BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

barnaansing

Oktober 30 , 2013
Hevur VK nakrar ætlanir um at dagstovnarnir skulu opna fyrr um morgnarnar?

Tað er ein trupulleiki fyri nógvar kvinnur, at sleppa til arbeiðis kl 7. Flestu kvinnustørv hava eina arb tíð frá kl 7-15, men stovnarnir opna ikki fyrrenn kl 7.15.

Her í Vestmanna eru nógvir sjómenn, og ger hetta tað sera trupult hjá sera nógvum kvinnum, at hava eitt arbeiði, har tær skulu byrja kl 7.
Bæði á flakavirkjum, innan heilsurøkt, í ymiskum køkum (matstovur, røktarheim,bakara) osv. byrjar arbeiði kl 7.
Eg veit væl, at tað er ikki bara í Vestmanna, at ikki er opið fyrrenn kl 7.15.
Spurningurin er meira, um ikki tíðin er komin til at gera nakað við hetta, tí sannleikin er tann, at í alt ov nógv ár hava kvinnur verið noyddar at skifta arbeiði, sum ofta hevur við sær, at tær ikki sleppa at brúka sína útbúgving, ella arbeiða niðursetta tíð ( ikki allir arb-gevarar loyva hesum) tí tær sleppa ikki til arbeiðis kl 7. Tær rópa bara ikki so hart um hendan stóra trupulleikan.

Hevur Vk nakrar ítøkiligar ætlanir um at gera nakað við hetta. Um ikki, nær ætla tit so - saman við øðrum kommunum - at gera nakað við hetta?

kann ikki lata vera við at hugsa, at um tað vóru menn, sum skuldu møta kl 7 (tað er sjáldsamt at menn byrja kl 7) so høvdu vit slett ikki havt hendan trupulleikan :(

heilsan frá einum í ikki fær brúkt sína útbúgving fyrrenn børnini klára seg sjálvi um morgunin (fleiri ár)

Vestmanna Kommuna hevur ongar ítøkiligar ætlanir um at broyta upplatingartíðirnar. Hetta tí vit ikki hava fingið nakrar ítøkiligar fyrispurningar um hetta.
Um tað eru fleiri, sum hava hendan trupulleikan, eiga tey at rópa hart! Vestmanna Kommuna tekur spurningin upp, um tað vísir seg, at fleiri hava hendan tørvin.


 

Barnagarður hálva tíð

Oktober 30 , 2013
meini ikki at hetta er eitt tilboð, tíverri.

Frítðíðarstovan - fínasta slag :)

Hatta er so tilboðið frá okkara síðu. Hevur tú tørv á einum serstakum tilboði, ert tú vælkomin at seta teg í samband við stovnsleiðsluna, sum so kann taka málið upp saman við umsitingini.


 

endurskin

Oktober 30 , 2013
Veit at tað ikki hoyrir heima her, men valsignaði fólk brúkið endurskin !

Í hesum myrku mánaðunum er soo ringt at síggja fólk, sum eru í myrkum klæðum, so... please, brúkið endurskin tá tit ganga úti : )
Áheitanin verður løgd út uttan viðmerking.

 

Streymorkuverkið.

Oktober 24 , 2013
Vita tit nakað í kommuni hvussu gongst við streymorkuverkinum hjá Uffa Bærentsen.
Man hoyrir aldrin nøkur úttalilsir frá honum
í fjølmiðlunum.
Er kommunan eisini við at hjálpa honum fíggjarliga við projektinum.


Ein spurin vestminningur.

Takk fyri spurningin

Vit vita ikki stórt meira, enn at tað daliga verður arbeitt við at fáa verkið klárt.

Kommunan stuðlar ikki projektinum.


