BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Spyr bara



Spyr bara verður strikað

Teigurin Spyr bara her á heimasíðuni er farin í søguna.
Avgerðin er tikin av bygdarráði og umsiting í felag.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at mett verður, at tað er sera óheppið, at fólk sleppa at seta spurningar ónavngivin, og at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.
Ein onnur orsøk er, at Vestmanna Kommuna heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast, við at borgarar koma á Kommunuskrivstovuna til eitt prát, ella við at senda okkum fyrispurningar við telduposti ella vanligum posti. Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna Kommunu; har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir skilja avgerðina, og at teir ikki halda seg aftur at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara verður strikað.

Møguligt verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara í teiginum til vinstru á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar. Seinni verður leinkjan strikað og nýggj leinkja løgd undir Kommunan → kommunalar tænastur.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna
Vestmanna, 10. juli 2015


 

Spara øll

Juni 30 , 2014
Er tað satt, at kommunan sparir og spinkar á øllum kontum, men brúkar nógvan pening uppá kommunuskrivstovuna. Er tað satt, at umbyggingar fara fram á kommunuskrivstovuni, hvør ger arbeiði og er tað boði út. Hvat fer umbyggingin at kosta ?
Takk fyri spurningin.
Vestmanna Kommuna sparir og spinkar ikki á øllum kontum, men vit royna altíð at fáa sum mest burtur úr hvørjari krónu, so hetta kann koma borgarunum í bygdini til góðar.
Tað fara í løtuni umvælingar fram á Kommunuskrivstovuni, tí bygningurin hevur fingið stóran vatnskaða á niðastu hæddini.
Vestmanna Kommuna eigur ikki bygningin, men leigar hann frá Eik Banka. Vestmanna Kommuna hevur einki við umvælingina at gera, men hevur Eik Banki heitt á Sp/f Siggert Nielsen um at fara undir  arbeiðið. Kostnaðin veit kommunan einki um, men um tú ert áhugað/-ur í fáa kostnaðin at vita, so kanst tú seta teg í samband við Eik Banka.


 

Systknaavsláttur

Juni 12 , 2014
Hví gevur vestmanna kommuna ikki systknaavsláttur í barnaansingini?
Fyri mítt viðkomandi gjaldi eg 3600 um mðr fyri at fáa míni børn ansaði í Gjáarlon. Eg haldi at tit kundu gjørt sum aðrar kommunur, har man altíð letur fult gjald fyri yngsta barnið og tey elstu gjalda 25% minni.
Annars er einki annað at seta fingurin á viðvíkjandi barnaansingini í kommununi.

Vit takka fyri spurningin, sum verður lagdur fyri Trivnaðar- og umhvørvisnevndina til viðgerðar.


 

Upplatingartíðir í Gjáarlon

Juni 12 , 2014
Er nøkur ætlan um, at broyta upplatingartíðina til kl.07.00 um morgunin?

Tað er sera trupult hjá foreldrum at møta til tíðina, tá tey møta kl.08.00 í Havnini til dømis.

Takk fyri spurningin.

Vit hava umrøtt hann við dagstovnaleiðararnar. Sum er hava tær ikki nakran fyrispurning hesum viðvíkjandi.

Vestmanna Kommuna ynskir nøgdar familjur. So, um so er, at tit ella onnur foreldur hava tørv á, at børn tykkara møta fyrr ella verða heintaði seinni enn verandi upplatingartíðir loyva, vilja vit inniliga heita á tykkum um at venda tykkum til dagstovnaleiðararnar ella Kommunuskrivstovuna, sum so taka spurningin upp.


 

fornminnir

Juni 12 , 2014
Hvør hevur ábyrgdina av fornminnissavninum í Vestmanna.? og hvønn skal man venda sær til, um so er, at man er áhugaður í at síggja lutir, sum eru latnir til varðveitslu?

Takk fyri spurnignin.

Bygdarsavnsnevndin hevur ábyrgdina av bygdarsavninum í Vestmanna. Í nevndini sita Karl A. Olsen, Malan Stórá og Durita á Heygum.

Savnið er ikki sett upp til framsýning enn. Hevur tú fyrispurningar hesum víðvíkjandi, kanst tú venda tær til Kommunuskrivstovuna. 



