 

Skjótibreytin

September 12 , 2013
Eg má so siga at eg kenni einki til hetta at skotið verur eftur kl.22.00 og helst hesa tíðina.. eg meini so við tá klokkan er farin av 21 so kann man næstan ikki skjóta meir tíð tað er so myrkt! og í summar hava vit ansa so væl eftur at vera lidnir at skjóta aren kl.22 at vit oftani hava droppa tí systu runduna tíð at vit hava ikki veri vísir í um vit klára at gerða hana lidna aren kl.22 og/ella tíð tað var for myrkt!
tað einasta sum eg kann koma framm til er tað, at onkur klokka gongur for skjótt ella at viðkomandi hevður hugt eftur einum action filmi og gloymt at sløkt hann. tíð í tær 6 vikurnar eg var heima var tað ikki eitt kvøld har vit skutu aftána klokka 22 ella nakran annan dag enn týsdag og hósdag (Undantikið kappingar)

Vinarliga heilsan. ein sum er sera sera glaður fyri skjótibreytina :)
Vit takka fyri viðmerkingina.

 

Atkomuvegurin frá tunnlinum til Vestmanna

September 12 , 2013
Nú byrgingin inni í heygadali er tóm sær man hvussu dalurin er skaptur. Tá tunnilin til leynavatn kemur einaferð, skuldi byrgingin í heygadali verðið tikin vekk, tí so hevði man kunna lagt vegin fram við ánni í heygadali og ikki so tætt upp at brøttu fjallasíðuni, og harvið fingið ein frálíkan atkomuveg til bygdina.
Takk fyri eina áhugaverda hugleiðing.

 

Viðv. bygging í skúlabønum

September 12 , 2013
Her gongur slatur og tutl millum fólk at kommunan ætlar at byggja heilsumiðstøð í skúlabønum. Má siga at eg misti svøvnin, og vóni at tað er ein misskiljing. Skúlabøurin er einasta grøna fríøki skúlabørnini kunnu spæla á í fríkorterinum, um tey ikki tíma at sparka. Skúlagarðurin sjálvur er myrkur, lítil og kaldur, tí sólin ongantíð stendur á har, og tað er alneyðugt at VK ger okkurt fyri trivnaðin hjá børnunum. Ei heldur er pláss fyri meira ferðslu í Gørðum, tí vegurin er sera smalur, og tætt er millum húsini. Nú veit eg ikki um hendan ætlan er álvara, men um so er fara vit at heita so inniliga á VK at umhugsa hesa ætlan, og finna aðra loysn. Er fyrst ein bygningur komin, so ber ikki til at venda aftur til eitt grønt fríøki, og tað er ein katastrofa. Brúka heldur eitt lítið sindur av orku á økinum til ymiskar aktivitetir hjá børnunum, sum børnini sjálvi longu eru byrjaði uppá. Vinarliga heilsan ein familja við skúlabørnum
Vestmanna Kommuna arbeiðir í løtuni við at loysa trupulleikarnar viðvíkjandi læknahølunum. Kommunan fær tann 16. september kostnaðarmetingar av eini nýggjari læknamiðstøð. Í hesum tilboði er læknamiðstøðin løgd til at vera í bønum omanfyri skúlan, men hetta kemur alt til viðgerðar í næstu viku.

 

Seyður :(

September 12 , 2013
Nú eru nakrir dagar síðan seyðurin skuldi av bønum, men gakk, tað ganga fleiri ær við lombum runt í bygdini :( Hví kann seyðurin ikki rekast av bønum í góðari tíð? og í seinasta lagið tá hann eigur av bønum? At seyður gongur og etur alt í urtagørðunum hoyrir ikki heima í eini bygd sum Vestmanna. Tað eru fleiri borgarar, sum royna at fríðka um matrikkulin hjá sær, men seyðurin etur alt og mær vitandi fær eingin nakað endurgoldið? Um bygdin bleiv vetrarfriða, so bleiv trivnaðurin eisini tað betri :) men akk - seyður hevur meiri at siga fyri bygdina enn skattaborgarin.
Kundi kommunan lagt eitt yvirlit yvir hvørjir eru røgtingarmenn út á hesa heimasíðu?

Ein sum livir í 2013 og ikki í 1800.

Umsitingin arbeiður í løtuni við at kortleggja matriklar og annað í sambandi við Eina møguliga vetrarfriðing. Vestmanna Kommuna vónar at vera liðug við fyrireikiandi arbeiði áðrenn 2013 er runnið.