 

Loftmyndir av Vestmanna

Oktober 24 , 2013
Smb. portal.fo tann 21.10.2013, verða loftmyndir aftur tiknar av Føroyum í 2014. Flest allar kommunur í landinum hava ynskt, at myndir verða tiknar av teirra kommunu, men ikki Vestmanna Kommuna. Hvat er orsøkin til hesa støðutakan?
Vinarliga
Forvitin

Takk fyri spurningin

Loftmyndir vóru seinast tiknar av Vestmanna í mai 2009. Tá tað er so mikið stutt fráliðið síðani seinast, verður tað ikki mett sum neyðugt longu at taka myndir aftur – harafturat er hetta rættuliga dýrt!

 


 

Skomm

Oktober 24 , 2013
Nær verður gøtan frá Vagnur og Óluvu Djurhuus gjørd. Hon er næstan vekk í grasvøkstri.

Takk fyri spurningin

Gøtan er ikki sett á skrá enn, men rætt hevur tú: bæði henda og eisini aðrar gøtur treingja harðliga til ábøtur.

 


 

Ljós á gøtuna við minnisvarðan

Oktober 24 , 2013
Ætlaði bara at vita, hvussu gongur við arbeiðnum við at fáa ljós aftur á gøtuna við minnisvarðan?

Í mars 2013 svaraði VK soleiðis uppá sama spurning:
"Kommunan arbeiðir við einari loysn, so fólkið, ið gongur eftir hesi gøtu (ikki so fá), kunnu fáa ljós aftur á hesa gøtu. Tað er sera myrkt um veturin, og kann eisini skaði standast av hesum".

Takk fyri spurningin

Arbeiðið er sett á arbeiðsskránna hjá kommununi.

 


 

Vestmanna Havn.

Oktober 24 , 2013
Havi lagt merkið til at innan fyri kajina
liggja tvey røð av reyðum/orange boyum,
í beinari linju.
Hvat er endamálið við hesum og er hetta
kanska í samband við onkra verkætlan
har inni?

Spurin vestmenningur

Takk fyri spurningin

Hesar boyur eru lagdar í samband við frítíðarvirksemið hjá Sp/f SÚS.

 

 


 

Gamli vegur er vorin óbrúkuligur til túrar

Oktober 24 , 2013
Nú er gamli vegur blivin so vánaligur at tað ikki er gangandi turrskóddur meira,har má rennan omanfyri vegin má reinsast har sum vatni rennur yvur og út á vegin, í støðum er hylur um alla breiddina á vegnum tá eitt sindur av regni hevur verði,tað hevði verði kærkomi at fingi hjálpt uppá hettar annars lítla problem,tá frosti byrjar tá verður ikki gangandi,

Takk fyri viðmerkingina

Ynski tygara verður tikið upp á fundi í teknisku nevnd.


 

Ruskplássið

Oktober 24 , 2013
Kostar tað nakað at sleppa av við skrell á ruskplássinum?

Takk fyri spurningin

Hesi gjøld verða kravd:

300 kr/m3 fyri vanligt burturkast fyri nøgdir størri enn 1 m3. Undantikið eru hvítvørur og innbúgv

300 kr/m3 fyri stórvið og plattar, tó altíð í minsta lagi 300 kr.

 

 


 

skjóting

Oktober 24 , 2013
Viðhvørt so kann man grenja, bara fyri at grenja!

Lat hasar menninar úti á Berg fáa frið at skjóta. Teir genera ikki meg, sjálvt um eg hoyri skotini. Tað er eitt sindur ´bíligt at skilda uppá, at hundarnir skulu blíva so bangnir! Skulu hundar nú eisini stýra okkum bygdafólkum. Er tað ikki nokk at teir stýra sínum eigarum?

Vestmanna er eitt so fantastiskt stað at búgva í. Her verður so nógv gjørt fyri trivnaðin hjá fólkinum. Vit hava ein fantastiskan borgarstjóra, sum roynir alt hann kann fyri at bøta um trivnaðin.

Eg elski at búgva her. Her er onki stress. Her er alt man hevur brúk fyri. Her býr ein rúgva av 'grenjum' - og fólkum í ganga í sera smáum skóm - men her er deiligt at vera allíkavæl



Vit takka fyri

Verður lagt út uttan viðmerking.