 

Spæliplássið Geilin

Juni 12 , 2014
Hvat ætlar komunan at gera við staðið har ið Geilin lá? Tað sær farligt út sum nú er!

Takk fyri spurningin.

Trivnaðar- og umhvørvisnevndin hevur á fundi í vár viðgjørt økið við Geilina umframt onnur grøn øki í bygdini eisini.

Eingin játtan er til økið á fíggjarætlanini fyri 2014. Men nevndin fer at arbeiða fyri at seta pening av á fíggjarætlanini fyri 2015 til økið við Geilina og onnur uttandurða øki eisini.


 

Læknamiðstøð

Juni 05 , 2014
Eg má spyrja um hetta. Er handan fyritøkan sum hevur fingið jørðarbeiði til læknamiðstøðina ikki næstan tann sama sum hevur gjørt útstykkingina uppi í vestri? Um so er, nær fara tit at læra av gjørdum feilum? Tað er ikki neyðugt at gera allar feilir sjávi, man kann eisini læra av feilum hjá øðrum. Tann útstykkingin er ein total fiasko og hevur kostað kommununi nógvan pening omaná tað sum útstykkingin kostaði, í endirgjaldi fyri umaftur arbeiði o.a.

Fyritøkan, sum ger jørðarbeiðið til nýggju læknamiðstøðina, er ikki sama fyritøka, sum gjørdi útstykkingina í Vestri, hóast onkur persónur er tann sami.

Feilir vóru gjørdir í samband við útstykkingina í Vestri, men at útstykkingin skal vera “ein total fiasko”, eru vit ikki samd í, og munnu fólk, sum búgva har og trívast har, halda tað?


 

Byrgisvegur

Juni 05 , 2014
Er tað ikki møguligt at fáa okkurt gjørt við áirnar fram við byrgisvegi ?
Har er altíð áarførið, og hóast tit akkurát hava grivið vegin upp, og eru gjøgnumløbini tipt og vatn rennur frá uttastu húsinum og allan vegin heim eftir vegnum.
Arb.fólk frá kommunini hava verið nakrar ferðir og kanna málið men hava ongantíð gjørt meir enn bara hugt.
Tað hevði glett nógv um okkurt var gjørt við hetta
Takk fyri

Kommunan arbeiðir støðugt við at betra um umstøðurnar – ikki bara á Byrgisvegi, men alla aðra staðni eisini. Tvørrennurnar verða javnan eftirhugdar og opaðar, um hetta er neyðugt.


 

Vatn Turbina

Juni 05 , 2014
Kommunan ognaði sær eina turbinu, ið skuldi setast til kommunala vatnið. Vit hava ikki hoyrt nógv til hesa verkætlan.
1. Hvussu gongur hendan verkætlanin ?
2. Hvussu nógv gevur Turbinan ?
3. Hvussu nógv sparir kommunan eftir at Turbinan kom ?
4. Hvussu nógv kostaði Turbinan kommununi ?

Verkætlanin er fyribils steðga.


 

Vetrarfriðing

Juni 04 , 2014
Hvussu gongur við at vetrarfriða bygdina. Hoyrdist at onkur avtalað við hagarnar er gjørd, passar tað? Er hetta so seinastu ferð at vit koma at síggja smálombini ganga millum húsini?
Takk fyri spurningin

Vestmanna Kommuna samtykti á bygdarráðsfundinum tann 28. mai 2014 at samtykkja endaliga sáttmálan við Fjalshaga, um at vetrarfriða hagan. Vestmanna Kommuna og umboð fyri Fjalshaga fara at undirskriva sáttmálan í komandi viku.

Kommunan er í samráðingum við hinar hagarnar um vetrarfriðing av teimum, og vónandi fær kommunan eitt svar frá teimum áðrenn summarsteðgin.

Kommunan fer undir at vetrarfriða Fjalshaga komandi ár.

 

Trivnaður og vetrarfriðing

Juni 04 , 2014
Nú tosar kommunan so nógv um trivna og skipar fyri tiltøkum í eitt nú vektarbúðini v.m. og tað er fantastiskt.
Men tað er altso ikki nóg mikið, um fólk veruliga skulu trívast í hesi bygdini.