Í 2014 fer Vestmanna Kommuna í samráð við avvarðandi hagar um vetrarfriðing, har vit í felag vónandi kunnu finna eina felags loysn viðvíkjandi vetrarfriðing í Vestmanna.

Um vetrarfriðing skal kunna lata seg gera í hesum valskeiði, er kommunan noydd at fáa gjørt fíggjaravtalur við hvønn einstakan haga um endurgjald fyri mist vetrarbit.

Fíggjarliga orkan fram til næsta val fer ikki at loyva kommununi at gjalda fyri vetrarfriðingina í einum. Tískil er alneyðugt at finna eina skilagóða avtalu við hagarnar.


 

Bygdarleiðir

September 12 , 2013
Hvør hevur ábyrgd av busskeltum í bygdini ?
Bygdarleiðir støðga næstan allastaðir har fólk standa, og seta fólk av har tey vilja sleppa av, men hví eru bara tvey busskeltir í bygdini ? Eitt á veg til bygdina á Torginum, og eitt í Skálatungu.
Hvat við at sett skeltir upp har sum bussurin skal steðga, kanska í samráð við bussførararnar, aðrastaðir er bannað at støðga har sum støðgipláss ikki er.

Í Vestmanna eru 2 bussteðgipláss, eitt við Flatnaveg og eitt við Torgið.

Vestmanna Kommuna er glað fyri, at bussførararnir eru so vinarligir, at teir lata ferðafólkini koma í og fara úr bussinum, har ið tey hava tørv á tí.


 

Hetta er ein óvirdilig støða

September 12 , 2013
Hetta er ein óvirðilig støða, at tað manglar fólk í okkara barnagarði. Er tað lov at arbeiða við for faumfólkum á stovninum. heilsan foreldur í eru ótrygg um støðuna

Tað mangla ikki starvsfólk á dagstovnunum í Vestmanna.
Tað kemur tó av og á fyri, at starvsfólk eru burtur frá arbeiði. Tað so er, hjálpa starvsfólkini á hinum stovunum til, umframt at avloysarir verða kallaðir til arbeiðis. Leiðararnir traðka eisini til, tá neyðugt er.

Vónandi er svarið nøktandi. Um ikki, vóna vit at frætta frá tykkum, gjarna persónligt.


 

Ellisheimið

September 12 , 2013
Hava allir bygdaráðslimirnir játtað at selja burturav røktarheiminum ? Hvat hava vit goldið fyri heimið ? Hvussu nógv pláss selja tit ?
Hetta dámar mær illa, og eg loyvi mær at siga hetta tí eg eri skattgjaldari her í bygdini !

Takk fyri spurningin.

Vestmanna Bygdarráð samtykti einmælt at geva Kvívíkar Kommunu tilboð um keyp av røktarheimsplássum. Hetta upp á fyrispurning frá Kvívík Kommunu.

Røktarheimið kostaði góðar 49 mió at byggja, parturin hjá Vestmanna Kommunu var 32 mió. Bygdarráðið samtykti at geva Kvívíkar Kommunu tilboð, sum svaraði til útreiðslurnar, ið Vestmanna Kommuna hevur havt av byggingini, tvs. kr. 1.300.000 pr. búpláss. Sostatt verður prísurin hjá Kvívíkar Kommunu tann sami, sum borgararnir í Vestmanna Kommunu hava goldið fyri røktarheimsplássini. Støða er enn ikki tikin til, hvussu nógv pláss ið møguliga verða seld.

Kvívíkar Kommuna skal nú viðgera tilboðið. Um tey framvegis eru áhugaði, skulu neyvari samráðingar til. Vestmanna Bygdarráð tekur endaliga støðu til eina møguliga sølu aftaná eina semju um treytir og onnur viðurskifti.


 

Skjótibreytin

September 12 , 2013
Havi fleiri ferðir skrivað um evnið her á síðuni og var vissur í, at eg var ikki einsamallur um at argast inn á skotini, og nú gongur sjón fyri søgn. Sum eg nevndi fyrr, so er tað alla æru vert at menn gera okkurt fyri trivnaðin,, men tað er ikki rætt at trivnaðurin hjá summum skal oyðileggja trivnaðin hjá øðrum, so er einki vunnið. Eg nevndi, at breytin kundi verið løgd t.d. inni í Heygadali, úti í Gassádali, uttanfyri Høgareyn ella allarhelst uppi viđ Harusetrið, tí eg gitti at flestu limirnir eru teir somu, sum eiga nevnda stað? Í øllum hesum støðum ber uppfyri móti bygdini, so skotini høvdu helst ikki hoyrst. Eg fari ikki at geva stovnarunum skyldina fyri mistakið at seta breytina upp ùti á Berg, tað mugu vera loyvisgevararnir, sum hava klokkað í tí, har er ov lítið hugsað!