 


 

Læknin

Oktober 24 , 2013
Vit hava ein frálíkan lækna í bygdini, sum er sera væl dámd, nú stendur at lesa at starvi sum lækni í Vestmanna er leyst frá Januar.
Onkur í VK má sláa í gjøgnum nú, so Guðrun fær nýggj hølir, nú má handlast, og tað skjótt.

Vit takka fyri viðmerkingina

Vit eru púra samd við tygum um, at vit hava ein frálíkan kommunulækna. Sum áður svarað, ger kommunan alt, ið vit kunnu, fyri at varðveita kommunulæknan.

Tekniska Nevnd fer á fundi í kvøld (24. okt. 2013) at viðgera spurningin um staðseting av eini komandi læknamiðstøð.

Vónandi kemur eitt tilmæli frá nevndini at leggja fyri til komandi bygdarráðsfund.


 

skúlabøur og læknahøli

Oktober 24 , 2013
Haldi at tað er eitt frálíkt uppskot at byggja læknahøli omanfyri skúlan, um bara parkeringspláss eisini vera gjørd omanfyri bygningin. Og so hevði tað ikki verið verri, um tannlæknin, heilsusystirin og jarðamóðurin fluttu har niðan eisini, so skúlin fekk fleiri hølir, evt til kantinu/matarsal.

Takk fyri viðmerkingina.

Tekniska Nevnd fer á fundi í kvøld (24. okt. 2013) at viðgera spurningin um staðseting av eini komandi læknamiðstøð.

Vónandi kemur eitt tilmæli frá nevndini at leggja fyri til komandi bygdarráðsfund.


 

skjóting

Oktober 24 , 2013
Eg búgvi eisini nær við skjótibreytina, og vil bara siga at eg ongantíð havi "generast" av skjóting har úti frá.

Vt takka fyri

Verður lagt út uttan viðmerking.


 

skjótibreytin

Oktober 24 , 2013
Eg fari at takka fyri, at onkur sum býr tætt við skjótibreytina gevur positivar viðmerkingar her á síðuni.
Sum áður nevnt havi eg spurgt fólk í búgva tætt uppá skjótibreytini um larm og um vit órógva tey, og bert 1 persónur sigur seg blíva órógvaðan av hesum.
Eg vil ikki nevna nøvn, men kann siga, at eg havi spurgt fólk sum búgva undir skjótibreytini og heim til borgarstjórðan, og frá skjótibreytini og heim til brúnna um Hórará, haldi at tey flestu eru spurd, og eg fái sama svar, at skotini órógva ikki.
Eg veit heldur ikki hvat man vil, tá man tosar um fólk sum ganga túr har úti. Tey sum vit kenna sum ganga túr dag um dag har út eisini tá vit skjóta, steðga oftani á og hyggja meðan skoti verður, og av og á fáa tey sær 1 kopp av kaffi og eitt hugnaligt prát.
V.H Leif Klein.

Vt takka fyri

Verður løgd út uttan viðmerking.


 

Barnagarður hálva tíð

Oktober 16 , 2013
hvussu er um eg ynski at barn mítt bert skal ganga í barnagarð hálva tíð? Er tað stadigvekk so at tit hava eitt tilboð um at hálv tíð er aðru hvørja viku?

Um so er - hvussu nógv brúka hetta tilboð? Ella er hetta eitt tilboð til helst ikki vilja hava at fólk brúka? Eg meini so við - hvør arbeiðir aðru hvørja viku?

Til ber at fáa børnini ansaði í barnagarði hálva tíð. Tá ganga børnini í barnagarði aðru hvørja viku, og foreldragjaldið er kr. 1.075.

Orsøkin til, at tilboðið er aðru hvørja viku og ikki ávísar dagar hvørja viku, er, at atlit mugu eisini takast til starvsfólkaorkuna.

Í Frítíðaransingini ber tað eisini til at fáa børnini ansaði hálva tíð. Foreldrini gera sjálvi av, hvørjar dagar børnini verða ansaði. Foreldragjaldið er tá kr. 550.