Eg havi ein spurning, ið eisini viðv. trivnaði, tí tað, at eg ikki kann seta runnar og blómur út í urtagarðin ella pottar uttan fyri hurðina, uttan at seyðurin etur ALT :( ávirkar trivnaðin ómetaliga nógv. Man verður keddur, máttleysur og irriteraður, og tað er ikki serliga gevandi.
Garður og stik eru gird í trol, tvein, træsprek og steyrar, men kortini finnur hesin ólukku seyður sær veg inn í garðin.
Tað tykir mær bæði tilafturskomið og ótíðarhóskandi at varðveita hesa avgomlu skipan.
Søgur ganga um, hví ólukkan so man vera, men eitt er at gita annað er at vita.

Kann kommunan siga okkum borgarum, nær vetrarfriðingin kemur? Ella um tit arbeiða við hesum yvirhøvur?
Ella noyðast vit at girða okkum enn betur inni til komandi vetrar og vár?

Vinaliga
Sigurlaug
Takk fyri spurningin

Vestmanna Kommuna samtykti á bygdarráðsfundinum tann 28. mai 2014 at samtykkja endaliga sáttmálan við Fjalshaga, um at vetrarfriða hagan. Vestmanna Kommuna og umboð fyri Fjalshaga fara at undirskriva sáttmálan í komandi viku.

Kommunan er í samráðingum við hinar hagarnar um vetrarfriðing av teimum, og vónandi fær kommunan eitt svar frá teimum áðrenn summarsteðgin.

Kommunan fer undir at vetrarfriða Fjalshaga komandi ár.


 

summarhús

Juni 04 , 2014
Hevði tað ikki verið eitt hugskot hjá VK, at útstykkja nøkur smá stykkir (fyri lítlan penga) uppi á 'gomlu plen' ella aðrastaðni har tað ber til, soleiðis, at fólk í Vestmanna ella aðrastaðni kundu bygt sær smá summarhús/hyttir?

Hetta er blivi so 'populert' aðrastaðni.

Haldi tað hevði verið fantastiskt, at havt eitt lítið summarhús uppi í haganum onkustaðni :)
Takk fyri spurningin.

Hetta kundi verið stak áhugavert. Men tað er Neshagi, ið eigur lendið, so um hetta skal kunna gerast veruleiki, so er tað Neshagi, ið skal geva loyvi til tess. Eisini er neyðugt at gera byggisamtykt fyri økið. Vit leggja málið fyri teknisku nevnd til viðgerðar til næsta fund.

 

Hví onnur

Juni 04 , 2014
Hoyrdist herfyri, at suduroyrar vinnulívsrad hevdid sett 200.000 í ein ferdavinnusamskipara til salt og til svimjihylin í Vagi. Hví so ikki seta pening í eitt vinnulívsrad í vestmannna. So og so nògv pr borgara
Takk fyri spurningin.
Vestmanna Kommuna kemur at skipa fyri einum vinnudegi í september, har vit koma at viðgera øll viðurskifti inna vinnulív í Vestmanna. Vinnulívsráð ella annað verður eitt av punktunum á hesum degi.

 

Virksemi í okkar deiligu bygd

Juni 04 , 2014
Hevur Vestmanna Kommuna nakrar ætlanir í samband við okkara fínu havnamøguleikar.
Nú nýggj ælifyritøka er komin inn á vágna
kunnu vit so rokna við virksemi á landi eisini?
Og oljuvinnan sum bankar á dyrnar, hevur kommunan nakrar ætlanir hesum viðvíkjandi.
At hava Føroya bestu havn selir seg ikki longur sum øll síggja, neyðugt er tí at fara út og selja seg
Handa íløgan liggur har og eigur at hava nógvar møguleikar fyri vinnuvirksemi.
Td. kundi bygdarráðið bjóða Thor at komið við øllum sínum flota og brúkt vágna og havnina sum basa fyri teirra virksemi. Hetta kundi givið nógv virksemið til ymiskar vinnufyritøkur, og kanska vildu vit sæð at ymiskar vinnur byrjaðu aftur ella av nýggjum.
Tað kundi verið áhugavert at hoyrt hvørjar tankar bygdarráðið hevur hesum viðvíkjandi.
Takk fyri spurningin.

