BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Virksemi í bygdini.

Februar 12 , 2014
Vil við hesum spyrja um Vestmanna bygdaráð hevur nakrar framtíðar ætlanir fyri virkseminum inni í sjálvari bygdini.
Sum nú er verður alt virksemi, bæði vinnuligt og socialt flutt inn á Fjørð,
har bert ein tíggjunda partur av íbúgvunum eru.
Eg yvist ikki í at um nógvar av fyritøkunum, bæði resturantir og handlar, vóru inni í sjálvari bygdini hevði teirra umsetningur bæði trý- og fýrafaldast.
Hava tit ongan framtíðarplan so lív kemur aftur í bygdina.

Ein ørkimlaður vestmenningur
Vestmanna Kommuna kann vísa á og hevur víst á fleiri støð úti í bygdini, har vinnuligt og sosialt virksemi kann staðsetast. Tað hevði sjálvandi verið gott at havt meira virksemi úti í bygdini, men tað hevur vinnulívið so ikki mett sum nøktandi, og vinnulívið hevur tí valt at leggja teirra virksemi Inni á Fjørð - helst tí at tað kann fáast meira búrtur við at skipa virksemi teirra har.
Vestmanna Kommuna kann m.a. vísa á Holmsbakka, íð kundi verið nýttur til ymist virksemi, og  umsitingin hevur eisini verið á fundi við eigararnar av bygninginum  um  møguleikan fyri at byggja omaná til vinnuligt endamál, og hesum hava eigararnir játtað.
Vestmanna Kommuna hevur ikki loyvi til at fáast við vinnuligt virksemi, men kommunan er altíð fús til at skapa neyðugu karmarnar til vinnulívið.

 

Røkt

Februar 12 , 2014

Eg eri ein av teimum, sum fegnast um at Vestmanna Kommuna er farin at nýta meiri orku fyri at hampa um bygdina. Nógv var farið í órøkt, men deiligt er at síggja hesar gulu mennirnar ymsa staðni í bygdini. Ikki hevur veðrið verið teimum til vildar, vónandi fáa teir tað hugaligari framyvir. Gott stig tit hava tikið.


Tað eru teir smáu lutirnir, ið mynda heildina...

Takk fyri hesi hugalig orð.


 

vetrarfriðing

Februar 12 , 2014
Er møguligt at síggja, á netinum, hvussu tað verður hegnað runt um bygdini,tá vetrarfriðingin verður aktuel. ??

Takk fyri spurningin.

Vestmanna Kommuna arbeiðir í løtuni við at fáa lagt síðstu hond á, hvussu hegnið kemur at ganga. Kommunan leggur tað út á heimasíðuna, so skjótt hetta er liðugt og góðkent av hagapørtunum.

 


 

Takk fyri

Februar 12 , 2014
Takk fyri vetrarfriðingina, nú nýtist okkum ikki at byrgja okkum inni, men planta og fríðka um hús og hava. Eg gleði meg :)&
Takk fyri hesi hugalig orð.

 

HOLURENNUR

Februar 12 , 2014
Uppskot til kommununa um vatnveiting á og framvið vegum. Tað finnast holurennur í elementum úr betongi at leggja í vegir, soleiðis at ein far stýrt vatninum har tað skal renna. Annars ber til at stoypa tær á staðnum. Tveir javntfjarðar plankar 2 x 4", eina 1 x 2" fjøl pr metur, við ískornari lægd á 25-30 mm. Lætt at halda reint. Ófarligt at ganga, súkla ella koyrayvirum. Bíligt at gera. Sær rudduligt ùt og best av øllum-fungerðar val. Eg haldi at onkur av teimum gomlu holurennum er til enn ì Heygatúni . Annars er ein nýggjari útgáva at síggja í Sørvági, framvið HÙSADALSVEGI, ein frægd fyri eygað. Hetta var bara eitt uppskot !!!!!!!
Takk fyri hugskotið.
Tað er sent til teknisku deild.


 

Niðari vegur.

Februar 12 , 2014
Var á fundinum á Bryggjuni undan komunuvali seinast, har var nógv tíð brúkt til at tosa um Niðaraveg, sum er ein trupuleiki í bygduni. Nú er longu langt síðan vali, og enn røkist onki fyri at nakað hendur. Hvat er gali og hví hendur onki?
Takk fyri spurningin.
Tað er ikki nakað galið, men Vestmanna Kommuna hevur eina skuld ið er væl yvir álíkningina, og hetta ger, at kommunan verður noydd at niðurgjalda skuld í 2014, so Kommunan er komin niðurum eina álíkning í skuld í 2015.
Tað eru settar kr. 200.000 av til at byrja upp á arbeiðið nú í 2014, men verður vónandi sett væl meira av á fíggjarætlanini 2015.

 

Vánaligir vegir :-(

Februar 12 , 2014
Vegirnir í Vestmanna eru í sera vánaligum standi. Eg haldi ikki at eg taki munnin ov fullan, tá eg sigi at vegirnir í Vestmanna eru teir vánaligastu í Føroyum. Tað er beinleiðis strævi at koyra bil í bygdini, og bilarnir taka skaða av øllum holunum.

Sum er verða holurnar fyltar viðhvørt, men hetta er ikki nøktandi. Vegirnir verða tí í verri og verri standi fyri hvørt ár, sum gongur. Vandin er tí, at tað verður ein stór og dýr uppgáva at fáa vegirnar í nøktandi stand aftur.

Mín spurningur er tí hvørjar ætlanir Vestmanna Kommuna hevur fyri vegagerð í Vestmanna?
Takk fyri spurningin
Vestmanna Kommuna hevur eina skuld ið er væl yvir álíkningina, og ger tað, at kommunan verður noydd at niðurgjalda skuld í 2014, so Kommunan er komin niðurum eina álíkning í skuld í 2015.
Vit eru væl greið yvir, at vegirnir eru í sera ringum standi, men vit koma ikki at ný-asfaltera vegirnar í 2014, men gera neyðugar ábøtur, so teir eru koyrandi á. 
Vónandi samtykkir bygdarráðið til fíggjarætlanina 2015 at seta væl meira pening av til ný-asfaltering.

 

Hol í vegnum

Februar 12 , 2014
Fái nú hasi holini í vegnum fylt upp, tað er stór skomm hvussu vánaligum standi vegirnir í Vestmanna eru !!!
Takk fyri viðmerkingina.
Arbeiðsmenninir eru í ferð við at gera ábøtur á vegirnar, og verður hetta vónandi skjótt liðugt.