Takk fyri viðmerkingina um staðsetingina av skjótivøllinum.

Táverandi trivnaðar- og umhvørvisnevnd legði nógva orku í, áðrenn loyvi til skjótivøllin var givið. Vestmanna Byrsufelag kannaði fleiri ymiskar staðsetingar, áðrenn økið Úti á Berg varð valt.


 

Tøming av byrging í Heygadali

September 12 , 2013
Nú hevur SEV tømt byrgingina í Heygadali, og vit vestmenningar hava sæð, hvussu nógv mold/móra er komin oman á sjógv við hesi tøming.
Hvussu er við tí lívi sum er í Heljareyga? Hvussu við tara, skrubbum og øðrum lívi á sjónum út frá Heljareyga og heilt út til fiskavirkið? Sum tað hevur sæð út, so hevur nokk eitt lag av móru lagt seg á botnin á sjónum og hylarnir í Heljareyga eru fullir í móru.
Hevur kommunan nakra meining um hetta?
Ella er hetta bara nakað sum SEV kann gera uttan at spyrja nakran eftir?

Hóast kommunan er eftirlitsmyndugleiki á økinum, er kommunan ikki eftirspurd!

Kommunan hevur spurt seg fyri hjá Umhvørvisstovuni. Har hava tey fingið eina fráboðan frá SEV um, at ætlanin er at tøma byrgingina, men Umhvørvisstovan hevur ikki sett nakrar treytir, tí at eftirlitsmyndugleikin liggur hjá kommununi.

Vestmanna Kommuna fer at seta seg í samband við Umhvørvisstovuna fyri at gera mannagongdir fyri, hvussu hetta skal gerast.


 

Viðv. drekkivatnsfyrispurninginum

September 12 , 2013
Haldi ikki at eg fekk svar upp á spurningin. Tað er sjálvandi óført at VK vissar fyri reinum vatni, men eitt sindur løgið fyri mær, at ikki nærum allar kommunur í Føroyum so boða frá tí sama ???

Vestmanna Kommuna roynir her á heimasíðuni at kunna borgararnar so gott, sum nú einaferð gjørligt.

Leggjast kann eisini avtrat, at til ber at síggja úrslitini frá vatnroyndunum undir Kommunan – Kommunalar Tænastur – Vatnroyndir.

Vit hava ígjøgnum alt summarið hoyrt aðrar kommunur lýst við, at bakteriur hava verið í drekkivatninum, so hetta er ikki einans ein trupulleiki í Vestmanna, men um alt landið.


 

Kvøldskúlin.

September 06 , 2013
Vita tit nakað um hvussu verður við kvøldskúlanum í vetur. Aðrar kommunur hava sent yvirlit út í fjølmiðlarnar.
Nær kann man vanta nakað frá Vestmanna skúla.

V. h.

Ein spurin og ótolin vestmenningur.

Takk fyri spurningin.

Skráin fyri kvøldskúlan verður borin út í hvørt hús í bygdini uml. 20. september.


 

Skjótibreytin

September 06 , 2013
Eg vil líka leggja aftrurat, at hasar tíðinar hjá skjótibreytini halda slettis ikki !!!!
Har fara fólk út bæði í tíð og ótíð.
Í summar hava tað verði fólk har úti og skotið so gott sum hvønn dag í juni og juli, um tað so er kl. 10 ein mikumorgun ella nær tað so er. Og tá tað er komi til týsdag og hósdag, so heldur tíðin heldur ikki, tí tað kemur meir enn so fyri at tað verður skoti til kl 23 OG TAÐ PASSAR !!
Eg tími ikki at nevna nøvn, men tað eru serliga nakrir bólkar av monnum/dreingjum sum fara út á berg tá tað passar teimum, líka mikið hvat tíð á døgninum tað er.
Tað nyttar onki hjá fólki sum búgva tætt upp á at taka teir bangnu hundanar inn, ti teir eru so bangnir, at teir pissa á gólvi. ( eg veit hvørtfall um tvey húsarhald sum hava hendan trupuleikan)

Tað sum eg vil við hesum, er ikki at stongja skjótibreytini úti á berg, men heldur ein áheitan til ábyrgdarfólki har úti, at taka hetta til eftirtektar og fáa tíðinar í rættlag beinaveg og so halda seg til tær !!!!
Lat øll tey sum dáma væl at ganga túr har út, eiga vegin og vendiplássi restina av døgninum, og skjúttanir kunnu hava kl 19- 22.
Um tit ikki fáa hildið hasar tíðinar, tvs. týsdag og hósdag kl. 19 - 22 + kappingar í vikuskiftinum, so verði eg ein av mongum sum fara út í bygdina at samlað undirskriftir fyri at fáa steðga hesum óskilið, tí soleiðis sum tað er í løtuni við ójøvnum tíðum alt døgni, ja tað er bæði respektleyst og provekerandi.