Vestmanna Kommuna kemur at skipa fyri einum vinnudegi í september, har vit koma at viðgera øll viðurskifti innan vinnulív í Vestmanna. Hesin spurningurin tú setur og nógv annað verða partur av degnum.


 

Frípláss og barnafrádráttur

Juni 04 , 2014
Nær er tað at søkjast skal um frípláss?
Og liggur tað nakrastaðni í ætlanunum hjá kommununi at hækka barnafrádráttin?

Heilsan
Ein mamma
Takk fyri spurningin.
Umsóknir um frípláss skulu vera Kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 1. juli 2014 fyri tíðarskeiðið 1. august 2014 til 31. juli 2015. Verður umsóknin latin inn eftir henda dag, verður møgulig játtan galdandi frá 1. í mánaðinum eftir, at umsóknin er móttikin.
Søkjast skal av nýggjum á hvørjum ári.
Tú kanst lesa meira her, og tú ert eisini vælkomin at venda tær til Kommunuskrivstovuna við spurningum.

 

Vinnulig kveiking/nýhugsan fyri Vestmanna

Juni 04 , 2014
Nú tá ið vit í Vestmanna eru illa sperd av, at fyritøkur eru fáar í bygdini, er so tíðin ikki komin til nýhugsan.
Tað sita óiva nógvir vestminningar inni við góðum vinnuligum hugskotum, men sum mangla kveiking/kapital, so hetta kann gerast veruleiki.
Eitt hugskot kundi verði, at bygdafólkið saman við vinnuni gjørdi eitt íløgufelag, sum so hevði til endamáls at fáa hugskot til veruleika.
Hvussu man so skrúvar eitt tílíkt felag saman eri eg ikki tann rætti til at siga, men endamálið má og skal verða, at tað skal seta í virksemi sum tænir bygdini best.
Vestminningar hava altíð verði frammalag tá hugsa verður um ymiskt vinnuligt virksemi, men nú virkar tað sum hetta er steðga upp.
Ein grund er nokk tann, at manglandi váafúsur kapitalur er ikki til staðar.

So kann onkur spyrja hví skriva tílíkt á "Spyr bara", jú tí her eru tað nógvir vestminningar sum koma fyri at frætta hvat sum sker ella rørur seg. Ein onnur grund er tann, at hetta kundi verði eitt gott framstig fyri alla bygdina, sum so víðari gjørdi Vestmanna sterkari og attraktivari at flutt til.
Hvør skal so taka intiativ til tílíkt. Fyri at øll skullu kunna verða við og ein góð lýsing skal kunna gerast av endamálinum, so haldi eg at kommunan kundi staði fyri startskotinum, sjálvt um kommunan ikki kann eiga naka í einum tílíkum felagið.

Enn einaferð, so er hetta bara eitt hugskot frá mær persónliga.

Vinarliga Heilsan
Jan Haldansen
Takk fyri spurningin

Vestmanna Kommuna kemur at skipa fyri einum vinnudegi í september, har vit koma at viðgera øll viðurskifti innan vinnulív í Vestmanna. Hesin spurningurin tú setur og nógv annað verða partur av degnum.

 

Virksemi á bryggjuni

Juni 04 , 2014
Tað var hugaligt, at síggja frystifarmaskipið "Silver Copenhagen" liggja og innskipa fiskaúrdráttir í gjáramorgunin. Hetta fekk meg at hugsa um eina møguliga inntøkukeldu hjá Vestmanna Kommunu. Í miðal eru einar 3-400 slíkar avgreiðslur um ári. Hesar fara allar fram við bryggju. Í løtuni eru tað serliga Runavíkar, Fuglafjarðar, Klaksvíkar og Tórshavnar Havn, ið vinna nógvan pening av hesum virksemi. Roknast kann við, at virksemið fer at økjast, nú svartkjaftakvoturnar helst fara at vaksa. Eg vil tí mæla til, at Vestmanna Kommuna setir seg í samband við Faroe Agency og Faroe Ship, til tess at kunna tey um, at áhugi og møguleikar eru í Vestmanna til slíkt virksemi.
Tað hevði verið hugaligt, at sæð eitt sindur av maritimum aktiviteti aftur.
Hetta hevði uttan iva framt eitt sindur av avleiddum virksemi eisini. Her hugsi eg um oju og proviant.

