Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

inniskógvar

Desember 11 , 2013
Nær fara næmingarnir í Vestmanna Skúla at brúka inniskógvar/hosir í skúlanum, í staðin fyri at ganga inni í skóm ?
Hetta hevði heilt sikkurt verið betri fyri heilsuna og spart kommununi pening fyri vasking og slit av gólvi.

Vit takka fyri spurningarnar

Vestmanna Bygdarráð hevur umrøtt spurningin á fundi við Skúlastýrið. Enn er tó eingin avgerð tikin hesum viðvíkjandi. Um hetta átakið verður innført, verður tað gjørt í tøttum samstarvi við skúlastýrið, starvsfólk skúlans og næmingarnar.


 

hvat kann man

Desember 11 , 2013
Hvørji tilboð hevur tykkara kommuna til fólk sum eru omanfyri 60 ár. Er træsmí og jarnsmíð í skúlanum. Um eg flyti har nor eru nakrir møguleikar at selja ting sum man ger sjálvur. Er naka felags stað fyri fólk sum eru omanfyri 60 ár.

Vit takka fyri spurningarnar, og kunnu svara játtandi, at í Vestmanna eru fleiri tilboð til fólk, sum eru omanfyri 60 ár.

Dagtilhald er í gomlu sýslumanshúsunum hvønn mikudag, og Pensjónistafelagið hevur fund umleið eina ferð um mánaðin, eisini í sýslumanshúsunum.
Á Heiminum á Grønanesi verður skipað fyri felags venjingum fyri pensjónistum tvær ferðir um vikuna. Einir 50-60 fólk møta upp til venjingarnar, so sigast kann ikki annað enn, at væl verður tikið undir við tiltakinum.

Í kvøldskúlanum ber til at ganga til m.a. seyming, horn- og beinarbeiði, tøving og teldulæra. Til ber eisini at syngja í sangkórið. Træsmíð er tíanverri ikki á kvøldskúlaskránni hendan veturin.

Á árligu jólasøluni, sum er í gamla handlinum hjá Niels hjá John, er møguleiki fyri at selja vøru, sum man sjálvur hevur tilevnað. Sera nógv fólk vitja jólasøluna, so hon er avgjørt eitt gott høvi at selja lutir, ein sjálvur hevur gjørt. Einki ’heimavirki’ er í Vestmanna, sum hevur opið dagliga.


 

Tilflytarir

Desember 11 , 2013
Hvat er í vælkomstpakkanum til tilflytarir í Vestmanna Kommunu?
Vestmanna Kommuna hevur ikki vælkomstpakka.

 

Cafe-mangul í vestmanna.

Desember 11 , 2013
Nú er tann myrka, hugnaliga árstíðin farin at byrja og jólapynti fer at síggjast runt í Vestmanna. Bert spell at onki stað er í hesi stóru, vøkru og hugnaligu bygd har ein kann fara inn og fáa sær ein kaffimunn og eitt hugnaligt prát við aðrar vestmenningar.
Vit eiga jú Cafe-Niels hjá John. Kundi tað ikk verið møguligt at havt opið hesa tíðina nú og til jólar. Tað kann ikki verað so dýrt at hava opið. Nógv høvdu kanska vilja staðið har nakrar tímar um vikuna - eg meini aftaná arbeiðstíð.
Nógv fyri at man skal noyðast at fara í Norðurlandahúsið hósmorgun fyri at fáa eitt prát við ein vestmenning.

Hetta er alt ov vánaligt - her er onki sosoalt
lív og samanhald í bygdini.

Ein ógvuliga skuffaður vestmenningur.

Vóni tit kunnu finna eina loysn.

Vit takka fyri viðmerkingina.

Eins og fleiri tey seinastu árini í desemer mánað skipa lokalar kreftir fyri café í íbúðini hjá Niels hjá John. Tað er lokalar kvinnur, sum standa aftan fyri tiltakið, og endamálið er at skapa trivnað og hugnað í bygdini. Café’in er opin hesa vikuna avtrat: mikukvøldið 11. desember og hóskvøldið 12. desember.

Íbúðin lýkir ikki krøvini, sum eru til café-køkar. Tískil kann tað ikki vera opið har dagliga, men einans til einstøk tiltøk. Lagt skal eisini vera avtrat, at kommunu ikki hava loyvi at reka vinnuligt virksemi.