Í løtuni er bert 1 barn undir skúlaaldur í barnaansing hálva tíð.
Í Frítíðaransingini eru 6 børn hálva tíð.


 

Drekkivatn

Oktober 01 , 2013
Er vatnið reint ?
Nær er vatnið kannað ?
Hvussu ofta kannað tit vatnið ?
fáa øll vatn úr sama brunni ?

Takk fyri spurningin

·          Vatnið í Vestmanna er reint (Leggjast kann eisini avtrat, at til ber at síggja úrslitini frá vatnroyndunum undir Kommunan – Kommunalar Tænastur – Vatnroyndir.)

·          Vatnið varð kannað í síðstu viku, men úrslit er ikki komið enn. Um ein vatnroynd ikki lýkur krøvini, fáa vit boðini pr. telefon beinanvegin.

·          Vatnið verður kannað eina ferð um mánaðin

 ·          Øll fáa vatn úr sama brunni

 


 

Facebook

Oktober 01 , 2013
hví hava tit ikki FB-deiling her á heimasíðuni?

Heilsan ein íð dámar at "lika" og "shara"

Takk fyri spurningin

Vit  hava lurta eftir góðum ráðum, og stovna Facebook-síðu, har ið kunnað verður um kommunal viðurskifti.

Vit fara at senda fyrispurning til heimasíðuveitaran um kostnaðin av “dáma”- og “deil”-knøttum.

Takk fyri

 

 


 

Ikki tamarhald á kommununi

Oktober 01 , 2013
Tann sum svarar at tað ikki manglar fólk á barnagardinum hevur i kvussu so er ikki tamarhald á kommununi. Tað er ein lygn og eigur ikki at koma fyri, at tit siga so. Ta manglar fólk kvønn dag og ta nógv eisini

Takk fyri spurningin

Vestmanna Kommuna er als ikki samd við tygum hesum viðvíkjandi. Kommuna hevur fasta normeringar í barnagørðunum eins og allar aðrar kommunur hava. Víst verður til svar frá 12. september 2013

“Tað mangla ikki starvsfólk á dagstovnunum í Vestmanna.
Tað kemur tó av og á fyri, at starvsfólk eru burtur frá arbeiði. Tað so er, hjálpa starvsfólkini á hinum stovunum til, umframt at avloysarir verða kallaðir til arbeiðis. Leiðararnir traðka eisini til, tá neyðugt er.

Vónandi er svarið nøktandi. Um ikki, vóna vit at frætta frá tykkum, gjarna persónligt.”

 

 


 

Røktarheim2

Oktober 01 , 2013
Má geva undanfarna spyrjara rætt. 18 vestmenningar búgva á heiminum í løtuni, og eg helt meg hoyra ella lesa onkustaðni, at vit verða dupult so nógv gomul fólk um fá ár. So tann relevanti spurningurin má verða nær okkara røktarheimskapacitetur skal økjast. Hetta átti ein longu nú at lagt ætlanir um.

Tað er sera trupult at skilja, at kommunan tvørturímóti hevur ætlanir um at minka um plássini við at selja burturav.

Takk fyri spurningin

Víst verður til svar “Røktarheim" 23. september 2013.

Vestmanna Kommuna hevur givið Kvívík eitt tilboð um at keypa røktarheimspláss fyri tað, tað hevur kosta okkum vestmenningum at byggja heimið. Kommunan hevur als ikki bundið seg til at selja røktarheimspláss, men um kommunan er sinnað at selja, so verður prísurin tann sami sum fyri vestmenningar.