Jóhan Simonsen
Takk fyri hugskotið.
Vestmanna Kommuna kemur at skipa fyri einum vinnudegi í september, har vit koma at viðgera øll viðurskifti innan vinnulív í Vestmanna. Hesin spurningurin tú setur og nógv annað verða partur av degnum.

 

SEYÐUR

Juni 04 , 2014
Vit skriva í dag 27. mai 2014 og stadivekk gongur seyður á bønum :( Nær kunnu vit vænta at hann fer av bønum, so vit kunnu byrja at fríðka til summarið ?
Takk fyri spurningin.
Sært tú seyð í bygdini nú, eigur tú at ringja til ein av røktarunum hjá hagunum.

 

Apoteksvørur.

Juni 04 , 2014
Vil bert spyrja um tit á kommununi vita
nakað um hvussu verður við apoteksvørunum
sum Skivan hevði um hendi.
Sum nú er má man til Havnar um man skal
hava pínutablettir ella hostasft.

V. h.

Ein vestmenningur
Takk fyri spurningin.
Nei, vit vita ikki, hvussu tað verður við apoteksvørunum. Tú manst ikki vera tann einasti/einasta, ið saknar hendan møguleikan, og vit vóna, at apoteksvørur verða at fáa til keyps í bygdini innan alt ov leingi.

 

spurningar

Juni 04 , 2014
Eru tit givin at svara spurningum settir til "Spyr bara" ??
Spyr bara gjørdis óvirki beint aftaná páskir.
Nú riggar skipanin aftur, og spurningarnir, sum liggja ósvaraðir, verða lagdir út hesa vikuna.

 

Staðið

Juni 04 , 2014
Eg vil bara við hesum takka Páll og Paula fyri eina ótrúliga góða sending á Staðið FM, haldi ikki eg nakrantíð fyrr havi lurta eftir radio í 5 tímar út í eitt

Klemm Jóhannus á Rógvu
Vit takka fyri heilsanina, Jóhannus :-)

 

Myndir á heimasíðuni

Juni 03 , 2014
Góðu tit í kommununi. Høvdu tit ikki viljað skift kavamyndirnar á heimasíðini út við meira summarsligar myndir. Hatta sær so kalt út, nú summarið er í hondum - fáa meg als ikki at leingjast heim. Nógva flottar summarmyndir eru av Vestmanna :-)
Útiseti.
Rætt hevur tú. Vit skifta forsíðumyndirnar ein av døgunum.

 

heyhey

Juni 03 , 2014
heyhey eg havdi ein spurning samband vi náttar bussin úr vestmanna til havnar og nær hann ferd aftanná dansin
Takk fyri spurningin.
Vanliga koyrir náttbussurin leygarkvøld av Torginum kl 24.00
og aftur til Vestmanna kl. 04.30. Koyrt verður frá Frelsunarherinum.
Upplýsast kann, at Náttbussurin er á Facebook: https://www.facebook.com/nattbussurin.vestmanna?fref=ts 
Øssur hevur tlf. nr. 21 77 52.

 

Óførir kommunumenn

Juni 03 , 2014
Vil bara koma við eini stórari rósu til okkara fantastisku kommunumenn, also teir tríggjar, sum snøgga og pyntað fram við vegirnar. Alt er vorið so pent og snøkt, tað er ein fragd at siggja teirra arbeiði.
Nøgdur borgari
Vit takka fyri rósuna, og lata hana fara víðari til arbeiðsmenninar, sum vit eru so sera glað fyri.

 

nummar á gravum

Juni 03 , 2014
eg vil fegin spyrja um nummarið á hesum gravum
Angelika Rachel Johanna Susanna F. Johannesen gift Nielsen
fødd í 1893
deyð í 1958

Sigmund Nielsen
føddur 23.12.1885
deyður 23.07.1969

Ole Jacob Nielsen
føddur 17.01.1923
deyður 28.03.1962


Vinarliga
Miriann Dam
Angelika Rachel Johanna Susanna F. Johannesen gift Nielsen er grivin í grøv nr. 658.
Sigmund Nielsen er grivin í grøv nr. 771.
Ole Jacob Nielsen er grivin í grøv nr. 699.
Allar gravirnar eru í gamla kirkjugarði, tvs. niðan fyri kirkjuna.