Heilsan ein vestmenningur ið dámar væl at skjóta, men ikki fyri ein og hvønn prís

Takk fyri viðmerkingina.

Sí svarið til spurningin "áh denn friður" niðanfyri.


 

Skjòtibreytin

September 06 , 2013
Tad harmar meg nògv, at fòlk vera so nògv òrògvadi av okkum sum skjòta ùti à Berg.
Vit hava sum àdur nevnt, at vit hava spurgt fòlk sum bùgva tætt uppà um hettar òrògvar tey, og svari sum vit fàa er nei.
Eg ætli mær at fara inn ì hvørt hùs sum er nær vid skjòtibreytina at spyrja meg fyri um hettar er so. Tad harmar meg eisini at fòlk ikki seta seg ì samband vid meg ella onkran annan ì nevndini, og greida okkum frà um trupuleikan.
Eg havi skriva mìna mail adressu her à sìduni, og velji eg at gera tad enn einaferd.
Mail adressan er: leifklein@hotmail.com
Telefon nummari er 222211.
Hopi at fòlk tora at gera vart vid seg til okkara, vit gera tykkum onki, ætladu bara at stimbra undir trivnadin ì bygduni, men tad er kanska betur ògjørt.
Vinarliga Leif Klein Formadur ì skjòtifelagnum ì Vestmanna.

Vestmanna Kommuna minnir felagið um at yvirhalda venjingartíðirnar.


 

Skjótibreytin

September 06 , 2013
Kundi kanska veri stuttligt hjá onkrum djóravini at komi út á skjótibreytina at hugt eftir haruungunum sum spæla sær á og runt um breytina hóðast vit skjóta,hettar er 2 árið at ungar eru har,teir eru so ikki harubangnir.
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

skjótibreytin

September 06 , 2013
Nú er aftur skjóting har úti á berg!!!!!
Tað er fríggjadagur og klokkan er 11.43!!!!!

Hvussu ofta kunnu teir bróta reglurnar, áðrenn teir vera riknir burt haðani?

Hvør hevur eftirlit við teimum, um teir halda sínar skyldur?

Fjørðan niðanfyri Stýggjin er líka gul/reyð av brotnum leirdúgvum, sum eingi smádrongur hevur tveitt útav har....... og vit eru ein bygd, sum hugsar um trivna.....?
Handan skjótingin er bert fyri hasar persónarnar, sum ganga har úti.
Hini mugu ilskast inn á at teir buldra har úti kvøld eftir kvøld.
Hin sum skrivaði spurgdi um eitt kvalifisera svar, men tað hava tit so ikki svara honum. Hopið tit kunnu svara mær greiðari.

Takk fyri viðmerkingina.

Sí svarið til spurningin "áh denn friður" niðanfyri.


 

áh denn friður

September 06 , 2013
Eru vestmenningar bara áhugaðir í at klaga um skjótibreytina, og hvussu úti á vágni stavast? Leggið nú postarnar út!

Takk fyri spurningarnar viðvíkjandi skjótibreytini og svar.

Nógvir spurningar og nógvar viðmerkingar eru komnar í samband við skjótibreytina, men vit svara øllum undir einum her niðanfyri.

Sambært heimasíðuni hjá kommununi eru føstu venjingartíðirnar hjá skjótifelagnum týskvøld og hóskvøld kl. 19 - 22.
Upp til kappingar verður skotið aðrar tíðir, tó ongartíð aftaná kl. 22.
Felagið skipar av og á fyri kappingum. Tær eru vanliga leygardagar. Vanliga byrja kappingarnar kl. 9 og enda seina seinnapartin.

Vestmanna Kommuna fer at seta seg í samband við ábyrgdarpersónar hjá felagnum um at halda ásettu tíðirnar.


 

Vevkameraðið

September 06 , 2013
Haldi at vevkameraðið er fryst :)

Takk fyri viðmerkingina :)

Sí svarið til spurningin Vebkamera niðanfyri.


