BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

inniskógvar

Januar 15 , 2014
Nær verður skúlastýrisval aftur?
Skúlastýrisval verður aftur um 3 ár, í november 2016.

 

Betong kubbin

Januar 15 , 2014
Havi akkurát lisið greinuna sum stóð á VP.
Haldi at hattar er eitt fínt hugskot, at kommunan hevur keypt hattar stykkið av jørð soleiðis at vegurin kann breiðkast. Men eg dugi illa at síggja, at ein vegur kann gerast oman til kappróðrarneystið eisuni.
Eg vóni bert at hettar ikki er ein avtala millum kommununa og VÍF, soleiðis at vegurin ella økið er keypt til ( VÍF) tí eg haldi at teir fáa bæði í posa og sekk í hesi bygdini.
Tað harmar meg eisini at hugsa um hvussu nógv fólk ár um ár hava fyrireika bátastevnuna til tess at kappróðrarfólki í bygduni skuldu fáa virðuligar umstøður. Nú rógvi eg ikki, men mær fortalt er ikki gott pláss í hasum neystinum.At tað so er blivi eitt fitnessentur í erva er gott, men er tað VÍF sum eigur og rekur tað, míni børn rinda limagjald áleið 600-800 kr árliga, nú skullu tey so eisini rinda 250 kr í limagjaldi í neystinum pluss eitt gjald hvørja fer tey skullu venja.Hopi ikki at man blandar tingini saman.

Takk fyri spurningin.

Vegurin er keyptur til breiðkan av Niðaravegi. Tann høvuðslinja ið Vestmanna Kommuna hevur lagt til breiðkanina inniheldur eisini hetta økið.

Sjálvandi fer Vestmanna Kommuna eisini at hugsa um, hvussu tað kann lata seg gerða, at fáa ein brúkiligan atkomuveg til Neystið, uttan at hetta skal ávirka eina vegabreiðking.


 

Vetrarfriðing :-)

Januar 15 , 2014
Frálíkt at síggja, at tað nú endiliga sær út til at eydnast at byrja vetrarfriðingina í Vestmanna.
Hetta mál hevur fylt nógv seinastu árini, serliga í valstríðnum. Bygdarráslimir og kommunan hava fingið nógv rís á vegnum. Nú skulu tit hava rós. Eisini rós til hagapartarnar, sum við góðum samstarvi hava gjørt hetta møguligt. (tummil upp)
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Takk Borgarstjórin!

Januar 15 , 2014
Vil bert senda eina tøkk til Borgarstjóran og øll, ið arbeiða hjá Vestmanna kommunu. Tit gera eitt sera gott arbeiði øll somul og vónandi fáa tit eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýttár.
Ein serstøk tøkk til Borgarstjóran fyri at vísa dirvi til at rudda upp í svansinum! Halt áfram við tí góða arbeiðinum!
Ein sera væl nøgdur skattaborgari í Vestmanna kommunu
Verður lagt út uttan viðmerking.

 

Fíggjarætlan 2014

Januar 15 , 2014
Hvussu síggja høvuðstølini á fíggjarætlanini fyri 2014 út? Her hugsi eg t.d. inntøkur, íløgur og niðurgjalding av skuld. Hvussu stór væntast nettoskuldin at vera við árslok 2013 og við árslok 2014?
Takk fyri spurningin.
Vestmanna Kommuna hevur sent fíggjarætlanina fyri Vestmanna Kommunu fyri 2014 út í húsini í Vestmanna.
Tú kanst síggja fíggjarætlanina her.
Um tú hevur fleiri spurningar, ert tú vælkomin at skriva innaftur.

 

Myrkursins grindamenn

Januar 15 , 2014
Raske drenge, grind at dræbe, med fartelefon...
Hví er so myrkt á kaini, tá ið grindin skal skerast upp? Grindamenn mugu nú umframt knív hava fartelefon at lýsa við, annars kundi skjótt verið at onkur skar seg.
Ikki tí, tað er nokk so hugnaligt, fyri ikki at siga jólaligt við øllum smáu perunum.
Har eru mastrar, men tær lýsa bara ikki á kaiina. Gott í tykkum, brúki peruna ;-)
Har manglaði tíverri umvæling av ljósunum í mastrunum, men henda umvæling er nú gjørd, og ljósini kunnu nú setast til eftir tørvi.

 

HOL

Januar 15 , 2014
Fyrst av øllum vil eg spyrja um hvat kommunan og kommunumennirnir fáa teirra arbeiðsdag at ganga við. Eri so rasandi inná teir vánaligu vegirnar í Vestmanna. Nú í 2-3 mánaðir hava STÒRAR holur verði í vegunum í Vestmanna, tær eru ikki bara lítlar, men eini 10-15 cm djúpar og hartil víðar hettar er skít farligt, hugsa sær til at fólk á súklu súkla í eina slíka holu, tey fara í fyllir eins og bilarnir hjá fólkið stoytdemparar uppheng dekk og annað.Eg fati ikki at kantsteinar ikki kunnu leggjast soleiðis at vatnið sum rennur eftir vegnum verður leitt í avløbini . Feilurin er at áir renna eftir vegunum og knúsa asfaltið sundur, hettar er ein skrúða uttan enda. Kommunumennirnir kundu gjørt hettar arbeiði, eitt strekki í senn. Allur bati bøtur.
Veit annars ikki um hendan síðan er virkin enn.
Vestmanna Kommuna umvælir vegirnar við jøvnum millumbilum. At tað til tíðir gongur heldur long tíð ímillum umvælingarnar skyldast sum oftast veðurlíkindunum - tað skal helst vera turt og gott veður, tá asfalterað verður.
Annars kann viðmerkjast, at 100.000 kr eru avsettar til asfaltering á fíggjarætlanini fyri í ár.

 

Fyrispurningur

Januar 15 , 2014
Nær er hasin bygningurin bygdur, sum kommunuskrivstovan hevur hildið til í og sum áður telefonstøðin var í, táið hon flutti frá støðini hjá Ullu á Heygum?
Kann nakar siga mær, nær Samson Højgaard seldi húsini, sum Niels jacob Nielsen, hevði átt við ovara veg? Hann seldi tey til Barnaheimið ella Jóhan Hans Simonsen. Takk fyri Gerhard
Bygningurin, har kommunuskrivstovan helt til í, varð bygdur fyrst í 1950'unum.
onkur kanska veit at svara tær uppá hinar spurningarnar.