 

 


 

Samráðast við Thor

Oktober 01 , 2013
Eg síggið á fundarskránni til komandi bygdarráðsfund at eitt sera áhugavert mál er á skránni. Tað er mál nr. 42 um at heimmila Havnanevndini um at samráðast við Thor. Tá hetta kemur á bygdaráðsfund fyri opnari hurð, er hetta longu rímiliga alment, so hvat snýr hetta seg um?
Hevði veri sera gott at fingið meir lív í aftur bygdini, so at fingið okkurt av virkseminum hjá Thor til Vestmanna hevði veri ein rættiligur fongur.
Ein vælnøgdur borgari ið tó saknar virksemi í bygdini :-)

Takk fyri spurningin

Vestmanna Kommuna arbeiðir í løtuni við at geva P/F Thor eitt tilboð um prís fyri at liggja við bryggju í Vestmanna. Hetta verður tó treytað av, at fleiri skip koma at liggja yvir eitt longri tíðarskeið, tó skal tað vera pláss fyri teimum skipum, ið eru heimahoyrandi í Vestmanna.

 

 


 

P/F Thor

Oktober 01 , 2013
Bygdaráðsfundur 25.09.13
Mál á skránni :
Mál 42
Tilmæli frá Havnarnevndini um at geva Havnarnevndini heimild til at samráðast og gera
avtalu við P/F Thor.
J.nr. 2013-120
Hetta ljóðar áhugavert, kunnu vit fáa eina nærri kunning ?

Spentur :)

Takk fyri spurningin

Vestmanna Kommuna arbeiðir í løtuni við at geva P/F Thor eitt tilboð um prís fyri at liggja við bryggju í Vestmanna. Hetta verður tó treytað av, at fleiri skip koma at liggja yvir eitt longri tíðarskeið, tó skal tað vera pláss fyri teimum skipum, ið eru heimahoyrandi í Vestmanna.

 

 


 

Thor

Oktober 01 , 2013
Havnarnevndin viðgjørdi á fundi 16. september 2013 munnligan fyrispurning frá P/F Thor um tilboð upp á at leggja nøkur av skipum teirra í Vestmanna.

Vil bara heita á Vestmann bygdaráð um at hugsa seg væl um hvat teri gera, so Vestmann ikki endar sum køstur hjá Thor !

Takk fyri tilráðing

Lagt út uttan viðmerking

 

 


 

Hvar bleiv tað av??

Oktober 01 , 2013
Altso hvussu fungerar hesin spurnarkassin? Tað er alt ov leingi millum postarnar. Hví leggja tit ikki postarnar út? Fólk, sum skriva sakligar viðmerkingar til kommununa, síggja ikki tað aftur, sum tey hava skrivað, tí tað verður ikki lagt út. Tit høvdu ein spurning úr móðurmálsorðabókini sum einasta aftursvar í ein mánað, so tað sær út sum, at hetta verður ikki tikið serliga nógv í álvara longur. Eg gangi út frá, at fólk siga, at tey fara í bløðini við tí, ið tey hava upp á hjartað, tí tað, sum tey hava sent kommununi ikki verður lýst í "spyr bara". Eg haldi, at tit skulu leggja spurningarnar/viðmerkingarnar frá borgarunum út.
Vagnur Streymoy

Takk fyri spurningin Vagnur

Spurnarkassin riggar, men Vestmanna Kommuna var í summarfrí eitt tíðarskeið av sumrinum og varð tá ikki svarað spurningum. Spurnarkassin verður tikin í størsta álvara, og svara vit øllum spurningum, ið vit meta vera hóskiligar at svara. Tað koma av og á spurningar, ið beinleiðis fara eftir navngivnum persónum o.a, hetta verður ikki svara.  Um sami spurningur verður settur fleiri ferðir, ella vit fáa nakrar sera líkir spurningar, verður hann svaraður eina ferð.

Umsitingin hevur sera nógvar uppgávur, og má traðfesta tíðina. Tískil verða spurningarnir ikki lagdir úr dagliga, men heldur samlaðir og síðani lagdir út.

Annars takk fyri nógvar góðar og konstruktivar viðmerkingar Vagnur, vóni tú fert at spyrja og seta líka nógvar spurningar í framtíðini, og at summarffrítíðin ikki setur ein steðg fyri hesum.