 

Vevmyndin

September 06 , 2013
Vevmyndatólið hevur víst somu mynd í longri tíð. Hetta er sera misvísandi fyri fólk, sum brúka myndirnar til at fylgja við veðrinum ymsa staðni í landinum.

Ber ikki til at seta eitt nýtt tól upp ella at taka hasa myndina burtur av listanum yvir vevmyndatól?

Heilsan
Bergur Olsen

Takk fyri spurningin.

Sí svarið til spurningin Vebkamera niðanfyri.


 

Postbilur funnin

September 06 , 2013
Hvussu leingi skulu vit síggja handan bláa bilin niðanfyri kommunuskrivstovuna

Skemt til síðis, hvør er orsøkin til at Web-kamera ikki fæst at rigga betur

Sakni at síggja "Livandi" myndir úr Vestmanna!

Takk fyri spurningin.

Sí svarið til spurningin Vebkamera niðanfyri.


 

Vevmynd av Vestmanna

September 06 , 2013
Er nøkur ætlan at fáa vevmyndatólið at virka aftur? Sakni almikið at síggja barndóms heimbygdina beinleiðis.

Takk fyri spurningin.

Sí svarið til spurningin Vebkamera niðanfyri.


 

Webcamera

September 06 , 2013
Hey tit har heima, nú stendur camera aftur stilt, hopi tit gera tað, heilsan úr Hirtshals

Takk fyri spurningin.

Sí svarið til spurningin Vebkamera niðanfyri.


 

Veb kamera

September 06 , 2013
Hatta er alt ov vanaligt. Myndin stendur still í tímar.

Takk fyri spurningin.

Haldið okkum til góða viðvíkjandi manglandi dagføring av myndini frá vevmyndatólinum.

Vevmyndatólið gavst at virka, tá umsitingin hjá kommununi flutti á Bakkaveg 8. Vit hava síðani roynt at fáa tað at virka aftur, men eyðsæð uttan úrslit.

Roynt verður framhaldandi at fáa tólið at virka, men annars er ætlanin at seta upphædd av til nýggj vevmyndatól komandi ár.


 

Nærvarpið

September 03 , 2013
Hey, nær kunnu vit hoyra Nærvarpið á netinum, beinleiðis um telduna ?

Vælnøgdur :)

Takk fyri spurningin.

Um Vestmanna Kommunu skal senda á netinum, krevur tað útgerð at streama við. Eisini skal nýggj avtala gerast við KODA, sum væntandi verður kostnaðarmiklari enn verandi avtala, av tí at nógv fleiri lurtarar vera.


 

røktarheim

September 03 , 2013
passar tað at Kvívík atlar at keypa burturav røktarheiminum ? er tað ikki fakta at heimi hevur 24 pláss tí Kvívík fór burturúr byggingini ? so eg havið álit á at tit konur og menn ikki selja ogn hjá Vestmanna borgarum

Tað er púra satt, Kvívíkar Kommuna hevur spurt seg fyri, um tey møguliga kundu keypt nøkur pláss á Heiminum á Grønanesi.

Vestmanna Bygdarráð viðgjørdi á fundi 28. august 2013 fyrispurning frá Kvívíkar Kommunu um keyp av røktarheimsplássum á Heiminum á Grønanesi. Bygdarráðið samtykti at geva Kvívíkar Kommunu tilboð um at keypa plássini fyri kr. 1.300.000 fyri hvørt plássið.


 

Sparing

September 03 , 2013
Hví keypur kommunustíri bygningin hjá Eik ella leigar hann ta tit kunnu bíði. Tit biða øll onnur í kommununi spara 20 prosent hví spara tit ikki sjalvi. Kunu tit forklara okkum hvat gongur firi seg.
Sí svarið beint niðanfyri.

 

Sparing

September 03 , 2013
Hví skulu øll spara 20 prosent og hví brúkar kommunan so pengar at kepa sparikassan

Takk fyri spurningin

Gamla Kommunuskrivstovan var í sera ringum standi, og mátti stór íløga gerast í bygniingin í 2014, um hann framhaldandi skuldi kunna brúkast. Metingarfólk gjøgnumgingu bygningin og mettu, at fyribils umvælingarkostnaðurin at umvæla bygningin uttan, varð uml. kr. 1.500.000 og tá var einki gjørt innan. Heldur ikki var hjálpt uppá atkomumøguleikarnar hjá eldri og fólki við rørslutarni.

Vestmanna Kommuna leigar gamla Eik bygningin fyri kr. 6.000 um mánaðin, og meta vit tað vera ein góður leiguprísur fyri Kommununa.