BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

parkerings pláss uttan fyri høllina

Apríl 09 , 2014
Er tað nøkur ætlan um at merkja parkeringspláss uttan fyri ítróttarhøllina?
Havi fleiri ferð uppliva at tá ið dystir eru í høllini er einki skil í hvussu bilarnir standa. Ringt hjá einum sjúkra bili at koma til staðar.
Heilsan ein sum nógv er í høllini.
Kommunan kannar møguleikan fyri striking av uppmerkingum í vár ella ímóti sumri. Parkeringsplássið við ítróttarhøllina er eitt av økjunum, sum átti at verið uppmerkt, um so verður.

 

Vegurin við Seglhúsið

Apríl 09 , 2014
Halló VK :)

Er vegurin beint innanfyri Seglhúsið ikki lívsfarligur ? Vit sum koyra har dagliga hugsa ikki so nógv um tað, men tað kann verða skjótt at t.d. ein fremmanda bussur við ferðafólkið koyrur ov niðarliga og beint í har sum vegurin er "vekk"...... og tá er ov seint.
Vestmanna kommuna hevur ætlan um at breiðka Niðara Veg, og hetta er strekkið, ætlanin fyrst er at fara undir. Men hetta verður neyvan gjørt, fyrr enn fíggjarligu vánairnar gerast betur, 

 

Breiðkan av vegi

Apríl 09 , 2014
Hví verður stutta strekki av vegi frá Hanus Zachariassen niðan móti Marius í Garðastovu ikki breiðka ?
Tað man vera av fíggjarligum ávum.

 

Ferðslutrygd

Apríl 09 , 2014
Hey, VK !
Eg síggji at nógvara av hávatonnunum á vegunum í kommununi nærum eru vekk ella ikki síggjast. Eri stórliga bangin fyri at skjótt fer onkur vanlukka at henda av hesi orsøk. Hvat ger kommunan við hendan trupulleikan ?
Kommunan fer at kanna møguleikan fyri at mála hávatennirnar av nýggjum í vár ella ímóti sumri.
Annars standa skelti alla staðni, har hávatenn eru ella skuldu verið, so hetta átti í hvussu so er at hjálpt nakað.

 

Læknahúsini

Apríl 09 , 2014
Eru læknahúsini seld?
Læknahúsini eru ikki seld. Tey eru fyribils tikin av sølulistanum.

 

Útstykking

Apríl 09 , 2014
Hey, einaferð hoyrdist at ætlan var at útstykkja uttan fyri Hórará í Fjalslíð. Er nøkur tíðarætlan fyri hetta? Hvussu nógv grundstykkir eru eftir uppi í vestri ?
Eingin tíðarætlan er fyri framhald av útstykkingini í Vestri, og eingin upphædd er avsett til hetta arbeiði í ár.
7 grundstykki eru eftir í útstykkingini í Vestri.

 

Søla av Læknahúsunum

Apríl 09 , 2014
Síggi, at kommunan hevur lýst ognir til sølu, Sev-húsini og nú eisini Læknahúsini. Veit, at ónøgd hevur verið við staðset-ingini av nýggjum læknahølum, m.a. hevur verið nevnt, at økið heldur kundi verið nýtt til aktivitetir hjá skúlanum, umframt at vegurin í Gørðum ikki er egnaður til meiri ferðslu. Mítt uppskot er: Takið gomlu læknahúsini niður, byggið nýggja læknamiðstøð longur frammi á sama stykki, (ið alíkavæl liggur í órøkt), so kundu neyðug parkeringspláss verið gjørd, har verandi læknahús standa!

vestmenningur
Vestmanna Bygdarráð hevur samtykt at staðseta nýggju læknamiðstøðina í Gørðum. Útbjóðingin av jørðarbeiðinum hevur verið, og fyrsta dagin byrjar jørðarbeiðið.

 

Alt ov langt í millum

Apríl 08 , 2014
Hey tit fittu fólk hjá VK !
Eg og maðurin halda at tað er alt ov langt ímillum at brøvini í "spyr bara" verða svara, kunnu tit ikki dagføra hetta oftari ?

:)

Rætt er, at tað av og á gongur ov leingi ímillum, at vit leggja spurningar og svar út á Spyr bara.

Hetta kemst ikki av vantandi áhuga, men tí at neyðugt er at brúka arbeiðsokruna til aðrar uppgávur. Vit skulu royna at gera tað betri framyvir :-)


 

Hundalív

Apríl 08 , 2014
Hey tit, sat og hugdi eftir Dagur og Viku, so komu lýsingarnar har Tórshavnar kommuna hevði eina frálíka lýsing um at taka lort upp eftir hundinum sum man sjálvur eigir.
Hugsaði at hettar eisini kundi veri ynskiligt í okkara deiligu bygd.
Síggi dagligani fólk ganga túr við hundi, sum IKKI er í bandi. Hesin hundur ella tík fer inn á øki hjá øðrum og pissar og skítur har í børn spæla í tí hunaliga sandkassanum, sum pápin hevur gjørt. Fólkini, sum eiga hundin, støðga á, til hundurin er liðugur, og ganga so víðari.
Í morgin verður so aftur sama skilið, og eisini í ovurmorgin. Hugsi: er hettar OK?

Vit takka fyri viðmerkingina. Vit skilja væl tína frustratión, og tú manst ikki vera einsamallur.
Vónandi lesa viðkomandi hundaeigarar viðmerkingina hjá tær.

Vestmanna Kommuna hevur ongar ætlanir um at lýsa við hesum í almennu miðlunum. Men v it kunnu leggja eina áheitan út á heimasíðuni.


 

Vælvera

Apríl 08 , 2014
Veit at hetta hevur einki við kommununa at gera, men haldi at hetta kann koma í henda teig kortini.
Havi verið í tí praktfulla "Neystinum" nakrar ferðir, men skiftingar rúmini eru ikki altíð gingin so væl um.
Havi sæð bæði tyggigummi, matrestir, jogurt íløt, vatnfløskur v.m. á gólvinum í skiftingarrúminum.
Eg vil heita á brúkararnar um at fara væl um, so skiftingaarrúmini kunnu verða snotulig og vit fáa varveitt okkara góðu vælveru-miðstøð.
Vinarliga ein "Neysta-brúkari"
Verður lagt út uttan viðmerking.